mikudagur 7. august 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 148 - 7. august 2002
Nr. 148 - 7. august 2002
11
Føroysk list og mentan hevur nógv at vísa og at bjóða
fram. Tað síggja vit á tí stóru listastevnuni, sum fór úr
barkastokki leygardagin, og sum siglir fyri fullum seglum
í tvær vikur kring oyggjarnar, men sjálvandi fyrst og
fremst á høvuðsstaðarleiðini.
Listastevnan tykist væl fyrireikað og væl fyriskipað, men
vit skulu hava í huga, at hetta er ein verkætlan fyri
milliónir, og at fólk hava arbeitt við hesi ætlan í fullum
starvi í heilt ár ella so. Tí er kravið eisini, at verkætlanin
er professionell, og at hon er nakað fyri allar aldursbólkar,
og at allir tættir innan list og mentan eru umboðaðir.
Spurningurin at stuðla mentan og list verður ofta
umrøddur, tí summi halda, at almennur peningur skal sum
minst brúkast til mentan og mentanartiltøk. Men tættir,
sýningar ella konsertir á listastevnuni eru dømi um,
hvussu nógv kann fáast burtur úr at stuðla mentan og
hjúkla um tær ungu nálirnar, sum koma undan her á
klettunum.
Høvdu vit t.d. ikki havt musikkskúlan kring landið, hevði
tónleikalívið verið nógv fátækari bæði á bygd og í bý.
Hann er bara ein møguleiki. Tann nógv umrøddi lista-
skúlin má nú av álvara fáast upp á beinini, soleiðis at vit
eisini í størri mun kunnu hjálpa ungum eg eldri spírum
longur ávegis.
Hetta er ein partur av mentapolitikkinum. Tí er tað skeivt,
tá sagt verður, at vit hava ikki nakran mentanarpolitikk.
Men spurningurin er altíð, hvussu stóra játtan kann
mentan og list fáa á fíggjarlógini, tí vit vita, at fíggjarliga
tilfeingið er avmarkað. Og vit kundu altíð ynskt, at t.d.
sjónleikur, sum eisini er í fagrasta blóma, fekk meiri.
Tað sama ger seg eisini galdandi fyri søvnini, ikki minst
søvnini kring landið, sum óivað kundu fingið meiri og
størri hjálp, so tey vórðu betur skipað og vóru fleiri í tali,
tí tey vísa jú ta lokalu søguna á landi og á sjógvi. Men í
hesum døgum fegnast vit um, at vit hava fingið nógvar
gamlar gripir heim, fyrst og fremst Kirkjubøarstólanar,
sum í hesum døgum verða sýndir fram á Fornminnissavn-
inum í Hoyvík.
Tá alt hetta er sagt, skal spurnartekin setast við, um tað er
rætt at brúka so nógvan pening til eitt slíkt og so stórt
tiltak, sum listastevnan er? Ella um ein partur av pening-
inum heldur skuldi farið til sjálva listina, samstundis sum
stevnan kanska var minni í vavi og bara var løgd í eina
viku, so hon var meiri savnað? Onkur kann fáa tann tanka,
at stevnan verður eitt endamál í sjálvum sær.
Men henda viðmerkingin skal ikki taka nakað frá tí
glæsiligu stevnuni, sum bæði vísir føroyska list og
mentan, eins og vit eisini fáa ein útlendskan ráka at kenna.
Vit ynskja tí tillukku og vóna, at tiltøkini verða væl vitjað,
so sigast kann, at stevnan eisini verður væl eydnað.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
List og mentan í
føgrum skrúð
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard
justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Anja Weihe anja@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliassen solby@sosialurin.fo
Ragnhild Ellingsgaard
ragnhild@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktíonin:
tel. 220507
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Jógvan Jacobsen
á Ryggi
í Nólsoy 31. juli 2002.
Í oddagreinini í Dimma-
lætting mikudagin 31. juli
2002
verður
roynt
at
heingja Tórbjørn Jacobsen
fyri fortíðina hjá ávísum
politikkarum hjá Fólka-
flokkinum. Hetta er eitt
aftursvar til hesa odda-
grein.
Í hesi oddagrein stendur
beinleiðis endurgivið: »Enn
einaferð fekk bragdligi
skiparin eina leiðbeining ið
hvussu politikkur virkar í
Føroyum…« Skrivarin let-
ur til at halda føroyskan
politikk vera nakað øgiligt,
sum ein persónur sum Tór-
bjørn Jacobsen ikki klárar
at skilja. Eg fari her at
royna at gera eina mynd av
hvussu føroyskur politikkur
virkar, fyri síðani at saman-
bera hetta við arbeiðslagið
hjá Tobba.
