Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-07, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. apríl 2000síða 15

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 tíðindablaðið sosialurin Nr. 69 - 7. apríl 2000 28 tíðindablaðið sosialurin Nr. 69 - 7. apríl 2000 Nýggjar TANNPROTESUR Broytingar og umvælingar av gomlum protesum Kliniskur tannteknikari BERGUR Á REYNATRØÐ Børkuvegur, 620 Runavík Tlf. 448480 Opið er mánadag-fríggjadag frá kl. 9-16 Elektrikari søkist Til eldeild okkara søkja vit eftir einum elek- trikara at byrja sum skjótast. Vit vænta, at tú: • ert álítandi • dugir at arbeiða sjálvstøðugt • tekur ábyrgd av arbeiði tínum • dugir at samstarva við viðskiftafólk og arbeiðsfelagar tínar • hevur kunnleika til gerð av edv/tele-kerv- um • hevur kunnleika til edv á brúkarastøði. Vit bjóða tær: • eitt avbjóðandi starv í einum spennandi umhvørvi, við góðum starvsfelagum • góða løn. Skrivlig umsókn saman við avritum av sveinabrævi, skeiðprógvum, ummælum og upplýsing um starvsroyndir skulu sendast til el&tele, Fjalsgøtu 13, FO-100 Tórshavn. el&tele Tel 354 354 Um Sp/f el&tele Eitt ár er ligið síðan Sp/f Ravmagn og Fa. Eyðun Egholm løgdu saman og stovnaðu Sp/f el&tele. Vit kunnu nú eins og tá ásanna at avbjóðingarnar eru stórar fyri framman. Okkara mál er at veita bestu tænastu innan el, edv og telekervi. Eldeildin tekur sær av øllum el-edvkervsloysnum í tættum samstarvi við kundan. Á tele-síðuni veita vit teleloysnir við tí mest framkomnu tøknini á marknaðinum. El&tele leggur dent á at geva kundunum tær bestu loysn- irnar við tí nýggjastu tøknini. Hús ynskjast til leigu! Til ein leiðandi starvsmann hjá okkum og familju hansara ynskja vit eini hús í Havn til leigu. Best er um húsini eru stór ella í minsta lagi hava 3 sovirúm. Langtíðarleiga t.v.s. minst 3 ár hevur áhuga okkara. Áhugaði kunnu seta seg í samband við okk- um á telefon 314650. P/F Poul Michelsen Kunngerð um uttangarðsútskiftingarfund á Skarvanesi Eftir lóg nr. 147 frá 27. mars 1939, broytt við løgtingslóg nr. 41 frá 31. mars 1950, § 79, verður boðað til útskiftingarfund hós- dagin 27. apríl kl. 10.30 á Skarvanesi. Til viðgerðar verður útskifting av hagapart- inum Innastihagi, matr. nr. 43. Nevndarlimir eru: Tróndur Niclassen, Bøur og Maria Gregersen, Syðrugøta. Matrikulstovan, N. v. Øssur Á. Midjord, formaður MATRIKULSTOVAN Mekanikari Søkt verður eftir mekanikara til Lastbil- og bilverkstaðin. Viðkomandi kann byrja bein- anvegin. Áhugaður kann ringja á telefon 456878 ella 216878. Í Almanna- og heilsumálastýrinum verður starv sum fíggjarfulltrúi hervið lýst leyst til setan skjótast til ber. Uppgávan er í høvuðsheitum: • at hava eftirlit við fíggjarligu gongdini á játtanunum innan § 8 í fíggjarlógini • at ráðgeva og vegleiða teim ymisku stovn- unum viðvíkjandi gerð av fíggjarætlanum og uppfylging av hesum, soleiðis at fíggj- arliga tilfeingi verður nýtt sum ætlað og í mun til aktivitet og kapacitet. • at skipa data og gera fráboðanir á øllum stigum • at tryggja nøktandi leiðslukunning • saman við roknskaparøkinum at tryggja eitt vælskipað datagrundarlag Førleikakrøv: Viðkomandi útbúgving innan fíggjarliga økið frá hægri læristovni, sum t.d. cand. merc., cand oceon ella líknandi. Fólk við royndum/kunnleika innan arbeiði við fíggjarstýring hevur fyrimun. Ert tú í ferð við at gera teg lidnan við lesna, hevur tú eisini møguleika at søkja. Vit bjóða: Sjálvstøðugt starv, til tíðir strævið, men eisini áhugavert, við fjølbroyttum uppgávum. Skeið og eftirútbúgvingarmøguleikar. Samstarv við aðrar fíggjarfulltrúar. Løn- og setanartreytir: Starvið verður sett sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálastýrið og viðkomandi yrkisfelag. Setanarøkið er alt Almanna- og heilsumála- stýrið við tilhoyrandi stovnum, umframt hini aðalstýrini og Løgmansskrivstovan. