Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-09-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. september 1980síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

telf. 14720. 11820 box 76, 3800 Torshavn p/f sosialurin Utgevari: Fyritaks- og blaðstjóri: Blaðmenn: Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Arbeiða ímóti MIKUDAGIN vidgjørdi løgtingid upp- skot landsstyrisins um eitt iskoyti til fiskiveidusåttmålan millum Føroyar og Sovjet. HETTA ÍSKOYTI gevur okkum før- oyingum rætt til at veiða 1500 tons av toski í Eystursjónum og russum rætt til at veiða 5000 tons av svartkjafti undir Føroyum. Í tí upprunaliga sátt- málanum fingu russar 65.000 tons av svartkjafti við Føroyar. Lysingar: Uppseting: Prent: UNDIR VIÐGERÐINI mikudagin var norðoyatingmaðurin Eli Nolsø fram- søgumadur fyri sambandsflokkin. Hann gjørdi tingmonnum greitt, at sambandsflokkurin ongatid enn hev- ur atkvøtt fyri fiskiveiðusáttmálum við Sovjet, men tvørtur ímóti hevur flokk- urin arbeitt ímóti at hesir verða gjørdir. ÚR VALDØMINUM hjá Eli Nolsø hava triggir saltfiskatrolarar veitt i russiskum sjógvi i ár. Tveir av teimum hava gjørt tveir heilt góðar túrar hver. Manningarnar í teimum báðum trolarunum hava helst eina årtøku uppá millum 150 og 200.000 kr. í part av hesum báðum túrunum. EISINI SIGST, at saltfiskalastirnar eystaneftir geva timalønta fólkinum í valdøminum hjí Eli Nolsø 5 mió. kr. í arbeiðslgn í hesum ári. Men sam- bandsflokkurin tekur íkki undir við hesum sáttmálum. Flokkurin arbeiðir beinleiðis ímóti at hesir sáttmálar verða gjørdir. Og hevði sambands- politikkurin sigrað, so lógu trolarnir bundnir og timalønta fólki var tær 5 mió. kr. fátækari. OG ORSØKIN TIL at sambands- flokkurin er ímóti, er tann, at russar liva undir aðrari samfelagsskipan enn vit. Vit eru als ikki samdir í sovjet- russiska politikkinum. Líka lítið vóru vit samdir við spanska einaræðis- harran Franco. Men kortini seldu vit tonsavis av saltfiski til spani6lar. FISKIVEIÐUSÁTTMÁLI við russar ella ikki, broytir onki uppá russisku samfelagsskipanina, men fiskiveiðu- sáttmálin við Sovjet tryggjar einum parti av okkara vinnandi fólki bæði á sjógvi og landi urtøkuna. Og hetta vil javnaðarflokkurin vera við til at tryggja. SOSIALURIN Skal Ludde gera lærlingalóg? Skulafyrisitingin hevur sent tinginum bræv um lærlingaútbúgvingina. Av hesum framgongur, at teir ið har skipa fyri meta seg at hava myndugleika til at gera uppskot til ikki bert lærlingalóg men eisini til alla útbúgving av teimum 16—20 ára gomlu. Ikki eiti á sjálvsálit, ið henda fyri- siting hevur! Nú skulu ikki politikarar, men em- bætismenn gera lógirnar. Og hvat fyri embætismenn? Jú, teir mest konservativu og fól- kaflokstrúgvu í landinum. Tað er ikki nokk við tað! Nei í brævinum frá skúla- fyrisitingini spekir ein av Luddasar kongstankum: hitt pædagogiska misfostrið, sum gongur út uppá, at bernini skulu vel- ja lívstarv í 10. flokki. Ein góður maður hevur sagt, at kríggj er alt ov vandamikið til, at ein kann yvirláta tað til gene- ralar at taka avgerðir tí viðvíkjandi. Sama fara vit og vónandi fleiri foreldur við okkum at siga:Utbúg- vingin av okkara ungdómi er eitt alt ov fløkt og við- brekið mál at yvirláta til »pædagogisku geldkokk- arnar« å skulafyrisitingini. Lands- skúlastjórin og hansara byrokratar eiga at fáa at vita, at teir eru tænastu- menn hjá foroyska heimastýrinum og einki meir. Politikk og planlegg- ing skulu teir yvirláta til politikkararnar og annars spara okkara uppvaksandi ættarlið fyri forkelaðar fólkaflokstankar frá for- tíðini. foreldur Rós til nýggja mjólkavirkið Tað harmar meg at síggja í blødunum, at fólk fram- vegis langa út eftir nýggja mjólkavirkinum, sum er bygt uppi í Ovaru Vit keypa mjólk hvenn dag — og fingu eisini ta mjólkina frá Mjólkavirki Búnaðarmanna í summar, sum ikki var, sum hon átti. Hetta var tó bert í nakrar fáar dagar. Tað skal sigast her, at teir á virkinum vóru so ærligir, at teir í útvarpin- um gjørdu vart við, at mjólkin var ikki, sum hon átti. Vit hava