Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-09-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. september 1980síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 SOSIALURIN Ongin skipað andstøda — fólkið er sameint Fyri stuttum var Aleksander Poljukhov, leiðari av sovjetisku tíðindatænastuni í Keypmannahavn, í Feroyum nakrar dagar. Hann skuldi skriva eina grein um feroysku fískivinnuna til eitt blað í Sovjetsamveldinum. Sosialurin fekk hevi at práta við hann, áðrenn hann fór aftur til Keypmannahavnar. Vit spurdu hann um ymisk viðurskifti í Sovjetsamveldinum. Um »samfelagsrevsarar«, landbúnaðin, steðuna hjá teimum trúgvandi, búskapin, Afghanistan, Ischov og um russisku herskipini við Feroyar. Nógv áhugavert kom fram í prátinum og er tað ólíkt tí, vit vanliga síggja í fsroyskum bleðum um Soyjetsamveldið. Vit spurdu fyrst Aleksander, um hann hevur nakra meting um, hví tíðindini, vit í vestur- heiminum fáa um sovjet- isk viðurskifti, ofta eru litað av mótvilja móti Sovjetsamveldinum. — Stersta mistakið, sum borgaralig blað gera, er, at tey brúka sera legnar keldur til upplýs- ingar sínar. Eg kann nevna eitt demi. Í Politiken herfyri var ein lítil viðmerking um eitt kjarnorkuverk í Sov- jetsamveldinum. Pravda skrivaði um hetta kjarn- orkuverkið. Men tað var ikki tað, Pravda skrivaði, sum kom í Politiken, men ein viðmerking í Washing- ton Post um tað, Pravda hevði skrivað, sum so var endurgivin av tíðinda- manninum hjá Dagens Nyheter í Moskva. Hetta var ein legin leið at ganga. Í staðin fyri at taka tað beinleiðis úr Pravda, so fór tað fyrst til USA í Washington Post og so aftur til Moskva til mannin hjá Dagens Nyh- eter og S6*nústaðni í Politiken. — Er tað ikki tí, tað er so totfert at fáa upplýsingar frá sovjetisku myndugleikunum? — Hevuðssjónarmiðini hjá Sovjetsamveldinum eru oftast segd av okkara leiðandi monnum. Og tey standa í tíðarritinum Fakta um Sovjetunionen. Taka vit eitt so týðandi mál sum Afghanistan, so síggja vit næstan ongan- tíð tey sovjetisku sjónarmiðini í borgaralig- um bleðum. Hinvegin síggja vit metingar um, hvat Sovjetsamveidid ætl- ar, hvat tað vil og hvat tað meguliga hevur hug til at gera. Enda í blindgetu uttan kritikk — Fáa kontroversiell evni eina kritiska viðgerð í sovjetiskum bleðum? — Sjálvandi. Vit halda kritikkur er eitt týðandi eyðkenni fyri eitthvert heilsugott samfelag. Tann, sum ikki verður kri- tiseraður, hevur ongan meguleika at rætta síni mistek. Og verða tey ikki rættað, so blíva tey bara sterri og sterri. Tí er ein kritikkleys leið ein leið, sum endar í einari blind- getu. Vil tað siga, at sovjet- iska samfelagsskipanin kann kritiserast, uttan at tað fær avleiðingar fyri tann, sum kemur við kritikkinum? — Kritikkur av sam- felagsskipanini er eitt abstrakt hugtak. Men tað er ofta kritikkur av til demis ráðharrum í okkara pressu, og eg haldi, at tað er á nóg høgum stødi til, at man kann tosa um, at man kann kritisera samfelags- skipanina. Síðani greiddi Aleksander frá málgagn- inum hjá samskipanini av fakfeløgum í Sovjetsam- veldinum. Hetta blaðið fær hvert ár 700.000 les- arabrev. Tey flestu kriti- 0 Á sera eitt ella annað og øll hava krav uppá svar frá tí stovni ella fólki, sum krit- ikkurin er vendur móti. Tað er sjálvandi ikki pláss fyri ellum lesarabrev- unum í blaðnum, men all blíva kortini viðgjerd og send viðkomandi stovni ella fólki. Tann, sum kritiserar, ber sjálvur ábyrgd av krit- ikkinum, til demis, tá fals- kar ákærur eru í kritikk- inum. Bara orð Aleksander legði dent á, at tað er munur á kritikki. Um hann er rættur ella ikki. Tað er neyðugt at undirbyggja allan kritikk, segði hann. Prátið var nú farið at snúgva seg um tey fólk, sum í Feroyum verða nevnd við tí sjáldsama orðinum »samfelagsrevs- arar<. Sjálvur kallaði Aleksander tey avvíkj- arar. — Hetta eru fólk, sum ikki dáma ta sosialistisku skipanina. Tey kunna tó ikki vísa á nekur ítekilig brek. Tey eru bara ímóti sosialismuni sum slikari. Kanna vit eftir, hvat hesir avvíkjarir siga, so er tað onki annað uttan tóm orð. Aleksander greiddi eisini frá, hví hann kallaði hesi fólk avvíkjarar. Tað er tí ell í sovjetiska samfel- agnum styðja sosialis- muna. Hini eru avvíkjar- ar, tí tey hava ongan stuð- ul í fólkinum. Hevdu tey tað, so hevdu tey eisini kunnað kravt at verið hoyrd. 