Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. august 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 148 - 7. august 2002 Nr. 148 - 7. august 2002 7 Mikkjal Helmsdal, stjóri í Sjónvarpi Føroya, sigur, at við Televarpinum verður væntandi neyðugt at broyta tilfar og skrá hjá SVF. - Neyðugt er, at vit fáa møguleikan at framleiða størri nøgd av føroyskum tilfari, sigur sjónvarpsstjórin SJÓNVARP Heini í Skorini Eftir at Televarpið skjótt verður sent í stovunum kring Føroyar, ásannar stjórin í SVF, Mikkjal Helmsdal, at leiðslan noyð- ist at taka broytingarnar í føroyska sjónvarpsheimin- um til eftirtektar. Mikkjal Helmsdal sigur, at sjálvsagt verður Sjónvarp Føroya ávirkað av nýggja sjónvarp- inum, men at broytingar hóast tað ikki verða gjørdar í bræði. – Fyrst mugu vit í SVF síggja, hvussu undirtøkan verður av Televarpinum millum føroysku hyggjar- arnar. Í løtuni sær helvtin av føroya fólki Danmark Radio, og um talið kemur uppá eini 80%, tvs. um Televarpið fær 30% av hyggjarum afturat, noyðast vit at justera okkara skrá, sigur Mikkjal Helmsdal. SVF sendir nógv av sín- um tilfari frá rásunum hjá Danmark Radio, DR1 og DR2, og hann vísir á, at um størsti parturin av føroya fólki longu fer at síggja hesar rásir á Televarpinum og parabolum, verður einki høpi í at senda sama tilfar á SVF. Tískil verður SVF noytt at broyta sína skrá, men stjórin í Sjónvarpi Før- oya sigur, at áðrenn nakað verður gjørt, er neyðugt at bíða og vita, hvussu undir- tøkan av Televarpinum og útlendsku rásunum verður. Vilja framleiða føroyskt Sjónvarpsstjórin hevur fyrr víst á, at betri karmar skuldu verðið skaptir fyri framleiðslu av føroyskum tilfari, og Mikkjal Helms- dal vísir framvegis á, at ynskiliga støðan í SVF er størri nøgd og meiri sendi- tíð av føroyskum tilfari. – Tíðin er komin, at vit spyrja okkum sjálvi, hvat vit í veruleikanum vilja við føroyskum sjónvarpi. Er ætlanin bert at senda eina ørgrynnu av útlendskum rásum, ella skulu vit skapa karmar og grundarlag fyri føroyskum sjónvarpstilfar- ið, spyr Mikkjal Helmsdal. Hann vísir á, at við Tele- varpinum og mongu útl- endsku rásunum hevði sjálvsagt verið best, um SVF framleiddi og sendi føroyskar sendingar burtur- av, tí annars fara føroysku sjónvarpsstøðirnar at líkjast ov nógv við sama danska tilfari. Politiskur spurningur Mikkjal Helmsdal sigur, at hetta er ein politiskur spurningur, og hann saknar, at man frá politiskari síðu tekur støðu til, um man veruliga ynskir at hava eitt føroyskt sjónvarp. – Í løtuni hava vit stutt sagt ikki fíggjarligar karm- ar at senda tað nøgd av føroyskum tilfari, sum vit høvdu ynskt. Mikkjal Helmsdal sigur víðari, at ynski hjá SVF hevði verið at sent føroyskt og útlendskt helvt um helvt, og at útlendska tilfarið skuldi verið umarbeitt til føroysk viðurskifti við føroyskum teksti, føroyskari talu o.s.fr. Hetta botnar í fíggjarligu viðurskiftunum hjá SVF, og í løtuni noyðist Sjónvarp Føroya at avmarka seg við føroyskum tilfari eftir pen- ingaligu viðurskiftunum, tí føroyskar sendingar eru nevniliga nógv meiri kostn- aðarmiklar enn útlendskt tilfar. – Tilfar frá t.d. DR1 og DR2 er ókeypis, og tað er so at siga til reiðar at senda. Føroyskt tilfar krevur bæði tíð, pening og arbeiðsmegi, og tískil skuldi verið stung- ið út í kortið frá politiskari síðu, um Sjónvarp Føroya skal vera ein sjónvarpsstøð við føroyskum tilfari burturav, sigur Mikkjal Helmsdal at enda. Í løtuni er nøgdin av før- oyskum sendingum ov av- markað, og við Televarp- inum sum nýggjari sjón- varpsstøð, sum sambært Trónda Djurhuss fer at senda fjølbroytt útlendskt tilfar, er avgjørt neyðugt at skapa betri fíggjarligar karmar fyri einum føroysk- um sjónvarpi við føroysk- um tilfari. Komandi nýggja sjónvarpsstøðin í Føroyum, sum ber heitið Televarpið, er nú byrjað at royndar- senda, og um alt gongur eftir