Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-07, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. august 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 148 - 7. august 2002 Nr. 148 - 7. august 2002 5 Tá norðurlendska Báta- og Mentanar- stevnan verður sett á Tvøroyri leygardagin, fara einir 200 útlendskir gestir at luttaka. Men fyrireik- ararnir sakna føroy- ingar á stevnuni BÁTASTEVNA Edvard Joensen Umleið 200 fremmandir gestir koma úr flestu Norð- anlondum og úr Hetlandi á bátastevnu á Tvøroyri um vikuskifti. Danskt sjón- varpslið verður eisini við. Men føroyingarnir mangla í stóran mun, siga fyrireikar- arnir. Stevnan, sum ætlað er sum ein samskipað báta- og mentanarstevna, var ætlað sum eitt høvi hjá føroying- um við áhuga fyri bátum at hitta útlendingar við sama áhuga. Og útlendingarnir hava víst áhugan í tann mun, at einir 200 fremmandir gestir koma hendanveg, upplýsir Jonny Dimon á Kunningar- stovuni á Tvøroyri, sum samskipar tiltakið, ið verð- ur hildið um vikuskiftið. Bert av eini einstakari oyggj uttan fyri Gõteborg í Svøríki koma heili 50 fólk, umframt at 30 hetlendingar eisini koma hendanveg, sigur hon. Útlendingar í meiriluta Sviarnir eru fólk í øllum aldri, bæði kvinnur og menn. Tey hava gott sam- band við føroyska felagið í Ishøj, greiðir Jonny Dimon frá, og hava fleiri ferðir luttikið í kappróðri saman við teimum. Hetlendingarni koma við Norrønu mikudagin, og fara síðan til Klaksvíkar, har teir vera til fríggjadag- in, tá farið verður til Suður- oyar. Hetlendsku gestirnir hava gott samband við Klaksvík- ina, sigur Jonny Dimon, og teir hava eitt gamalt før- oyskt 10-mannafar við sær, sum teir hava fingið úr Klaksvík. Annars er tað bara før- oyska róðrarfelagið í Ishøj, sum hevur egnan bát við. Men aftur fyri er tað ein bátur sum kendur er á Trongisvágsfirði. Nevni- liga gamla 10-mannafarið Tvørabáturin hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, sum felagið í Ishøj nú eigur. Men er áhugin stórur millum útlendingarnar, kann tíverri ikki sigast tað sama um føroyingar, sigur Jonny Dimon. Hóast boðað er frá stevn- uni í góðari tíð, og lýst hev- ur verið við henni fleiri ferðir, er bara onkur hend- ingur norðanfjørðs, sum hevur víst áhuga. Hinvegin verða suðringar umboðaðir við bátum úr bæði Hvalba og Vági. Mill- um annað er boðað frá, at kendu grindabátarnir úr Vági fara at rógva norður á Tvøroyri leygarmorgunin. Tað gleða tey seg til á Tvøroyri, sigur Jonny Dimon, og er ætlanin, at seksæringurin Naddoddur av Tvøroyri skal fara at taka í móti teimum og fylgja teimum inn eftir firðinum. Heilt eiðasørt verður tað ikki norðaneftir kortini, tí eitt nú Norðlýsið fer at lut- taka á stevnuni. Eisini aðrastaðni enn bert í bátaumhvørvinum er frætt um hesa stevnuna. Eitt nú fer danska TV2 at senda eitt sjónvarpslið til Føroya í samband við stevnuna, sig- ur Jonny Dimon. Tey koma hendanveg mitt í vikuni og verða verandi, til liðugt er. Og tað gleðast tey um á Tvøroyri, sigur hon. Gera klárt Ein slík stevna er altíð óført høvi til at gera ymiskt, sum annars meira ella minni hevur ligið á láni. Slíkt er ikki ókent. Eisini á Tvøroyri verður í hesum døgum arbeitt við at gera ymiskt, sum ligið hev- ur, nú so nógvir fremmand- ir gestir eru væntandi í ein- um. Bátafelagið Naddoddur heldur til í einum neystið Inni á Tanganum. Og hóast umstøðurnar har hava verið rímiligar, verður nú gjørt væl burtur úr at betra tær, greiðir Jonny Dimon frá. Eitt nú gera teir økið niðan fyri neystið soleiðis, at til ber at savna fleiri fólk har, hóast sjálv brúgvin, sum ætlanir eru um, kanska ikki verður heilt liðug nú beinanveg. Eisini inni í neystinum verður vælt um, og eitt nú wc og tílíkt, sum brúk kann vera fyri hjá fremmandum fólki, sum vitjar við bátum, verður sett í góðan stand. Óheppið samanfall Ein av grudnunum til, at so fáir føroyingar hava boðað frá luttøku, man vera, heldur Jonny Dimon, at árliga regattain