mikudagur 7. august 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 148 - 7. august 2002
Nr. 148 - 7. august 2002
9
Bartal Nolsøe Poulsen
hevur fingið neyðugu
fíggingina, soleiðis at
hann kann fara
vesturumhav á kenda
skúla MIT at ganga.
Talan er um góðar
285.000 krónur, ið
Bartal hevur fingið
ÚTBÚGVING
Ragnhild Ellingsgaard
Heri á Rógvi
Komandi hósdag fer Bartal
avstað til USA, har hann
byrjar skúlagongd sína á
víðagitna og vælumtókta
skúlanum Massachusetts
Institute of Technology.
Skúlin liggur beint uttan-
fyri Boston í Massachus-
etts, og er ein av teim
fremstu í øllum USA.
Samstundis hevur skúlin
eitt tætt samstarv við Har-
vard, sum flest av okkum
kenna. Hetta viðførir, at
Bartal, eftir fyrsta skúlaárið
á MIT, uttan trupulleikar
kann flyta skúlagongd sína
yvir á Harvard.
Sosialurin skrivaði fyrr í
summar um hendan unga
føroying, sum nú rættiliga
fær seg royndan á einum
skúla, sum er betri enn teir
flestu. Ein slík skúlagongd
er sera kostnaðarmikil, og
tá hevði Bartal enn ikki
fingið nakra fígging til
vega, sum kundi hjálpa
honum á vegnum.
Men gjøgnum eitt tætt
samstarv við skúlan gjøgn-
um alnótina hevur Bartal
fingið skipað soleiðis fyri,
at hann fær fígging veitta
gjøgnum alla skúlagongd-
ina.
285.000 krónur
At fara undir víðari lestur á
einum so víðagitnum skúla
sum MIT er ikki bara sum
at siga tað. Hvørt skúlaár
kostar um 300.000 krónur,
og hetta skal sjálvandi
gjaldast, um tú vilt halda
fram á skúlanum.
Tó hevur skúlin eitt so-
kallað sentur, har næmingar
kunnu søkja um at fáa
fígging, soleiðis at teir ikki
skulu gjalda alla skúla-
gongdina sjálvir.
Bartal hevði hoyrt um
hendan møguleikan, og
setti hann seg í samband
við sentrið, tá hann fekk at
vita, at hann var sloppin
gjøgnum nálareygað.
– Seinastu tíðina havi eg
gjøgnum alnótina havt eitt
tætt samskifti við sentrið,
og fyri tveimum vikum
síðani fall tað síðsta upp á
pláss, greiðir Bartal frá.
Gjøgnum sentrið á skúl-
anum hevur Bartal fingið
fíggjað umleið 280.000
krónur hvørt skúlaár. Hetta
merkir, at sjálvur skal Bar-
tal einans gjalda um 15.000
krónur fyri hvørt árið.
– Tað ger tað sjálvandi
mundandi lættari fyri meg,
heldur Bartal.
MIT er sum sagt ein av
fremstu skúlunum í øllum
heiminum, og tætta sam-
starvið við Harvard hevur
eisini ført við sær, at nógvir
næmingar hvør t ár søkja
um upptakilsi á skúlanum.
Møguleikin fyri at sleppa
inn er av tí sama ikki av
teim størstu, men 20 ára
gamli Bartal úr Froðba er
sloppin innum. Hann er
samstundis møguliga tann
fyrsti føroyingurin, sum fer
á henda kenda skúla.
– Eg veit um ein dana,
sum gongur á skúlanum nú.
Men skúlin visti ikki um
nakran skrásettan føroying
at siga mær, so møguliga
eri eg tann fyrsti, sigur
Bartal.
Nógvar fyrireikingar
Hóast Bartal hevur fingið
fíggjarligu viðurskiftini av-
greidd, so er tó nógv annað,
ið eisini skal gerast.
– Í fyrstani hugsaði eg
mest um at fáa fígging. Tá
eg so hevði fingið hana,
kom eg í tankar um so nógv
onnur viðurskifti, sum eis-
ini mugu fáast upp á pláss,
áðrenn eg fari avstað,
greiðir Bartal frá.
Millum hesi eru at fáa til
vega nýggjan sjúkrakassa,
flyta
bústað
og
nógv
smærri viðurskifti.
– Ein fær ikki rættiliga
fyrireika seg til at fara
avstað, tí alt virkar so
ókent. Hetta er ikki sum at
fara til Danmarkar, sigur
Bartal.
Sjálvur væntar Bartal, at
eitt rætt kultur-sjokk bíðar
honum, tá hann lendir í
USA.
– Men tað verður uttan
iva sera spennandi eisini,
heldur ungi maðurin úr
Froðba.
Fólkini rundan um Bartal
fylgja eisini spent við í
øllum fyrireikingunum, og
nógv venda sær til hansara
við ymsum spurningum um
snarligu fráferðina.
