mikudagur 7. august 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 148 - 7. august 2002
21
U–17 landsliðs-
venjarin heldur, at
hansara lið megnaði
so mikið, sum tað
kundir roknast við av
teimum í Svøríki
NM U–17 LANDSLIÐ
Jóannes Hansen
U–17 landsliðið í fótbólti
kom sunnudagin aftur til
Føroya, eftir at teir í síðstu
viku luttóku í NM kapping-
ini í Svøríki. Sum sagt í
leygardagsblaðnum,
so
taptu teir 4–0 bæði ímóti
Onglandi og Noregi.
Síðsti dysturin í bólka-
spælinum var fríggjakvøld-
ið ímóti Svøríki, sum vann
3–1. Tað hevði við sær, at
Føroyar skuldu spæla um
sjeynda plássið ímóti Dan-
mark. Uppgerðin endaði
1–1, men danir vunnu
sjeynda plássið í brots-
sparkskapping.
– Afturlítandi kunnu vit
ikki vera annað enn nøgdir.
Vit spældu væl í 1. hálv-
leiki ímóti Onglandi, men í
2. hálvleiki vórðu vit ordu-
liga settir upp á pláss. Ímóti
Noregi fingu vit trý mál
ímóti okkum eftir horna-
spørk, sum vit einki fingu
gjørt við. Fyri einum tíggju
árum síðani vísti tað seg
ofta, at føroyska liðið fór
niður við nakkanum, sum
kappingin leið, tí kreftirnar
gingu undan. Gongdin og
úrslitini ímóti Svøríki og
Danmark vísir, at tann tíðin
er farin, heldur Bill Jacob-
sen, sum er venjari hjá
U–17 landsliðnum.
Størsta trýstið ímóti
Svøríki
Setningurin hjá svenska
liðnum ímóti Føroyum var,
at teir skuldu vinna í minsta
lagið 5–0. So høvdu teir
rokkið finaluna. Og før-
oyska liðið var ímóti Svø-
ríki undir so stórum trýsti,
sum teir ongantíð vóru í
hinum dystunum.
– Teir komu á odda longu
í 3. minutti, tá Jimmy Hell-
ström úr IFK Norköping
eftir uppspæl úr vinstru
stóp púra leysur í málteig-
inum, men hóast teir trýstu
okkum nógv og støðugt, so
megnaðu okkara at halda
teimum frá so nógvum upp-
løgdum
møguleikum.
Tíggju minuttir eftir stegð-
in øktu teir, tá vit mistu á
miðvøllinum.
Måns
Sørensson úr Landskrona
Boys fekk stikkbólt, og
okkara málverji kom í mill-
umstøðu. Tólv minuttir
seinni øktu teir til 3–0.
Aftur var tað Måns Sørens-
son, sum hesa ferð stútaði
eftir innlegg úr høgru.
Bill Jacobsen heldur, at
svenska liðið var ov álops-
sinnað, tá teir royndu at
vinna stórt.
– Í staðin fyri at lokka
okkara fram, so vóru teir
faktiskt í 2–3–5 uppstilling,
og tað bar ikki fleiri møgu-
leikar við sær.
Føroyska liðið var um
reppið at fáa mál í 12.
minutti, tá Steffan Kallsø
fekk stikkbólt fram ímillum
og rann einsamallur ímóti
svenska málinum.
– Hann hevði runnið
einar fimtan metrar, áðrenn
flaggið kom upp. Vit vóru
ikki samdir í rangstøðu-
dóminum.
Í yvirtíðini eydnaðist so
at fáa mál. Mikkjal Hentze
legði stikkbólt fram til Páll
M. Joensen, sum rann frá
verjuni og úr 16 metrum
sendi flatt framvið málverj-
anum.
Ove Magnussen úr B68,
sum kom á vøllin seint í 1.
hálvleiki fyri skadda Boga
Hermansen, varð kosin
besti føroyski spælarin:
– Hann vísti sera góðan
stríðsvilja og lyfti liðnum,
heldur venjarin.
Á sama støði sum
danir
Ímóti Danmark gekk tað
sambært
Bill
Jacobsen
javnt á.
– Teir høvdu bóltin
kanska 55 prosent av tíðini,
og vit vóru ongantíð niður-
spældir. Úrslitið var 1–1, og
tað var týðuligt, at danir
vóru vónbrotnir. Eg haldi
ikki, at eg nakrantíð havi
sæð eitt lið gjørt so skjótt
av í umklæðingini eftir
dystin, sum danska liðið
gjørdi leygarmorgunin.
Danmark kom á odda í 7.
minutti.
– Frederik Lassen úr
Farum gjørdist púra leysur,
tá hann fekk eina langa
sending
fram
ímillum.