norðuri í Sundalagnum er hetta sama vikuskiftið. Tá plagar at verða siglt av Eiði til Hós- víkar, har yvirnáttað verð- ur, áðrenn hildið verður fram til Nólsoyar. Ætlanin var tó ikki, at hesar báðar stevnurnar skuldu falla saman, og soleiðis var heldur ikki, tá fyrireikingrnar byrjaðu. – Tá fingu vit at vita, at hitt tiltakið skuldi vera fyrsta vikuskiftið í august, og tí løgdu vit okkara nú, sigur Jonny Dimon. Síðan er tiltakið í Hósvík flutt. Men tá bar ikki til hjá okk- um at flyta, tí so nógvir útlendingar longu høvdu lagt sína ferð hendanveg til rættis. Hugsandi er eisini, at bát- ar norðaneftir heldur velja Sundalagið, sum lættari er at koma til, enn at fara um Suðuroyarfjørð, metir hon. Veitsla og útferð Tað verða onnur tiltøk enn sigling á stevnuni. Millum annað verður stórur dentur lagdur á tað sosiala og mentanarliga annars. Eitt nú við at hava dans á bryggjuni. Framsýningar av ymsum sløgum. Veitslu og útferð, greiðir Jonny Dimon frá. Meðan stevnan er, er ein framsýning í Gallarí Oynni á Tvøroyri, har kend lista- fólk fara at sýna fram. Hendan sýningin er eisini partur av Listastevnuni. Fornminnissavnið í gomlu læknahúsunum er opið, eins og til ber at sleppa inn at síggja gamla Kongaliga Handilin á Tvør- oyri. Handilin hjá Thom- sen. Hann var fyrsti úthand- ilin, sum skipaður varð í Føroyum í einahandilstíð- ini. Eisini er kirkjan opin fyri vitjandi. Leygarkvøldið verður stór veitsla í ítróttarhøllini í Trongisvági, har tvey ork- estur fara at spæla til dans eftir borðhaldið. Hans Jacob og vinmenn úr Vági, og Laðamenn úr Hvalba. Sunnudagin verður, um viðrar, farið útferð kring Suðuroynna við Smyrli. Stevnan endar síðan, og gestirnir fara so pø á pø avstað aftur. Teir flestu við flogfari, men norðmenn og hetlendingar ferðast við Norrønu báðar vegir. Føroyingarnir mangla á Tvøroyri Tvøroyri fer at hýsa stóru norðurlendsku Báta- og Mentanarstevnuni, sum ætlanin er at taka upp aftur seinni og flyta millum luttakaralondni Danski leikstjórin Ole Bornedal kemur ikki til Føroya kortini Ein av filmunum á Lista- stevnuni í ár er I am Dina. Filmurin byggir á skaldsøg- una hjá Herbjørg Wassmo. Filmurin er áður vístur í Føroyum, men er tikin framaftur í sambandi við listastevnuna. Mest tí, at leikstjórin, Ole Bornedal, skuldi koma hendanvegin og halda ein fyrilestur beint eftir sýningina mánadagin. Hetta verður nú av ongum. Ole Bornedal skuldi koma til landið mánadagin við Maersk-flogfarinum, men orsakað av mjørka megnaði flogfarið ikki at seta seg í Vágum. Flogfarið royndi at kalla allan dagin, men tað eydnaðist ikki at seta seg. Birgir Kruse, stýrisfor- maður fyri Listastevnuna, sigur, at Ole Bornedal nú ikki heldur seg til at koma til Føroya, eftir at hava verið »í luftini« tað mesta av einum degi. Birgir sigur, at hann er sera keddur av miseydnaðu ferðini, og hann ætlar sær so avgjørt at koma til landið og halda fyrilestur, men tað verður so ikki á Listastevnuni. Ole Bornedal er danskur leikstjóri. Hann fekk sín gjøgnumbrot við ræðufilm- inum Nattevagten í 1995. Filmurin varð eisini fram- leiddur í USA undir heit- inum Nightwatch við so stórum stjørnum sum Ewan McGregor og Nick Nolte í høvuðsleiklutunum. Filmurin I am Dina er størsta filmsframleiðslan í Norðurlondum nakrantíð, og Ole Bornedal fekk heið- urin at leikstjórna. Millum leikararnar var m.a. Gérard Depardieu. Ole Bornedal fæst eisini við sjónleikir og sjónvarp. Enn er óvist, nær Ole Bornedal kemur til Føroya, men hann ætlar sær so at koma. Í komandi viku verður ráðstevna fyri lestrar- og yrkisveg- leiðing í Føroyum. Stórur áhugi er fyri stevnuni. Fyrireikar- arnir vóna, at politik- arar og vinnulív nú fáa eyguni upp fyri týdninginum av holl- ari vegleiðing, tí støðið er langt aftan- fyri okkara granna- lond RÁÐSTEVNA Heri á Rógvi Í døgunum 12. til 15. august verður stór ráð- stevna í Føroyum. 