leygardagur 6. september 1980síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Útvið 300 bátar luttóku í
rakstrinum í Havnagrind-
ini mikudagin. Grindalógin
má broytast, um skil kann
fáast á sigur Martin
Kúrberg
blóðbaðið
mikudagin
Síða 3
Grindalógin má broytast
— Grindadrápið í Sanda-
gerði mikudagin var ein
national skomm. Eitt slíkt
blóðbað vil eg ikki vera við
til aftur.
Hetta er dómurin, sum
Martin Kúrberg, grinda-
formaður, fellur yvir dráp-
ið. Tá Sosialurin hósdagin
stakk inn á gólvið fyri at
fáa hansara viðmerking,
var tað fyrsta Martin
segði:
— Eg bleiv so sjoker-
aður í gjár, at eg eri ikki
komin yvir tað enn. Hatta
kunnu mínar kenslur ikki
taka.
Tá tað endiliga eydnað-
ist teimum útvið 300
bátunum at fáa grindina
inn á Sandagerðisvík eftir
fleiri royndir, varð hon
stungin niður í einum øgil-
igum blóðbaði, hóast
Martin ikki ivast í, at hon
kundi havt gjert land-
gongd, tí hon gekk við ferð
inn eftir víkini, men bátar-
nir aktaðu ikki ordrarnar
frá formanninum og legdu
seg at stinga!
Ræddist signalini
frá aldumátara
Grindin, sum upprunaliga
varð funnin eystanfyri
Borðuna, var spek og góð
at fáast við, men komin
inn í Nolsoyarfjorð kavaði
hon nakrar ferðir
Tað eydnaðist tó at fáa
hana inn í móti aftur, men
við boyuna útfyri
grótkastinum í Argjum
vendi hon ferð eftir ferð.
Hon hevur helst ræðst
signalini frá boyuni, sum
er ein aldumåtari.
Samstundis varð eisini
boðað frá grind á Eyst-
nesi. Meðan bátar fóru
eftir hesum bólkinum,
varð bíðað við hini grind-
ini sunnan fyri Argir.
— Tað eydnaðist at fáa
bólkarnar saman og so
hildu vit á Sandagerð.
Sjálvur lá eg eystastur
Hetta havi eg gjert í teim-
um seinastu grindunum
fyri at hon ikki skal fara í
grótið undir sjúkrahús-
landinum, men á sandin,
men mikudagin gekk illa,
greiðir Martin frá.
Annars sá út til, at tað
fór at eydnast at fáa
grindina á land.
Martin greiðir fra:
— Eg rópti, tá grindin
hevði tikið ferð á seg:
„Eingin stingur, fyrrenn
eg havi sagt til. Leggið
váknini !<
— Men við eitt sá eg
menn stinga. Og hetta
vóru ikki unglingar, men
afturímóti tilkomnir
menn, sum vóru farnir
yvir tey 40 og meira. Ég
rópti aftur, so tað gelti í
„Stingið ikki! <
— Men bátarnir aktaðu
ikki ordran og tí endaði alt
í einum blóðbaði. Bátar
sigldu fram í grindina og
stungu, ístaðin fyri at
halda seg aftanfyri
formansbátarnar. Og tað
er eingin orsek til at siga,
at teir ikki hoyrdu ordran
frå mær, ti eg hevði rópara
sigur Martin, og vísir í
hesum sambandi á, at teir,
sum stungu, brutu
paragraff 10 í grindalóg-
ini.
Paragraff 10 sigur: Tá
ið grindin er komin á hval-
vánna, skal sýslumaðurin
saman við grindaformonn-
unum, sum hoyra hval-
vánni til, einsamallir stíla
fyri nær og hvussu fram
skal farast í drápinum
Tann, sum ikki fylgir
hesum reglunum, kemur
undir sekt.
— Sum sagt, eg sá bátar
stinga, men eg sá ikki
hverjir menninir vóru. Tí
hevði eg verið ógvuliga
fegin at fingið ein lepa við
nevnunum á teimum, sum
stungu fyrst — um hann
so er undirskrivaður ella
ikki. Eg vil halda grinda-
lógina fult út og vil, at
menn, sum bróta hana,
verða drignir fyri rættin.
