Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-09-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. september 1980síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

se SOSIALURIN Ikki eiti á demokrati! Greinin er skrivað um sjónleikin: amerikanska forsetavalið, og viðurskifti hjá amerikanska veljaranum Nú er forsetavalið í USA fyri hondurm og blød og útvarp kappast at siga fólkunum frá gongdini, sum er merkt av óvan- taðum bráskiftingum. Tað kemur fyri, at for- setavalið verður sett í andglettin, og okkurt háðingsorð fellur um av- leiðingarnar, ið fram koma av polittiska stø- ðinum, forsetavalið í dag er bygt á: Til dømis, at amerikanska forsetava- lið ikki er stórvegis an- nað enn eitt stórt SHOV — ein vakurleikakap- ping fyri konservativar millióningar, har tann vinnur, ið best riggar, hevur ta skikkiligastu og mest siðbundnu fa- miljuna við fæstu synda- bukkum og tí reinastu fortíðini at bjóða fram. Vit kenna gjóstin frá tí konservativa rákinum. Fólki okkara tykir hetta bara heilt skemtiligt og í lagi, uttan at gáa eftir hvussu nógv hetta hevur við eitt val at gera — eitt val, hvers úrslit kemur at eyðkenna tey næstu fýra árini, ikki einans fyri tað amerikanska fólkið, men allan heimin. Hugsið tykkum skilið, um neutronbumbudyr- karin Reagan fær sætið í Hvítu húsunum... Hesar atfinningar hava í ein lítlan mun til- látursgjert og ávíst ski- lið, ið ræður vestanfyri. Men hetta er einans ska- lið uttaná súreplinum: hvussu sær tað út innan- fyri? Vanliga fatanin er, og hevur alla tíð verið, at amerikanska forsetava- lið umboðar nærmasta stigið, vit kunnu koma einum demokratiskum og frælsum vali. Men nú eru nfong farin at ivast í, um tað ikki er vorið so frælst, at ein hevur frælsi at forða eðrum í at velja og at verða valdur — so demokratiskt, at summi hava »FRÆLSI« at byrgja adrar flokkar úti vid øllum svikagerð- um, bert svikini kunnu fjalast! Hvi hevur tað ikki enn á sinni eydnast nekrum sosialt sinnaðum ella so- sialistiskum flokki at bjarga sær sæti í ameri- kanska tinginum? Tað mesta sosialistarnir í USA nakrantíð hava fingið eru tey neyðars 6%'ini av atkveðunum i 1912. Hetta úrslit gevur einum ta rangu fatan, at amerikumonnum als ikki nýtast eitt petti av sosi- alistiskum árini. — Tað valdast hvussu sosialis- tiskt, hugsar onkur kanska ivingarsamur og tortrúgvin; men er nakað veldi í heiminum, sum hevur stóran tørv á so- sialistiskum árini, tå er tað tað mergkapitalis- tiska USA: Í fyrsta lagi finst eitt ovurstórt grundarlag fyri javna, tá hagtelini siga okkum, at umleið ein frórðingur (yvir 55 milliónir) av íb- búgvunum liggja niðan- fyri ásetta fátækramar- kið, ið eru slakar 35.000 kr. fyri eitt húski á 4 fólk. Einar 10 mill. fólk beinleiðis | svelta. — Harafturat verður mett, at einar 5 mill. eru ikki skrásettar av ymsum or- sekum — fólk, ið ólóg- liga eru komin inn í lan- dið, og sum vanliga liva í ússaligastu neyð og ve- salademi. Í hinum ríkara endanum telist 1%, sum vinnur meira enn 10% av øllum inntøkunum! »Sosialum veitingum« er nógv av, men henda >sosialhjálp= fer rett og slett til tey ríkastu sum »Studningsveitingar frá statinum til privatar fyritekur<(1200 mia. kr. árliga). Tey fátæku, hverjum tað eydnast at fáa eitt sindur, verða eyknevnd »samfelags- snultarar« (T.d. er fåtæk- rahjålpin i Missisippi, har standurin er eina rin- gast, einans 360 kr. år- liga