Edmund Joensen var eina
tíð okkara løgmaður, hann
misbrúkti nógv sínar heim-
ildir sum løgmaður við
hóttanum um at siga lands-
stýrismenn úr starvi. Hann
kláraði til dømis at reka
Jóannes Eidesgaard á dyr.
Eitt annað, sum Edmund
kláraði at gera í síni tíð sum
løgmaður, var at geva ein-
um landsstýrismanni sekk-
in eftir donskum harraboð-
um. Danir ynsktu ikki, at
føroyingar skuldu fáa ein
undirsjóvartunnil, og tí var
fólkaræðið sett til viks. Eitt
fínt dømi um hvussu poli-
tikkur virkar í Føroyum.
Edmund kláraði eisini at
skriva nýval út í úrtíð. Við
tí gerðini gjørdi Edmund
eitt øgiligt rumbul, sum
eingin føroyingur hevur
klárað at gjørt honum eftir
síðani, uttan kanska Anfinn
Kalsberg, tá hann avlýsti
fólkaatkøvðuna.
Jóannes Eidesgaard hev-
ur umboðað Føroyaland á
danatingi. Sigast má, at
maðurin hevur verið øgi-
ligur, meðan hann hevur
sitið og umboða okkum í
øðrum landi, gjørdi ikki
peningsverk og fekk eina
fúla løn afturfyri. Føroysk-
ur politikkur, tá hann er
best. Í hvussu so er før-
oyskur javnaðarpolitikkur.
Jóannes Eidesgaard hev-
ur eisini klárað at saman-
borið ein niðurskurð í ein-
ari útlendskari peningaveit-
ing til Føroya við krystal-
náttina í Hitlertýsklandi.
Henda viðmerking fekk
ongar avleiðingar uttan at
fullveldisfólk talaðu at í til
dømis lesarabrøvum. Atli
Hansen í Sambandsflokk-
inum brúkti eisini hesa
somu samanbering og hetta
fekk heldur ongar avleið-
ingar.
Jóannes Eidesgaard hev-
ur eisini lagt eftir veljarum
hjá bæði Javnaðarflokkin-
um og Tjóðveldisflokkin-
um. Eftir ábreiðslu frá
Høgna Hoydal hevði javn-
aðarhøvdingin einki annað
at siga, uttan »jeg havi
einki, at umskylda meg við,
og jeg havi einki at um-
skylda meg fyri«. Heldur
ikki hesuferð slapp Jóannes
Eidesgaard
at
merkja
nakrar avleiðingar. Før-
oyskur politikkur…
Eg kann til dømis nevna
Óla Breckmann. Tað skuldi
ikki verið neyðugt, at
drigið nakað fram um hann.
Men hann er eitt fínt dømi
um hvussu politikkur virk-
ar í Føroyum.
Vit havba fingið prógv
um at ein og hvør er ikki
vælkomin í Javnaðarflokk-
in. Ein atkvøðuslúkari úr
Sjálvstýrisflokkinum
royndi at koma upp í part,
men tað var ikki eiti á
hvussu illa hon var viðfarin
av javnaðarfólki.
Vit hava eisini sæð Sam-
bandsflokkin koma út við tí
boðskapi, at hin sonevndi
ríkisfelagsskapurin eigur
lívið í okkum. Hetta er
umleið tann fúlasta lygnin,
sum undirritaði nakrantíð
hevur hoyrt, men at lúgva
soleiðis fyri Føroya fólki
fekk heldur ongan avleið-
ingar.
Vit kunnu útfrá hesum
brotum í føroyskum poli-
tikki tey seinastu árini stað-
festa at politikkur í Føroy-
um ikki er serliga fyri-
myndarligur. Fúlar lygnir,
ærumeiðing og trakkan á
føroyskt fólkaræði. Og
hetta er bert eitt lítið brot úr
føroyskum politikki.
Dimmalætting
leggur
eftir Tórbirni Jacobsen fyri
ikki at fylgja óskrivnu regl-
unum í føroyskum poli-
tikki. Men í veruleikanum
skuldi hann kanska fingið
eina medalju fyri ikki at
gera tað. Tórbjørn Jacobsen
brýtur reglurnar og vil hava
sannleikan fram fyri fólkið
og harvið føroyingin við í
føroyskan politikk.
Men sjálvandi hava fólk
rætt til ikki at dáma ar-
beiðslagið hjá Tobba. Mað-
urin er jú ikki perfektur.
