Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-08-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. august 1980síða 6

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Nr. 60 — 6. august 1980 | | | + telf. 14720. 11820 box 76, 3800 Torshavn p/f sosialurin Utgevari: Fyritaks- og blaðstjóri: Blaðmenn: Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Lýsingar: Uppseting: Prent: Okkara møguleikar NAKAÐ AV TÍ. sum frammi hevur verið í blødunum og í útvarpinum nú fyri stuttum, bendir á, at stórur misjavni er á uppfatanini millum politíkarar um hvussuleiðis vit eiga at skipa hetta samfelagið. Í øllum ólavsskurúsinum kom so eisini nakað av tilfari frá Búskaparráðnum, eisini í samband við røduna, løgurmadur heit á ólav- søku. Og tað er ikki burturvið at kunna sær nakað av tí tilfari, sum har er at lesa burturúr. IKKI MINST HJÁ hesum mongu, sum í tíð og úrtíð út tala seg í blødum, í útvarpi o.a. um øll møgulig vidur- skifti. ikki minst á figgjarliga økinum. EITT VAR útvarpsfrásegnin um ein pressufund á lands- sjúkrahúsinum, har rådleggingarnevndin fyri sjúkrahús- ini legði fram úrslit um framtíðar útbygging av sjúkra- húsunum, har måljénirnar ikki trutu — á pappírinum. Ein hevði nærmast ta fatan, at her var sum at kaga í kóki- bókina. man tager… MEN BÆÐI HJÁ henni, sum fyri ólavssku í Oyggja- tíðindum við høvdingabråi so frekt segði, at tað er skomm fyri føroyingar at staka ímótia teimum donsku miljónunum og somuleiðis hjá teimum. sum leggja eina slíka ótugda bók fram, sum rådleggingarnevndin, er tað av týdningi. at hesi vita, at ikki er bara at seta tølini á pappirid, almenningurin krevur eina frágreiðing. sum er nógv gjøllari enn tað aimenningurin higartil hevur sæð. Í ØLLUM HESUM eigur at havast í huga, at onnur sam- felagslig viðurskifti mugu havast í huga, ikki ber til at økja um samfelagsbyrðarnar og bara halda fram við at brúka. tí so verður bara uppaftur meira hjá tí einstaka at gjalda. OG Í DAG ar tað hetta øll ræðast — at gjalda. Hvørjar avleiðingar VIT FRÆTTA NU at Strandferðslan hevur havt úr at gera. hevur ikki á nakran hátt kunnað tikið tað tal av ferðafólki og ødrum, sum eftirspurningurin hevur verið til. Tað vil aftur siga, at okkara samfelag hevði verið munandi væl betri fyri, um hyggiráðini á sinni vórðu fylgd. tá mælt varð til at keypa hin so mikið umrødda Lassa !! MEN GJØRD GERÐ fær onga vend. Tann djuptøkna føroyska konservativisman fekk uppeftur einaferð yvir- takið. meðan samfelagið fot. æn HETTA SIGUR okkum tó so mikið, at stríðið. sum ”Stådist hevur av hesum máli, tó ikki hevur verið til onga ? þýstu. Ti her vórðu veruliga gjørdar royndir atfinna okk um nýggjar leiðir á vinnuliga økinum. Og her sóu vit uppaftur einaferð enn, hvussu tær kreftirnar. sum bara hugsa um at mjølva sg køku sína. brúka allar hugs- andi og óhugsandi midlar til at tæna sínum egna enda máli. vertin á hvat samfelagið aÅnars fær burturúr ti ! VIT HAVA SO mangan upplivað hetta i føroyska sam- felagnum. Har håskalialyndid. sum so ofta fyrr. hevur ; Wyvirtakið. Har vit ikki tola, at granni okkara fær ein bita men fer onkur útlendingur avstað við bitanum ger tað minni, hann er jú ikki granni okkara í gerandisdegnum, og so gera tað jú minni HETTA LYNDIÐ HEVUR verið mongum góðum tiltaki at bana, speli at hetta stødugt skai vera so fest í lyndi før oyinga, at vit í samfelagstydandi málum lata klandur og letuvinning yvirskugga vinningin, sum nú td. í sam- ferðslumálin n „Sosialurin? Hann nyttar onki. Hann skrivar av eftir Utvarpinum!