mikudagur 7. august 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
KÍ staðfesti støðu sína sum oddalið
Stóri leikarin var
Rannvá Andreasen, ið
skeyt trý mál sunnu-
dagin
1. DEILD KVINNUR
Páll Holm Johannesen
Sunnudagin varð farið und-
ir
endaspælið
í
bestu
kvinnudeildini. KÍ fekk í
fyrsta umfarinum vitjan av
B36, og havnarkvinnur
vórðu sendar suðuraftur við
einum 4-1 tapi.
Talan var um dyst millum
tvey tey ovastu liðini í
kvinnudeildini, og ikki
kann sigast annað enn, at
klaksvíkskvinnur staðfestu
støðu sína, sum besta boðið
uppá ein FM-vinnara í
kvinnudeildini.
Bæði liðini skerd
Bæði KÍ og B36 manglaðu
spælarar til oddadystin
sunnudagin. Harðast raktar
vóru B36, ið vóru fyriuttan,
Mariu Vang, Susonnu Han-
sen, Selmu Erol, og Marjun
Herup.
Umframt hesar, so er
Sólva Joensen farin til Dan-
mark-ar aftur, og tá breidd-
in ikki er so stór sum hjá
Kí-kvinnunum, so rakar
missurin av fleiri týðandi
spælarum meint B36-liðið.
Hjá KÍ sótu Bára Skaale,
Jensa Sirdal, Kristina Eyð-
bjørnsdóttir uttanfyri, men
hetta sást ikki aftur á vølli-
num sunnudagin, har tað
bara vóru aðrir spælarar, ið
bitu frá sær.
KÍ nógv betri
Úr Klaksvík verður sagt, at
KÍ-kvinnurnar vóru nógv
betri enn B36, og sigurin
var fult uppiborin.
Serliga høvdu klaksvíks-
kvinnur gott tak á miðvølli-
num, og við vandamiklum
spælarum sum Rannvu
Andreasen
og
Malenu
Josephsen, var vandi á ferð
hjá B36 stóran part av
dystinum.
Longu hálvur tími spæld-
ur av dystinum, stóð 3-0 til
heimaliðið.
Fyrsta málið kom eftir
góðir 15 minuttir vóru far-
nir.
Rannvá Andreasen
royndi seg við skoti langt
útifrá, og bólturin fór undir
B36-málverjan og í málið.
Næsta málið átti Rannvá
eisini, eftir hornaspark var
Kí-framherjinh
fyrst
á
bóltinum, og kundi økja til
2-0.
Málið til 3-0 skeyt Mal-
ena Josephsen. Ann Olsen
brýtur ígjøgnum høgru
síðu, og við góðari sending,
finnur hon Malenu, sum
ótarnað kundi leggja KÍ
frammum 3-0.
Anja Weihe minkaði stutt
eftir um munin við einum
langskoti. 3-1 var eisini
hálvleiksstøðan í Klaksvík.
B36 betur við
í seinna hálvleiki
Havnarkvinnur komu betur
við í seinna hálvleiki, men
framvegis var tað heimalið-
ið sum hevði leikliga yvir-
vág. Serliga vóru horna-
sparkstøðurnar hjá KÍ sera
vandamiklar.
Eittans mál kom í seinna
hálvleiki, og tað fekk KÍ.
Aftur var tað Rannvá
Andreasen, ið hevði síðsta
fót á. Hesaferð kom innlegg
úr vinstru frá Vivian Bjarta-
líð, og Rannvá var skjótari
á bóltinum enn B36-mál-
verjin, og kundi lættliga
skjóta sítt triðja mál í dysti-
num,
Heimaliðið kundi skotið
fleiri mál, men antin vóru
tær óneyvar við royndun-
um, ella stóð B36-málverj-
in teimum í vegin.
Samanumtikið kann sig-
ast, at næsta besta liðið í
kvinnudeildini kundi ikki
gera teir stóru skreytirnar
ímóti besta kvinnuliðnum í
landinum, og tað ber boð
um, at KÍ-kvinnurnar av-
gjørt mugu vera besta boð
uppá ein FM-vinnara, og
harvið eisini greipuvinnara.