Men tað virkar sum fólk
seta nøkur øgilig krøv til
mannin og tjóðveldis- og
fullveldisfólk sum heild.
Meira rættvíst var, um fólk
og fjølmiðlar settu somu
krøv til allar politikarar,
ikki bara til Tobba, tjóð-
veldisfólk og fullveldis-
fólk.
Aftursvar til oddagrein í
Dimmalætting 31. juli 2002
VIÐMERKINGAR
John Johannesen
Svar til greinina hjá
Mariu Mørkøre, ið var í
Fregnum 14-20/6-2002
Maria Mørkøre skrivar í
grein síni um munin á sjón-
armiðinum hjá kristindóm-
inum
og
humanismuni
(ikki-religiøsari
hugsan)
viðvíkjandi morali, serliga
fosturtøku. Hon vil vera
við, at menningarlæran
(evolutónsteoriin) hjá Dar-
win, um at »tann sterkasti
yvirlivir«, gevir rættin til
tann sterka og tí loyvir okk-
um at drepa børn, tí at vit
hava maktina til tað. Og
ikki bert tað: Darwinisma
stuðlar kríggj, morð – ja
hitlerfasisman sær út til at
vera ein beinleðis avleiðing
av útviklingstrúnni, heldur
Maria.
Í mótsetning til henda
ónda, náðileysa moralin
stendur kristindómurin, ið
stendur fyri náði, ábyrgd og
vælgerð, sigur hon.
Eg havi nakrar viðmerk-
ingar til hetta.
Hvat er Darwinisma?
Darwin segði ongantíð at
»tann sterkasti yvirlivir«.
Tann, sum sigur tað, kennir
hvørki til Darwin ella enska
málið. »Survival of the
fittest« merkir »tann best
egnaði yvirlivir«. Og hetta
er ikki at siga tað sama sum
gamla orðafellið, at »tann
stóri fiskurin etur tann lítla
fiskin«. Tað hevði neyvan
gjørt Darwin víða gitnan.
Nei, eygleiðingin hjá
Darwin var tann, at ein
samanhangur tykist at vera
millum djórini, ið liva á
einum staði, og staðið
sjálvt. Á ferðum sínum á
Galapagos-oyggjunum sá
Darwin m.a., at 13 sløg av
finkum livdu har. Hann sá
eisini, at tær vóru ógvuliga
ymiskar frá oyggj til oyggj,
alt eftir hvør matur var at
finna har. Á einari oyggj sá
hann t.d. at allar finkurnar
høvdu long nev. Tað vísti
seg skjótt at á júst tí oynni
var ógvuliga lítið av teim-
um kornunum, sum fink-
urnar vanliga eta. Tó vóru
maðkar at finna inni í
trøum, undur børkini, ið tær
finkurnar við longum nevi
kundu sleppa at. Tí var tað
júst hesar finkurnar, ið
yvirlivdu og fingu avkom.
Avkomið arvaði langa nev-
ið, o.s.fr.
Sum tað sæst frá hesum
dømi eru nógvir aðrir mátar
at vera »best egnaður« enn
vera sterkur. Onnur dømi
kundu verið, at ein lítil
gravhundur kann klára seg
betur enn ein stórur úlvur,
um
einasti
maturin
á
staðnum finnist í holum
undir jørðini - ella at vit eru
um at útrudda djór, sum
úlvar o.o., meðan rottur
ikki eru at sleppa av við, tí
at tær duga so væl at til-
passa seg.
Náttúrligir
fyrimunir
kunnu vera so nógv annað
enn styrki og egoisma.
Dádýr eru so bangin av sær,
at tey minna um umvandr-
andi nervøs samanbrot.
Men hesin sami ótti og
nervøsitetur ger, at tey ansa
eftir og eru á varðhaldi,
meðan meiri sjálvsikkur
djór verða etin.
Já, sjálvt kærleiki kann
vera ein biologiskur fyri-
munur. Vit kenna nógv
dømi um hvussu djór, ið
hjálpa hvørjum øðrum við
at veiða, ið reinsa, mata og
verja hvør annan, ansa eftir
ungunum hvør hjá øðrum,
o.s.fr., hava góða eydnu,
meðan onnur, meiri sjálv-
søkin djór hava óeydnu.
Soleiðis forklárar Darwin
at vit finna hundaslagið
chihuahua í tí steikjandi
hitanum í Mexico, og
sanktbernardshundar
í
fjøllunum í Scweiz, og ikki
umvent. Tann best egnaði
yvirlivir – HAR. Ein er ikki
egnaður í nækrum univers-
ellum høpi. Tað er tengt at
staðnum.
