mikudagur 7. august 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 148 - 7. august 2002
Nr. 148 - 7. august 2002
17
Fyri einum ári síðani
var tann tá 8 ára
gamli Erik Klein av
Kambsdali so óhepp-
in at bróta bæði bein-
ini í eini hoppiborg.
Hetta hevði við sær, at
hann var seingjar-
liggjandi í tveir mán-
aðar, har hann hevði
brúk fyri hjálp til so
at siga alt. Mamman
gjørdi av at lata seg
sjúkramelda og vera
um sonin. Hon søkti
Almannastovuna um
dagpengar, men fekk
noktandi svar, tí hon
var ikki mett at lúka
treytirnar. Hon og
maðurin kærdu av-
gerðina og eru enn í
stríð við myndugleik-
arnar um málið
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
Kambsdalur: Katy og Rei-
dar Klein av Kambsdali
eiga tvey børn. Níggju ára
gamla Erik og fimm ára
gomlu Lindu. Í summarfrí-
tíðini í fjør fóru tey eina
dreymaferð til Disneyland í
Fraklandi. Á veg heim aftur
steðgaðu tey í nakrar dagar
í Danmark. Meðan tey vóru
í Danmark var Erik so
óheppin, at hann breyt bæði
beinini illa í eini hoppi-
borg. Hann bleiv lagdur
undir skurð í Danmark og
síðani slapp familjan heim
aftur á klettarnar við hon-
um. Hetta var tann 6. au-
gust í fjør.
Frá tí at familjan kom
heim og til 20. august vóru
tey tvær ferðir til kontrol á
Landssjúkrahúsinum og alt
lat til at vera í lagi. Men 20.
august byrjaði drongurin at
gremja seg um pínu í bein-
unum og í høvdinum. Hann
hevði nakað av fepuri, so
tey gjørdu av at fara inn til
kommunulæknan í Fugla-
firði. Hann loysti bandasj-
una, sum var um beinini, tí
hann helt, at tað kundi vera
orsøkin til, at drongurin
hevði so ilt í beinunum. Tá
bandasjan var komin av,
varnaðust tey, at beinini
vóru eitt sindur reyð, men
læknin bað tey síggja tíðina
ann, tí tað kundi eisini vera
av at bandasjan strammaði
um beinini.
Tey fóru so til hús aftur
við Eriki, men støðan batn-
aði ikki. Tvørturímóti.
Dagin eftir var heilt gal-
ið, og foreldrini sóu, at tær-
nar høvdu ein undarligan
lit, so tey gjørdu av at fara
inn aftur til læknan í Fugla-
firði. Hesa ferð gjørdi hann
skjótt av, tá hann tók ban-
dasjuna av og sá beinini.
Hann bað tey fara á Lands-
sjúkrahúsið beinanvegin, tí
hann helt, at tað kundi vera
staffylikokkar.
– Tveir læknar hugdu at
Eriki, tá vit komu til Lands-
sjúkrahúsið, sigur Katy.
– Tann fyrri staðfesti, at
Erik hevði fepur og pínu
bæði í høvdinum og bein-
unum. Tann næsti læknin
helt ikki, at tað var so
álvarsligt, tí hann segði, at
tann undarligi liturin á
beinunum hjá Eriki kundi
vaskast av. Har vóru gott
nokk jod restir og annað
líknandi á beinunum, men
tað sást týðuliga, at eitt ella
annað var galið við tí.
Hesin læknin segði enn-
tá, at vit kundu fara heim-
aftur. Men tá segði Reidar
korta nei. Vit fóru ongan
veg, fyrr enn blóðroynd
varð tikin av Eriki. Blóð-
royndin varð tikin klokkan
tíggju á kvøldið, og tað tók
eitt sindur av tíð, áðrenn
svarið kom, so vit fingu
eina song til Erik at yvir-
nátta í, sigur Katy, sum ikki
torir at hugsa um, hvat
hevði kunnað hent, um tey
vóru farin til hús aftur við
Eriki.
– Morgunin eftir, tá
stovugongd var, kom ein
triðji lækni og hugdi at
beinunum hjá Eriki. Hann
sá beinanvegin, at tað var
okkurt galið, og hann stað-
festi seinni út frá eini blóð-
roynd, at tað vóru staffyli-
kokkar. Og fekk Erik
beinanvegin antibiotika í
æðrarnar fyri staffylikokk-
ar. Ein viðgerð, sum hevði
við sær, at hann skuldi
liggja stillur í okkurt um
tríggjar tímar, hvørja ferð
hann fekk hana.
