Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-08-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. august 1980síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Lógu í tjaldi í Lopra — bil- urin á sjógv Tað varð ein bráður endi á tjaldtúr- inum hjá trimum klaksvíkingum, sum hevdu leitað sær til Lopra at njóta seinastu summardagarnar í ár. Tá fólkini fóru upp hósmorgunin tíðliga og komu út úr tjaldinum, gjørdust tey ikki sørt bilsin. Bilurin var horvin. Nú var at leita rundan um seg — og jú — har niðri á sjónum lá bilurin — undir í sjógvi. Bilurin varð tikin uppaftur sama dag, men tað »lirradi« ikki í motorin- um. Teir tríggir klaksvíkingarnir vórðu tí noyddir at leiga sær hýru- vogn til Tveroyrar, haðani leiðin gekk heimaftur til Klaksvíkar. Soleiðis endaði hasin suðuroyar- túrurin. Lítið av høgguslokki undir Føroyum Teir báðir bátarnir, Brandur og Sjofarid, sum eru leigaðir av Fiskirannsóknarstovuni at royna eftir hegguslokki kring Feroyar, hava nú roynt í nakr- ar dagar. Teir hava roynt rættiliga víða, bæði inni við land og úti á landgrunninum. Tá tað frættist frá teimum seinast, hevdu teir fingið umleið 300 pund. Tað er lítið at síggja av hegguslokki frættist. Bátarnir halda nú fram við at leita. Nr. 63 — 16. august 1980 se Stjórin í partsreidarinum Sandvik vil ikki flyta skipaútgerðina frá økinum, sum BIL hevur leigað til parkerings- pláss hjá bussunum Reiðari vil ikki flyta burturkast — ti einki parkeringspláss til bussarnar — Vit hava sent bræv bæði til kommununa og til P/r Sandvík, men einki hjálpir. Stjórin í felagnum hevur svarað okkum aft- ur, at hann flytir ikki skipaútgerðina og tilfarið, ið liggur uttanfyri. Hann sigur seg hava gjert av- talu við kommununa um at hava tað liggjandi har Hetta sigur Niels Per- son, stjóri í P/f Bil, um skipaútgerðina (sí mynd), ið liggur á økinum í Gundadali, sum Bil hevur leigað frá Tórshavnar kommunu. Øll skipa skipaútgerðin hjá partsreidarinum Sand- vik fordar bilstødini Bil at bruka økid, sum Bil hevur leigad frå kommununi. Niels Person: — Vit fåa einki gjørt. Bilar og buss- ar, alt er í einum hurlivasa uttan fyri bilstødina. Ætl- anin var at brúka ekið, har skipaútgerðin liggur, til parkeringspláss hjá buss- unum. — Fyrr enn útgerðin er flutt, fáa vit einki gjørt. Og hann heldur fram: — Ætlanin er at asfaltera alt ekið, gera kant upp við ánni og mála básar upp til bussarnar. — Vit hava verið í sam- band við kommununa. Sjálvur borgarstjórin hev- ur svarað okkum, at hann í brævi til P/r Sandvík hevur skrivað, at Bil hev- ur leigað ekið, og at út- gerðin má flytast. Tað er nú eitt ár farið, men enn er so ikki hent meira í málinum. Bilsteðin Bil hevur nú sent málið til sakferaran. Vatnhamar á makrelveiðu Vatnhamar hevur nú gjert klárt at fara á makrel- veiðu við gernum. Hann er leigaður fyri Fiski- rannsóknarstovuna og skal royna í ein mánað. Hetta er framhald av royndunum, sum vórðu gjørdar í fjør. Vatnhamar fer nordureftir at royna. Teir frysta makrelin umborð. Hann verður annars brúktur til agn. SKALFLEX betongmálingin, sum nú fæst í 10 ymiskum litum Vatnhamar hevur annars júst endað royndar- er til keyps hjá túr undir Feroyum, har hann hevur roynt eftir svartkalva. Teir royndu í ein mánað og fingu mill- um seks og sjey tons. Í stoðum var heilt væl at fáa av svartkalva. Hin vælumtókta | | | ARNA SAMUELSEN Klaksvík, telefon 5 57 75