Hvat er Darwinisma ikki?
Nei, tann sterkasti og
brutali nýtist ikki at yvir-
liva, men hóast Maria Mør-
køre hevði havt rætt í
pástandi sínum, so hevði
hetta kortini ikki merkt at
Darwinisma hevði nakað
vid nazismu, morð ella
fosturtøku at gera.
Tí at menningarlæran hjá
Darwin hoyrir inn undir
biologi
–
ikki
moral-
filosofi. At lýsa hvussu
náttúran er, er ikki tað sama
sum at siga hvussu menn-
iskju eiga at bera seg at. Vit
vita
at
djór
neyðtaka
hvønnannan og eta síni
børn, men menniskju vita
at hetta er skeivt.
Náttúran ER ofta náði-
leys og »ónd«. Darwin sá
hetta meiri enn tey flestu í
kraft av arbeiði sínum, og
hann misti trúnna á Gud av
hesum: »Eg fái meg ikki at
trúgva at ein góður og al-
máttugur Gudur við vilja
skal
hava
skapað
Ichneumonidae (parasitt-
vespur) við tí miðvísu ætl-
an, at tær skuldu eta livandi
(summarfugla-)larvur inn-
anífrá«.
Men Darwin misti ikki
sína góðsku av hesum. Tá
ið vit lesa um Darwin sum
persón, so síggja vit eitt
lítillátið, milt og umhugs-
unarsamt menniskja. Dar-
win var giftur við einari
sera gudiligari (kristnari)
konu, og hann bíðaði leingi
við at útgeva bók sína »The
Origin of the Species«, tí at
hann hugsaði um hvussu
tað fór at raka hana.
Tá ið hann kom aftur til
Onglands av kanningarferð
síni og útgav ferðafrásøg-
una, kundu fólk lesa hvussu
skelkaður
og
mótfallin
hann var av at ræðuleikarn-
ir, ið hann hevði sæð í
Suðuramerika, kundu í ein-
um kristnum samfelagi.
Lívfrøðingurin A.E. Wil-
der Smith, ein vinur hjá
Darwin, hevur greitt frá
hvussu hugtikin hann gjør-
dist av Darwin, eftir at hann
sá hann gevast heilt við at
skjóta fugl, ið annars var
hansara stórsta ungdóms-
ítriv, eftir at hann einaferð
hevði funnið ein særdan
fugl.
»Kærleiki til allar livandi
skapningar er menniskjans
tignarligasti eginleiki«, er
Darwin kendur fyri at hava
sagt. Darwin gjørdist vege-
tarur. Hann var so góður
við djór, at hann kundi ikki
fáa seg at drepa tey av
berari matgleði. Sjálvt diss-
ektion, ið lá hansara arbeiði
so nær, píndi hann. Spurdur
um tað í 1871 svaraði Dar-
win: »Eg viðgangi at tað
kann forsvarast í samband
við álvarsamar fysiologisk-
ar kanningar; men ikki um
tað verður framt av for-
bannaðum, andstyggiligum
forvitni. Hetta evnið ger
meg sjúkan av andstygd, so
eg vil ikki siga eitt orð
afturat um tað, annars fái eg
ikki sovið í nátt«.
Ja, náttúran ER ónd, men
er tað Darwinsa skyld?
Sambært Mariu Mørkøre er
tað jú hennara gudur, ið
hevur skapað tað, ikki so?
Darwin gjørdi ikki annað
enn at eygleiða, lýsa og for-
klára, sum allir vísinda-
menn.
Er tað ikki láturligt at
Maria skal nýta tann bíb-
ilska gudin sum eitt dømi
um ein, ið er ímóti fostur-
tøku og verjir heilagleikan
hjá øllum lívi, tá ið hann
meiri enn einaferð hevur
dripið smábørn og onnur í
hópatalið (t.d. í flóðini
miklu)?
Og at hon skal demonis-
era Darwin, hvørs náði
rakk so nógv longri – sjálvt
til ómælandi djór?
Fosturtøka
Fosturtøka er eitt torført
evnið. Maria Mørkøre ger
ein feil, tá ið hon roynir at
gera tað so einfalt, sum at
humanisman sympatiserar
við tí, meðan kristindómur-
in er ímóti. Eg kenni nógv
ikki-religiøs menniskju, ið
eru ímóti fosturtøku. Ein
nýtist ikki at trúgva uppá
sálir, Gud ella nakað annað
yvirnáttúrligt fyri at síggja,
at fosturtøka er tætt við
manndráp.
