Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-09-03, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. september 1980síða 1

allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

javnaður — brødralag Nr. 68 — Mikudagur 3. september 1980 Útbyggingin av Klaksvíkar sjúkrahúsi: Fíggjarnevndin fund í morgin Í morgin tann 3. september skal danska figgjarnevndin enn eina- ferð viðgera føroysku um- sóknina um at fáa stuðul til bygging av einum røktarheimi í Klaksvii og utbygging av Klaksvikar sjúkrahúsi. Tað hevur drigið nakað út við endaligu avgerðini í hesum máli. Fyrst skuldi figgjarnevndin hava fund einaferð i vár. Málið kom ikki fyri á tí fundinum men var so viðgjert á fun- dinum tann 19. aguust. Tá segði fíggjarnevndin seg terva ymsar upplýsingar og ynskti tí, at málið kom fyri aftur á fundi nú 3. september. Innan ta tid ynskti nevndin at fáa svar uppá nakrar spurningar. Spurt hevur m.a. verið, um nakað líknandi tiltak — har rektarheim og sjúkrahús vera bygd saman — kann koma fyri aftur seinni. Hesum hevur landsstýrið svarað, at tað ger tað ikki. Spurt varð eisini um rektarheimið er skilt sundur frá sjúkrahúsinum. Lands- stýrið hevur svarað, at rektarheimið er sundurskilt frá sjúkrahús- inum. Ein millumbygningur við felags keki o.ø. er tað einasta, sum knýtir bygningarnar saman. Fíggjarnevndin hevur eisini ynskt at fáa svar uppá, um 2. og 3. byggi- stig fara at koma undir ætlaðu blokkstudnings- skipanina. Hetta kemur fyribils at standa ósvarað, ti arbeitt verður við hesum spurningi. At enda hevur nevndin fingið sendandi álit frá Rådleggingarnevn- dini. Vilhelm Johannesen, landsstýrismaður metir, at figgjarnevndin hesaferå fer at taka av- gerð í málinum og jåtta tær 8 mill. kr. til millum- bygningin. Nú kann Læknafelagið ikki sýta Landsstýrið samtykti seinasta hósdag at søkja eftir medisinskum yvirlækna til Klaksvíkar sjúkrahús. Landsstýrið hevur fingið eina áheitan frá Stýrinum hús um at lýsa eftir einum med. yvirlækna. Málið er farið til sjúkrahússtjóran og fer so víðari til Ugeskrift for Læger fyri Klaksvíkar sjúkra- Læknafelagið fær helst umsóknina til ummælis frá Ugeskrift for Læger, áðrenn hon verður trykt. Tá sekt varð eftir medisinskum yvirlækna til Klaksvíkar sjúkrahús seinast sýtti læknafelagið í Føroyum fyri, at umsóknin kom í Ugeskrift for Læger Vilhelm Johannesen, landsstýrismaður metir ikki, at læknafelagið aftur hesa- ferð kann blokera starvið. Seinast hetta varð gjert, varð grundgevingin tann, at Rådleggingarnevndin tå sat og gjørdi eitt álit. Nú er henda nevndin so liðug vid álitið. Meðan býráðið var í summarferiu keypti landsstýrið húsini Stovnsetanin av einum frítíðarheimi í vesturbýnum í Havn var komin undir land. Ætlanin var at keypa eini sethús til endamálið. Fyrireikingar vóru gjørdar, men so fór býráðið í summarferiu. Tá málið so skuldi viðgerast aftur eftir summarfrítíðina fekk býráðið at vita, at húsini vóru seld øðrum. Tað er landsstýrið, sum vegna Skúlan á Trødni hevur keypt húsini. Og landsstýrið hevur her fylgt einari áheitan frá — Tórs- havnar byråd! Landsstýrið visti heldur onki um ætlan býráðsins at keypa húsini. Nú leitar býráðið eftir einum øðrum húsum. Fyristoðukvinna á Barnaktlinikk vitjar i Foroyum Vit kunnu forða brekum hjá børnum … - koma vit teimum til hjálpar nóg tidliga — Vera vit varug við eitt brekað ella tarnað barn, meðan tað er heilt pinkulítið, kunnu vit forða fyri, at hetta brekið seinni fer at geva barninum trupulleikar. Soleiðis sigur fyristødukvinnan á Barnaklinikkini í Keyp- mannahavn, Lea Marckmann i samrødu við Sosialin. Lea Marckmann vitjar i hesum døgum i Føroyum, har hon heldur fyrilestrar uti um oyggjarnar fyri lærarum, læknum, sjukra- systrum, heilsusystrum, barnagarðsstarvsfólki, foreldrum o.g. áhugaðum Tað er Landsskúlafyrisitingin, sum hevur boðið henni til Føroya at greiða frá arbeiði sínum á »Børneklinikken«. Hon hevur verið á skúlunum á Giljanesi, Tvøroyri og Vági. Í dag gongur leiðin til Gøtu og Klaksvíkar og hósdagin hevur hon seinasta fyrilesturin í Læraraskulahøllini i Havn frá kl. 14 til 16 Lesið samrøduna á s.4 Íslendskur garvari i Føroyum Lesið á síðu 3