Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-08-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. august 1980síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin telf. 14720. 11820 box 76, 3800 Tórshavn Útgevari: p/f sosialurin Fyritaks- og blaðstjóri: Tórfinn Smith (ábyrgd) Blaðmenn: Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Lýsingar: Arne Thomsen Uppseting: Sosialurin Prent: Dimmalætting Fiskasøla TAÐ ER IKKI eiti á sum okkara Fiskasøla í seinastuni er vorðin lyft til skýggja. Fyrst av íslenska fiskimálaráðharranum og síðani av Óla Breckmann og Paula Ellefsen. Tað er óivað komið væl við og í rættari tíð. Ongin ivi er um, at fiskimálaráðharrin íslendski hevur givið okkum hetta herðaklapp við góðari meining, og sum eitt tekin um tann goodwill sum íslendingar sum heild geva okkum. EIN KANN SO spyrja seg sjálvan, hví íslend- ingar eru so illa fyri meðan vit føroyingar kláraðu tað betri. Er tað vánalig fyrisiting í Ís- landi á hesum øki ella tilsvarandi góð í Føroy- um. Tað seinna meina Óli Breckmann, Pauli Ellefsen og kanska onkrir aðrir. Hvat annars? Nei, sannleikin er tann at íslendska skipanin (monopol) alt eftir sum vidurskiftini uttanfyri broytast alt meira virkar móti ætlanini. Ein tung organisatión, sum einaferð er uppbygd uppá tá galdandi viðurskifti, men sum tíðin er farin frá. Ein avolda skipan, hvers fremsta uppgáva er at halda skil á tilgongd og frá- gongd av verum. Í FOROYUM HAVA vit einki formelt mono- pol, tó í tí dagliga virkar tað næstan soleiðis. Men tann lítli munurin — at eisini aðrir kunnu royna seg — hevur tó ført til, at stødan hjá okkum ikki er heilt so hættislig sum í Íslandi. Stødugt hava aðrir roynt at stungið hevdið fram og harvið hildið Fiskasøluna í hvort fall hálvavegna vakna. Tað eru teir, ið skulu rós- ast. Og kanska hevur fyrsirætturin hjá íslend- ingum at leverað gjøgnum Coldwater gjørt at Fiskasølan hevur verið noydd at funnið aðrar marknaðir, nakað sum nú kemur til góðar. MEN LØGID ER tað, at vit nú knappliga skulu samanbera okkum við íslendingar. Tað hevur higartil ikki verið gott latin — av góð- um grundum. Alt kann tó nýtast tá á stendur. Hví ikki heldur rætta eyguni móti londum, sum eru meira frammalaga og hava aðrar skipanir, enn at halda fast við eina skipan, ið stórt sæð kann samanberast við tær vit kenna frá kommunistisku londunum. Tíðin er komin til tað. Tann skipan, ið royndist hampuliga væl fyri bert nøkrum árum síðani, er ikki nóg góð í dag. MEN TAÐ SIGUR seg sjálvt, at við tí upp- bakking núverandi skipan og manning í sølu- liðnum fær frá Dimmalætting, Dagblaðnum og nú eisini úr Íslandi er ongin orsøk at gera ov nógv hóvasták. Birgir Danielsen og Co. kunnu, sum Pauli Ellefsen sigur, saktans bretta sær afturá og frøa seg yvir, at við so mætum vinum er ongin orsøk at óttast fram- tíðina. Nr. 63 — 16. august 1980 Skúlanevndarvalið komandi Tað er nógv fyri at síggja Sosialin válka sær í ano- nymum lesarabrevum við óreinum ålopum á for- mann Feroya Lærarafe- lags, Eilif Samuelsen, fyri eina sera sakliga og mode- rata grein í seinasta Skúlablaði um komandi skúlanevndarvalið í heyst. Ein skuldi trúð, at málið fór at fáa eina frægari viðgerð, men so skuldi ikki vera. Tað munnu vera mong, ið ivast í, hvat er upp og hvat er niður, hvat er vinstra, og hvat er hegra í hesum landi eftir at hava lisið hesi huldamannainn- leggini í blaðnum. Allir partar máttu verið so mikið at sær komnir, at teir sóu hvenn týdning, skúlanevndirnar hava fyri fólkaskúlan, og tí roynt at framt eina sakliga og upp- lýsandi skriving heldur enn eina opportunistiska agitatión. Vit bæði taka fult og heilt undir við formanni okkara og gera orð hans- ara til okkara, tá hann sigur: >Tað er av allar stersta týdningi fyri alt skúlans virksemi, at slík fólk verða vald í skúla- nevndirnar, sum eru upp- stillað upp á at gera eitt positivt, sakligt og dygd- argott arbeiði, eitt arbeiði, sum fyrst og síðst eigur at hava steði í spurningin- um, hvat ið gagnar bern- unum best. Paulina