Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. august 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Ólag á flogferðsluni Tveir mjørkadagar gera, at rættiligur sperðil kemur í flog- ferðluna um flogvøll- in í Vágum. Eini 400 fólk bíðaðu á middegi í gjár FLOGFERÐSLA Edvard Joensen Flogvøllurin: Mjørki hev- ur verið í Vágum í tveir dagar, og tí hava eini 400 ferðafólk verið ávirkað av. Hóast Atlantsflog avgreiddi allar sínar ferðir mánadag- in, lendu flogførini hjá Maersk Air ikki. Heldur ikki týsdagin komu flogførini til tíðina, men eitt flogfar hjá Atlants- flogi, sum stóð á flogvølli- num, slapp avstað fyrra- partin. –Tað krevst ikki sama sýni til at lætta sum at lenda, verður upplýst frá Statens Luftfartsvæsen á flogvøllinum í Vágum. Flogfarið hjá Atlantsflog úr Danmark, sum skuldi koma fyrrapartin, var ikki lent á middegi, og flogfarið hjá Maersk Air var farið aftur til Bergen. Av flogvøllinum varð upplýst, at umleið 330 fólk, sum skuldu við Maersk flogførunum, bíðaðu, með- an Atlantsflog hevði upp í eitt flogfar av ferðafólki gangandi. So alt í alt mundu eini 400 ferðafólk liggja veðurføst, varð mett á flogvøllinum á middegi í gjár. Eisini uttan fyri terminal- in sást, at ólag var á. Óvan- liga nógvir bilar vóru at síggja, og skilliga sást, at parkeringsviðurskiftini ikki eru nøktandi. Fram við veg- jaðaranum stóðu bilar alla- staðni. Eisini har, sum skeltini søgdu, at als ikki var loyvt at steðga tíans- heldur parkera. Og úti í grasinum stóðu teir eisini. Nógvi mjørkin í Vágum tarnaði flogferðsluni almikið í gjár. Tað sást eisini aftur á parkeringini, sum var so sum so uttan fyri terminalin Mynd: Edvard Joensen Inni í terminalinum var hvør stólur upptikin og væl tað Mynd: Edvard Joensen 2 Nr. 148 - 7. august 2002 Nr. 148 - 7. august 2002 3 Japan ræðist USA og IWC Kendi norski hvala- veiðumaðurin, Stein- ar Bastesen, gevur USA og IWC skuldina fyri at Japan hevur boðað frá, at tey ikki ynskja at innflyta hvalatvøst í ár Jógvan Hugo Gardar, Oslo Stórtingslimur og hvala- veiðumaður, Steinar Baste- sen, er skuffaður av Japan, ið hann meinar ikki torir at opna fyri innflutningi av hvalatvøsti, tí USA og al- tjóða hvalaveiðuráðið (IWC) eru ímóti. – Hetta kemur ikki óvart, men eg hevði vónað eitt annað svar frá Japan, sigur Bastesen. Hann vísir aftur spurninginum, um tað er PCB sum kann hava fingið japanar til at siga nei. – Tað er so lítið PCB í norska tvøstinum, at tað sæst ikki aftur á einum støvkorni. Krøvini hjá Japan eru so hørð, at ikki er møguligt hjá norðmonnum at fylgja teimum í ár, og helst ikki komandi ár heldur. Japan krevur, at hvør einstakur hvalur verður pakkaður og sendur. – Hetta kravið ger, at vit noyðast í land fyri hvønn einstakan hval sum vit skjóta. Tað er als ikki møguligt, sum støðan er Hann er heldur ikki nøgdur við ávísingina av PCB í spikinum. Sambært Bastesen vísa kanningar- nar, at tað er sera stórur munur millum hvalirnar, og at tað ikki kann sigast, at PCB-innihaldið er ov høgt. Steinar Bastesen sigur, at Noreg nú eigur at finna sær onnur lond, sum vilja keypa tvøst og spik. Her hevur hann fyrst og fremst Ísland í huganum, men eis- ini Føroyar og Grønlandi vilja hava áhuga. Steinar Bastesen vitjar í Føroyum seinast i septemb- er í samband við at heims- ins hvalaveiðutjóðir hittast. Føroyingur nýggjur fíggjarstjóri hjá A/S Dansk Shell Tummas Hansen, sum er ættaður av Toftum, varð tann 1. juni settur sum fíggj- arstjóri hjá A/S Dansk Shell. Við hesum er ein føroyingur sostatt komin inn í leiðsluna hjá stóra felagnum STARV Ragnhild Ellingsgaard Tummas Hansen byrjaði yrki sítt hjá stóra felagnum í 1982, tá hann fekk arbeiði hjá Shell íFøroyum. Her starvaðist hann tey næstu fimm árini, harav hann tvey tey seinastu árini starvaðist sum búskapar- stjóri. Í 1987 fór hann til Dan- markar, har hann fekk arb- eiði sum innanhýsis grann- skoðari hjá A/S Dansk Shell. Tummas hevur eisini búleikast tvey ár í London, meðan hann hevði starv sum Project Manager á høvuðsskrivstovuni hjá Shell í London. Inntil nú hevur hann starvast sum Corporate Controller hjá Dansk Shell, men hetta verður nú býtt um við starvið sum fíggjar- stjóri. Tummas skal avloysa Jakob Stausholm, sum fer undir nýggjar avbjóðingar sum Group Chief Internal Auditor hjá Shell í London. Sum fíggjarstjóri verður Tummas Hansen ein partur av leiðsluni hjá danska fel- agnum, og er hetta starv eitt tað hægsta, ið ein kann fáa innan Shell í Danmark. Tummas Hansen er nýggjur fíggjarstjóri hjá A/S Dansk Shell Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæri maður mín, pápi, verpápi, abbi, langabbi og oldurabbi okkara Martin Eysturdal Klaksvík andaðist sunnudagin 4. august, 97 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi mikudagin kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni hósdagin kl. 13.30. Familjunnar vegna Sigrid Tøkk Tykkum øllum, ið sýndu góðu mammu, tvíburðasystir og mostir Anette Wang Tórshavn seinasta heiðurin, takka vit hjartaliga. Fyri trúfesti, henni varð sýnt á ellisárum, vøkur eftirmæli og gávur til Amnesty International, takka vit somuleiðis. Fam.vegna Sverri, Birgitte og Henrik Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá kæri maður mín, pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara Hinderiekus Lamain doyði og varð jarðaður. Tøkk til Sonju Klein, prest, fyri góð og troystarrík orð. Tøkk til sangarar úr Nólsoy. Tøkk til skipara og manning á m/s Bliki. Tøkk fyri blómur og kransar og tøkk til øll tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Marjun Kári Dalsgaard Petersen fer til gravar úr Vesturkirkjuni leygardagin 10. aug. kl. 13.00. Tøkk Hjartaliga takka vit fyri hjálpsemi og sýnda samkenslu, tá ið bróður, svágur, mammu- og pápabeiggi okkara Jógvan Johannesen Í Miðstovuni, Á Sandi andaðist og fór til gravar. Fyri tey avvarðandi Turið og Sigurd C M Y K 3 2