Men tað er ikki rætt, sum
Maria sigur, at eitt egg er
eitt menniskja í teirri løtu
tað er gitið. Tad er sum at
peika eftir einum sinops-
korni og kalla tað fyri eitt
træ. Tað er enn bert ein
celluhópur, og kann innan
14 dagar gerast til 2, 3, ella
fleiri børn, um tað deilir
seg - alt tengt av tilvild.
Men eitt fostur er eitt
potentielt
menniskja.
Spurningurin er, um tað er
ein relevantur moralskur
faktorur. Tí vil tað so ikki
siga, at vit hava eina mor-
alska plikt at fáa so nógv
børn sum yvirhøvur møgu-
ligt? Tað munnu fá halda.
Harafturímóti eru tvey
ógvuliga góð argumentir
fyri at fosturtøka í ávísum
umstøðum er í lagi. Tey eru
bæði tengd at tí vísindaliga
veruleika, at heilabarkin
ikki fyrr enn 18. -25. viku
er so útviklaður, at for-
bindilsi er millum synaps-
urnar. T.v.s. at tey signalini,
ið hjá vaksnum fólki elva til
pínu, ongantíð verða mót-
tikin. Og tilvitandi gerst tað
ikki fyrr enn nógv seinni.
Hesi tvey tingini - at
kunna hugsa (vilja) og føla
- eru tað, ið skilja tilvitandi
verur frá plantum og miner-
alum, og ger tey moralskt
týdningarmikil. Vit hava
ikki moralskar ábyrgdir fyri
steinum og grasi. Tey hava
ikki ein egnan vilja, ið vit
kunnu taka frá teimum, og
tí kunnu vit ikki forbróta
okkum (t.e. fremja brots-
verk) móti teimum. Ei
heldur kunnu tey føla nak-
að, so einhvør samkensla
fyri teimum er misskilt.
Og kann eitt fostur
hvørki føla, hugsa ella vilja
nakað, so er ringt at síggja
hví vit skulu hava mor-
alskar ábyrgdir fyri tí.
Men fosturtøka ER ein
torførur spurningur. Eg veit
enn ikki við vissu hvat eg
skal halda. Og Maria veit í
øllum førum ikki hvat
Darwin heldur.
Gud, Darwin og fosturtøka
Hans Birgir Hansen
Mr. Big
Eg havi sum samfelags-
revsari allan rættin uppá
mína síðu, tá ið ein heldur
seg innan fyri galdandi lóg
og rætt og landaskil og
politiviðtøku fyri Tórshavn.
Eg havi ikki gloymt alt tað,
ið hevur merkt tað dagliga
gerandislívið, ein hevur
greitt í túsundtals lesara-
brøvum í bløðunum, so
støðan er greiðari í dag.
Mr. Big – samfelagsrevs-
ari í Havn.
Eg havi altíð verið fyri
diskriminering av teimum,
ið persónliga høvdu at
einum
innan
bløðini,
útvarp, sjónvarp og úti í
frítíðar- og ítróttarfelags-
skapum.
Eg havi ongantíð áður
verði tikin í nóg stórum
álvara fyrr enn ein framdi
eina røð av persóns avdúk-
ingum í túsundtals lesara-
brøvum í bløðunum.
Eg havi ikki áður kunna
livað og virkað sjálvstøðugt
í Havnini fyrr enn eftir eina
røð av persóns avdúking-
um, ið opnaði eyguni á
arvafíggindum.
Eg havi verið erligur,
rættvísur og opin yvir fyri
øllum, tá ið ein hevur greitt
munin á bygdar-, havnar-
og fremmandafólki, ið ein
hittir í Havnini.
Eg havi fingið kunnað
um grundleggjandi skeiv-
leikar og órættvísi í øllum
etableraðum lívsviðurskift-
um, ið eru avskeplað og
kappingaravlagað.
Eg havi ongantíð dult, at
ein vil skunda undir skipan
av einum meiri rættvísum
samfelagsbýti ímillum høg
og lág í samfelags høpi
kring alt landið.
Eg havi fingið sett ein
hóp av vinnuligum virk-
semi í gongd vanligir
føroyingar hava tikið til sín
frá túsundtals lesarabrøv-
um í bløðunum.
Eg havi fingið viðgongd
hvørs øll stíðsmál frá ’79
vinna almennan og polit-
iskan frama, og hvat ein
dagliga tekst við í tí dagliga
lívinum.
Eg vil hava demokrati/-
decentralisering/fólkaræði/
stýri/bygdar/býar/økismen
ning/útjaðarapolitik.
Mr. Big – samfelagsrevsari í Havn
C
M
Y
K
11
10