20.000 truarsamfeløg” — Vit hava 20.000 ymisk trúarsamfeleg í okkara landi. Trúarfrælsi er tryggjað í grundlóg- ini. So tann, sum fer at forfylgja teimum trúgvandi, ger seg sekan í lógarbroti og verður revsaður. Tann, sum vil trúgva, kann gera tað. Tann, sum ikki vil, kann lata vera. Hetta er demokrati. Eg havi eina ommu, sum er 97 år. Hon tryr å gud. Um nakar fer at forfylgja ommu mínari, fær hann við meg at gera, segði Aleksander Poljukhov, tá vit settu honum spur- ningin, um tey krist- nu í Sovjetsamveld- inum verða forfylgd. Men ongin verður tik- in fyri at vera móti sosi- alismuni. Ein og hver kann hava sínar meining- ar. Tað er ikki forboðið. — Er so ongin oppositión móti sovjetisku samfelagsskipanini? — Orðið oppositión merkir ein organiserað mótsteða. Hon kann vera í einum tjóðartingi ella uttanfyri. Ongin slík oppositión er í Sovjetsamveldinum. Slíkt hoyrir einum pluralistisk- um samfelag til. Tað sosi- alistiska samfelagið er sameint á tann hátt, at samfelagslimirnir meira ella minni hava eitt enda- mál og felagsheimsáskoð- an. Eg haldi, henda eindin er sterk í Sovjetsamveld- inum. Tí vit eru meira enn 100 tjóðir, sum eru sam- eindar. Og tað hevði onki annað uttan henda felags heimsáskoðanin kunnað Okkara fatan av demo- krati er hon, at í byrjanini Aleksander Poljukhov um ein av avvikjarunum: — Solsjenitsyn hevði møgul- eikar at arbeiða og liva í sovjetiska listaheiminum. Men hann vildi ikki. Hann skræddi seg leysan frá sínum egna fólki. Síðani hevur hann vunnið sínar milliónir við at skr- iva antisovjetiskar bekur. Nú er hann gloymdur skulu allar meiningar tak- ast við, men í endanum av tjakinum eru vit komin fram til eina felagsmein- ing. Tá hon er funnin, kunnu vit siga, at hon er meiningin hjá eilum. Stýringin ov stív — Er tað óhugsandi, at ein steða sum tann í Póllandi tekur seg upp í Sovjetsamveldinum? — Steðan í Póllandi komst av mistøkum í bú- skaparpolitikkinum. Eis- ini sovjetiskir leiðarar ásanna og viðganga, at av- leiðingin av hesum mis- tøkum er til demis ein tvørrandi javnvåg í bú- skapinum. Arbeiðsmenn- inir í Póllandi royndu at fáa hesi mistek rættað Teir eru ikki móti sosi- alismuni. Teir royna at beta um ta skipan, sum longu er í landinum. Tað er tí týdningarmikið, at tað, sum hendir í Póllandi, ferir til, at mistekini verða rættað. Soleiðis, at bú- skaparskipanin gerst meira effektiv. Síðani fór Aleksander Poljukhov, sum sjálvur er búskaparfreðingur, at greiða frá ymiskum ábót- um í sovjetiska búskapin- um. — Vit hava eisini trup- ulleikar. Men sjálvandi royna vit at ansa eftir, so trupulleikarnir ikki vaksa til kreppu. Vit eru til døm- is nú komnir til tað úrslit, at stýringin í búskapi okkara er vorðin ov stív Hetta stendst av, at telini í búskapinum eru so risastór og meguleikarnir fyri ekstensivum vekstri, fyri víðkan, eru uppi Hevuðsspurningurin er tí, hvussu kunna vit fáa ein intensivan vekstur, styrkja tað verandi. Og júst her umleggja leiðsluskipanina í búskapi okkara. Vit royna at taka av tey óneyðugu millum liðini í virkisleidslunum og fáa eitt meira beinleiðis samband millum virkið og stovnin, sum legg ætlanir virkið. Vil hesum finna vit skjótari mistekini Enn er ov tíðliga at meta um úrslitið. Men summar framleiðslugrein- ar, sum brúka nýggju vit fur fyr! skipanina, eru blivnar effektivari. Arbeiðsbrigadur — Fyrr høvdu vit ar- beiðsfólkið og virkisdeild og so sjálvt virkið. Nú halda vit hinvegin, at tann grundleggjandi eindin skal vera arbeiðsbrigadan.