Kí-B36 4-1 (3-1)
1-0 Rannvá Andreasen
2-0 Rannvá Andreasen
3-0 Malena Josephsen
3-1 Anja Weihe
4-1 Rannvá Andreasen
Munurin á fremsta og
næstfremsta liðnum í
kvinnudeildini var ov stórur
til, at talan nakrantíð varð
um ein rættiligan oddadyst í
Klaksvík sunnudagin
Mynd: Álvur Haraldsen
18
Nr. 148 - 7. august 2002
Nr. 148 - 7. august 2002
19
hesum førinum, er tíðin
heima ikki at meta sum
sjúkraviðgerð, tí drongurin
ikki skuldi taka nakran
heilivág. Tá er tíðin heima
heldur at meta sum kravd
hvíldartíð, ið skal til fyri at
beinbrot kann grøða.
At enda sigur Kæru-
nevndin í hesum skrivinum,
at tey... »vilja enn einaferð
gera vart við, at hetta ikki
merkir, at drongurin skal
vera einsamallur heima,
men bert, at tann sum er um
hann heima, ikki hevur rætt
til dagpening...«
Hetta eru Katy og Reidar
sera ónøgd við.
– Har mótsiga tey sær
sjálvum, so tað rungar eftir
í. Tí í tí fyrra svarinum,
sum vit fingu frá teimum,
søgdu tey, at tað var ikki
mett, at standa skaði av, at
ein 8 ára gamal drongur var
einsamallur í heiminum í 5
– 6 tímar, meðan Katy var
til arbeiðis, sigur Reidar, og
tað sást týðuliga á honum,
hvussu illa honum líkar
hesa støðuna, sum tey øll
eru komin í.
Geva ikki upp
Foreldrini bæði undirstrika,
at tey gera hetta ikki orsak-
að av pengunum.
– Vit gera hetta so sanni-
liga ikki fyri pengarnar.
Nei, teir kunnu vit saktans
vera fyri uttan. Vit eru so ill
um viðferðina, sum vit
hava fingið í hesum máli-
num, og vit ætla okkum at
halda fram, inntil vit fáa
viðhald, ella ongin annar
vegur er eftir. Tí vit halda,
at tað er ov galið, at tað skal
standast so nógv stríð av
einum so, eftir okkara
tykki, einføldum máli. Tað
er nógv fyri, at eitt so lítið
orð, sum »má«, skal føra so
nógv stríð við sær, halda
tey bæði.
– Vit halda so avgjørt
sjálvi, at tað hevði havt um-
fatandi skaða við sær sálar-
liga fyri drongin, um hann
skuldi ligið einsamallur og
hjálparsleysur heima í so
nógvar tímar um dagarnar,
meðan Katy var til arbeiðis,
sigur Reidar og spyr eisini
samstundis, hvat barna-
verndin hevði sagt, um nú
onkur granni hjá teimum
klagaði tey fyri at lata
drongin liggja einsamallan.
– Hvat heldur tú barna-
verndin hevði gjørt, um tey
komu á gátt og høvdu funn-
ið Erik liggjandi einsamall-
an í heimi okkara í sínum
egna landi og afførningi, tí
hann ikki kundi fara á WC
sjálvur, spyrja tey bæði við
ein munn.
Reidar og Katy hava eis-
ini fingið ein sosialráðgeva
at meta um sálarligu heilsu-
støðuna hjá Eriki, um hann
skuldi ligið einsamallur. Og
tann
metingin
gevur
foreldrunum viðhald í, at
tað vildi verið alt annað enn
sunt fyri drongin.
– Og ta frágreiðingina
hava myndugleikarnir eis-
ini fingið, sigur Reidar.
Reidar og Katy ætla sær
ikki at geva upp. Tey hava
tosað við løgtingsins um-
boðsmann, og er næsta
stigið hjá teimum at kæra
málið til hansara.
