Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-08-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. august 1980síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 63 — 16. august 1980 Avgjørt neyðugt við nyggjari barnadeild Framvegis eingin barnalækni settur — Tað er avgjert neyðugt, at ein nýggj barnadeild verður bygd í tilknýti til Landssjúkrahúsið. Skuldi eg sjålv priori- terað, hver partur av sjúkrahúsverkinum er mest átroðkandi at byggja út, so hevði eg sett barnadeildina sum nummar 1. Soleiðis sigur Hjørdis Hansen, fyristeðukvinna á Landssjúkrahúsinum uppá fyrispurning — um vit skulu hava eina nýggja barnadeild. Hjerdis Hansen hevur starvast á Landssjúkra- húsinum síðani 1975 og hon hevur hesi árini kunnað fylgt við gongd- ini á m.a. barnadeildini. Tað er neyvan nakað at dylja yvir, at barna- deildin sum so hevur verið fyri misbýti, hvat viðvíkur játtanum til sjúkrahúsverkið Vitjan á barna- stovuni: vindeyga í hurðini I 50- og 60-árunum — áðrenn nýggi sjúkrahús- bygningurin varð tikin í nýtslu — var eingin veruliga barnadeild. Tá var bert ein BARNA- STOVA. Hver man ikki minnist ta stovuna, har ein í vitjunartíðini mátti standa í geingini og veittra til børnini gjøgn- um eitt lítið vindeyga í hurðini. Tá nýggi bygningurin varð tikin í brúk í 1969 varð sett pláss av til eina — tá í tíðini — stóra barnadeild. Eingin barnalækni Men tíðin og útvikling- urin standa ikki í stað. Barnasjúkrarektin (pædiatriin) er ógvuliga nógv útviklað tey sein- astu árini. Hóast hetta — so er framvegis eingin barnalækni á Lands- sjúkrahúsinum. At barnadeildin og børnini leingi hava verið við sviðið soð — sæst eisini av tí sannroynd, at nústaðni í ár er peningur játtaður til deildina at hava eina barnagarðs- lærarinnu hálva tíð, ið kann undirhalda bernun- um Vit spurdu nú Hjerdis Hansen, hví tað er so átroðkandi, at vit fáa eina nýggja barnadeild Óhóskandi barnadeiid Hjørdis Hansen: — + Deildin er sum er heilt óhóskandi. Fyri tað fyrsta er hon alt ov lítil, og harnæst liggur hon alt ov illa fyri. — Vit hava ikki megu- leika at aktivera bernini, eiheldur at undirvísa teimum og tess heldur at fara út við teimum. — Deildin er illa inn- rættað. Har er pláss fyri 19 børnum frå 0 ár og upp í 14 ár. Umframt fýra lítlar stovur, er geingin, eitt pinkulítið »sSpælirim« og so ikki stórt meira. — Har er heldur eing- in skúlastova ella stova, har foreldrini kunnu vera saman við bernun- um. Alt má fara fram í stovunum ella úti á geingini. Lítið pláss — Onkuntíð hava verið upp til 28 bern á deildini, so tá verður ikki nógv pláss til hvenn einstakan. Eisini er frí vitjunartíð, soleiðis, at foreldrini kunnu koma á deildina alla tíðir á deg- num. So mangan er trongligt. Hjerdis Hansen vísir annars á, at nakað er tó bøtt um hjá børnunum — við tað at ein barna- garðslærarinna nú er knýtt at deildini, tó bert Få: * Olga Horn, pedagogur, arbeiðir hálvan dag á deildini. Her spæla tey svartaper — tronglig: er, tey mugu antin vera inni á stovuni ella úti á geingini hálvan dag. Hetta hjálp- ir sjálvsagt uppá trivn- aðin, men hon hevur sera ringar umsteður at ar- beiða undir Ringar arbeiðs- umsteður Síðani eru tað starvs- fólkini á barnadeildini. Tey hava heldur ikki ov góðar arbeiðsumsteður Tað er sera óarbeiðsligt á deildini. Einasta uppihaldsrúm hjá starvsfólkunum er skrivstovan, ella so- nevnda »burid«, ið ikki er rættiliga stórt heldur Skulu starvsfólkini fáa sær ein kaffimunn, mugu tey sita inni í lítla spælirúminum hjá bern- unum. Sleppa ikki út í fríska luft Barnadeildin