« Tað er ikki sert, tú gerst illa við av at hoyra tíðindi, tú sjálvur hevur skrivað, lisin í Útvarpinum dagin fyri, Sosialurin, tíðindini eru skrivað til, kemur út! Serliga, tá einasta tilknyti, tú hevur til Ut- varpið, er ein kvittan fyri goldið útvarpsgjald. Ferð eftir ferð brúkar Útvarpið tíðindi úr Sosialinum, eitt lítið sindur umskrivað. í tíðindasendingunum týs- kveld og fríggjakveld. Og so skalt tú hoyra aftaná: Sosialurin? Hann nyttar onki. Hann skrivar bara av eftir Utvarpinum! Tí, tað eru tey fæstu, sum vita, at Sosialurin (og eisini Oyggjatidindi og Dagblaðið) eru at fáa í bladsølunum í Havn seinnapart týsdag og fríggjadag, dagin fyri, tey eru dagsett. Hetta verður gjert fyri at fáa eina sterri leysaselu. Sum kunnugt líða bleðini av kroniskari peninganeyð og nýta tí sjálvandi hvenn inntøku- meguleika. Aftur til Útvarp Før- oya. Utvørp í eðrum lond- um taka eisini tíðindi úr blødunum. Men tey nevna tá, hvaðani tíðindini eru tikin. Tað ger Útvarpið hjá okkum eisini, tá tíð- indini eru úr til demis tí hálvalmenna Al Achram, Jyllandsposten, Le Monde, Newsweek. Fer- oysku bleðini hinvegin verða sjáldan nevnd. Or- sekin er helst tann legna reglan um reklamu. Ég havi enn ongan hitt, sum skilir til fulnar kunngerð- ar- og reklamupolitikk Ut- varpsins. Ein keypmaður til demis sleppur ikki at kunngera í Utvarpinum, ætlar hann at stongja ein dag vegna voruteljing ella jarðarferð. Ein maður sum seiir ferðir til Mall- orca sleppur ótarnaður at lýsa við hesum. Sagt verður, at alt, sum hevur við handil at gera, sleppur ikki við í kunngerðir og tíðindi (samanber: innbrot hevur í nátt verið í einum ítróttarhandli í Niels Fin- sensgøtu. Navnið á handl- inum má fyri alt í verðini ikki nevnast). Aftur til fyrra demið: eftir tí hevur tað onki við handil at gera at selja ferðir til Mallorca! Ivaleyst fer Útvarpið at halda fram við at taka tíðindi úr bleðunum, áðrenn hesi koma út. Tað er spell, serliga, tá hugsað verður um, at fleiri av út- varpsmonnunum fyrr hava arbeitt á blødunum. Teir hava tí fleiri ferðir sjálvir brúkt minni vekur orð um Útvarpið, tá tað tikið tíðindi frá teimum. Teir hava tá tos að um „>gentlemens agree- ment< millum blað og út- varpsfólk. Nú er tað helst gloymt, men vit á blødun- um eru tó framvegis so naivir at trúgva hesi ó- skrivaðu reglu um at virða arbeiðið hver hjá aðrum. Nóg mikið hesa ferð. Tað nyttar helst onki at senda Utvarpinum eina rokning fyri tað stríð, tú hevur at finna fram tíðindi til sendingarnar týskveld og fríggjakveld. Men teir fáa onki útvarpsgjald frá mær aftur. Vónandi eru tey nú færri, sum halda, at vit á Sosialinum sita við einum bandavspælara við tíðind- um úr Utvarpinum og skriva tey av til blaðið. hevur Hegni Djurhuus blaðmaður Skúlanevndarval (Veljið meg!) Í Skúlablaðnum 