ætlan, fer støðin at síggja dagsins ljós seint í heyst, sigur Tróndur Djurhuus, stjóri á Televarpinum SJÓNVARP Heini í Skorini Nú fer tíðin at nærkast, tá føroyingar hava møguleik- an at ogna sær nýggja før- oyska sjónvarpið, sum ber heitið Televarpið, og sum Føroya Tele stendur aftan- fyri. Tróndur Djurhuus, stjóri á Televarpinum, sig- ur, at nú eru teir byrjaðir at royndarsenda umvegis Danmark Radio, og higartil hevur alt gingið væl. – Vit hava í tvær vikur royndarsent við eini lítlari støð við eini antennu og einum sendara, og higartil hava signalini verið góð, sigur Tróndur Djurhuus. Hann greiðir víðari frá, at teir eru varnir við at tíðarfesta, nær Televarpið verður til reiðar at senda fyri øllum føroya fólki, tí nógv er framvegis at fáa uppá pláss. – Um tíðarætlanin hel- dur, og alt gongur, sum tað skal, verða vit væntandi til reiðar við Televarpinum seint í heyst, sigur Tróndur Djurhuus. Hann leggur afturat, at nógv tøknifrøði- lig útgerð krevst, umframt sáttmálasamráðingar o.a., og tískil eru mong viður- skifti, sum kunnu darva og seinka um arbeiðið hjá Televarpinum. Fjølbroytta skrá við andaligari kanal Viðvíkjandi skránni hjá nýggju sjónvarpsstøðini sigur Tróndur Djurhuus, at málið er at fáa eina fjøl- broytta og víttfevnandi skrá av útlendskum tilfari, og at teir royna at nøkta tørvin hjá so stórum hyggjara- skara sum gjørligt. – Samanlagt fara vit at borðreiða við umleið 20 ymsum útlendskum rásum, men samstundis royna vit at fáa hesar kanalir umveg- is Danmark, so danskur tekstur verður á sendingun- um, sigur Tróndur Djur- huus. Hann sigur, at eftir ætlan skal Televarpið rúma tíðindaflutningi, vísunda- ligum/dokumentarsending- um, og at pláss eisini verð- ur fyri filmsrásum, barna- rásum og ítróttarrásum. – Sum eitt heldur óvan- ligt fyribrigdi í føroyskum sjónvarpshøpi ætla vit eis- ini at hava andaliga kanal á okkara skrá, og eftir øllum at døma er áhugin fyri hes- um stórur í Føroyum, sigur Tróndur Djurhuus. Higartil hevur tíðarætlan- in verið hildin hjá Føroya Tele og nýggju sjónvarps- støð teirra, men Tróndur vísir á, at ilt er at spáa um, nær rásin alment kann verða tikin í nýtslu. Televarpið ávirkar Sjónvarp Føroya Mikkjal Helmsdal, stjóri í SVF, sigur, at við Televarpinum verður møguliga neyðugt at broyta skránna hjá Sjónvarpi Føroya. – Ynski er, at vit fáa møguleika at senda meiri føroyskt tilfar, sigur sjónvarpsstjórin Televarpið byrja at royndarsenda Tróndur Djurhuus verður stjóri á nýggju sjónvarpsstøðini, sum ber heitið Televarpið. Hann sigur, at atgongd verður til umleið 20 ymsar rásir fyri føroyskar sjónvarpshyggjarar, harímillum ein andalig rás Skiparin á trolbát- inum Tindi játtaði seg sekan í at hava fiskað í einum stongdum kassa. Hann góðtekur tó ikki allar partarnar í sektaruppskotinum hjá fútanum FISKISKAPUR Stefan í Skorini Sunnukvøldið varð trolbát- urin Tindur av Strondum tikin við trolinum úti í stongda kassanum D2, sum er vestanfyri Suðuroynna. Økið er opið frá 31. mai til 8. juli, men stongt restina av árinum. Tað var vaktar- skipið Tjaldrið, sum kom fram á bátin og tók hann við sær á Havnina. Mánadagin seinnapartin fekk skiparin sektaruppskot frá ákæruvaldinum. Fútin krevur, at skiparin rindar eina bót á 60.000 krónur, og at hald verður lagt á fiskireiðskapin, sum er mettur til 71.000 krónur. Harumframt krevur fútin, at hald verður lagt á alla veiðuna umborð, sum verð- ur mett at hava eitt virði áljóðandi 168.250 krónur. Tilsamans er talan um 269.250 krónur. Endar í rættinum Skiparin sigur seg góðtaka bótina á 60.000 krónur og konfiskatiónina av reið- skapinum. Hann góðtekur tó ikki, at hald verður lagt á veiðuna. Hann vil vera við, at tað einasta, sum báturin hevði fiskað í stongda kassanum, var tann fiskurin, ið var í trolinum, tá Tjaldrið kom fram á bátin. Tí heldur skiparin, at tað er órímiligt, at