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Mary í Garði, fíggjarstjóra, tlf. 35 40 43. Umsókn: Umsókn við avriti av prógvum skal sendast til: Almanna -og heilsumálastýrið Starvsfólkadeildin Eirargarður 2 100 Tórshavn Umsóknarfreist: 26. apríl 2000, kl. 14.00. Fulltrúi/ Løgfrøðingur Almanna- og Heilsumálastýrið Shell Quick Service Stangavegur • 700 Klaksvík • Tel. 45 61 66 • Fax 45 78 90 Søkt verður eftir fólki til verkstaðið at byrja beinanvegin. Arbeiðið umfatar bæði mekanisk, skaðar og sproyting í nýggjari sproytikabinu. Løn eftir avtalu. Sosialurin - 311820 So upprann tann dagur tá skøtil bleiv settur á samráð- ingarnar millum Føroyar og Danmark, hvussu viður- skiftini skulu verða land- anna millum í framtíðini. Ikki kann sigast annað enn at samfelagskjakið hevur verið merkt av fullveldis- ætlanum landsstýrisins, og mangt áhugavert er komið fram í hesum sambandíð. Sama dag sum samgong- an var skipað, vóru sjálv- andi viðmerkingar frá flokkum; eitt nú kunngjørdi formaður Javnaðarfloksins at hann bert kundi taka und- ir við síðu 1 í samgongu- skjalinum; har kunngjørt er hvar evsta vald í Føroyum skal liggja og annars í stór- um hvat ætlan landsstýris- ins er á tjóðskaparliga økin- um. Sambandsflokkurin kom við sínari siðagomlu remsu um neyð og undir- gang. Síðan gekk kjakið, lands- stýrið legði við jøvnum millumbilum fram hvussu langt arbeiði var komið, meðan føroya fólk var vitni til eitt mótspæl frá andstøð- uni, sum var heldur tann- leyst; tí borgarar í hesum landinum vildu hava grund- gevingar fyri hví man var ímóti, og góðtóku ikki at ein skuldi vera ímóti – bert fyri at vera ímóti. Men eitt sprell andstøðurnar var tó, at fáa danskar politikarar, kropp á kroppi til Føroya, og á fund- um hjá bæði Sambands- flokkinum og Javnaðar- flokkinum, var fremsti peikifingurin á lofti, og pol- itisku talurnar stóðu lítið aftan fyri villastu dóma- dagstalurnar, har undir- gangur og neyð stóð ovast á breddanum, væl at merkja bert um »ríkisfelagsskapur- in« fór í søguna. Men sum fráleið legði Javnaðarflokkurin út við einum »skipaðum mót- spæli« og tann »blái faldar- in« sá dagsins ljós. Her legði flokkurin kortini á borðið; evsta vald skuldi verða í Føroyum og liggja hjá Føroya Løgtingi, stats- stuðulin skuldi minka, í samsvar við føroyska bú- skapin, føroyingar skuldu hava ræði á uttanríkispolit- isku málunum, sum høvdu við Føroyar at gera, øll mál millum Føroyar og Dan- mark skuldi kunna yvirtak- ast o.s.fr., – fullveldistankar helt onkur… Um sama mundið legði Sambandsflokkurin sítt boð fram um viðurskiftini mill- um Føroyar og Danmark; har var ikki nógv nýtt at hóma, uppskotið kom meira inn á hvat Sambandsflokk- urin ikki kundi ganga við til, heldur enn at vísa á nak- að ítøkiligt, men fyri okkum vildu ynskt at tað var meira árræði var í afturhaldskreft- unum í Føroyum, er tað hó- ast alt ein framgongd at sambandsflokkurin yvir- høvur vil hoyra um at viður- skifti millum Føroyar og Danmark yvirhøvur verða tikin uppá tungu. Sam- bandsflokkurin er fyri sovítt umskiltur í øllum hesum kjakinum, tí at skipanin sum hann helst vil hava, hevur einki við nútíðina at gera, og at teir í dag kunnu taka undir við nógvum, sum bert fyri 15 árum var óhugsandi, vísir bara at teir helst eisini taka undir við fullveldinum, tá teir hava uppdaga hvat tað inniber. Men tá Javnaðarflokkurin varnaðist at landsstýrið var til at tosa við, útfrá tí, sum stóð í faldaranum og at »evsta vald og fullveldi« er tað sama, mátti finnast út av hvat so skuldi gerast fyri at halda seg framat sum ein flokk í andstøðu; og so kom tað: »ríkisfelagsskapur- in«!!! Síðan tá hevur andstøðan tvíhildið um »ríkisfelags- skapin«. Øll framtíðarvið- urskifti