Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-09-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. september 1980síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 telf. 14720. 118 20 box 76, 3800 Tórshavn p/f sosialurin Útgevari: Fyritaks- og blaðstjóri: Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Blaðmenn: Lýsingar: Uppseting: Prent: Undirmeta lesaran Í 14. SEPTEMBER seinasta leygardag skrivar ein sum kallar seg »javnadarmadur« (nær hesin er vorðin javnaðarmaður man vera ógvuliga óvist) at tað er idioti í javnaðar- mannaoyrum at kalla SMS stórhending í føroyskari handilssøgu. Sagt verður í bræv- inum, at SMS er ein sorgarleikur. HERTIL ER FYRST at siga, at í tíðindagreinini í Sosialinum var ikki staða tíkin til um SMS er ein sorgarleikur ella ikki. Vit mettu, at tíð- indini um at einir 30 handlar í Havn koma undir somu lon eru so mikið stór tíðindi at tey ikki kundu tigast burtur. Um hetta er ilt ella gott verður upp til hvgnn einstakan at meta um. SOMULEIÐIS VERÐUR SAGT í sama lesara- brævi, at í umtalu av útlendskum fyritskum fremur Sosialurin brot móti føroyskum ar- beiðarum og handverkarum. Aftur her er at siga, at um vit meta eina hending at hava uppiborið blaðrúmd — um hon kann roknast at hava almennan áhuga — verður hon við- gjørd um hetta er føroyskt ella útlendskt. VIÐVÍKJANDI viðgerð av føroyskum virkjum hevur Sosialurin onga orsek at skammast. Tað er ikki ov nógv sagt, at tað er einki føroyskt blað, sum hevur vidgjørt føroyskar idnadarfyritøkur so nógv sum Sosialurin. Seinasta heyst góvu vit út 20 síðu stórt serblað um føroyska framleiðslu. Hetta blad varð sent í hvert húsarhald í landinum. Samstundis fóru vit undir greinarød um sama evni, har vit vitjaðu virkir kring alt landið og skipaðu fyri orðaskifti í blaðnum um tydningin av at keypa føroyskt. Hesum hava vit hildid fram vid, og fara eisini at gera tad i framtidini. SUM FLEST øll vita leggur Sosialurin stóran dent á sakligan tíðindaflutning, og kenna vit tí tað ábyrgd á okkum, at greiða lesarum okkara frá hvat fyriferst í samfelagnum uttan har at taka stødu til um tíðindini eru av tí góða ella tí illa. Hvørja stødu blaðið hevur til eitt ávíst mál, finnur lesarin í oddagrein ella viðmerkingum blaðsins. At siga fólki hvat tey skulu hugsa og halda um eitt ávíst mál í eini tíðindagrein er at undirmeta lesaran. sigið tykkara meiningar í sosial- inum — skrivið stutt og greitt! Sosialurin Ég má siga, at tað var syndarligt at síggja Sosi- alin á kneum fyri út- lendskum kapitalistafyri- tøkum í SMS. Einaferð var Sosialurin blaðið, sum bardist móti øllum ti SMS umbodar: åtlendskum peningavaldi, koncentra- tion og eirindaleysari ut- nyttan av brúkaranum. Men nú er umbroytt. Sjálvt Dagblaðið kendi ringan smakk í sínum ann- ars ikki alt ov reina munni og tagdi SMS-opningina burtur. So er ikki við Sosi- alinum. Svimmul av be- SOSIALURIN lovprísar stórkapitalinum tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrøv upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. novilsi yvir at SMS-háv- arnir skoyta um at lýsa í Sosialinum, tveitir hann seg skerflatan á búkin í eini kvalmandi baksíðu- grein, har SMS verður lyft til skýggja og enntá kallað seguligt. Jú, seguligt er, men á heilt annan hátt enn tann nú fyri kapitalvaldinum búkakandi Sosialurin dug- ir at fyristilla sær: Nevni- liga, at SMS merkir deyð- an fyri eina feroyska vinnugrein og kanska eis- ini fyri fólksins handil: FK. At enda eini ráð til Sosi- alin: vendið við meðan tíð er! Trúgva tit, at tit kunnu keypa tykkum sympati hjá teimum nýggju og smartu strá- monnunum hjá donskum og eðrum útlendskum kapitalistum við at lob- hudla teimum á baksi&uni, so taka tit syndarliga feil. Hesir kapitalvaldsins sam vitskuleysu ørindadreing- ir eru kanska meiri skinn- fríðir enn okkara gomlu kapitalistar, men muran, góðu partamenn, hon er og verður altíð hin sama. forbitraður javnaðarmaður SED Diskotekið í Havn og aðrastaðni á privatum hondum og hvat so: Pengasúgving av ungdóminum Í fjør varð Discoteque Club í Havn útblakaður úr Havnar Klubba (HK), grundað á at D C hevði sett nøkur ófrávíkilig krøv um ábetir á helið, og at HK og DC vórðu skiftir út við aðrar álítandi persón- ar. Stutt áðrenn vórðu áð- ur umtalaðu persónar demdir at gjalda DC góð- ar 230.000 kr. aftur. Hesa sek kenna flest