liggur á 4 hædd og liggur hon sera óhegliga fyri, um bernini skulu sleppa út í fríska luft. Tey mugu niður í elevatori ella oman gjøgnum nógvar trappur — Hetta er sera óheppið, heldur iljørdis fyri, tí tað hevur stóran týdning fyri trivnaðin, at børnini sleppa ein túr av og á ella kunnu spæla úti á einum spæliplássi. Men hetta loyvir nú- tíðin so ikki. Eingin skúlastova Bernini fáa fasta undir- vísing, meðan tey eru á barnadeildini. Men eisini her eru umsteðurnar vánaligar. Eingin skúla- stova er, og tí má lærarin royna sum best at finna okkurt høli til at undir- vísa børnunum í. Uppá fyrispurning um foreldur, sum koma av bygd við sjúkum bern- um, hava meguleika at gista á Landssjúkrahús- inum, sigur Hjerdis Hansen, at tað hava tey ikki í dag. — Vit tosa oftani um foroysk viðurskifti, at vit skulu hugsa um tey, sum koma av bygdun- Hjerdis Hansen, fyristødukvinna: — Fyrr tosaðu vit ikki um at aktivera bernini á einum sjúkrahúsi. Tey komu á sjúkrahús, tí tey vóru sjúk. Í dag verður tó kravt, at bernini verða aktiverað í ein vissan mun — eisini um tey liggja í seingini. Bernini eru jú eisini von við ymsar aktivitetir bæði heima, á spælipláss- um, í barnagerðum o.s.fr. Vit mugu tí spyrja okkum sjálvi, hvat hetta er fyri eitt samfelag vit liva í, og hvat vit krevja av tí. um. Tað hevur ein so ikki gjørt í hesum ferin- um, tí tað hendir ofta, at foreldur koma við bern- um á barnadeildina um náttina. Tá átti at verið meguleiki hjá teimum at gist á sjúkrahúsinum. Nógv bern á ødrum deildum Hjerdis sigur víðari,, at sum steðan er í dag, so kunnu bern við smittu- sjúkum ella kuvøsubørn ikki vera á barnadeildini. Hetta hevur rættiliga nógvar trupulleikar við sær Skal eitt barn inn- leggjast, sum hevur eina ella aðra barnasjúku, ið kann smitta onnur bern, ber ikki til at hava tað á barnadeildini. Har eru sum er eingi rúm at iso- lera barnið í, soleiðis, at hini bernini ikki verða smittað. Tískil kemur eitt tílikt barn at liggja á eini vaksnamannadeild — og tað hendir seg ikki so sjáldan. Men vaksna- mannadeildirnar eru jú ikki innrættaðar til bern, og oftani eru tær fult settar Ísolatiónsrúm á barnadeildini Tá liggja tey so vanliga á geingini á vaksna- mannadeildunum. Tað er eisini avmarkað, hvussu nógv starvsfólkini hava tíð til at taka sær av bernunum, sum liggja á eini deild fyri vaksin Hjerdis Hansen sigur annars, at tey í uppskot- inum frá Ráðleggingar- nevndini hava skotið upp. at hava nekur pláss á barnadeildini til bern, sum skulu vera í isola- tión eina tíð. Tá slepst so eisini undan at skula flyta tey millum deildir- nar Kuvøsubørn Síðani eru tað kuvøsu- bernini. Hetta eru bern, sum koma inn aftur á sjúkrahúsið, tí tey eru sjúk og skulu liggja í kuvøsu. Sum stødan er i dag, er ikki plåss fyri hesum børnum å barnadeildini. Nyggja barnadeildin, sum skotið verður upp at byggja, fer at hava pláss fyri umleið 30 børnum. Talið á seingjum verður sum so ikki økt so nógv. Harafturímóti verður stílað ímóti at flyta >isolatiónsbernini< og »kuvøsubørnini« av ødrum deildum å barna- deildina. Hetta krevur nakað av starvsfólki aft- urat á barnadeildini, men samstundis verður lætt um á hinum deild- unum. Meðan nýggja barna- deildin er mett at kosta um 40 mili. kr., so er sjálvur raksturin av deildini ikki mettur at vaksa munandi. Barnadeild eigur at vera í Havn Men hvar skal so nýggja barnadeildin liggja, spurdu vit fyristeðu- kvinnuna á Lands- sjúkrahúsinum. Til hetta svaradi hon, at ein barnadeild eigur at liggja í Havn. — Her hava vit tær Framhald á síðu 15