skulu dreyga um henda vælsignaða »ríkisfel- agsskap«, alt annað er óhugsandi, eisini um »annað« kanska merkir enn betri og greiðari viðurskifti millum londini. Jóannes Eidesgaard vil gera ríkisfelagsskapin til tann felagsskap sum hvørt mansbarn kennir, men tað er ikki sannheit. Ì veruleik- anum er ríkisfelagsskapurin eitt ella annað sum er mill- um Føroyar og Danmark, sum eingin – heldur ikki Jóannes Eidesgaard ella Edmund Joensen kunnu seta orð á hvat er; valdsbýt- ið er sum harra gud veit, serfrøðingar mugu sita í dagavís fyri at greiða ein spurning, og endaliga sóu vit tað í nítiárunum, tá var alt sum tað var ein »stats- ligur vavgreytur«, sum end- aði við einari semju millum donsku stjórnina og Den Danske Bank; eina og aleina av tí at ein rættarsak hevði avdúka meira enn gott er – bæði fyri stjórnina og bankan – jú takk, eina meira fløkta skipan enn »ríkis- felagsskapin« millum Føroyar og Danmark finnur tú helst ongastaðni í heim- inum og hetta skal vera knútapunktið… Tað er skeivt at gera »rík- isfelagsskapin« til ein spurning um pengar, og seta krónutal á, tí hann er so nógv annað… tað er niður- lagið hjá afturhaldinum. Men hvør hevur gjørt ríkis- felagsskapin til ein spurning um pengar? Hvør hevur rópt og geyla um skerda vælferð, Hvat er grundgevingin fyri framhaldandi ríkisfelagsskapi neyð og undirgang, tang og tara, hvørja ferð røddir hava verið frammi um at fáa alt vald heim til Føroyar? Hvør hevur sett tøl á hvat kemur úr danska statskassanum, uttan at koma inn á hvat fer hinvegin??? Ja nevniliga sambands og javnaðarkórið tá tað ljoðar allar best. Tit hava remsa upp tøl, og ongantíð gjørt tykkum tann ómak, at greitt føroya fólki frá hvat hesin »nýggi« ríkisfelagsskapin skal inni- halda. Veruleikin er helst tann at tað finst ikki eitt alternativ til fullveldisætlan landsstýr- isins, sum ein samlað and- støða stendur aftanfyri; tí tey sum bara fylgja eitt sind- ur við í føroyskum politikki kunnu síggja at Javn- aðarflokkurin og Sam- bandsflokkurin kunnu ikki semjast um ein tjóðskapar- politikk. Til tað má Javnað- arflokkurin kasta alt á sjógv, sum hann higartil hevur sagt seg umboða á ríkisrættarliga økinum og mangir eru teir javnaðarveljarar sum ikki fara at góðtaka hetta; og skal Sambandsflokkurin bara nærkast Javnaðar- flokkinum, verður eitt ram- arskríggj, tað fer tann sanni sambandsveljarin ikki at góðtaka. Tað einasta sum hesir flokkar kunnu semjast um í dag er at mótarbeiða ætlan samgongurnar, kosta hvat tað kosta vil; eisini brotin lyfti - hugsið bara um valstríði hja Javnaðarflokk- inum og tann rikna politikk- in hjá flokkinum í hesum valskeiðinum. Samráðingarnar fríggja- dagin tann 17. mars fara helst seint úr minninum hjá føroya fólki. Um vit sálda eftirklók- skapin hjá afturhaldinum og gloyma teirra »hygg hvat søgdu vit – kom heim og skammi tykkum«, so fall tað helst okkum øllum fyri hjartað at síggja hvussu statsministarin hóvreiggjaði sær, og førdi seg fram sum tann braneggjaði statsleið- arin, sum vildi vísa hvar skápið skuldi standa. Uttan mun til hvat ein heldur um fullveldið ella samband, so eiga allir før- oyingar at taka støðu burtur frá tílíkum framferðarhátti. At Nyrup leikaði so í, skuldi eitast at vera at stjórnin bert vildi spæla við opnum kortum. Álvaratos samráðingar eru samráðing- ar, tað er líkamikið hvørjar samráðingar talan er um, hattar er ikki ein háttur sum verður nýttur nakra staðni, men hví nýtti Nyrup henda ólátaða mátan??? Burtur- sæð frá at Nyrup hevði eina sera óhepna hond, tá talan er um »fællesskabet i nord- atlanten«, so sá hann ein møguleika sum helst ikki vardi nakran. Føroyar kann nevniliga »brúkast« í so mongum sam bandi, bæði til at tekkjast stórveldum har undirhonds- avtalur vóru gjørdar sum føroyskir