Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-09-03, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. september 1980síða 15

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

HAD SOSIALURIN Tit ringja Vit skriva Samfelagið, vit liva i, er ikki nøkur einføld skipan. Tað er ikki sum eitt rúm, avmarkað av fýra veggjum, gólvi og lofti. Hvønn einasta dag gerast vit bilsin yvir eitt, ilskast yvir okkurt annað ella ivast í onkrum triðja. Spurningarnir eru nógvir: hví er hetta so og so ella eigur hatta at vera so og so??? Sosialurin heldur her fram við táttinum »Tit ringja — vit skriva«. Vit fara at royna at finna fram til svarini til hesar spurningar og ivamál, ella í hvussu so er ein part av teim- um Vit fara tí at heita á tykkum, góðu lesarar, um at vera við til at gera henda táttin. Og tað kunna tit við at seta spurningarnar, so gera vit okkara besta fyri at finna svørini. Ringið telefon 11820… 14720 Tad skal vidmerkjast, at einans spurning- ar, sum hava almenna áhuga, verða tiknir við. Mjólkin er úld Í okkara húsi verður nógv mjólk drukkin, og tað er væl einki skeivt i ti, tvorturímóti. Men síðani nýggja mjólka- virkið fór undir mjólkafram- leiðslu er okkara forbrúk minkað. Fyrst taladu børnini at, tí mjólkin var úld, meðan vit vaksnu royndu at drekka hana. men nú tíma vit ikki meira Um dagsetingin á pakkan- um íkki er 2 ella 3 dagar frammanfyri dagin, vit skriva, er mjólkin als íkki drekkandi. Hvat er galið. Mær er sagt, at mjólkaævin- tyr búnaðarmanna hevur kostað 15—20 miljónir. Er hetta rætt? Eitt er at sjálvur mjólkapakkin ikki er stoyt- andi av, men um innihaldið ikki verður frægari í framtíð- ini vera tað fleiri við mær, sum als ikki fara at opna pakkan. Vit hava vent okkum til stjóran á Mjólkarvirki Bún- aðarmanna. Hann sigur, at teir høvdu ávísar trupul- leikar við mjólkini fyrr í summar. Tað kemur fyri á hvørj- um sumri, tá tað er ógvu- liga heitt í veðrinum, at mjólkin lættari gerst úld. Trupulleikin er, at bóndir- nir um summarið kunnu ikki køla mjólkina nóg væl. Hesir trupulleikar eru ikki aðrar tíðir á árinum. Á virkinum verður ann- ars í løtuni arbeitt við at fáa upplýsingar til vega um kølitél, ið bóndirnir kunnu hava at goyma mjólkina í, til mjólkarvirk ið kemur eftir mijóíkini Annars fer Heilsufrødiliga Starvsstovan í heyst undir at skipa fyri skeiðum runt kring oyggjarnar um m.a viðgerð og geymslu av mjólk. Stjórin á Mjólkarvirki Búnaðarmanna upplýsir annars, at teir í summar settu ymisk tiltøk í verk fyri at fáa bøtt um trupul- leikarnar. Hann leggur aft urat, at sjálvsagt tekur tað sína tíð at finna fram til og beta um trupulleikarnar Eisini mugu vit hava í huga, at mjólkarvirkið er heilt nýtt. Nakrar byrjanar trupulleikar slepst sjáldan undan. Hvat viðvíkur sjálvum pakkanum, sigur stjórin á virkinum, at hesin hevur verið illa dámdur av summum, kanska serliga ti, at sjålvt pappírið er so bleytt. Nú hevur virkið fingið tjúkkari papp. so- statt at ein nýggjur mjólkapakki kemur í hand- larnar í næstu viku. Hesin pakkin er hannars gjørdur soleiðis, at hann kann fyllast heilt fullur við mjólk. Hetta hevur tá tann fyrimun, at mjólkin kann halda sær longur. Ein vansi við hesum er tó, at tað tá verður eitt sindur trupulari at lata pakkan upp uttan at skula stoyta niður. Annars verður ar beitt við at beta um sjálva upplatingina av pakkan- um. Eitt annað er tað, at virk- ið við at brúka hesar flatu pakkarnar sleppur undan nógvum fraktutreidslum. Meðan pakkarnir hjá Thorshavns Mælikeforsyn- ing mugu flytast í kassum, so verður plastikk spent tvørtur um nýggju pakk- arnar — og hetta sparir virkinum og sostatt eisini brúkaranum pening. Kaldbaks- vegurin vandamikil Lesri greidir okkum frå, at å