Umframt antibiotika fekk
Erik eisini ein kur av tab-
lettum, sum hann skuldi
taka í eina viku fyri at basa
staffylikokkunum.
– Hesin triðji læknin
segði, at tíbetur vóru staffy-
likokkarnir ikki farnir inn í
knoglan, tí tað er næstan
ikki til at fáa bilbukt við, tá
tað er komið í knoglarnar,
sigur Katy.
Erik slapp so av aftur við
staffylikokkarnar.
Eftir hetta mátti Reidar
fara burtur. Hann siglir úti
og er burtur í tveir mánaðar
og heima tveir. Hann hevði
fingið útsett at fara umborð
eina viku, men nú noyddist
hann at fara.
– Tað var sera ringt at
fara, tí tú fært ikki gjørt
nakað, tá tú liggur á opnum
havi, sigur Reidar.
Ongar dagpengar
Foreldrini siga, at Erik var
sera óhjálpin hesa tíðina, tí
hann jú hevði brotið bæði
beinini. Hann sat í rullu-
stóli og fekk ikki gjørt
nakað sjálvur.
– Hann bleiv í sera ring-
um lag hesa tíðina, tí hetta
var jú um summarið, og
hann vildi sleppa út at
spæla við sínum vinmonn-
um. Men tað kundi hann jú
ikki, og hann er so mikið
stórur, at hann dugdi væl at
skilja tað sjálvur, greiðir
Katy frá.
Hann mátti berast, um
hann skuldi flytast. Eitt nú,
um hann skuldi á WC ella
bara um hann vildi sleppa
inn í eitt annað rúm.
Katy lat seg sjúkramelda
fyri at vera heima hjá
dronginum. Tað var nakað,
sum drongurin hevði tørv á
og vildi hava, og eisini nak-
að, sum Katy allatíðina
hevði viljað sjálv. Eisini
áðrenn hann fekk staffyli-
kokkar. Og tí søkti hon Al-
mannastovuna eftir dag-
pengum, men fekk eitt
noktandi svar. Í brævinum
frá Almannastovuni stóð, at
hon var ikki mett at lúka
treytirnar í§ 3, stk. 3 og 4 í
dagpeningalógini. Tí har
stendur, at dagpengingur
kann verða veittur persón-
um hvørs børn gerast álv-
arsliga sjúk, um tað av
lækna verður mett alneyð-
ugt, at persónurin er um
tann sjúka. Og í stk. 4
stendur, at álvarslig sjúka
eftir stk. 3 er at meta sjúka,
har álvarsligur vandi er fyri
lívinum ella heilsustøðuni
hjá persóninum.
Men Katy og Reidar góð-
tóku ikki grundgevingina,
tí tey høvdu læknaváttan,
har tað stóð, at drongurin
má hava hjálp og tað tí var
best, at mamman var um
hann.
– Vit halda, at tá tað
stendur »drongurin MÁ
hava hjálp« í læknaváttan-
ini, so merkir tað, at tað er
alneyðugt, at hann fær
hjálp, sigur Katy.
So hon og Reidar gjørdu
av at kæra avgerðina hjá
Almannastovuni til Føroya
Kærustovn, men svarið frá
teimum var tað sama. Katy
hevði ikki rætt til dagpen-
ing.
Men tað sum rættiliga
fekk sinnini í kók hjá for-
eldrunum hjá Eriki, var,
ikki tað, at tey ikki kundu
fáa pengar, men heldur, at í
grundgevingini frá Kæru-
stovninum stóð millum
annað, at: »...hóast tað er
væl skilligt, at foreldur
velja at vera um barn sítt
undir nevndu umstøðum, er
tað metanin, at tað ikki
kann sigast at standa bein-
leiðis lívs- ella heilsuvandi
av, at tygum eru 5 – 6 tímar
burtur frá einum 8 –9 ára
gomlum seingjarliggjandi
barni ella einum barni, ið
situr í koyristóli.«
Haraftur at stóð eisini
skrivað, at foreldrini kundu
møguliga funnið onkran,
sum kundi hyggja inn til
drongin um dagin, meðan
mamman var til arbeiðis
ella finna onkra aðra skip-
an, sum var nøktandi fyri
drongin.
– Also heilt erligt, eg
trúgvi
ikki,
at
nøkur
mamma hevði kunnað latið
sítt 8 ára gamla seingjar-
liggjandi barn liggja einsa-
malt heima eina lítla løtu
og so slettis ikki í 5 til 6
tímar, sigur Katy, sum var
skelkað av svarinum frá
Kærunevndini.
