Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-09-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. september 1980síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN lønarhækkanina hjå hand- verkslærlingum á sinni var rímulig. Tað er bein- leiðis ósatt. Vit minnast øll, at hand- verksmeistarnir rímdu av fundinum í víðkaða læru- ráðnum, tá ið málið var til viðgerar har, alt fyri at saboterða tað. Tí var einki annað hjá lærlingafelagn- um at gera, enn at fara til tingið við málinum. Og nú skal viðkomandi vinna ikki verða eftirspurd, gon- gur fram í oddagrein Dag- blaðsins. Sera bilsin var eg at lesa Oyggjatíðindi sama fríggjadag, har ein greið og frálík samreða var kunngjerd um hesi viður- „skiftir, og so letu seinri at lesa oddagrein Dagblaðs- ins. Tað gongur týðuliga fram, at viðkomandi, sum skrivað hevur oddagrein- ina í Dagblaðnum, er út av lagið illa orienteraður um hesi viðurskifti. Tað er væl ikki ætlanin beinleiðis at villleiða fólk, við slíkum ósannindum, heldur tað at hann stutt og greitt ikki hevur fatan av, hvat málið snýr seg um. Hetta sigur ikki so lítið. Síðani kemur at tað skal ikki lena seg at hava und- irlent fólk í arbeiði — frá hálvari niður í fjórðings- løn, tå ið øll vita, at einki eftirlit er vid, hvat takast kann fyri ein lærling, óannsæð um hann er fyrstaárs— ella fjóðraárs lærlingur. Kundarokning- in sigur einki sum hvat í hver fær. Tað er ódámiigt at síggja ta tvíðsteðu sum greinskrivarin hevur. Mær vitandi hevur fólka- flokkurin altíð verið ímóti, at tað almenna økir sínar útreiðslur, hvar er tann krittiski sansurin hjá fólkaflokkinum? Í samband við boykott meistarana, sum umfatar bann at taka lærlingar, verður henda »frasan« ferð eftir ferð endurgivin, hóast at FHLF fleiri ferðir hevur mótprógva hesum, bæði alment og yvir fyri polittikaranum. Men vit kenna tað úr seguni, at skal tú fáa fólk til at trúgva onkrum uttan mun til, um tað er satt ella ikki, so er bert at endur- geva tað nóg ofta. At eingir lærusáttmálar eru gjerdir er beinleiðis ósatt. Seinasta kanning FHLF gjørdi i læruráðnum visti, at 98 lærusáttmálar vóru góð- kendir síðani »boykotti« var sett í verk, umframt at arðir 50 læra uttan sátt- mála sum er stórt lógarbrot, og vánalig mura. At meistarir ikki hava ráð at hava lærling fái eg meg ikki til at trúgva, sum so var, hevði meistarafel- agið neyvan havt fyri neyðini at nokta limum sínum at taka lærlingar. Eg eri ikki í móti at meist- arir fáa peningaliga ál- mussu, men tað at gera tað yvir hevdið á lærlingum er ov mikið Hevdu meistarnir um ikki annað komið við prógvum fyri, at peningalig hjálp var fyri neyðini, so haldi eg, at læriingar fegnir vildu skorið lærlingalen- ina tilsvarandi niður vinarligast Stephan S. Egholm Diskotek Queen Lesarabrævið, sum nekur ung skrivaðu í Sosialinum herfyri, man hava rakt meint. Fríggjadagin eftir roynir Dagblaðið av ellum alvi at verja Queen, so ein kundi trúð, at teir høvdu persónlig ella peningalig áhugamál at tryggja. Blaðið hevur tosað við nekur ónevnd ung um skuldsetingarnar í áður- nevnda lesarabrævið, og, legið er, øll hava somu meining! Hóast at tað eru fleiri heilt nógv) sum eru ónegd við Queen og viður- skiftini har, so hevur Dagblaðið ongan hitt av teimum! Her havi eg varhugan av, at blaðmað- ur Dagblaðsins hevur soldað meiningarnar hjá teimum »Øårvisi hugsandi“ burtur úr, og einans taka við tær meiningar, sum eru Queen Dagblaðnum?) til fyrimuns. Annars verður sagt, at Queen skal økja um klædnagoymsluna »gar- derobuna«)! Hvar skal so dansurin verða? Queen hevur ikki so stóra helis- rúmd, at teir kunnu loyva sær at oyðsla við plássi. Sum er, kemur tú fyrst inn í eitt lítið trongt rúm, har tú skal gjalda atgongu- merkið, síðani fert tí lon- gur og er, áðrenn tú veist av, mitt inni á dansigólv- inum. Skal klædnagoyms- lan víðkast, hvar skal so dansast? Víðari sigur ein av teim- um ungu í samreðuni við Dagblaðið, at um WC—ini eru Í ringum standi, so eru tað tey vitjandi, sum eru atvoldin í hesum. Vónandi!! Ein skal heist ikki roknað við, at tað er leiðslan í Queen, sum er atvoldin í tí. Ein, sum »handlar« við ungum dansiáhugaðum og rús- drekkaávirkaðum fólki, má gera sær tað greitt, at eitt og annað í helunum verður mishandlað. Teir mega so sanniliga taka fylgjurnar av hesum. Tað líkjist jú ongum, at ein sum hevur erindi á WC—- inum, má heita á ein, sum hann kennir, um at halda hurðini, meðan hann er har inni. Í Sosialinum