fyri hvert neyðar- dýrið, og er hetta sjál- vandi ikki nóg mikið at breyðfeða seg við. Harafturat hevur USA onga almenna sjúk- ratrygging sum vit, men eitt hópatal av ovur- dýrum privatum, sum royna allar snildir at nokta limum sínum pe- ning, tá ið á stendur (tí annars fær ánarin ov lit- lan vinning!). Av ti, at tey almennu sjúkrahú- sini ongar semdir fáa frá statinum í peningaligum studningi, eru nógv fleiri í privatum hondum, og hesi eru tiltikin fyri sín eirindaleysa handilsrak- stur. Viðgerðin er so dýr, at vanligi amerikanarin kann koma í skuld fyri lívstíð, ella kann honum verða noktað hjálp, sýnir hann ikki bankabók ella kredittváttan fram. Syn- darliga úrslitið av hesum ruðuleikanum er, at ein t.d. kann renna á økir við smábarnadeyða ájavnur tí í Peru og Sri Lanka... — Ein góð ein: USA er fort fyri at seta fólk upp á mánan, men higartil ikki at vinna á fátækra- deminum innan egnu landamerk síni! Líta vit afturum at tí ómenniskjaliga fátækra- deminum millum peningayvirflóðina í USA, og líta vit at sjúkratryggingini í privatum hondum, koma mong av okkum at elska skattin eins nógv og amerikufólk sigst at hata teirra. Eg kundi valt at díkt lesararnar undir í fleiri hagtelum, men tá hetta kann tykjast troyttandi lesnaður, og at hetta ói- vað er ivaleyst til at sannfera lesararnar um tervin á einum meira sosialum USA, havi eg valt at gevast við ti, hóast hagtelini ikki tróta. (Fer nakar at ill- gruna hagtelini fyri pro- pagandalygn, fer hann skeivur, tá eg havi gjert mær tað strev at dust- sogið hagtelini frá stovnum sum 1) Hagtalsstova USA's, 2) fíggjarfelagsúrvalið hjá Kongressini, og 3) Broo- kingsstovnurin, so tå tað kemur frå teimum sjálvum, kann tað ney- van vera heilt burturvið. Men hví hevur tá eingin sosialt hugaður flokkur fingið feturnar fyri seg í USA? — Ella vit kunnu snara tí á og spyrja: Hvussu ber tað til, at demokratarnir og republikanararnir, hvers áskoðanir einans í lítlan mun víkja frá hverjum eðrum, hava megnað at vart borgina alla hesa 1- dina? / Jú, síggja tit, fíggjar- ligur stuðul frá stórfyri- tøkunum er på á døgum fullkomuligá avgerandi fyri valúrslitið hjá einum flokki í USA, eins og í Vesturtýsklandi og Ja- pan. ' Flokkunum tørva nógvan pening at reka valstriðið. Í fyrstu syftu fyri at keypa atkveður frá fólkinum — einamest frá teimum fátæku, sum gleðiliga selja atkveður sínar fyri ein sovorðnan letuvinning. Í aðru syftu krevst nógvur peningur PS Myndin er flokskonventinum hjá demokratunum. Ein viðhaldskvinna hjá Carter rópar á myndini eldhugað fyri »idoli« sínum. Enn er tað ikki eydnast nøkrum sosialt sinnaðum flokki at fáa umboðan í amerikansku tingunum, hóast tað sanniliga er tørvur á javna! at fíggja tær ovurdýru útvarps— og sjónvarps- reklamurnar og —sendingarnar. Í 1976 nýttu amerikansku for- setavalevnini sostatt yvir 900 mill. kr. i val- stríðnum, og mett verður, at valstríðið í ár fer at kosta teimum ei nar 1100 mill. kr.. Afturfyri peningagå vurnar krevja stórfyrite- kurnar sjálvandi, at flokkurin røkir teirra áhugamál aftaná. TISKIL hevur ein sosia- listaflokkur ongan verðsins meguleika, tí sjálvandi lata stjórarnir ikki pening til flokkar, sum kunnu hótta hugnaliga og oysluta li- við hjá teimum og famil- junum. — Tað er skilligt. Soleiðis ber tað til at varðveita kapitalistiskt einaræði í ALLAR ÆVIR! Sum nú er, umboðar ráðandi stýrið bert