øll. Hetta gjørdi ikki sørt rumbul i, ti nú varð almennur dans- ur, og hann skal sambært eina avoldaða ókristiliga Heiligdagslóg enda áðrenn miðnátt leygarkveld. — Ungdómar samlaðust á Vaglinum aftaná almenna dansin leygarkveldini og politiið, sum jú tykist mangla venjing á hesum eki, legði uppí við »her- megi« og legði upp til balladu. Men tað gekk íkki so long tíð, áðrenn HK aftur fekk lokka nakrar ungar harrar at skipa fyri disko- teki. Hetta var júst tað sama sum hendi í 1972 — 73, tá klubbin eisini stóð tómur, ti Losjan var start- að við nekrum nýggjum, nevniliga diskoteki. Men hesaferð skuldi eingin utt- anfyristandandi kunna taka nevndina av bóli, so ein sakferari, sum uttan iva gongur heitt inn fyri sakina, bleiv settur at smíðja hesum nýggja diskotekklubba lógir. Um ein hyggur nærri eftir hes- um lógum, sær ein týði- liga, at talan er ikki um nakað felag — enn minni um klubba — men heldur eina forrætning aftan fyri navnið DISKUR. — Tað hevði verið ein stór inn- tøka fyri land og fólk, um okkara skattamyndugleik- ar høvdu lisið hesar logir — eisini millum reglurnar. Ella kanska sett eina ferð- andi deild hjá Bagmands- politiet á uppgávuna, tí her tykist rættuliga tal- anum »bagmænd«. Fer ein at kanna nakrar av hinum sokallaðu diskotek- klubbunum, so sum Queen, Disco 79 og aðrar, eru tað teir somu, sum ganga aftur í nevndum og »arbeidsfolkunum«. Eitt dømi um hvussu grov hendan forrætning er, er hvat hendi, tå brandsýnið fyrstu ferð kom á vitjan á Queen. Tá var ikki ein brandslekkjari í helunum, men at keypa nýggjar var ov kostnaðar- mikið, tí máttu »teir« nið- an á Dagblaðið at læna tríggjar ella fýra brand- slekkjarar til brandsýnið var liðugt. Og spyrt tú, hví eingin WC-rulla er á tí einasta WC'inum sum er, fært tú at vita, at stað er beklagiligt, men um vit hanga eina WC-rullu, so verður hon bert kuia niður í gólvið og tískil er einki WC-pappir.« Mær er komið fyri oyra, at HK fær so lítið fólk í dans, at HK nú er noydd- ur at gera nakað við hel- ini, nevniliga tað sum DC setti fram sum ófrávíkilig krev í síni tíð — tað er hó- ast alt ikki eitt ár síðani. Eg vil inniliga heita á landsins og býarins mynd- ugleikar: Steðgið hesari peningasúgving úr ung- dóminum og lat ungdómin sjálvan skipa fyri dansi- num, soleiðis at hann eina- ferð sjálvur kann blíva fer- ur fyri at byggja síni egnu dansiheli. x Kennir tú ein paralell, Eilif? Fyri stuttum tók eitt held- ur ódámligt blaðtjak seg upp um val til skúlaráð, um tey vóru ov tilvildar- lig ella ikki, men mest snúðu lesarabrøvini seg um persónin Eilif Samuel- sen. Orsekin til blaðtjakið var ein grein, sum Eilif Samuelsen hevði í Skúla- blaðnum, har hann við- gjørdi hesi valini. Minnist meg rætt varð greinin tik- in upp aftur i Dimmalætt- ing og Sosialinum. Greinin var g6 og råm- andi og eg trúgvi ikki, at eg farið skeivur, tá eg sigi, at størsti parturin av øll- um skúlaáhugaðum fólki i Føroyum tók undir við sjónarmiðunum hjá Eilífi. Ikki ætlaði eg at nema við innihaldið í tjakinum, ti tað tókti mær meira per- sónligt enn ein saklig við- gerð av evninum, sum Eilif Samuelsen viðgjerdi. Í staðin ætlaði eg bert at vísa á, at blaðtjakið, sum tók seg upp, er vorðið eitt alt meira og meira vanligt fyribrigdi í Feroy- um — hetta at lofta einum orði ella setningi og út frá hesum venda og snara, generalisera og reingja, soleiðis at tá einaferð av- tornar einki samband er við upprunameiningina. Og hver hevur verið undangongumaður í hes- um? Jú, nakrir av lags- brødrum Eilifs, nevniliga Pauli Ellefsen, løgtings- madur og Georg Samuel- sen, blaðstjóri. Hvat hesir persónar hava klára at reingja av smátingum tey seinastu árini er heilt ófatuligt. Tey minstu politisku problem- ini verða tambað í tað ó- uppi. is- teinkiligtgjerdir og svert- aðir so út, at fólk fáa and- stygd. Felags fyri meginpartin av skrivingini hjá hesum monnunum er, at teir ofta lofta einum orði ella einum smátingi og fara síðan í- gongd. Júst tað sama sum hendi viðv. greinini hjá Eilif Samuelsen. Vónandi hevur Eilif Samuelsen fingið eyguni upp fyri hes- um og kann fortelja hes- um góðu monnum, hvenn órætt teir gera í fyrsta lagi teimum persónum teir við- gera, og í eðrum lagi øll- um Feroya fólki, sum jú fær alt í rangastrúpan og hverki vita út ella inn, hverjum tey skulu trúgva. Sært tú ikki ein paralell, skúla-áhugaður