og Regin av Steinum foreldur og lærarar Borgir til læknarnar! Nú er tað meira almindu- ligt, at fólk hava sjónvar og man skal ikki bara lasta tað. Sum nú týs- kveldið, tá eitt program var um sjúkrahúsviður- skifti í Danmark og har fleiri framstandandi læknar úttalaðu seg. Har var okkurt at gerast klók- ur av. Ikki minst nú vit síðstu tíðina hava hoyrt um okk- ara egnu sjúkrahúsviður- skifti. Og tað má sigast, at har eru fleiri meiningar, um hesar eru líka nógvar sum kokkarnir, veit eg ikki, men eitt er fallið mær fyri bróstið. Tit snakka so nógv um at gera meira fyri tey, sum sjúk eru. Men hvat er tað, sum hendir, tá man hyggur eftir, hvat tað er, sum pengarnir verða brúktir til. Tak nú á Tveroyri, har brúka teir pengarnar til at byggja skrivstovur, í Havn bilgarasjur og í Klaksvík, ja, har er tað so flott, at sjúkrahúsið bygg- ir borgir til læknarnar. Ikki til sjúklingarnar. Tá man so hoyrdi Johan Simonsen siga sína hugs- an um viðurskiftini, so er man heilt í villareii. Eftir tí hann sigur, so skal man senda sjúkling- arnar á Ríkishospitalið, men til læknarnar skal man byggja dýrar borgir. Erlig talt, hvat er mein- ingin? eygleiðari nýtt um nevn Í gjár, 15. august, varð ein av okkara kendu landsmonnum, Niels Merk úr Sandvík, 85 ár. Vit kenna hann øll sum skipara og fiskimann gjegnum eitt langt lív og annars sum sandvíking, sum altíð hevur verið ein brennandi sál fyri samfe- lagsmálum, sum ein heil- hjartaðan javnaðar- mann. Tá maður hevur rokk- ið so hegan aldur, er sjálvsagt at ynskja hon- um eitt blítt lívskveld við bjørtum vesturskini. Tað er fyrr skrivað og sagt nógv um Niels Merk, um tað, sum hann hevur verið uppi í og hevur avrikað gjøgnum eitt langt lív og okkurt átti rímiliga at verið lagt afturat, tí Niels er ein teirra, sum hevur havt alrastersta áhugan fyri hvussu samfelagið bleiv skipað, hvussu fólkið hevði tað og hansara áhuga gav seg ma. til kennar í sterka politiska áhuga og ávirkan hans- ara á Javnaðarflokkin. Hann gav sína hugsan mangan til kennar á fundum, í samrødum, í skrift. Hann hevur skriv- að mangt brævið til sin- ar politisku meinings- felagar, ikki minst, tá hann metti at ábyrgdar- menn okkara kanska høvdu gott av at fáa eitt par orð. Men hann var ikki minst alla tíðina ein hin hollasti stuðulin hjá floksformanninum sála, P.M. Dam. Sálmaskaldið kveður, at sjeyti ár er æviskeið várt og um mikil er meg- in, áttati ár, beint sum tað stendur í 90. sálmi. A 85 ára degnum verð- ur Niels Merk heilsaður og ein tekk skal ljóða fyri ta kraft, sum Niels hevur lagt eftir seg, ikki minst tá á hevur staðið. jL Joan Magnus Niels Mørk Eliasen I morgin, 16. august, fyllir Jéan Magnus Elia- sen, bóndi í Mikladali, 90 ár. Jóan Magnus er av gamlari bóndaætt, gjerdist sjálvur bóndi og útróðrarmaður alla ævi sína — og tað kann av sonnum sigast, at hann á sjógvi sum á landi hevur verið av frægastu monn- um. Tað er sjáldan at maður fær ta eydnu og tær gávur frá Gudi, at liva sítt fríska lív og at kunna luttaka i øllum gerandislívi, at kalla sum aðrir menn, heilt upp í tey hálvfemsins- tjúgu. Tá Jóan Magnus fyri 10 árum síðani fylti 80 ár, heilsaði Jóhan Nielsen, prestur, honum og greiddi hann tá frá nekrum av teimum eyð- kennum, sum eftir hans- ara meting, myndaðu henda reysta norðing. Hann segði tá nakað soleiðis: Eg minnist fyrstu ferð eg hoyrdi hann lesa í Mikladals kirkju. Eg sat ganda- bundin. Eg skilti, at hann og kirkjan, tað var eitt. Eg minnist á Treila- nesi. Hann bar gleðiboð- skapin fram. Hann bar boðskapin fram á ein slíkan hátt, at eg ásann- aði: Hasin maðurin átti at verið prestur. Eg minnist frá árs- royndum í skúlanum. Hann sat kvirrur og lurt- aði. Tá vit so skuldu dema um úrslitini, vóru tað hansara orð, sum vóru tey vísu. Eg hugs- aði tá, hasin maðurin átti at verið lærari. Mong eru tey, sum millum ár og dag, hava sitið væl í Hússtovu hjá Jóan Magnusi, tey vilja øll av hjarta bera honum blíðar heilsur á 90 ára degnum við ynskinum um at lívskveldið má gerast blítt. j.L Lýsið i sosialinum!