– Tey flestu hava hoyrt, at
eg eri sloppin inn á ein so
kendan skúla, og tey spyrja
so um alt møguligt. Tað er
bara stuttligt, greiðir hann
frá.
Harvard ein
møguleiki
Um
14.000
næmingar
ganga á MIT-skúlanum, og
verður Bartal skjótt ein
partur av hesum. Eini 1.300
næmingar byrja saman við
honum á fyrsta floksstign-
um, og teir flestu av hesum
búgva eisini á skúlanum.
Skúlin er kendur fyri
náttúruvísundaligu frálær-
una, og er hon eisini orsøk-
in til, at Bartal av fyrstani
tíð søkti inn á skúlan.
Eftir fyrsta skúlaárið ber
til hjá Bartali at flyta skúla-
gongdina til kenda skúlan
Harvard, sum er eitt satt
reiður av Nobel-vinnarum.
Fleiri av lærarunum á
skúlanum
hava
vunnið
Nobel-virðislønir, og mill-
um gomlu næmingarnar
telist millum aðrar kendar
menn eisini Kofi Annan,
S.T.-aðalskrivarin.
Bartal Nolsøe Poulsen, byrjar á MIT:
Skúlagongdin fíggjað
20 ára gamli Bartal úr
Froðba leggur hósdagin
leiðina til USA, har hann
skal ganga á einum
víðagitnum skúla
Ætlanirnar um ein
veruligan føroyskan
barnafilm eru nú eitt
fet nærri veruleikan-
um, eftir at tveir av
tungu dreingjunum
innan danska films-
heimin hava vitjað í
Føroyum í góðveðr-
inum og hitt før-
oysku íbirtararnar.
Hóast talan er um
film, ið snýr seg um
tað yvirnáttúrliga, so
tykjast ætlanirnar
nærkast veruleik-
anum eftir vitjanina
FILMUR
Dagfinn Olsen
Tveir av tungu dreingjun-
um innan danska films-
heimin eru júst farnir av
landinum aftur. Teir hava
hitt menninar aftanfyri
filmarnar um Trølla Pætur,
sum hava ætlanir um ein
føroyskan barnafilm, ið
skal snúgva seg um ein før-
oyskan drong, ið hevur
óvanligt tilknýti til tann
heim, eingin vanliga sær.
Eitt samspæl millum tað
náttúrliga og tað yvir-
náttúrliga.
Stóru donsku nøvnini, ið
hava vitjað, eru Hans
Hansen, ið m.a. hevur havt
ein fingur við í filmum
sum »Gummi Tarzan« og
»Vil du se min smukke
navle« Hann hevur tilknýti
til filmsfelagið Zentropa,
har Lars von Trier eisini
heldur til. Hitt stóra navnið
er Ulrik Breuning, ið hevur
havt týðandi leiklut í fram-
leiðsluni
av
donskum
barnafilmum. Hann er fyrr-
verandi stjóri í Nordisk
Film Junior.
Og hóast hugskotið hjá
føroysku stigtakarunum er
at fáa lív í aftur føroyska
álvaheimin, tann yvirnátt-
úrliga heimin, so tykjast
ætlanirnar nú hava førkað
seg nærri veruleikanum.
Sáttmáli ávegis
Føroyingarnir,
ið
hava
arbeitt við ætlanini um
føroyska barnafilmin, eru
klaksvíkingarnir
Niklas
Heri Jákupsson, Steintór
Rasmussen
og
Jógvan
Eliasen. Teir eru eisini
menninir handan Trølla
Pætur og filmarnar um
hann.
Í døgunum frá 1. august
til 5. august hava donsku
filmsmenninir vitjað klaks-
víkingarnar fyri at tosa um
ætlanirnar og fyri at hyggja
seg um í Føroyum.
Niklas Heri Jákupsson er
væl nøgdur, nú fyrsta vitj-
anin hjá donsku films-
monnunum er av, tí sam-
starvið hevur verið gott, ein
fyribils sáttmáli er um at
koma undir land, og eggj-
anin til at halda fram var
ovurhonds stór.
– Jú, ætlanin er spenn-
andi enn. Áhugin hjá
donsku
filmsmonnunum
var stórur og ein fyribils
sáttmáli er ávegis, so vit fáa
arbeiðsfrið. Ætlanin nú er,
at vit skriva og hava dedline
tann 1. oktober og so kann
kanska
filmur
spyrjast
burturúr í 2004. Men hetta
er long arbeiðsgongd og eg
ljóði kanska nakað positiv-
ur, men nógvir garðar eru,
ið vit skulu uppum, sigur
Niklas Heri.
Og hann hevur orsøk at
fegnast, tí tað er jú ikki bert
ein og hvør, ið hevur sýnt
áhuga, men stór nøvn innn
danskan film.