Erik sjúkur
Átta mánaðar eftir, at Erik
bleiv viðgjørdur fyri staffy-
likokkar, bleiv hann álvars-
liga sjúkur. Foreldrini fóru í
miklum skundi á Lands-
sjúkrahúsið við honum, tí
hann hevði 41,9 gradir í
fepuri. Á Landssjúkrahúsi-
num bleiv staðfest, at hann
hevði fingið menegitis.
Hann kom undir lækna-
hond og skjótt bleiv borið
at, og hann kom seg skjótt.
Men túrurin til Havnar var
sera óhugnaligur fyri Rei-
dar og Katy.
– Eg var so bangin fyri,
at hann fór at doyggja á veg
suður, tí hann hevði so
nógvan fepur. Men tíbetur
spældi alt so væl av, sigur
Katy sinnisrørd á málinum
og leggur aftur at, at teirra
sonur hevur verið úti fyri
nógvum tað seinasta árið.
– Vit royndu at fregnast
og spurdu læknarnar, um
menegitis kundi verið kom-
ið av tí, at Erik fekk við-
gerð fyri staffylikokkar,
men tað fingu vit so ongan-
tíð nakað svar uppá. Men
vit hava altíð fingið at vita,
at menegitis kemur ikki av
ongum, so tað kundi verið
áhugavert, at funnið útav.
Tí so hevði tað sanniliga
verið talan um lívsvanda av
beinbroti, sigur Reidar.
Alt hetta hevur sjálvsagt
sett síni merki í familjuna.
– Erik er ikki heilt blivin
til tann Erik, hann var, áðr-
enn beinbrotið enn. Og vit
merkja tað eisini væl á dótt-
rini, at hon er blivin sett til
síðis, orsakað av beinbrot-
unum og sjúkuni hjá Eriki.
Men nú royna vit at byggja
okkum familjuna upp aftur,
soleiðis at lívið kann fáa ta
náttúrligu gongdina aftur,
sum tað hevði fyri einum
ári síðani, tá vit fóru á
okkara dreymaferð, siga
Reidar og Katy Klein at
enda.
Guðrið Joensen,
stjóri á Føroya
Kærustovni sigur, at
kærunevndin kom
ta niðurstøðu, at
málið um familjuna
Klein á Kambsdali
ikki lýkur treytirnar
í dagpeningalógini
DAGPENGAR/-
FORSORG
Solby A. Eliasen
– Eg kann ikki úttala meg
um eitt konkret mál. Men
tað er so, at tá ein persón-
ur ikki verður mettur at
lúka treytirnar í dagpen-
ingalógini, so kann við-
komandi ikki fáa dag-
pengar, meðan viðkom-
andi er heima. Men har-
við er ikki sagt, at tann
persónur, ið velur at vera
heima hjá sjúkum barni
onki skal fáa. Tí vísa vit
til forsorgarhjálpina, tá
fólk ikki lúka treytirnar í
dagpengingalógini, sigur
Gurið Joensen í stuttari
viðmerking til málið um
familjuna
Klein
á
Kambsdali.
Tað koma umleið 120
kærur í almannamálum
inn um árið, og Guðrið
sigur, at nú er tann nýggja
dagpeningalógin
so
nýggj, men at tey hava
onkrar kærur av líknandi
slagi liggjandi.
Føroya
Kærustovnur
tekur í móti kærum, sum
koma inn og innstilla tey
so kærurnar til kæru-
nevndina, sum tekur av-
gerð.
Nevndin í Kærustovni-
num er mannað við trim-
um fakfólkum. Einum
løgfrøðingi, einum sos-
ialráðgeva
og
einum
lækna.
Málið lýkur ikki treytir-
nar í dagpeningalógini
Hendan myndin varð tikin
eina lítla løtu, áðrenn Erik
fór í hoppiborgina, har hann
var so óheppin at bróta bæði
beinini
C
M
Y
K
19
18