leygardagur 16. august 1980síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 63 — 16. august 1980
Síða 9
Útbyggingin
av sjúkra-
húsverkinum
Eitt av teimum stórmálum, sum fer-
oyskir og danskir myndugleikar
skulu taka steðu til í næsta 10 ára
skeiðnum, er útbyggingin av okkara
sjúkrahúsverki.
Tað eru nú trý ár síðani, at ein
neund varð sett til at koma við upp-
skotum um, hvussuleiðis og fyri
hvussu nógvan pening føroyska
sjúkrahúsverkið skal útbyggjast tey
næstu 12 árini fram til 1992.
Henda »Rådleggingarnevndin«
hevur latið eitt álit frå sær, sum nu
verdur vidgjørt i landsstyrinum og
hjá ødrum myndugleikum.
Eitt av høvudsuppskotunum hjå
nevndini er at byggja eina nyggja
barnadeild i tíðarskeiðnum
1980—1984. Rådleggingarnevndin er
komin til ta nidurstødu, at tad er
átroðkandi, at vit fáa eina nýggja
barnadeild.
Hon grundar hetta á, at vit í størri
mun eiga at sleppa undan at skula
senda børn av landinum til at fáa
sjúkraviðgerð — ti børnini kunnu fáa
sålarligt mein av at vera so langt
burtur frá foreldrunum og ti heimliga
umhvervinum.
Ráðleggingarneundin skjýtur upp,
at tað verður bygdur ein nýggjur
bygningur til barnadeild. Bygningur-
in verður 3.260 m? og er mettur at
kosta um 40 mill. kr.
Sosialurin fer við hesum at leggja
upp til alment kjak um sjálva út-
byggingina av føroyska sjúkrahús-
verkinum.
I dag leggja vit fyri við umrødu av
spurninginum: >Skulu vit hava eina
nýggja barnadeild?« Vit hava hitt
fyristoðukvinnuna á Landssjúkra-
húsinum og vitjað á barnadeildini.
Ein av stovunum á barnadeildini. Trongligt er.
Munnu myndugleikarnir fara at ganga áhugamál-
um hjá bernunum á meti?
vindeyga í hurðini
rd
Í DAG:
Kunnu vitja tey
alla tíð á degnum
— Alt ov trongligt á barnadeildini, sigur
deildarsjúkrasystirin, Olina Niclasen
Vit stukku eisini inn á
gólvið á barnadeildini —
ella B4, sum hon eisini
verður nevnd. Har hittu
vit deildarsjúkrasyst-
rina, Olinu Niclasen.
Hon hevur arbeitt
við bernum á Lands-
sjúkrahúsinum í skjótt
30 ár. Byrjaði á gomlu
barnastovuni í 1953 —
og var har til 1969, tá
flutt varð í nýggju
barnadeildina.
Lítið pláss
Sjálv heldur Olina, at
tað er avgjert neyðugt
at vit fáa eina nýggja
barnadeild. Sum stødan
er í dag — er alt ov lítið
pláss hjá bernunum.
M.a. er bert ein lítil
spælistova. Eisini kann
nevnast, at tað er eingin
stova til undirvísing á
deildini.
Í dag verða bern við
smittusjúkum flutt á að-
rar deildir. Hetta heldur
Olina vera ógvuliga
spell.
— Tað er so keðilig hjá
bernunum at skula flyta
frá eini deild til aðra.
Víðari sigur hon, at
eisini umsteðurnar hjá
starvsfólkunum eru
vánaligar. Har er bert
eitt lítið heii til starvs-
fólkið. Hetta helið er
annars ætlað til skriv-
stovu burturav. Av tí at
tað er so trongligt og
nógv fólk oftani eru á
deildini, er ógvuliga
heitt, so tað verður ikki
so arbeiðsligt.
Nógv broytt
Nógv er broytt hesi árini
Olina Niclasen hevur ar-
beitt á barnastovu og
barnadeild. Fyrr sluppu
foreldrini ikki inn á stov-
una at vitja bernini.
Í dag harafturímóti
kunnu foreldrini vitja
bernini alla tíð á deg-
num. Hetta heldur Olina
Niclasen vera ógvuliga
gott. Tí tað eru ikki all
foreldur, sum hava
meguleika at vitja bern-
ini ávísar tíðir á degnum.
Ikki fela
seg bundin
— Men hvussu trívast
børnini annars á deild-
ini?
— Eg haldi, at tey
flestu bernini trívast
væl — tað eru bert fá,
sum ikki trívast. Tað er
eisini gott, at foreldrini
oftani vitja bernini, um
tey hava meguleikan
fyri tí. Tá kenna bernini
seg tryggari.
— Men eg haldi ikki,
at foreldrini skulu fela
seg bundin at vera hjá
børnunum alla tíðina,
leggur hon afturat.
Sakna barnalækna
— Tit hava ongan barna-
lækna á deildini!
— Tað er rætt, og vit
sakna ein barnalækna.
Men har hevur so verið
hildið, at tað er annað,
sum er meira átroðkandi.
— Tað hevur verið
skotið upp at leggja eina
nýggja barnadeild í Suð-
uroynni. Er tað ein góð
loysn?
- Tað haldi eg ikki.
Vit hava oftani fyri
neyðini at brúka teir ser-
Olina Niclasen, deildarsjúkrasystir, inni á tí heldur
trongu skrivstovuni
læknar, sum eru á
sjúkrahúsinum. Hetta
letur seg ikki so væl
gera, um deildin lá aðra-
staðni.
Framvegis bern
send av landinum
At enda spurdu vit
Olinu Niclasen, um ein
nýggj barnadeild fer at
minka um talið á bern-
um, sum í dag verða
send til Danmarkar
Til hetta svarar hon,
at sjálvandi verða tá
færri bern send av land-
inum, men tað vilja altíð
vera nekur bern, sum
mugu fáa viðgerð á sjúk-
rahúsum aðrastaðni enn
í Feroyum.
Jógvan Arne breyt bæði beinini herfyri. Her er hann
saman við eini av sjúkrasystrunum
Tann lítla geingin á deildini. Her eta bernini, her spæla tey, her síggja tey sjon-
varp, her ganga tey vitjandi og má starvsfólkið royna at arbeiða