135 fólk – stórur partur útlendingar – leggur tá leiðin til Hotel Føroyar, sum verður karm- ur um ráðstevnuni. Luttakararnir eru øllum Norðurlondum. Eisini Grønland og Áland hava umboðan á ráðstevnuni. Ráðstevnan hevur heitið Vejledning i livslangt per- spektiv – Nordisk studie- og erhvervsvejlederkonfe- rence på Færøerne. Sum navnið eisini sigur verður ráðstevnan fyri lestrar- og yrkisvegleiðarar í Norðurlondum. Ráðstevn- an verður vanliga hildin annaðhvørt ár í einum av teimum norðurlendsku londunum. Fyri fyrstu ferð er túrurin so komin til Føroyar at vera vertur. Føroyska vegleiðararfel- agið stendur fyri fyrireik- ingini av ráðstevnuni. Nevndin í felagnum, tey trý, Bjørg Róin, Holger Arnbjerg og Inger Flø Jørgensen, hava í longri tíð við sveittabrot arbeitt við t fáa endarnar at røkka saman, so alt er klárt, tá tær mongu útlendsku gestirnir koma á vitjan. Um skránna á ráðstevn- uni er tað at siga, at hvønn dag eru ein ella fleiri fyri- lestarar. Hvørt land velur ein fyrilestrarhaldara. Nevnast kann eitt nú, at kendi danin Jacob Lange, ið nógv kanska minnast frá hansara sendingum í sjón- varpinum við heitinum hvad kan jeg blive? Hann starvast til dagligt sum studiechef á Lærda háskúl- anum í Keypmannahavn. Hansara fyrilestur kallast fyri Vejledernes tilbage- meldinger til uddannelses- verdenen. Føroyska inn- slagið verður Kirsten Brix, ið kallar sín fyrilestur fyri Læring i et udviklingper- spektiv. Kirsten vardi fyri stuttum sína Ph.D ritgerð um Regin í Líð. Ein serligur gestur hesa- ferð er Dr. Mildred Cahill úr Kanada. Hon starvast til dagligt í New Foundland, og hevur hon serliga lagt seg eftir at granska innan- fyri vegleiðing í smáum samfeløgum. Okkurt árið hevur áhugin fyri vegleiðararáðstevnuni verið lítil, men vøkru før- oysku oyggjarnar hava eftir øllum at døma fingið fólk at venda nøsina hendan- vegin og til ráðstevnuna. Alt lívið Sum nevnt umfatar ráð- stevnan bæði yrkis- og lestrarvegleiðing. Hetta sama leggja fyrireikararnir stóran dent á, at stórur saknur er á í Føroyum. Fyrireikararnir ynskja fegnir at fáa politikarar og vinnulív at skilja, at tørvur er á og neyðugt er at skapa karmur fyri vegleðing í Føroyum. – Okkara foreldur og vit við tóku eina útbúgving, og so var tað so tað. Men soleiðis er heimurin ikki longur, sigur Bjørg Róin. Hon leggur dent á, at í dag er neyðugt við um- hugsni at velja útbúgving, men vegleiðing er neyðug alt lívið. Tilboðini og krøv- ini í dag um eftirútbúgving v.m. gera tað alsamt meira neyðugt, at fleiri vegleið- aratilboð verða latin fólki. – Vit vita sum vegleiðar- ar, at fólk eru ógvuliga áhugaði í at fáa eftirútbúgv- ingar v.m., sigur tey trý. Á ráðstevnuni fáa tey so møguleikan at styrkja sína vitan um vegleiðing, men karmarnir mugu betrast, siga tey. Manglar Tey trý í nevndini í vegleið- arafelagnum arbeiða ella hava øll arbeitt sum lærarar og so lestrarvegleiðarar við síðurnar av. Og tað er sama skilið á øllum skúlum. Tað er bert Holger Arnbjerg á Altjóða Skrivstovuni, sum burturúrav fæst við veg- leiðing. Í ógvuliga lítlan verður vegleiðing eisini latin av lestrarfeløgum v.m. Eitt nú hevur Fróðskapar- setrið ongan lestrarvegleið- ara, siga tey. Ikki nokk vit tí, men yrkisvegleiðingin í Føroy- um er mestsum ikki til, siga tey trý. Eitt nú nýtir ALS ikki – sambært teimum trimum – nógva orku til at vegleiða. Hetta halda tey trý er stórt spell. Tey vóna, at betri og skipaðir karmar verða skaptir. – Vegleiðing er øgiliga umfatandi og neyðug, men politikararnir hava als ikki víst vilja at skapa karmar fyri hesum, ljóðar tað frá teimum trimum. Norðurlendskt lestrarvegleiðarastevna: Lívslong vegleiðing Bjørg Róin, Inger Flø Jørgensen og Holger Arnbjerg, fara í komandi viku á ráðstevnu fyri vegleiðarar, men karmarnir eru ikki góðir hjá teimum at virka undir í Føroyum. Mynd: Heri á Rógvi Mjørkin forðar Bornedal Ole Bornedal fekk nóg mikið av Føroyum á hesum sinni í tjúgu tímar langa flogtúrinum, har hann endaði aftur í Keypmannahavn C M Y K 5 4