politikarar einki vistu um (hernaðarmálið); men eisini í innanríkisvið- urskiftum kann okkara oyggjaland »brúkast«, tí eitt sum Nyrup ikki hevði brúk fyri tá samráðingarnar byrj- aðu var at virka sum ein veikur statsleiðari, til tað var hansara innanríkispolitiska støða alt ov viðbrekin; niðurgangandi veljarakann- ingar, broytingar í sjálvari stjórnini, óheppin handfar- ing av stjórnarviðurskiftin- um í Eysturríki – eru bert nakrir av politisku brota- sjógvunum, sum Nyrup hevur barst við, og síðan kom landsstýrið á fund við einum»útspæli« – ikki ein- um kravi, men eitt samráð- ingarútspæl; tað var funnin fressur at tekkjast danum og afturhaldinum í Føroyum – og hann nýtti so reiðiliga høvið, hann fór eftir mann- inum heldur enn bóltinum, men eg ivist onga løtu í at morasku timburmennirnir hjá Nyrup hava verið stórir leygarmorgunin. Men hvat eru grundgev- ingarnar hjá donsku stjórn- ini at tvíhalda um at hava Føroyar í »ríkisfelagsskap- inum«??? Hví er tað avger- andi at hava Føroyar »inn- anfyri«??? Burdi tað ikki verið partur av áhugamálinum hjá donsku stjórnini, at fingið eina skipan sum minkar um útreiðslurnar til Føroyar? Skuldi teir fylgt sínum egna uttanríkispolitikki upp, so skuldi eingin ivi verið um Viðmerking: at útspæl landsstýrisins skuldi verið søtur tónleikur fyri donsku stjórnina. Tí um allan heim eru danir millum teir fremstu at viðurkenna sjálvstøðug lond, gjøgnum altjóða felagsskapir vifta teir við viðtøkum og lógum sum tryggja londum, sum hava tikið fullveldið, eina rímuliga yvirgangastíð, fyrstir eru teir at samla pen- ing inn til hesi somu enda- mál. Men tá talan er um Føroyar, fær pípan eitt ann- að ljoð, vilja vit ikki trína »ríkisfelagsskapsdansin«, so eru treytirnar hesar og hesar, hetta sigur Nyrup, áðrenn samráðingarupp- skotið hjá landsstýrinum yvirhøvur er lisið og tíans- heldur viðgjørt og analysera av stjórnini… Við hesum grundarlaig má ein spyrja seg sjálvna hvar grundgevingarnar hjá stjórnini eru fyri at vilja hava Føroyar í ríkinum??? Er ein inntøkukelda burtur, tá Føroyar hava tikið fult ræði á øllum viðurskiftum? Tjenar danska stjórnin u ppá Føroyar? Væntar stjórnin veruliga at landsstýrið bert vil krevja reinan valuta í einari skiftistíð, fyri fram- haldandi at skapa eitt sam- felag sum als ikki er burð- ardygt til tann føroyska landskassan, soleiðis sum vit hava upplivað tað í »rík- isfelagsskapinum«??? – hvar er so endamáið hjá landsstýrinum at seta fram ynski um at klára seg sjálv- an? Tí eitt er so sólarklárt: »ríkisfelagsskapurin« er ikki ein spurningur um »gensidig respekt«, »fælles kulturel baggrund«, »sam- arbejde mellem broderfolk« ella nakað annað sum hevur við menniskjalig virði at gera, til tað nýtist ikki nakar »ríkisfelagsskapur«. Tá alt kemur til alt, so er núverandi felagsskapurin millum Føroyar og Dan- mark ein spurningur um hvør hevur valdið, reinar krónir og oyru, hvør be- talir til hvat og hvat kann fáast afturfyri; tí at ganga runt og halda tað, at danska stjórnin góðtekur eina út- reiðslu síðu uppá 1,4 milli- ard til Føroyar árliga, uttan at kunna bókbóka í minsta- lagi somu upphædd, tað er vera meir enn góðtrúgvin og naivur tilsamans, tí so langt røkkur danski solidarit- eturin ikki. Hvar liggur so grundgev- ingin fyri framhaldandi »ríkisfelagsskapi«? Áki Andreasen Hesir hava tikið dugnaskapsroynd í sigling á Tórshavnar kvøldskúla: Búi Tórgarð, Mykines, John Kruse Dals- garð, Velbastað, Hans Petur K. Gler- foss, Argor, Dávur Reinert Hansen, Nes, Volmar Højgaard, Havn, Bárður Jacob- sen, Søldafirði, Kári Jacobsen, Søldafirði, Hans Jørgen Jensen, Hvalvík, Magnus Magnussen, Hvalvík, Niels A. E. Petersen, Hvalvík, Óli Mittún Petersen, Havn, Tor Skaale, Argir, Óla Jákup Thomsen, Gøta. Michael Thomsen vantar á myndini