Kanska var okkara verja ov
frammarlaga í hesum førin-
um, og Gunnar í málinum
var prísgivin, men tíbetur
svaraðu okkara væl aftur.
Ofta hava føroyingar
fingið mál ímóti sær í
síðstu
løtunum
áðrenn
hálvleik og í dystarenda.
Men hesa ferð javnaðu
Føroyar til 1–1 bara ein
minutt undan hvíldini.
– Miðverjin Poul N.
Poulsen steðgaði donskum
álopi, so dró hann og
sneiddi framvið tveimum,
áðrenn hann spældi eitt
tvey við Páll M. Joensen og
kom einar tíggju metrar
fram um miðjuna. Kanska
hevði hann ikki so nógvar
møguleikar at spæla tá, og
so valdi hann at smekka til.
Talan var um dreymaskot,
og bólturin smoygdi sær
dygst inn undir samankom-
ingina.
Í 2. hálvleiki høvdu bæði
liðini møguleikar, men tað
var ikki at fara skeivur av,
at føroyska liðið kendi tað
sum sigur, tá dómarin
bríkslaði fyri síðstu ferð, og
støðan framvegis var 1–1.
Í brotssparkskappingini,
sum avgjørdi 7. plássið,
endaði Danmark omaná.
Tað iðraðu føroyingarnir
seg um:
– Eg segði við teir, at
uttan mun til, hvussu tað
fór at ganga í kappingini úr
ellivu metrum, so kundu vit
vera ernir av avrikinum.
Men aftaná iðraðu vit okk-
um, tí málverjin hjá okkum
Gunnar Nielsen bjargaði
tveimum skotum, og vit
høvdu í tveimum førum
møguleika at avgera brots-
sparkskappingina okkum
til fyrimunar.
Dagsins maður á før-
oyska liðnum í síðsta dyst-
inum var Poul N. Poulsen.
Ísland í finaluni
Føroyingarnir í Luleå vóru
millum áskoðararnar, tá
finalan ímillum Ongland
og Ísland varð spæld.
Ongland vann 1–0. Teir
høvdu mest sum alt spælið,
men tað gekk long tíð,
áðren teir fingu málið.
Eftir vanliga leiktíð stóð
á jøvnum, og so var neyð-
ugt við longdari leiktíð og
golden goal. Í síðstu løtu í
fyrra
umfarinum
vóru
íslendingar so óhepnir, at
teir gjørdu sjálvmál.
– Íslendingarnir vóru
sera raskir, men teir spældu
ógvuliga verjukent. Fakt-
iskt vóru teir í 1–4–4–1
ella kanska 5–4–1 uppstill-
ing. Maðurin frammi á
vøllinum var óførur, og
uppskriftin var langar send-
ingar til hansara.
Føroyingar megnaðu javnleik ímóti Danmark
Føroyar–Svøríki 1–3 (0–1)
Fríggjadagin 2. august 2002 kl. 18.00 á
Björknäs vallen í Båden í Svøríki
0–1: Jimmy Hellström 3.
0–2: Måns Sørensson 50.
0–3: Måns Sørensson 62.
1–3: Poul N. Poulsen 80.
Føroyar:
Gunnar Nielsen, HB – Fritleif í
Lambanum, ÍF, Jústinus Hansen, NSÍ, Poul N.
Poulsen, VB, Jónas Þór Næs, HB – Bogi
Hermansen, B36 (Ove Magnussen, B68, 39.),
Jóhan Petur Poulsen, B68, Emil N. Leifsson, HB,
Jóhan Eivind R. Mouritsen, HB (Teitur R.
Joensen, Skála 64.) – Páll M. Joensen, HB (Símun
Louis Jacobsen, GÍ, 80.), Steffan Kallsø, KÍ.
Føroyar–Danmark 1–1 (1–1)
Leygardagin 3. august 2002 kl. 11.00 á
Gammelstads Idrætspark í Luleå í
Svøríki
0–1: Jimmy Lassen 7.
1–1: Poul N. Poulsen 39.
Føroyar:
Gunnar Nielsen, HB – Fritleif í
Lambanum, ÍF, Jústinus Hansen, NSÍ, Poul N.
Poulsen, VB, Jónas Þór Næs, HB – Ove
Magnussen, B68, Jóhan Petur Poulsen, B68, Emil
N. Leifsson, HB, Jóhan Eivind R. Mouritsen, HB
(Mikkjal Hentze, B71, 56.) – Páll M. Joensen, HB,
Steffan Kallsø, KÍ.
