Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. august 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 148 - 7. august 2002 Rosenborg líkist sær sjálvum Molde styrkti sunnu- dagin um sína støðu í oddinum, har teir iva- leyst mugu finna seg í at kappast um næst- fremsta plássið NOREG Jóannes Hansen Sum tað líður alt meiri út á summarið, so er norskur fótbóltur farin at líkjast sær sjálvum alt meiri. Rosen- borg hevur verið meistari nógvu tey seinastu árini. Í ár hava teir haltað leingi, og tað hevur havt við sær, at teir hava ligið miðskeiðis á støðutalvuni. Tað hevur verið ein støða, sum tey í Noregi hava verið alt annað enn von við í meiri enn tíggju ár. Men nú er vend komin í hjá teimum í Tróndheimi. Sunnudagin hevði Ros- enborg vitjan av Lillestrøm. Undan kappingarbyrjan varð roknað við, at Lille- strøm – saman við Molde – skuldi geva Rosenborg størstu kappingina um meistaraskapin. Soleiðis hevur tað als ikki gingið higartil. Rosenborg hevur ligið undir toppinum, og Lillestrøm hevur verið og er framvegis í niðurflyting- arvanda. Sunnudagin møttu 17.634 upp til stórdystin í Tróndheimi. Tey fingu ein kvøkk, tá gestirnir í 21. minutti løgdu seg á odda, og tey bitu leingi negl. Men í 62. minutti javnaði heima- liðið, og teir skoraðu aftur í 70. og 86. minutti og vunnu harvið sannførandi 3–1. Harvið er Rosenborg komið upp á næstovasta plássið. Teir eru tvey stig aftanfyri Lyn, og tað tykist bara at vera ein spurningur, nær teir fara at taka odda- sessin. Næstsíðsta viku- skifti var Lyn tíggju stig frammanfyri Rosenborg. Men í trimum dystum hava teir í Tróndheimi fingið fult, meðan tað ikki hevur gingið so væl hjá Lyn. Sunnudagin var oddalið- ið í Molde. Heimaliðið hevði sjálvandi undirtøku millum teir flestu av teim- um 4.902 áskoðarunum, og tey stórfegnaðust. Molde vann 2–0, men tað tók sína tíð, áðrenn teir fingu bil- bukt við oddaliðið. Hol kom ikki á fyrrenn í 77. minutti, og 2–0 sigurin varð staðfestur tíggju minuttir seinni. Jákup Mikkelsen var allar 90 minuttirnar á beinkinum hjá Molde. Gamli liðfelagin hjá honum frá góðu døgunum í Her- følge, Steven Lustü, var í miðverjuni hjá Lyn. Kærkomni sigurin hevur við sær, at Molde nú er á triðja plássi. Men tað er neyvan sannlíkt, at teir í Molde verða førir fyri at vinna meistaraskapin. Hann tykist Rosenborg at eiga patent uppá. Heldur verður talan um kapping um annað og triðja plássið, sum bera atgongd til Eu- ropa Cup fótbólt við sær. Støðan hjá Molde í tí kappingini styrknaði eisini sunnudagin, tí Odd Gren- land úr Skien tapti á útivølli ímóti botnliðnum. Start úr Kristiansand hevur roynst heilt illa í ár, men sunnu- dagin vunnu teir 2–0 á Odd Grenland. Start er framvegis niðast, og Sogndal er framvegis á hinum niðurflytingar plássinum. Hesa ferð vóru teir á útivølli í Bodø, og heimaliðið vann 2–1. Í telv- ingini um at sleppa undan triði niðasta plássinum, sum ber kvalifikatiónsdyst- ir við sær, eru fleiri kandi- datar. Umframt Lillestrøm er Moss ein av teimum. Sunnudagin hevði Moss vitjan av Viking úr Sta- vanger. Úrslitið var 2–2, og tað var stórt vónbrot fyri gestandi liðið. Bryne vann 2–1 á Stabæk og styrkti harvið um sína støðu. Í gjárkvøldið skuldu Vålerenga og Brann Berg- en spæla. Mansunglingalandsliðið til NM FLOGBÓLTUR Føroyska mansunglinga- landsliðið