– Hann var jú púra hjálp-
arsleysur. Og hann vildi
heldur ikki hava hvønn sum
helst inn at hjálpa sær og tað
má ein taka til eftirtektar.
Hann var tá 8 ár og gamal
nokk til at seta síni egnu
krøv, halda foreldrini bæði.
Og Katy leggur aftur at, at
hon hevði ikki havt frið á
sær eina løtu, meðan hon var
til arbeiðis, um hon visti, at
Erik skuldi vera einsamallur
so leingi um dagarnar.
– Ongin veit heldur, hvat
hann ikki kundi funnið upp
á at gjørt. Um hann nú
hevði sitið í rullustólinum
allan dagin, og var einsa-
mallur ein stóran part av
degnum, so hevði hann óiv-
að funnið upp á eitt hvørt,
sum kundi havt elvt honum
skaða. Hann er jú bara ein
smádrongur, sum tá keddi
seg sera nógv, siga bæði
Katy og Reidar.
– Vit hava eisini tosað um
at um vit skuldu heitt á
onkran um at hyggja inn til
hansara, so hevði tað
merkt, at viðkomandi hevði
verið noydd/ur at hyggja
inn til hansara fleiri ferðir
um dagin. Og tað halda vit
ikki, at vit kunnu bjóða
onkrum vini ella onkrum í
familjuni í einum so long-
um tíðarskeiði sum tveim-
um mánaðum, siga Katy og
Reidar.
Mótsiga sær sjálvum
Reidar var sum sagt, tá far-
in til skips. Hann er mask-
insjefur umborð á Artic
Star. Tá hann frætti um
svarið frá Kærustovninum
sendi hann eitt hvassorðað
skriv til teirra, har hann
greiddi teimum frá, at hann
helt, at tey ikki høvdu fing-
ið rættar upplýsningar um
ymisk viðuskifti, sum eisini
vóru nevnd í svarinum frá
teimum. Og har aftur at
greiddi Reidar teimum frá
støðuni hjá Eriki við staffy-
likokkunum.
– So eftir at eg hevði sent
teimum tað skrivið, tá
væntaði eg heilt erligt, at
vit fóru at fáa viðhald, sigur
Reidar.
Men tá Katy so aftur fekk
svar frá Kærustovninum, tá
var tað tað sama. Katy
hevði ikki rætt til dagpeng-
ar.
Tað sum Kærustovnurin
hefti seg við í teirra grund-
geving var, at eitt beinbrot
ikki er ein álvarslig sjúka,
og tí var heilsustøðan hjá
Eriki ongantíð í vanda og
tískil hevði Katy ikki rætt
til dagpengar. Víðari stóð í
hesum skrivinum, at tá tal-
an er eitt beinbrot, sum í
Beinbrot elvdi til stríð millum foreldur og myndugleikar
Hendan myndin var tikin, meðan Erik lá í antibiotika
viðgerð. Ein viðgerð, sum hevði við sær, at 8 ára gamli
drongurin mátti liggja pinnastillur í umleið tríggjar
tímar hvørja ferð hann fekk viðgerðina
Katy og Reidar Klein av Kambsdali eru bæði skelkað og óð inn á Føroya Kærustovn.
Eftir at sonur teirra, Erik, gjørdist seingjarliggjandi við staffylikokkum valdi Katy at
sjúkramelda seg fyri at ansa soninum. Men tá Almannastovan ikki metti hana hava
rætt til dagpengar eftir dagpeningalógini, kærdu foreldrini avgerðina til Føroya
Kærustovn, og fingu tá svar, sum rættiliga setti sinn teirra í kók.
Kærustovnurin gav Almannastovuni viðhald og segði millum annað í grundgev-
ingini, at »tað ikki kann sigast at standa beinleiðis lívs- ella heilsuvandi av, at tygum
eru 5-6 tímar burtur frá einum 8-9 ára gomlum seingjarliggjandi barni«
- Vit eru so ill um viðferðina, sum vit hava fingið í hesum málinum, og vit ætla
okkum at halda fram, inntil vit fáa viðhald, siga foreldrini bæði, sum ikki meta
nakran iva vera um at tað var neyðugt hjá einum teirra at vera um sonin teir tveir
mánaðirnar, hann lá sjúkur í songini.
Reidar og Katy Klein halda ikki, at tað hevði verið óskaðiligt fyri teirra son, um hann skuldi
ligið einsamallur heima í fleiri tímar, soleiðis sum tað stóð í tí fyrsta svarinum, sum tey fingu
frá Kærustovninum
C
M
Y
K
17
16