leygardag- in eftir roynir ein av Queen —fyrireikarunum at verja Queen. Hann endar við at siga, at um ein skrivar um Queen, skal ein seta navn undir. Sjálvsagt vildi hettar verið ein fyri- munur fyri Queen. So kundu teir lættliga víðkað um tað „>svartað< kartot- ekið. At enda vil eg siga, at diskotekini sum eru nú, verða meira og minni stýrd av teimum hegra- vendu politisku ung- mannafelegunum. Nei, eg vil vóna, at býráðið tekur sær um reiggj sum skjótast, og letur okkum fáa hattar býarhúsið, so at tann gamli óhefti disko- tekklubbin kann byrja virksemið sítt aftur. Hann var í hvussu er ikki poli- tiskt stýrdur. Og nevndin har hevði ikki bert í huga at fáa peningarligan vinning í sín egna lumma. Eg kom júst nú at hugsa um, at eg eri limur í Q ueen. Hvat tað so skal hava at siga. Mær vitandi er nevndin í Queen ikki vald av limunum. Og eg havi ikki fingið avsláttur i merkjaprisinum vegna min limaskap. Hettar er helst einans ein måti aft- urat at lokka pengar ur lummanum á fólki! nakran atgongu- -8-n Oddagreinin í 14.: orðavavstur Ikki eiti á verrur sum blaðstjórin á 14. sept. gjørdi í blaðnum seinasta leygardag. So helst hevur „limur í javnaðarflokk- inum«, sum skrivaði í Sosialinum herfyri, rakt seymin á hevdið. Ikki var tað nógv inni- hald í oddagreinini í hes- um 14., tað sama orða- vavstrið. Har verður sagt at vit megna at gjalda tær 300 mill., sum vit fáa frá tí danska statinum. Men hver skal gjalda hett- ar? Tann vanligi skattgjaldarin við eini miðalinnteku kann í hvussu er ikki gjalda meira enn hann ger í dag. Oddafiskar tjóðveldis- floksins eru fyri tað mesta akademikarar, sum hava verið í Danmark og lært, og har fingið studning og nærum rentufrí lán frá tí danska statinum. Hesir, sum nú sita við hegari len, skulu nokk sleppa sær undan at gjalda ov nógv. Men teir hava kanska aðrar ætlanir. Í greinini stendur: »og tá sleppa teir at gjalda, oddamenn javn- aðarfloksins<. Kanska hettar er svarið uppá, hvar tjóðveldismenn skulu senda rokningina fyri loysingina. Annars havi eg ilt við at taka nakað fyri fult, sum blaðstjóri 14. september's skrivar. Fyri nekrum árum síðani var panelorða- skifti í Sosialinum um feroyskt sjónvarp. Tá skrivar hann minnist meg rætt sum óður fyri at fáa sjónvarp. Tá hettar mál nú bleiv aktuelt, legði hann til brots at skriva ímóti sjónvarpinum. Hett- ar er helst lyndiseyåkenni tjóðveldismanna. Teir nýta allar meguligar »argumentati6nir« fyri at fáa loysing, fyri so, tá tað er aktuelt, at bakka frá. -8-n blaðrokningina Fyrispurningar til: Síða 7 Politimeistaran Brandmeistaran og Borgmeistaran Visandi til lesarabræv í Sosialinum 3.9.1980 >Diskotekið í Havn á privatar hendur, og hvat so« verða oman- fyrinevndu vinarligast bidnir um at svara fylgjandi spurningum 1. Politimeistarin : Hvussu kann politim- eistarin framhaldandi lata privatpersónar, fjaldir aftanfyri kunstig feleg, dríva diskotek—dans við tí einasta endamálið at sleppa undan stutt- leikaskattinum? Hesin spurningur eigur sjálvsagt at verða samanborðin við tey minimumskrøv, ið politimeistarin saman við landsstýrinum fyri árum síðan setti til slíkar felagsskapir, eins og dómurin í tí sokallaða diskotek- klubbamálinum eigur at verða havdur í huga. 2. Brandmeistarin Luka dansihelini Havn tey krøv, ið verða sett til brand- tryggleika í slíkum helum, og nær hevur brandmeistarin seinast kannað hesi viður skifti? 3. Borgmeistarin : Hverja stødu hevur Tórshavnar Býráð til dansiviðurskiftini í Havn, nú tað gerst greiðari og greiðari at eirindaleysir privat- persónar gera sær dælt av hepisleysu dansium- steðunum í býnum. Er Býráðnum greitt at »vælbjargadir« pers- Onar i Havnar by figgja risahús og luxuslív við útspekuleraðum tilt- økum, ið ungdómurin má gjalda, men ikki valda? Er Býráðnum greitt at ungdómurin heldur enn gjarna vildi latið henda pening í egin hús? Vegna Diskotek- klubban í Havn Christian Magnussen formaður Sendið skatta- listan út í bók Eftir at hava sæð bæði greinir í »Arbeidinum« og avnoktanir frá yms- um persónum í eðrum bleðum, stendur tað mær í hvert fall greitt, at okkurt er heilt galið. Mítt uppskot: Í stað- in fyri at landsstýrið skal nýta nógvan pen- ing til at finna fram til skattanýtarar, gevið tá heldur ein bókling út við ellum skattalista- num í, so kunnu grann- arnir orðna tað, ið orðn- ast skal. Skattgjaldari Sendið lesarabrøv t// sosialin — [ÉT [JT | —— A ———————————————————— oÉSIZ 0 —— —————— SU SR 0 MR A —