Aðrir spælarar í ferðalagnum vóru Heini
Christiansen, Skála, Kristian Mouritsen, HB,
Urbanus Olsen, KÍ, Teitur R. Joensen, Skála,
Símun Louis Jacobsen, GÍ, Bogi Hermansen, B36
Føroyska U17-landsliðið undan dystinum ímóti Onglandi
21
GÍ vann í Havn
GÍ vann sunnudagin
fyrsta landskapping-
ardystin í ár
1.DEILD KVINNUR
Páll Holm Johannesen
Heldur óvæntað fóru gøtu-
kvinnur avstað við øllum
trimum stigunum í Gunda-
dali sunnudagin. Dysturin
endaði 3-2 til GÍ, eftir at GÍ
hevði verið á odda 2-0 í
hálvleikinum. GÍ hevur
ikki staði seg so væl í
landskappingini higartil, og
tí væntaði fáur, at tær fóru
at gera teir stóru skreytir-
nar í Gundadali sunnudag-
in.
HB manglaði fleiri leik-
arar til dystin sunnudagin,
og høvdu bert tann spælar-
an á beinkinum. Fyri nevna
nakar, kunnu, Gunn Muller,
Eydna Skaale og Eyðvør
Thomsen, sum allar hava
verið høvðustuðlar á HB-
liðnum í ár.
GÍ betri í fyrra
hálvleiki
GÍ hevði leikliga yvirvág í
fyrra hálvleiki, og høvdu
fleiri naskar royndir á HB-
málið. Serliga var GÍ-fram-
herjin Heidi Heinesen, ein
støðug hóttan hjá HB-verj-
uni. Tað var eisini sama
Heidi, ið miðskeiðis í fyrra
hálvleiki varð feld inni í
HB-brotsteiginum,
og
dómarin var eirindaleysur,
og dømdi brotsspark.
GÍ-málverjin,
Anna
Kristina Joensen varð sett
at skjóta, og hon setti bóltin
trygt í netið. Løtu seinni
var Heidi Heinesen aftur
uppá spæl, eftir horna-
spark, var hon fyrst á bólti-
num, og kundi økja um GÍ-
leiðsluna.
2-0 til GÍ varð eisini
hálvleiksstøðan.
HB uppá javnt
Havnarkvinnur løgdu nógv
bragdligari fyri í seinna
hálvleiki. Nakrar umroker-
ingar á liðnum høvdu við
sær, at betri lá fyri hjá
heimaliðnum í seinna hálv-
leiki.
Eyðvør úr Dímun leikti
sín fyrsta dyst, síðan álvar-
sama skaðan á ólavsøku í
fjør, og ikki var rúm tíð far-
in av seinna hálvleiki, so
var vandamikli miðvallarin
á plettinum. Annika Godt-
fred leggur eitt gottt horna-
spark innfyri málið, og
Eyðvør fær minka um mun-
in við skallara til 1-2
HB trýsti eftir útjavnandi
málinum, og miðskeiðis í
seinna hálvleiki kom tað
so. Unga Malan á Dunga
var fyrst á bóltinum, eftir at
GÍ-málverjin
ikki
fekk
hildið einum innleggið, og
so stóð á jøvnum.
Heidi snýtti HB
Samanumtikið vóru HB-
kvinnurnar betrií seinna
hálvleiki, men tað skuldi
enn einaferð verða Heidi
Heinesen, ið skuldi geva
HB-verjuni stórar trupul-
leikar. Stutt fyri leiklok
vinna gøtukvinnur bóltin á
miðjuni, og Heidi Heinesen
strýkur ígjøgnum HB-verj-
una, og leggur bóltin fram-
við Randi Wardum í máli-
num, og staðfesti harvið
fyrsta GÍ-sigur í landskapp-
ingini í ár
Samanumtikið átti liðini
hvør sín hálvleik, men úr
Havn verður sagt, um nakar
hevði uppiborið sigurin, so
vóru tað helst gøtukvinnar,
tí tær vóru raskari henda
dagin. Havast skal eisini í
huga, at HB vóru illa
mannaðar henda dagin, og
tað kann eisini hava havt
sína ávirkan á úrslitið av
dystinum.
Dysturin í tølum:
HB-GÍ 2-3 (0-2)
0-1 Anna Kristina Joensen
br
0-2 Heidi Heinesen
1-2 Eyðvør úr Dímun
2-2 Malan á Dunga
2-3 Heidi Heinesen
Eyðvør úr Dímun leikti sín
fyrsta dyst í yvir eitt ár- og
skeyt mál, men tað rakk ikki
til sigur hjá HB-kvinnunum
ímóti GÍ sunnudagin.