Kaldbaksvegnum umleid 1000 m. innanfyri Sunds- verkið liggur eitt skot nær- hendis vegnum (leyst grót) — Tað er so mangan, tá eg komi koyrandi hendaveg- in, at grót liggur á vegnum og ofta so stórt grót, at tor- fort er at flyta tað so mikið at koyrandi er framvið, sigur lesarin og leggur afturat, at tá tað regnar illa, er serliga vandamikið at koyra henda- vegin tí tað kemur so ofta fyri, at grót loypur oman á vegin Av landsverkfrødings- skrivstovuni frætta vit, at teir væl hava vitad av, at har hevur ligið eitt skot. Teir vita tó einki um, at nakað er rapað niður av skotinum við Kaldbaks- vegin. Annars hevur lands- verkfrødingurin ikki havt orku og pening til at gera so nógv meira við vegin. Roynt verður at pynta eitt sindur Vegurin er annars ikki liðugur. Frá Sundi og allan vegin til Kaldbaks er nokk so fitt eftir at gera við veg- in. Annars verður sagt, at fáa teir klagur um at vandi kann vera á ferð og at nakað er rapað, so gera teir sjálvandi okkurt við málið. Men landsverkfrød- ingurin hevur ongar klagur fingið um hetta. Sagt verður víðari, at tað er spell, at klagurnar ikki koma til sjálvan lands- verkfrødingin, ístaðin fyri at fara í blødini fyrst. — Eru klagurnar skilagóðar so taka vit tær til eftir tektar, verður sagt at enda. Mikudagin 3. 13,00 Kveðuljómar til sjó- fólkið 18,45 Miðvikan 19,20 Leg mær dámar Bjarni Berg, 3. sending. Hósdagin 4. 19,00 August. 26. partur av framhaldsseguni eftir Knut Hansum. Hans Thomsen umsetir, Einar Joensen lesur 19,25 Rock-redaksjónin. Carsten Arnskov /Birgir Kruse. Fríggjadagin 5. 19,00 Sjónarringurin. 19,25 Undirhaldstónleik- ur. Sonne Smith. Síða 15 Sjónvarpsfelagið Fríggjadagin 5. september 1 kl. 19,30 Radisurnar Hesin filmurin er, sum tann seinasti, eisini um ítrótt. Her skal Søren Brun verja æru skulans i ítrótti. Men tað eru góðir mótsteðumenn við i kappingini — m.a. ein grímuklæddur Nuser, sum ikki gevur stig burtur við góðum. Søren hevur tí sigurin í eygsjón, tá farið verður til ta seinastu greinina — 1500 metra renning kl. 19,55 Kinesiski mururin Kinesiski múrurin verður roknaður sum té 2400 km. langur. Fyri hverjar 100 metrar eru vakttárn, so tað stóra ríkið kundi verjast móti fíggindarligari innrás. Múrurin varð bygdur árinum frá 221 til 206 f.Kr kl. 20,07 Waylon Jennings Country & western kl. 20,40 Laterna Magica 30. apríl i ár doyði kendi ræðslufilmsframleiðarin Alfred Hitchcock, 80 ára gamal. Seinasta ár varð hann heiðraður av amerikanska filmsstovninum, og í hesi sendingini síggja vit hvussu hetta fór fram. Eisini siga fleiri av sjón leikarum hansara frá, hvussu hann var og hvussu teimum dámdu hann, m.a. Ingrid Bergman Eisini síggja vit kut úr nekrum av filmun hansara — m.a. »Fuglarnir«. Eisini síggja vit fleiri brot har Alfred sjálvur leikti við kl. 21,45 Tveir menn Jonathan Ferrier, sum hevur fingið ringar fíggindar á sjúkrahúsinum, fær í hesum seinasta partinum eisini politikaran Champion eftir sær. Jonathan hevur viðgjert son hansara, eftir at hesin hevur roynt at gjørt sjålvmorå Champion verður bangin fyri, at hansara »leysa tilvera“ er avdúkað. Hann roynir tí við mutri og við at tosa ilt um Jonathan at fáa hann burtur av sjúkrahúsinum, og sjålvt um vinir hansara royna at rinsa hann, er tað Martin Eaton, sum bjargar honum. Hann avdúkar sannleikan um deyða Mavis og fær lokka Jonathan til eina uppgerð við beiggjan Harald. kl. 23,21 Liðugt FK - HOYVÍK sekir hjálparfólk at byrja 1. okt. Heilan dag: (40 tímar) 1 fólk (kiosk) 1 fólk (klædnavørur + kassaarbeidi) 1 fólk (ífylling av vorum + kassaarbeiði) 1 fólk (friggjadag + leygardag ca. 15 tímar kassaarbeiði) 1 fólk (tysd. + mikud. ca. 16 tím. ífylling av verum). Nærri við at venda sær til Tlf. 14149 FK - HOYVIK