rík- mannastættina — ta hví- tu. Hetta avdúkar ein kanning frá 1977 sera greitt: Av teimum 435 kongresslimunum høvdu einans 17 havt eina for- tíð sum arbeiðarar, í fles- tu førum einans eitt stytri skifti! Í Senati- num vóru 30 av teimum 100 limunum dollarmil- lióningar. Her skal eg skoyta í, at hver einasti amerikanskur forseti í nýggjari tíð hevur verið millióningur ella gjerdist tað beinanvegin í val- skeiði sínum. Tá eg eisini sigi, at stýrið yvirumbo- ðar tey hvítu í stóran raun, styði eg meg at líknandi = kanning. ið sýnir, at av teimum 520.000 »folkavaldu« politikarunum i USA eru minni enn 1% littir, hóast tey littu fevna góð 15% av fólkinum. I Se- natinum er bert ein littur limur móti 99 hvítum, og i Umboðsmannahúsi- num finnast 16 litt(=4%). At enda eru í stjórn Carters ein litt, íbúðarmálaráðharrin Patricia Harris. Tað val- dast, hvat ein kann góð- taka. Í teimum smærru býu- num gerst ein sannur veitslurómur millum tey littu, tá teimum eydnast at fáa ein littan inn í sýs- lu— ella býráðið. Frødin hvervur skjótt, tá tey seinni verða varð við, at allar tær týdningarmes- tu avgerðirnar í ráðnum verða tiknar av teimum hvítu á privatum metum, har tann litti ik- ki verður bjóðaður við. Apartheid'ið stendur enn í besta blóma. At enda skal eg heilsa lesarunum frá tí stersta flokkinum í USA: Sofa- veljararnir (tey, ið sita heima valdagin). Við sei- nasta forsetavalið var valluttøkan 54,4%, so fólk skiltu, at her var ok- kurt spinnandi galið. Ein kanning syndi seinni, at amerikanski veljarin var vorðin leiddur av hesum politiska sjónleikinum, vónsvikin av ellum mu- turgelunum, og á tremur við innibyrgdum misáliti á politikararnar. Kongressvalluttekan var enn lægri — einans 38% í 74. Sostatt er bert eitt land við lægri vallut- tøku enn USA: Bots- wana! Vit her norðanfyri hava vanliga eina vallut- teku upp í móti teimum niti prosentunum við eitt løgtingsval Hjá okkum verða vit eisini automatiskt skrá- sett sum veljarar, men í USA noyðist hver bor- gari sær at taka stig til at verða skrásettur fyri at fáa atkveðurættindi. Sostatt varð í 1972 ein triðingur av fólkinum, ið omanfyri valrættaraldu- rin, í veruleikanum uttan atkvødurætt, tí tey ikki høvdu skrásett seg. I roynd og veru er hetta ein háttur at ræða allar fnar av óútbú fátækum frá tí ein skrásetast má ein meta á eini fas- tari skrivstovu í býnum innan eina fasta og man- gan óhepna klokkutíð Harafturat letur skrivstovan aftur fyri skráseting longu 50 dagar áðrenn valið í fles- tu statunum! Tað gon- gur sjón fyri segn, at her verður roynt at avmarka valluttøkuna fyri bert ta »frægaru« borgara- stættina. Ikki eiti å demokrati — I veruleikanum varð einki demokrati fyrr enn i 1965, tá tey littu at en- da fingu Borgara— og Atkveðurættindalógir nar, aftan á at hava ho- kid undir trælaokinum í 300 ár og apartheid í 100 ár. Endamálið við hesi grein er sum ådurnevnt at geva eina greiðari og minni uppsnákaða mynd av amerikanska forseta- valinum, hvat ið gongur fyri seg aftanvert gardi- nurnar. Hendan er leiðin ávísir politikarar her á landi royna at villleiða fólkið á, og tað var ein part av hesi poltisku storfyrimynd, eg brådliga fekk eina óben- diliga trongd at avdúka: A skalinum tykist súrep- lið so reint og frískt. men hevur tú fyrst bitið eitt petti burturav, hómast tann kavrotni kjarnin innanfyri Tórshavn 25/8—80 hegni mortensen Síða 7