Og hóast nógvar garðar
at fara um, so er eingin ivi
um, at siga donsku films-
menninir seg styðja før-
oysku ætlanina, so fara
nógv portur upp og nógvar
forðingar burtur, sum døgg
fyri sól.
Góða søgan
– Nú leita vit eftir góðu
søguni. Ikki tí, tað vit hava
gjørt er gott, men vit kunnu
altíð leita eftir betri søgu.
Vit hava við filmsmenninar
tosað um okkara upplegg
og fingið góð ráð.
– Men arbeiðsgongdin er
drúgv og vegurin langur.
Vit skulu koma við góðu
søguni. So skal áhugin
staðfestast
hjá
donsku
filmsmonnunum. So skal
handritið skrivast og skal so
leggjast fyri Dansk Fims-
institut, ið stuðlar við eini
50 prosentum. Síðani skal
restin av stuðlinum finnast,
greiðir Niklas Heri frá um
arbeiðsgongdina.
Tungu donsku dreingirnir
innan danskan film tóktust
sera hugtiknir av tí teir sóu,
tá teir vitjaðu ymsastaðir í
Føroyum. Og góða veðrið
síðstu dagarnar hevur eisini
gjørt sítt til, at ein før-
oyskur barnafilmur tykist
hómast í havsbrúnni.
– Nú ljóðar hetta positivt,
men vit eru greiðir yvir, at
stór vónbrot kunnu koma
og aðrar ætlanir kunnu lætt-
liga yvirhála, sigur Niklas
Heri, sum í hesum døgum
spentur bíðar eftir postin-
um, tí ein fyribils sáttmáli,
ið gevur arbeiðsfrið eitt tíð-
arskeið, er ávegis.
Hugskotið er ein norður-
lendskur barna og ung-
dómsfilmur, har ein drong-
ur hevur samband við álvar
og og yvirnáttúrliga heim-
in, ein filmur um kærleika
millum ung úr ymsum
londum og sambandið og
tvístøður millum ung og
eldri.
Hóast yvirnáttúrliga
íkastið, so tykjast føroysku
filmsætlanirnr
nærkast
veruleika, nú tveir kendir
danskir filmsframleiðarar
hava vitjað og framvegis
vís ætlanini stóran áhuga.
Í dag verða Norður-
lendsku Sjónleika-
dagarnir settir og
umframt sjónleikir,
so er eisini handan av
Norðurlendska
Dramatikaravirðis-
lønini á skránni.
Hana fær Jóanes
Nielsen handaða fyri
leikin »Eitur nakað
land week-end?«, sum
verður leiktur
LISTASTEVNAN
Dagfinn Olsen
Í samband við Listastevn-
una verða Norðurlendsku
Sjónleikardagarnir setiir í
dag og nógvir leikir eru á
skránni. Dagarnir, Nor-
diske Teaterdage, verða
hildnir anað hvørt ár.
Setanin verður í Klingr-
uni í Norðurlandahúsinum í
dag, 7. august, klokkan 18.
Virðisløn
Undir setanini verða røður,
upplestur, tónleikur og eis-
ini verður Norðurlendska
Dramatikaravirðislønin
handað Jóanesi Nielsen,
sum fær hana fyri leikin
»Eitur nakað land week-
end?« Jóanes Nielsen vann
eisini leikritakapping hjá
Leikpalli Føroya við hesum
leikinum.
»Eitur nakað land week-
end?« verður eisni leiktur
hesar dagarnar og nógvir
leikir eru á skránni, bæði í
Havn og kring landið.
Leikirnir eru Tere, Jo
Strømgren
Kompani,
Noreg. Elektra, Uppsala
Statsteater, Svøríki. Hóv-
liga, Elektra, Tjóðleikhús-
ið, Ísland. Eitur Nakað land
Week-end?, Gríma, Føroy-
ar. Vinden Viskar, Mast-
huggsteatern,
Svøríki.
Gunnlaug
Ormstunga,
Teater Pero, Svøríki. Mac-
beth, Norðurlendsk verk-
ætlan. Kópakonan í leiki og
dansi, Dramaverkstaðið hjá
Hjørdis Johansen.
Føroyski barnafilmurin eitt fet nærri veruleika
Trølla Pætur er vanur at
standa frammanfyri
upptøkutólinum. Nú hava
menninir handan Trølla
Pætur ætlanir um stóran
barnafilm og stór nøvn innan
danska filmsheimin hava
vitjað í Føroyum og víst
ætlanini stóran áhuga
Norðurlendsku sjónleikadagarnir byrja
Í samband við
Listastevnuna
verða
Norðurlendsku
Sjónleikar-
dagarnir settir í
dag klokkan 18 í
Norðurlanda-
húsinum
C
M
Y
K
9
8