leygardagur 6. september 1980síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Brigadurnar hava eitt
itøkiligt arbeidi at gera.
Tær fåa pening fyri hetta
arbeiðið, alt eftir, hvussu
væl, tær gera tað.
Man kann hugsa sær, at
ein arbeiðsmaður arbeiðir
væl og ein annar illa.
Hetta kann føra við sær,
at virkið letur eitt vána-
ligt arbeiði úr hondum.
Tann, sum arbeiðir væl og
nógv á einum virki, har
nógv vánalig arbeiðsfólk
eru, hann fær minni
burturúr. Men arbeiðs-
brigadan ansar betur eftir
og fær sterri og størri
heimildir. Hetta kalla vit
virkisdemokrati.
Umboðsmaðurin fyri
brigaduna er við í virkis-
ráðnum saman við umboð-
um fyri planlegging og
umsiting. Á henda hátt
kann arbeiðsfólkið hava
eftirlit við virkisleiðsluni
og leiðslan kann betur
ansa eftir, hvussu væl
fólkið arbeiðir. Tað vil
siga, tann einstaki hevur
ábyrgdina av, hvussu
brigadan og virkið arb-
eiða.Somuleiðis hevur
virkið sterri ábyrgd av,
hvussu arbeiðsfólkið og
brigadan virka.
Úrslitini higartil vísa, at
effektiviteturin er mun-
andi øktur.
Ikki somu løn
Tað er soleiðis i Sovjet-
samveldinum, at øll fåa
ikki somu løn fyri sama
slag av arbeiði. Tað verður
lent eftir arbeiðssemi.
Tann, sum arbeiðir mest,
fær eisini mest í løn,
greiddi Aleksander
okkum frá.
— Taka vit ein mann,
sum arbeiðir vánaliga á
Boykotta ikki
OL í USA
Sovjet hevur ongar
ætlanir um at boy-
kotta olympisku leik-
irnar í Los Angeles í
USA í 1984.
— Vit halda ikki,
olympiska rerslan
skal blanda seg uppí
politikk. Hon skal
heldur ikki brúkast
til serlig íhugamál,
sum Carter royndi.
Sovjetsamveldið fer
ikki at hevna tað, at
USA virkaði fyri at
boykotta OL i
Moskva. Minst av
øllum inn å itréttar-
fólkið. Tað halda vit
er óetiskt og býtt.
einum virki, so ávirkar
hann úrslitið hjá ellum
virkinum. Inntøkan
verður minni. Tá inntek-
urnar hjá virkinum vaksa
orsakað av góðum arbeiði,
so fær arbeiðsfólkið eisini
meira í løn.
Tey privatu
såa ikki korn
Landbúnaðurin i
Sovjetsamveldinum er
ofta til viðgerðar í vestur-
lendskum bleðum. Saman-
borið verður við amerik-
anska landbúnaðin og
tosað um miseydnaða
landbúnaðarpolitikkin í
Sovjet.
Men Aleksander
Poljukhov heldur ikki,
landbúnaðurin er mis-
eydnaður. Og tað er skeivt
at samanbera við USA.
— Vit hava vánaligt
veðurlag. Og taka vit
USA, so eru 70% av land-
búnaðarjerðini í bestu
landbúnaðarsonuni. Í
Sovjetsamveldinum hin-
vegin eru 70% av jerðini í
einari ikki góðari sonu.
Hetta krevur bæði sterri
ílegur og arbeiði. Tað
verða í letuni gjerdar risa-
stórar iløgur í sovjetiska
landbúnaðin. Og fram-
burður er. Seinastu fimm
árini er avgreðin vaksin
við einum fjórðingi. Vit
vilja fegin, at hon veksur
uppaftur meira.
— Tey privatu brúkini eru
nógv effektivari enn tey
almennu?
— Jú, men her mugu vit
hava eitt í huga. Tann
privati, ella persónligi,
jarðarbrúkarin sáar ikki
korn. Hann hevur ikki
neyt. Tí tað gevur ikki so
nógv av sær. Hann hevur
jerðber, sitrónir og frukt.
