mikudagur 3. september 1980síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
Tað er
skjótt at rokna út (við einum lumma-
roknara frá Nýggja Bókhandli) at aft-
urvið einum góðum kaffimunni (frá
Petur Nolsøe, heilsølu) kemur ein
munnbiti av góðgæti (frá Horninum)
væl við, meðan tú hugnar tær við ein-
ari góðari bók (frá Nýggja Bókhandli)
rybjililugt
Undirritaði teknar seg sum
haldara av Sosialinum og fær
hann ókeypis restina av árs-
fjórðinginum.
Navn:
Bústaður:
Kannað posthúsinum
2 «1,
BIS TST 133 AE SRERÆNT TNS
Postbox 76
3800 Torshavn
Høvuds-
vinningar:
I. Kalkhoff
súkkla v/ 5 gear-
um frá Fa. John
W. Thomsen
2. Mixari
frá Elektrolux
3. Radio
við bandspælara
frá LM-handlinum
Bingo-
vinningarnir:
1. Lummaroknarar frá
Nýggja Bókhandli
2.8 mm spælifilmar
frá Fotobúðini
3. Blað- og skuffu-
kasettir frá
Nýggja Bókhandli
4. Góðgæti frá
Horninum (SMS)
5. Bókapakkar frá
Nýggja Bókhandli
6. Kaffi frá
Petur Nolsøe (1 kg.)
SOSTALURIN
rindar
postgjaldið'
SOSIALURIN
Í
brúkarateigurin
Gevið brúkaranum
keypifrið
Tú lesur at kalla ikki
eina ávís longur, uttan
at hon er á tremur av
tilboðslýsingum: kjet-
tilboð, banantilboð,
teppitilboð, kaffitilboð,
vikutilboð, upplatin-
gartilboð o.s.fr. Tað er
vorðið so í dag, at til-
boðini avgera, hvat
verður etið í mongum
heimum, t.v.s. at
brúksmynstrið verður
stýrt av tilboðum
Nú um dagarnar kom
SMS blaðið í hvert hús
Sera forvitnisligt var
at lesa leiðaran, har
m.a. verður sagt, at teir
eru til reiðar at jarða
vikuligu tilboðini.
Brúkarafelagið hevði
mett hetta at verið eitt
gott tiltak, men eitt er
orð, eitt annað
handling, og vit ivast í
um hetta eru annað enn
tóm orð, tí tað letur til,
at tilboðslýsingar eru
mest effektiva
reklaman, ið torfert
verður at sleppa av við
Hví eru tilboðini
komin, og hverjum
gagna tey mest, brúk-
arinum ella seljara-
num? Var tað eitt krav
frá brúkaranum ella
enn eitt selufremjandi
tiltak? Brúkarin er so
lættur at ávirka .Sígg-
ja vit góð tilboð, keypa
vit, tí vit halda tað vera
bíligt, men fáa vit altíð
at vita tann vanliga
prísin? Nei minni enn
so. Spurningurin er ei-
sini, um vit í heila tikið
hevdu keypt veruna,
um hon ikki var uppá
tilboð, vit høvdu kan-
ska als ikki brúk fyri
henni.
Tað er ikki altid tann
besta veran, vit fáa up-
pá tilboð, tað kunnu
t.d. verða matverur, ið
eru heldur vánaligar til
góðsku (virði) í mun til
tær, ið ikki eru uppá
tilboð (legg til merkis,
at her er ikki talan um
spilta veru), ella tað
kunnu vera verur, ið
skulu seljast í ein
skund, skulu tær ikki
verða ov gamlar.
Tilboðini dýrka hinar
ver urnar, tí tað, kram-
búðin missir í vinningi
uppá tilboðini, má hon
fáa inn aftur onkurs-
vegna, t.d. við at hæk-
ka prísin á eðrum ve-
rum. Vóru eingi tilboð,
kundu prísirnir uttan
iva verið lægri á øllum
verum, og hvat munnu
ikki tilboðslýsingarnar
kosta?
Tað sær út til, at
krambúðirnar, mest
tær stóru, í dag heldur
kappast í tilboðum enn
í prísum yvirhevur.
Kann vera, at onkur
kann spara sær nekur
oyru við at ganga úr
eini krambúð í aðra at
keypa tilboðsverur,
men fjøldin ger tað
ikki, tey mugu haraf-
turímóti gjalda tann
hægra prísin, ið ásettur
verður fyri at dekka til-
boðshallið. Hetta er
bæði órættvíst og ómo-
ralskt, tí tað er ímillum
hesi teir brúkarar eru,
ið mest hava fyri neyði-
ni at spara sær nekur
oyru.
Nevndin í Brúkarafe-
lagnum mælir til, at øll
tilbodssøla heldur up-
pat allastaðni, men
fyrst og fremst innan
matvørusølu. Kappist i
prisi og dygd, men ikki
í tilboðum. Gevið brúk-
aranum keypifrið.
Tað hevði verið áhuga-
vert at hoyrt hvat van-
ligi brúkarin heldur um
okkara steðu til til-
boðsselu. Tað hevði ve-
rið gott at fingið eitt
sakligt kjak um hetta
evni. Tygum eru væl-
komin at skriva til
okkara og siga tygara
hugsan, ella ringja.
Endamál Brúkarafel-
agsins er at verja
áhugamál brúkarans,
og er adressan:
Brúkarafelagið
v/ Sigrid Dalsgaard
Hoydalar tlf. 15478
eftir kl. 19.
dagbókin
Norea Radio
Danmark
Millumbylgja 205 m (1466
kHz) kl. 21,15—21,30
Í dag: »Hvad er et mer
neske?« Carsten
Engell-Kofoed, Nexø,
talar. Harriet og Jørgen
Hørning og Annie Munch
syngja.
Norskar sendingar eru
hvønn dag kl. 16,05 á
stuttbylgju 31 m (96
mHz) og kl. 17,05 á stutt-
bylgju 25 m (11,8 mHz).
Livsins
rættur
Lærarar i kristni skipa
fyri skeidi å Sjomansheim-
inum i Runavík 3.—5. ok-
tober, sum kallast: Lívs-
ins rættur — nekur sjón-
armið og avleiðingarnar
av teimum. Norski bisp-
urin, Per Lenning, fer at
halda fyrilestrarnar.
Per Lenning
Per Lønning er føddur í
1928. Tey seinastu 10— 15
árini hevur hann verið
eina mest umrøddi og
frammi í norsku kirkjuni.
Hann er doktari í guðfreði
við ritgerð um Seren
Kierkegaard og doktari í
heimsspeki við ritgerð um
Pascal. Meir enn tjúgu
bøkur hevur hann lagt úr
hondum, meðan hann
samstíðis hevur luttikið
dúgliga í samfelags- og
kirkjudebattini í Noreg.
Eisini hevur hann sitið í
átta ár á Stórtingi.
Frá 1969 til 1975 var
Per Lenning bispur á
Borg. Tá ið ein nýggj
abortlóg, sum legði staðið
undir frian abort, var sam-
tykt av Stórtinginum í
1975, segði Per Lenning
bispaembætið frá sær til
tess at mótmæla lógini.
Við hesi avgerð var hugs-
an hansara at gera vart
við kirkjunnar álvarsemi í
stríðnum fyri rættsvernd
hjá fostrinum.
Per Lenning hevur eis-
ini luttikið dúgliga í mill-
umtjóða kirkjusamstarvi.
Í trý ár var hann sendi-
maður til aðalfundir í
heimsráð kirkjanna og
limur í aðalnevndini í
1975.