mikudagur 7. august 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 148 - 7. august 2002
15
Masahiro Yokoyama úr Japan:
Komin at hoyra føroyska fólkið dansa og syngja
33 ára gamli Masa-
hiro Yokoyama er úr
Japan. Hann kom til
Føroya sunnudagin,
og endamálið við ferð
hansara er at hoyra
føroyska fólkið dansa
og syngja. Masahiro
eigur fleiri føroyskar
fløgur, og heima í
Japan lærir hann seg
føroyskt
SUMMARGESTUR
Ingrid Bjarnastein
Fleiri sjáldsamir summar-
gestir hava vitjað í Føroy-
um hetta summarið, og ein
av teimum, sum er her í
hesum døgum er Masahiro
Yokoyama úr Japan. Hann
er komin allan tann langa
vegin til Føroya fyri at
síggja føroyskan dans og
hoyra føroyskan tónleik.
Serliga ber hann tokka til
bólkin Enekk.
– Eg eri 33 ára gamal og
eg búgvi í Odawara, sum er
ein býur eini 80 kilometrar
uttanfyri
Tokyo.
Fyri
tveimum
árum
síðani
keypti eg mínar fyrstu før-
oysku fløgur í einum plátu-
handli, sum eitur Nordic
Sound Hiroshima, sum
liggur í býnum Hiroshima í
Japan, greiðir Masahiro frá.
Nordic Sound Hiroshima
selur bert norðurlendskan
og baltiskan tónleik, og er
plátuhandilin einasta um-
boðið fyri Tutl í Japan.
Kórsangur
Sunnudagin setti Masahiro
fótin fyrstu ferð á føroyska
jørð. Hann valdi at koma til
Føroya fyri at síggja og
hoyra føroyingar dansa og
syngja.
– Fyri 10 árum síðani
byrjaði eg at fáa áhuga í
norðurlendsku gudalæruni.
Eg las eitt sindur av norrøn-
um, og byrjaði eisini at læra
meg íslendskt. Men hetta
var alt ov ringt fyri meg, so
eg gavst. Men nú eg eri far-
in at lurta eftir føroyskum
tónleiki, er áhugin eisini
vaksin fyri mentan og mál-
ið, fortelur Masahiro.
Í Japan fann hann onga
føroyska mállærubók á jap-
anskum, og keypti tí ístaðin
»An Introduction to Mo-
dern Faroese«, sum ein pro-
fessari í Onglandi hevur
skrivað.
– Eg eigi onga orðabók,
men tað ætli eg mær at
keypa meðan eg eri her,
sigur japanin.
Masahiro sigur, at hann
er ógvuliga fegin um at
vera komin til Føroya.
– Eg skal hoyra Føroya
fólkið syngja og síggja tey
dansa. Fløgurnar eru sjálv-
andi framúr góðar, men tað
er ikki tað sama, sum at
síggja og hoyra tað við
mínum egnu eygum og oyr-
um.
Kórsangur er tað, sum
Masahiro dámar best av
føroyskum tónleiki.
– Tórshavnar Kamarkór
og Havnarkórið lurti eg
eftir, sigur Masahiro, og
syngur síðani nakra linjur
burturúr einum føroyskum
sangi – á flótandi føroysk-
um.
Annars dámar Masahiro
eisini væl Enekk. Tríggjar
fløgur av Enekk standa á
hyllini heima í Odawara.
Sjálvur sigur hann, at hann
lurtar eftir øllum føroysk-
um
tónleiki.
Alt
frá
»Alfagurt
ljóðar
mín
tunga« til nútímans tónleik-
in á fløguni »Grótfør-
oyskt«.
– Tað kemur eisini fyri, at
eg lurti eftir poppi. Tá verð-
ur Rúna á Heygum løgd í
fløguspælaran.
Lesur Sosialin
Tað er ikki av tilvild, at
Masahiro er komin júst í
hesum døgunum Lista-
stevnan er. Áðrenn hann
kom, hevur hann havt sam-
band við Oddvá Nattestad í
Norðurlandahúsinum
og
Kristian Blak frá Tutl. Tey
hava hjálpt honum við at
leggja ferðina til rættis.
– Eg skal til føroyskan
dans uppi í Norðurlanda-
húsinum, og so ætli eg mær
eisini at hoyra Enekk. Har-
afturat ætli eg mær til
Kingo í Kaldbak.
Hesa
vikuna
verður
Masahiro í Havn. Hann sig-
ur, at ætlanin er at vitja
fornminnissøvn og um veð-
rið er til vildar fer hann eis-
ini at ganga nógv. Næstu
viku ætlar hann sær víðari
til onkra aðra av oyggjun-
um, men hvagar leiðin tá
gongur, veit hann ikki enn.
– Enn dugi eg ikki nakað
serligt av føroyskum. Av tí,
at eg onga orðabók eigi, so
skilji eg ikki so nógv av
tykkara máli. Men eg lesi
Internet-Sosialin
hvønn
dag heima í Japan. Sosial-
urin er mín høvuðskelda til
tað, sum eg veit um tað,
sum hendir í Føroyum í
dag, sigur Masahiro.
– Føroyingar eru annars
eitt blítt fólkaslag. Ógvu-
liga gestavinarlig.
Masahiro skuldi annars
við Norðlýsinum til eina
Concerto Grotto seinna-
partin í gjár. Hann steðgar í
Føroyum til 18. august. Tá
gongur leiðin aftur til Jap-
ans.
Masahiro Yokoyama er komin allan tann langa vegin úr Japan til Føroya at lurta eftir føroyskum tónleiki og síggja føroyskan dans
Mynd: Álvur Haraldsen
15
14
Nr. 148 - 7. august 2002
Gamlar myndir úr Vágunum
Niðanfyri prenta vit myndir úr savninum hjá Karl Joensen og Valborg Svaðabúð í Miðvági. Fólk eru
vælkomin at gera viðmerkingar til myndirnar, kontaktpersónur er Georg Hansen, hann hittist á
telefon 333066
A 1: Sámal Jákup og Elspa Niclasen
A 4: Norsk kona (flótti) kona Kell Ervik og barn teirra
A 3: Eingilskur ferðamaður, Mikkjal á Ryggi, Læars Joensen, Albert Hansen, Heini Joensen og Olivar á ryggi
Jógvan Hans Christoffersen, bóndi á
Ryggi (1795 - 6/8 - 1886)
1. partur
C
M
Y
K
14