annars havt mjólk sum hevur verið heilar = tríggjar dagar aftaná síðsta seludag, hon hevur staðið í keliskápin- um — og hon er av fínasta slag Nýggja mjólkavirkið eigur tøkk uppborna. Nú fáa vit fýra sleg av mjólk umframt róma næstan dagliga. Fyrr fingu vit tá bert eitt slag av mjólk frá „gamla meiariinum«. Tað var eisini sum oftast spilt mjólk. Vit hava onga danska mjólk keypt í summar, sum teir á meiaríinum fyrr fluttu inn við England hvert summar. Tá fingu vit bert danska mjólk mikudag og hósdag. Tað kemur ikki fyri nú. Lat tað ikki vera sagt ov ofta. Mjólkin frá nýggja mjólkavirkinum er so góð sum hon kann vera. Í dag fáa vit mjólk hvenn dag. meðan vit fyrr fingu mjólk sum best bar til. Húsmóðir Dagblaðið og Dimmalætting ímóti bussrutuni: Vísir, hvussu asosial tey eru! Nú eru bæði tey borgar- ligu blødini, Dimmalætt- ing og Dagblaðið. farin at mótmæla tí almennu buss koyringini, sum hóast enn stutta livitíð hevur roynst mongum at gagni Víst kostar tann al- menna bussrutan, og tað hanga Dagblaðið og Dimmalætting seg í, men hverjum hon gagnar, verður ikki sagt eitt orð um. Men tað kunnu vit, sum ikki hava bil, fortelja teimum, sum tykjast at taka so synd í skattgjald- arunum, tí nú skulu teir eisini spjaða eitt sleð til eina bussrutu, sum megu- liga kann skerja nakað um tað kostnaðarmiklu og orkukrevjandi privatbilis- muna. Hóast vit ikki hava havt bil, ja, so hava vit so sann- iliga betalt skatt til m.a. dýrar og breiðar vegir, sum higartil fyri tað mesta hava gagnað privatbilistunum. Vit ætla okkum ikki at viðgera greinirnar hjá Óla Breckmann og G. L Samuelsen, tí tær hatskar móti okkum, sum ikki hava ráð at hava bil, men hava langan veg til arbeiðis, og móti ellum teimum eldru, sum nú hava fingið ein meguleika at koma frá einum býar- parti til annan í Havnini uttan at skula av við peng- ar til ein dýran taxa. Bæði greinin í Dagblað- num, og nú seinast leið- eru arin í Dimmalætting avdúka, hvussu óhugna liga asosial hesi og te flokkar, sum standa aftan fyri hesi blød eru. Vit takka býráðnum fyri at tað nú hevur viðkað um bussrutuna, tí hetta er eitt gott tiltak, sum gagnar tí vanliga fólkinum. Takk fyri upptekuna Tveir busskoyrarar Hansara meining og ongin onnur Tað var ikki eiti á ósemja í sambandsflokkinum upp- undir seinasta fólkatings- val her í Suðuroynni. Suðuroyar Sambands- felag peikaði Jákup Mortensen; fyrrverandi løgtingsmann, út sum sambandskandidat til val- ið fyri Suðuroyar valdemi Men hetta hóvaði ikki Paula Ellefsen, einaræðis- harra í sambandsflokki- num. Beskeð kom aftur fra honum, at antin skuldi verða valevni, ella fór alt at ganga av skriðuni til. Nú kann onkur siga, at hetta passar ikki og er íspunnið av andsteðumonnum Nei, soleiðis er tað bara ikki. Tey, sum lósu valevnislis- tarnar og listan yvir stillarnar, sóu ikki navnið Jákup Mortensen! Fyri at siga tað heilt stutt, so hevði Jákup Mortensen tann eginleika, hann eitt problembarn hjá Paula Ellefsen. — Men óeinigheitin kom longu til sjóndar tá Jákup Mortensen var tingmaður og tí bleiv hann spakuliga skumpaður burtur. Nei, sannleikin er hann, at Pauli Ellefsen vil bert hava slíkar politiskar nikkudukkur rundan um sum hann kann mala um sín lítlafingur akkur- át sum hann vil. seg seg, bestu dagar har i ti kola- svarta afturhaldinum, men fyri Paula Ellefsen er einki ovboðið. Tingmenn sambands- floksin tora ikki at mukka sum steðan nú er. Feroya fólk, í sambandsflokkinum er bara ein meining sum ræður, tað er hvat Pauli Ellefsen sigur og ger óansæð hvussu býtt tað er. Vendið slíkum flokki bakið! at hann tordi at tala roma Vónandi hevur Jákup X Flemming Mikkelsen beint í móti og ti bleiv Mortensen sæð sínar Til villlei | | il villleidandi oddagrein ? i Dagblaðnum tann 27/ 8-80 Dagblaðið hevur sum ikki fríggjadagin, har ein umreða greinina sakliga, Tað verður í oddagrein- fyrstu ferð eina út av lagi kundilesa um lærlingavid- slepst ikki undan at taka ini sagt, at ein ávís vinna villeiðandi oddagrein nú urskiftini Skal ein hana punkt fyri punkt. ikki varð eftirspurd, um