Í hesum sambandi vísir
Martin á eina aðra grein í
grindalógini. Sambært
henni skuldi tað kunnað
verið meguligt at fingið
slíkar upplýsingar
Greinin er soljóðandi:
„Einhver bátur, sum fer í
grind, skal hava sín for-
mann valdan av øllum
båtsmonnunum, og skal
sýslumaðurin til eina og
hverja tíð kunna krevja
upplýsing um formansval-
ið. Formaðurin hevur
ábyrgd av, at allir báts-
menninir gera sína
skyldu.«
Lógin må broytast
Martin Kúrberg ferir eis-
ini fram, at grindalógin
má broytast.
Og besta demi um, at
nakað er galið við núver-
andi lóg, var drápið miku-
dagin.
Tí, sum Martin sigur
tað ber ikki til, at 250
bátar fara inn eftir 78
hvalum við tveimum
váknum hver, so ómetalig-
ur skaði verður.
— Men skaðin er einki í
móti skommini, sum
stendst at slikari fram-
ferð, leggur Martin
afturat.
Hann hevur ferð eftir
ferð heitt á legtingsmenn
at fáa grindalógina
broytta, men enn er einki
hent uttan tað, at legting-
ið setti tveir mans, nevni-
liga Sverra Egholm, bóka-
verð og Jens P. Ellender-
sen, fulltrúa, at endur-
skoða grindalógina.
— Teir virdu ikki allar
grindaformenninar í Fer-
oyum so frægt, at onkur
av okkum bleiv bjóðaður
við, sigur Martin.
Bert tólv bátar
Sjálvur hevur Martin
mælt til — m.a. í eini út-
varpssending — at broyta
grindalógina til hana, sum
varð brúkt í Vestmanna í
gomlum degum
Uppskotið hjá Martini
gongur út upp á, at teir
fýra grindaformenninir
velja sær hver sínar tveir
hjálparbátar, so bátarnir
vera tólv — tríggir í styri-
borð. tríggir í bakborð og
seks aftanfyri. Hesir bá-
tarnir, sum skulu hava ein
hvítan vimpul, skulu
halda grindini til, meðan
restin av bátunum skal
halda seg aftanfyri.
— Kann man stíla sol-
eiðis fyri, fer grindin upp á
land. Í gomlum degum fór
hver grind upp á land og
tá hevði man bara
árabátar. Í dag hava vit
maskinbátar við
ekkoloddi at reka við, men
tað sýnist at blíva verri og
verri, slær Martin fast.
Allir vilja vera
fremstir
Um sjálvan raksturin
sigur Martin, at tað vísir
seg sum allir bátarnir vilja
vera fremstir. Og hverja
ferð bátarnir komu ov nær
grindini hendan dagin,
kavaði hon.
— Eg rópti fleiri ferðir
um at halda seg longur
burtur frá grindini, men
tað nyttaði lítið.
Í hesum sambandi vísir
hann eisini á tað óskilið, at
onkrum bátum vóru
hendan dagin bert smá-
dreingir við bjargingar-
vesti. Martin heldur, at
tað er fullkomiliga ófor-
svarligt at lata dreingir
sleppa út báti uttan
nakar vaksin er við
Eisini heldur hann, at
speedbátarnir, sum miku
dagin lógu og steemaðu
aftur og fram, gera mein
fortreð enn gagn
At enda spurdu vit
Martin Kurberg, sum nú
hevur verið grindaformað-
ur á 27 — unda ári, um
hetta var tað ljótasta
grindadrápið, hann hevði
verið við til:
— Ja, tað er tað, frá-
roknað tað triðja drápið í
1978, tá nakað tað sama
hendi, og menn blivu
dømdir í rættinum. Nei,
verður væl skipað fyri, fer
grindin á land. Tað eyd-
naðist teimum fyrru
grindunum í 1978. Tá var
ikki stingur á hvalinum,
og meiri humant kann eitt
dráp ikki vers