øll veiðan verður tikin. Tindur hevði tosk, tungu og havtasku í lastini. Ákærin Linda Hessel- berg sigur, at ákæruvaldið heldur seg til paragraf 42 í lógini um vinnuligan fiski- skap. Hon sigur, at um eitt skip verður tikið í at fiska í einum stongdum øki, so kann øll veiðan dragast inn, hóast tað ikki kann prógv- ast, hvar fiskurin er veidd- ur. – Veiða ella virðið av veiðu kann tó verða inn- drigið, hóast tað ikki er endaliga staðfest, at øll veiðan er fiskað ólógliga, stendur í paragraf 42, stk. 1 í lógini um vinnuligan fiskiskap. Skiparin kann tó ikki góðtaka, at øll veiðan verð- ur drigin inn, og tí skal Før- oya Rættur nú taka støðu til, hvørt veiðan skal konfiskerast ella ikki. Skip- arin hevur góðtikið bótina og inndraging av reiðskapi. Tindur fór aftur til fiski- skap mánadagin, eftir at skiparin hevði fingið sekt- aruppskotið. Reiðaríið hev- ur veitt trygd fyri teimum 269.250 krónunum, sum talan er um. Ólógligi fiskiskapurin endar í rættinum Trettan feløg og persónar hava biðið um útbjóðingartilfar, nú Tórshavnar kommuna á fyrsta sinni bjóðar buss- leiðina í býnum út. Endamálið er at spara pening BUSSKOYRING Stefan í Skorini Bussleiðin í Havn verður nú boðin privatum feløgum og fólki at reka. Útbjóðing- artilfar er sent trettan per- sónum, og tilboðini verða latin upp 15. august. Enda- lig avgerð um hvør skal røkja bussleiðirnar verður tó ikki tikin fyrr enn mið- skeiðis í september. Seinastu tjúgu árini hava tað verið teir somu fýra entreprenørarnir, sum hava røkt bussleiðina í Tórshavn. Hesir fáa nú kapping frá øðrum, sum kunnu bjóða uppá bussleiðina. Boði Haraldson á tekn- isku deild í býráðnum sig- ur, at endamálið sjálvandi er at spara pening, og at borgarin kann fáa eina betri tænastu. – Hugt verður ikki bara eftir prísinum á tilboðnum, hóast tað mangan kann vera freistandi hjá politikarum. Vit leggja eisini dent á góðsku, aldur á bussum og tænastuna, sum viðkomandi kann veita. Tekniska deild skal síð- ani lata teknisku nevnd eitt tilmæli um, hvussu hon heldur, at bussleiðin skal skipast. Ikki sunnudag Upprunaliga mælti ein meiriluti í teknisku nevnd til, at eingin busskoyring verður sunnudag framyvir. Tilboðini, sum bussfel- øgini geva fyri tær ymsu leiðirnar, eru fyri seks dag- ar í vikuni. Sunnudagurin verður ikki tikin við í fyrsta umfari. Í tí endaliga útbjóð- ingartilfarinum kunnu fólk tó geva tilboð uppá sunnu- dag við síðuna av hinum tilboðunum. Schumann Hjaltalin, lim- ur í teknisku nevnd, vísir á, at alt ov fá fólk nýta buss- leiðina sunnudagar, og tí var ætlanin at niðurleggja busskoyring henda dagin. Nú verður tó møguleiki at geva tilboð uppá sunnudag eisini. Boði Haraldson sigur, at nakrar broytingar vera frá núverandi skipan. Hann sigur, at tá talan er um ferðaætlanina, fara tey at leggja seg eftir at raka skúlarnar eitt sindur fyrr á morgni. Harumframt er ætlanin at fáa eina nýggja og meira nútíðarhóskandi skipan við ferðaseðlum, so at býráðið lættari kann fylgja við í ferðafólkahagtølunum. Hann vísir á, at tey hava kannað tølini viðvíkjandi leið 1, 2 og 3. Á hesum leiðunum ferðast nógv fólk, og tí skuldi ligið væl fyri at fingið tað at mala runt fíggjarliga. Hinar leiðirnar, sum koyra til Kollafjørð og Kaldbak, verða ikki eins nógv nýttar. Tilboðini verða latin upp 15. august. Bussleiðin boðin út: Trettan liggja framvið Málið um ólógliga fiskiskapin hjá trolbátinum Tindi endar í Føroya Rætti. Skiparin góðtekur ikki, at øll veiðan, sum hevur eitt viðri á 168.250 krónur, skal dragast inn, men hann góðtekur hin partin í sektaruppskotinum MYND: Álvur Haraldsen Bussleiðin í Tórshavn verður nú boðin út til privatar at reka. Trettan feløg og persónar hava biðið um útbjóðingartilfarið Bussleiðin hevur ongantíð áður verið boðin út til privat at reka. Nú fáa allir busseigarar høvi at geva býráðnum eitt tilboð C M Y K 7 6