mikudagur 7. august 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 148 - 7. august 2002
Nr. 148 - 7. august 2002
13
UTTAN ÚR HEIMI
FBI nýtir nú blóð-
hundar í arbeiðinum
at finna mannin, sum
í fjør sendi fleiri brøv
við miltbrandspor-
um. Tað hevur givið
úrslit.
USA
Árni Joensen:
Til tess at venja hundarnar
hevur løgreglan nýtt milt-
brandbrøv, sum senatorarn-
ir Tom Daschle og Patrick
Leahy fingi seinasta heyst.
Eftir at hundarnir høvdu
vant seg við, hvat tað var,
sum teir skuldu leita eftir,
hevur løgreglan latið teir
kannað bústaðin hjá fólki,
sum hava verið undir
illgruna fyri at hava sent
brøvini. M. a. vísti tað seg,
at hundarnir gjørdust frá
sær sjálvum, tá teir kann-
aðu íbúðina hjá einum
manni, sum hevur arbeitt á
einari granskingarstøð hjá
amerikanska herinum.
FBI hevur hildið eygað
við manninum seinastu
mánaðarnar, men ein tals-
maður hjá løgregluni sigur,
at teir kunnu ikki skuldseta
mannin, tí teir hava ikki tey
neyðugu prógvini ímóti
honum.
Sum skilst hevur FBI
illgruna til tólv persónar í
sambandi við miltbrand-
brøvini.
Ísraelski herurin
hevur avbyrgt alt tað
norðara økið á
Vestara Áarbakka,
men ísraelsmenn
sjálvir leggja ikki í
tiltøk, sum ikki
tryggja frið kortini
MIÐEYSTUR
Árni Joensen:
Í einari roynd at forða
palestinskum
yvirgangs-
monnum at søkja at málum
í Ísrael hevur stjórnin givið
herinum boð um at byrgja
allan tann norðara partin av
Vestara Áarbakka av.
Men minni enn so allir
ísraelsmenn taka undir við
hesum politikkinum og vísa
á, at Ariel Sharon, forsætis-
ráðharri hevur framvegis
ikki megnað at halda tað
vallyftið um, at tað skal
vera trygt at búgva í Ísrael.
Tað var hetta lyftið, sum á
sinni tryggjaði honum for-
sætisráðharrasessin.
Sunnudagurin var enn
eitt prógv um, at politikkur-
in er miseydnaður. Tann
dagin doyðu tólv fólk í
atsóknum, og nú krevur
størsta ísraelska blaðið eina
frágreiðing frá Sharon.
Blaðið nevnir, at tá Ísrael
misti tólv hermenn í bar-
daga í Libanon, læsti táver-
andi
forsætisráðharrin,
Menachem Begin, seg inni
í húsum sínum.
– Ariel Sharon, maðurin,
sum gav okkum tey tómu
lyftini um at tryggja frið í
okkara heimum, gøtum,
skúlum og bussum, læsir
seg ikki inni, tí hann
skammast ikki. Hann greið-
ir heldur ikki fólkinum frá
sínum gerðum og mistøk-
um. Hann heldur fram, sum
hann er vanur at gera,
skrivar Amnon Dankner,
blaðstjóri
í
blaðnum
Maariv.
Sum eitt dømi um poli-
tikkin hjá stjórnini nevnir
blaðið avgerðina at byggja
ein trygdarmúr millum
Ísrael og Vestara Áarbakka.
Blaðið vísir á, at soleiðis
sum arbeiðið nú gongur, fer
tað at taka 40 ár at byggja
múrin.
Tikið bumbumenn
– Vit hava avbyrgt alt
Samaria. Eingin sleppur
inn hagar, og eingin sleppur
út haðani, segði Benyamin
Ben-Eliezer, verjumálaráð-
harri mánadagin. Hetta
merkir, at palestinararnir
sleppa ikki at ferðast mill-
um býir so sum Nablus,
Jenin, Qalqilya, Tulkarem
og Ramallah. Samstundis
er syðri partur av Gaza-
geiranum avbyrgdur.
Benyamin Ben-Eliezer
upplýsti samstundis, at
ísraelski herurin hevur tikið
140 palestinar, sum høvdu
sagt seg vera sinnaðar at
fara til Ísraels sum sjálv-
morðsbumbumenn.
Verjumálaráðharrin fanst
at teimum, sum siga, at
trygdarpolitikkurin
hjá
stjórnini er miseydnaður.
Hann segði, at trygdar-
deildirnar hava forðað fyri
90 prosentum av teimum
yvirgangsatsóknunum, sum
palestinar høvdu ætlað at
fremja.
Krevur afturtøku
Samstundis krevur ST-aðal-
fundurin, sum Ísrael skal
taka seg aftur av teimum
hersettu palestinsku økjun-
um beinanvegin, soleiðis at
markið verður tað, sum tað
var, áðrenn ófriðurin brast á
í september í 2000.
114 limalond atkvøddu
fyri kravinum, fýra lond at
kvøddu ímóti, og ellivu
atkvøddu ikki.
Tað vóru ES og palest-
inska umboðið, sum orðaðu
uppskotið. Orðaljóðið var
ikki so hvast, sum tað
mangan hevur verið, tá tað
snýr seg um Ísrael, men úr
New Yortk verður sagt, at
palestinar mæltu til eitt
veikari orðalag fyri at fáa
sum flerst lond at atkvøða
fyri kravinum.
Túsundtals spaniu-
menn fylgdu seks ára
gomlu Silviu og 57
ára gamloa Cacilio
Gallego til gravar. Tey
bæði doyðu, tá ein
bumba hjá baskiska
felagsskapinum ETA
brast í býnum Santa
Pola.
YVIRGANGUR
Árni Joensen:
Tey bæði fóru til gravar úr
einari kirkju stutt frá
bumbustaðnum.
Millum
teirra, sum vóru komin at
fylgja, var spanski forsætis-
ráðharrin,
Jose
Maria
Aznar, og tað var týðiligt,
at hann var ávirkaður av til-
burðinum.
Uttan fyri kirkjuna mót-
mæltu fólk tí áhaldandi
harðskapinum hjá ETA, og
fleiri teirra róptu rakstrar-
róp eftir felagsskapinum og
leiðarum teirra.
Tilburðurin í Santa Pola
hevur vakt stóran ans um
alt Spania, og almenn um-
boð úr øllum landinum
vóru komin at fylgja. Tað
bar eisini í sær, at trygdar-
tiltøkini vóru sera umfat-
andi.
Enn hava myndugleik-
arnir ikki upplýst, hvør
tann seks ára gamla gentan
var.
Hon
verður
bert
umrødd sum Silvia, og eyg-
leiðarar í Madrid ivast ikki
í, at hon verður ein ímynd
av harðskapinum hjá bask-
isku loysingarmonnunum.
Sum er hevur ETA lítlan
stuðul í spanska fólkinum,
og tilburðurin í Santa Pola
fer at hava við sær, at við-
haldsfólkini hjá ETA fara at
fækka uppaftur meiri í
komandi tíð.
Misnøgdir ísraelsmenn
krevja svar frá Sharon
Nógvir ísraelsmenn halda politikkin hjá stjórnini vera skeivan og vilja hava eina frágreiðing frá Ariel Sharon,
forsætisráðharra, sum her er avmyndaður saman við Shimon Peres, uttanríkisráðharra.
Nú er nóg mikið!
Blóðhundar leita eftir
brævsendara
C
M
Y
K
13
12