leygardagur 23. august 1980síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Limafundur
Norðoya javnaðarfelag boðar til fund á
Klaksvíkar Sjómansheimi månakvøldid
25. august kl. 20.00.
1. Uppstillan til býráðsval
2. Ymiskt
NEVNDIN
Chaldur Frozen Fish Co. Ltd.,
Grimsby, England
— sum er dótturfelag hjá Føroya Fiskasølu
— sum framleidir ymsar lidnar fiskavørur til sølu å enska
marknadinum gjøgnum bædi småsølu, heilsølu, mat-
stovur, stårkøkar 0.s.fr.
— sum seinasta år hevdi eina samlada sølu uppå umleid 120
mill. kr.
— sum keypir 40—50% av ti, teir selja, úr Føroyum og restina
úr ymiskum gðrum londum, mest norðanlondum
— sum er í støðugum vøkstri, og sum hevur 2 verksmiðjur i
Grimsby
— sum hevur nýggja og nýmótans verksmiðju undir bygging
eisini í Grimsby
sóknast eftir ungum
manni ella kvinnu
— sum hevur nakað av teoretiskum og praktiskum royndum
innan skrivstovuarbeiði (fiskivinnuútbúgving, HA, HD,
Niels Brock o.líkn.)
Í
— sum hevur hug til at arbeiða í einum dynamiskum inter-
nationalum umhvørvi
— sum hevur hug at búgva uttanlands
— sum hevur hollan kunnleika í enskum
til at stjórna fyri planleggingardeildini, sum hevur ábyrgd
av planum fyri innkeypi, søluplanum, framleidsluplanum,
goymslustyring o.s.fr.
Starvið verður plaserað undir roknskapardeildini.
Skrivlig umsókn verður at senda til:
Birgir Danielsen
Føroya Fiskasøla
3800 Torshavn
Útbúgvingargrunnur
Føroya Fiskasølu
Ur hesum grunni kann veitast styrkur
til útbúgving av fólki innan fiskivinnu
bæði á sjóvi og landi og innan umsiting.
Umsóknarbløð fåast við at venda sær
til Føroya Fiskasølu, box 68, 3800 Tórs-
havn.
Umsókn við frågreiding um royndir og
úrslit higartil og útbúgvingarætlan vera
at senda áðrenn 1. oktober 1980 til:
L/F FØROYA FISKASØLU
ÁVARING
OG LEIÐBEINING
Til teirra, ið fara at sláa náta
Nátasjúkan er enn víða hvar í Føroyum. Seinastú 10 árini hava verið tilsamans
20 skrásettir tilburðir av smittaðum fólki. Nátasjúkan er ein hættislig sjúka, og
tí er best at vera fyrivarin og royna at verja seg fyri smittu so frægt tað ber til
Eins og árini frammanundan verða fólki løgd hesi ráð
1)
2)
4!
5)
6)
7
Teir, ið slåa náta, eiga at vera i oljuklædum og at tvåa tey og øll klædna-
pløgg, teir hava verið i, væl, tå ið veiðan er av
Ungar, ið eru rak og ussaligir, eiga ikki at verða tiknir. Eingin kann kortini
líta á, at fuglar, sum tykjast vera heilt friskir, ikki smitta
Umráðandi er at tváa hendurnar væl undir veiðuni og aftaná, áðrenn farið
verður at fáa sær, festa sær í 0.s.fr. Best er at skola hendurnar í kloramin
vatni, ið fæst við at loysa upp 5 kloramintablettir ella eina súpuskeið av
kloraminpulvuri fyri hvønn litur av vatni (tablettir c- pulvur fæst á apotek
inum).
Tað hendir ikki so sjáldan, at gløs við tablettum reka á land í mølini, og
børn verða funnin við tatlettum í munninum. Kloramin er eitureyni, men
vanliga ger tað ikki skaða. Tó hava børn verið í livsvanda, sum bert hava
etið eina tablett. — Menn verða tí inniliga bidnir um ikki at blaka fyri borð
gløs við loki á eila proppi í. Vilja tit forkoma tí, sum eftir er i glasinum, so
ansið eftir, at glasið sekkur.
Í 1930-árunum vóru 7 ferðir so nógv konufólk sum mannfólk, ið fingu
sjúkuna, og av teimum, sum vóru við barn, doyðu 80%. Ti verður mælt
frá, at konufólk — og tá serliga tey, sum eru við barn — fáast við nátung-
ar, fyrr enn teir eru saltadir. Arbeiðið við fuglunum eigur at fara fram í
neystum ella ødrum húsum burturi frå sethúsum.
Alt, ið vit enn vita um smittuna, bendir á, at ungarnir eiga altíð at verða
skoldaðir og ikki royttir.
Fjaðrar o.t. eigur helst at verða grivið niður ella brent. Nógvar klagur hava
verið seinastu árini, tí menn lata fjaðrarnar liggja og rekast við lendingar-
nar.
Heldur nakar seg hava fingið sjúkuna, ið vanliga byrjar 4-14 dagar eftir
smittuna, verða tey biðin um beinanvegin at venda sær til lækna. Ti góð
hjálp er í flestu førum í onkrum tetracyklinevni. Men hesir heilivågir kunnu
svíkja, so vit eiga ikki bara at líta á teir, men eisini royna sum frægast at
yerja okkum fyri smittu.
14. august 1980
l islækni