í flogbólti fer komandi hósdag til Dan- markar at leika við í kapp- ingini um Norðurlendska meistaraheitið. Luttakandi liðini í kapp- ingi vera Noreg, Svøríki, Finnland, Danmark og Før- oyar. Hjálparvenjari á ferðini er Hans Mikkelsen og lið- leiðari verður Jan Hente. Liðið hevur vant nógv saman, men tað verða sterk lið, sum Føroyar skulu leika ímóti, og um mett verður í mun til úrslitini seinastu árini, so hava Før- oya altíð endað aftast í hesi kapping. Kappingin byrjar kom- andi fríggjadag og endar sunnudagin og allir dystir- nir vera leiktir í Odense. Føroysak liðið verður aftur í Føroyum mánadagin 12. august og høvuðsstuðul hjá liðnum er Føroya Spari- kassi. Føroyska mansunglinga- landsliði skal í næstum royna í kapping um norðurlanda- meistaraheitið í Danmark FM í frælsum ítrótti Tíðindaskriv Leygardagin 10. august verður FM í frælsum ítrótti á Svangaskarði. Kappast verður í hesum greinum: 100m, 400m, 800m, 5000m og longdarlopi hjá kvinnum og monnum. Tilmelding fer fram hjá á tlf. 318504 ella 221226 innan kl. 22.00 fríggjakvøldið. Til ber eisini at senda ein meyl við navni, felagi/- heimbygd, føðiári og ynsktum greinum til athletics@athletics.fo Kappast verður bert í teimum greinum, sum onk- ur hevur boðað frá luttøku í innan fríggjakvøldið. Kappingin byrjar leygar- dagin kl. 13.00, men luttak- ararnir verða bidnir um at møta i góðari tíð fyri at fáa startnummarið. Lut- tøkugjald er kr. 30,-. Øll, sum eru 16 ár ella eldri, eru vælkomin at luttaka. Við ítróttarkvøðu Sølvi R. Hansen Venjarin hjá mansunglingunum Jákup av Kák hev- ur úttikið hesar leikarar til kappingina: Navn: Hædd: Felag: Uni Johannesen 184 SÍ Ian Dam 185 Fleyr Rúni Dam 175 Fleyr Eirikur Thomassen 178 Fram Leif á Stongunum 182 Mjølnir Heiðrikur Bergsson 194 Fram Høgni Viderø 186 Fram Dánjal J. V. Nielsen 188 ÍF Henry Petersen 181 ÍF C M Y K 22 Nr. 148 - 7. august 2002 23 Sportbilur til sølu Opel Astra Coupé 2,2i – 147 HK. 8 mðr. gamal, koyrt 12.000 km. Hevur AC, autopilot, cd-spælara o.m.a. 2 sett av sportfelgum fylgja við – einar 17” v/ summardekkum og einar 16”v/ vetrardekkum. Verður seldur um nóg høgt boð fæst. Møguligt er við bili í býti. Tlf. 225309 ÚTSØLAN byrjar hósdagin 8. august Ítróttur á Glyvrum tlf. 447399 Nógv góð tilboð uppá klæðir og skógvar mikudagin 7. august er stongt Avloysarar til posthúsið í Klaksvík Søkt verður eftir 2 avloysarum til posthúsið í Klaksvík at byrja sum skjótast. Arbeiðstíðin kann liggja millum 05.00 og 20.00. Arbeitt verður mánadagar til fríggjadagar. Arbeiðið umfatar postútbering og postflutning. Førleikakrøv: Stóra koyrikortið. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sátt- mála millum Føroya Landsstýri og Føroya Post- felag. Umsóknir við tilhoyrandi skjølum verða at senda skjótast til ber til: Postverk Føroya Posthúsleiðarin, Posthúsið 700 Klaksvík Nærri fæst at vita frá posthúsleiðaranum má.-fr.á telefon 455008. Tórshavnar Ítróttarráð Úrslit av drátti 5. august 2002. 1. Byrjanartal: 2115678802 2. Byrjanartal: 1902800072 Hesir seðlar hava vunnið: Vinningur nr. 1: 23627 Vinningur nr. 2: 1637 Vinningur nr. 3: 5481 Vinningur nr. 4 4182 Vinningur nr. 5 9802 Vinningur nr. 6: 10550 Vinningur nr. 7: 24406 Vinningur nr. 8: 20386 Vinningur nr. 9: 23287 Vinningur nr. 10: 24649 Ringið tlf. 227717 ella 210298 23