Mynd: Savnsmynd
Skála leyp hvøkk á B68
B68-venjarin væntar,
at Skála fer at arga
fleiri lið í landskapp-
ingini
1. DEILD KVINNUR
Páll Holm Johannesen
Undan dystinum á Svanga-
skarði millum Eysturoyar-
liðini, B68 og Skála, mundi
fáur vænta, at Skála-kvinn-
urnar kundi gera nakað við
heimaliðið, men so skuldi
ikki vera.
Skálakvinnur vóru bæði
á odda 1-0 og 3-2, og vóru
tær óhepnar at fara av aftur
Toftum við ongum stigi.
Onkur hevði á máli, at
um kvinnurnar av Skála
høvdu havt størri royndir
við 1.deildarfótbólti, so
høvdu tær hildið fast um 3-
2 leiðsluna.
Oddva gjørdi munin
Av Toftum verður sagt, at
leikferðin var høg, og talan
var um ein góðan kvinnu-
dyst. Heimaliðið hevði valt
at byrja dystin uttan Oddvu
Kristiansdóttir, tí hon hevði
lítlan skaða at dragast.
Oddvá kom ikki á vøllin,
fyrr enn farið var undir
seinna hálvleik, og tá fekk
dysturin eina aðra gongd.
Spælið hjá heimaliðnum
hekk als ikki saman í fyrra
hálvleiki, og tær høvdu tor-
ført at fylgja við ungu og
fótfimu Skála-kvinnunum.
Skála hevði yvirtakið í
fyrra hálvleiki, har tær
spældu seg fram til fleiri
málmøguleikar. Heili fimm
mál komu í fyrra hálvleiki-
B68 fekk tvey og Skála trý.
Málini í fyrra hálvleiki
fyri B68, skutu Hansy Dav-
idsen og Majbritt Olsen.
Málini hjá Skála skutu Jóna
Petra Thomsen, Poula D.
Olsen og Elin Jacobsen.
Í seinna hálvleiki lá betri
fyri hjá toftakvinnum. Eftir
at, Oddvá Kristiansdóttir
varð sett á vøllin, og fekk
heimaliði meira glið á
spælið.
B68-kvinnurnar
spældu seg fram til fleiri
møguleikar, og vóru eisini
óhepnar við fleiri royndum
á Skála-málið. Tvær reisur í
seinna hálvleiki bjargaði
tvørstongin Skála.
B68-trýstið gav eisini
úrslit, tí í seinna hálvleiki
fingu tær tvey mál aftrat,
sum varð nóg mikið at
tryggja teimum sigurin.
Málið til 4-3 kom ikki fyrr
enn tveir minuttir fyri leik-
lok, so uppflytarnir av
Skála vóru óhepnar ikki at
fáa nakað stig við sær. Mál-
ini hjá B68 í seinna hálv-
leiki fingu Anna Malena
Højgaard og Hansy David-
sen.
Vóna at fáa
heiðursmerki
Av Toftum eru tey fegin um
sigurin, men leggja dent á,
at Skála avgjørt er eitt lið,
ið ikki skal undirmetast.
B68-venjarin,
Hermann
Jacobsen, var bilsin av av-
rikinum hjá útiliðnum, og
hann er ikki í iva um, at
Skála fer at arga fleiri lið í
landskappingini í heyst.
Spurdur um hvat hann
væntar av B68-liðnum í ár,
svaraði Hermann, at hann
vónaði at fáa heiðursmerk-
ið, men enn var ov tíðliga at
spáa um nakað.
Dysturin í tølum:
B68-Skála 4-3 (2-3)
0-1 Jóna Petra Thomsen
1-1 Hansy Davidsen
2-1 Majbritt Olsen
2-2 Poula D. Olsen
2-3 Elin Jacobsen
3-3 Anna Malena Højgaard
4-3 Hansy Davidsen
nr
felag
d
v j t
málúrtøka
stig
1
KÍ
1
1 0 0
4-1
6
2
B68
1
1 0 0
4-3
4
3
GÍ
1
1 0 0
3-2
4
4
B36
1
0 0 1
1-4
2
5
HB
1
0 0 1
2-3
1
6
Skála
1
0 0 1
3-4
0
Málskjúttar í endaspælinum:
Rannvá Andreasen
KÍ
3
Hansy Davidsen
B68
2
Heidi Heinesen
GÍ
2
Eyðvør úr Dímun
HB
1
Malena Josephsen
KÍ
1
Anja Weihe
B36
1
Anna Kristina Joensen
GÍ
1
Malan á Dunga
HB
1
Jóna Petra Thomsen
Skála
1
Poula D. Olsen
Skála
1
Elin Jacobsen
Skála
1
Majbritt Olsen
B68
1
Anna Malena Højgaard
B68
1
Nr. 148 • mikudagur • 7. august 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
C
M
Y
K
20