6. hefti eitur leiðarin, sum blað- stjórin Eilif Samuelsen skrivar, Skúlanevndarval; men undirritaði og mong onnur við honum halda, at leiðarin tað sama kundi itið tað, sum stendur om- an fyri her í klombrum: Veljið meg! Ella, hví velja tit ikki meg? Greinin snýr seg, sum yvirskriftin sigur frá, um skulanevndarval, sum skulu vera i heyst, og sjálvandi er tað eyðvitað, at hugsandi lærarar hava áhuga fyri, hverji ið vald verða í hesar nevndir, og tað er so rímiligt, at for- maðurin í lærarafelagnum hugsar um hetta, men tá ið hann endar greinina við hesum orðum: Tað hevði verið ein stór- ur vinningur fyri skúlan, um sloppið kundi verið undan slíkum avgerðum, sum vóru merktar av per- sónligum, lokalum, polit- iskum, religiøsum ella ødr- um óviðkomandi áhuga- målum«, so duga vit ikki at fylgja honum. Tí hverj- um skulu avgerðirnar tá vera merktar av, tá ið tær ikki skulu vera merktar av persóninum, ikki av tí lokala umhvervinum, ikki av politiskum og ikki av religiøsum áhugamálum? Eg rokni við, at tað verður ringt at finna 3 limir, tíansheldur 7, sum svara til hatta lítleysa kravið, tí eftir hasum kravinum at dema, so skulu teir ongan lit hava, vera púra litleysir, og sjálvandi so helst onga meining hava heldur. Lærari Skúlablaðið og skúlanevndarval Dimmalætting prentaði herfyri eina grein, hevði staðið í Skúlablað num. Blaðgreinin var skrivað av Eilif Samuel. sen, sum umframt at vera blaðstjóri á Skúlablað- num, eisini er formaður í Feroya Lærarafelag, og endar greinin við, at tað hevði verið stórur vinning- ur fyri skúlan, um sloppið kundi verið undan slíkum avgerðum í skúlanevnd- sum um, sum m.a. vóru merkt- ar av religiøsum ella eðr- um óviðkomandi áhuga- málum Skelkandi, at leiðarin fyri lærarastættin í Føroy- um skal kalla religies á- hugamál í skúlunum fyri óviðkomandi, ti mær vit- andi stendur í sjálvari for- málsvaragraffini í skúla- lógini nakað um at fólka- skúlin skal hvíla á religi- øsari grund og í nógvum skúlaneyndum hevur tað verið so, at prestur hevur verið limur í skúlanevnd- ini, vælsaktans fyri at tryggja at religiøsu åhugamålini í skúlanum eru í góðum hondum. Er tað hetta Eilif Samuelsen vil til livs? Vil hann saman vil allari lærarastættini hava buktina og báðar endarnar í skúlunum og ynskja prestar og foreldur á bláman. sum m.a. vilja, at skúlaneyvndirnar taka hond um religiøsu formal skulans? Vit foreldur vilia ikki finna okkum i slikari viðferð av okkum og børn- um okkara. Vit kenna okk- um líka so væl kvalifiser- aði at taka steðu til, hver skal umboða; okkum í skulanevndini sum formaðurin i lærarafelag- num. Foreldur Eitt kór sigur soleiðis »Ja, vil mødes hos vor Jesus prise ham på bedre vis, der vi aldrig mere = i I ? skilles. Herren være lov og pris« Ja, tað er, Gud havi jov og takk, herligt at vit kunnu prisa ogra Harra og Frelsara betur tå vit eru komin heim, enn vit mang- an gera tað her í lívinum, sjálvt um vit vilia tað besta, so man tað mangan vera soleiðis, at ogra egna »eg« skínur í gjøgnum. Gud hjálpi ogur til at biðja um fyrigeving og tað av hjarta, um og hava sár- að nakað menniskja við ogra vitnisburði Amen W. Øll leggja fyrst eftir