Tað, sum veksur væl og
gevur pengar beinanveg-
in.
Men samfelagið kann
ikki gevast við at sáa korn
og hava neyt, tí hetta
gevur so lítið av sær. Vit
halda, at persónliga fram-
leiðslan skal mennast.
Men ikki, so hon skaðar ta
kollektivu. Vil bóndin
dyrka uppaftur meira í fri-
tíð sínari, so lat hann endi-
liga gera tað, og hann fær
eisini lán frá statinum til
tess. Hann hevur eisini
rætt til at selja sína av-
greði beinleiðis í marknað-
inum fyri prísir, sum eru
munandi hægri enn tey
kollektivu jarðarbrúkini
fáa
— Hvat er lutfallið millum
tey persónligu og tey al-
mennu jarðarbrúkini?
— Framleiðslan hjá
teimum persónligu er
3—4% av heildarfram-
leiðsluni.
Men taka vit einstakar
verur, til dømis grenmeti,
so er talið uppi á 15—20%.
Taka vit hinvegin korn,
sum ikki gevur so nógvar
pengur, so fer talið niður í
0%.
Afghanistan
Aleksander Poljukhov
vildi fegin svara spurning-
um um Afghanistan. Vit
spurdu hann ti, hvussu
tað samsvaraði við fridar-
tosið hjá russum, at teir
hava lagt seg uppí innan-
hýsisviðurskifti hjá einum
eðrum landi. Hann ivaðist
ikki í svarinum:
— Vit ynskja ikki at
loysa eitt innlendis mál
hjá Afghanistan. Vit vilja
hjálpa Afghanistan at
loysa ein uttanlendis
trupulleika. Hesin trupull-
eikin er tann fyrr loynda,
men nú ódulda uppílegg-
ingin av pakistanskum og
iranskum landaøki. Tað er
heilt greitt, at Kina og
USA stuðla hesi uppílegg-
ing.
A pakistanskum eki eru
62 legur, har »bandittar«
verða vandir at herja á
afghansk eki. Sovjetsam-
veldið fæst ikki við at
senda »bandittar«. Vit
hjálpa okkara vinum,
uttan at krógva nakað.
Sum í hesum ferinum, har
vit hava sent eitt avmark-
að tal av herfólki til hjálp-
ar. Tað skal verja móti
ålopum úr Pakistan.
Afghanska stjórnin kom
við uppskotinum og vit
tóku undir við tí. Vilja
Pakistan og USA hava
okkum at taka herfólkið
aftur, letur tað seg væl
gera. Bert tey halda uppat
við sínari uppílegging.
Men tað vilja tey ikki. Tey
vilja gera Afghanistan til
eitt ófriðarreiður beint við
sovjetiska markið nú, eftir
at USA er blakað út úr
Iran. Men hesum vilja
hverki vit ella afghanska
fólkið loyva.
Mótsteðan
Aleksander Poljukhov
helt ikki nógv um mót-
steðuna móti afghansku
stjórnini og sovjetisku
hermonnunum. Tað
týðandi er, at ein vaksandi
partur av fólkinum styðj-
ar kollveltingina, m.a.
átrúnaðarleiðarar. Hann
vísti á skránna hjá
»bandittunum«, sum hann
kallaði mótsteðufólkið: til
demis skula børn ikki
ganga í skúla, kvinnur
skula ikki taka lut í sam-
felagslívinum og tað er
syndafult at fara til
lækna. >Bandittarnir< eru
móti kollveltingini og
fremja ræðuligar yvir-
gangsatsóknir móti til
dømis børnum.
— Afghanistan er eitt
tað mest tilafturskomna
landið í heiminum. Tað er
brotsverk at forða hesum
landi í at taka seg fram.
Afghanistan hevur ongan
búskaparligan týdning
fyri Sovjetsamveldinum.
Vit hava ikki brúk fyri
hjálondum. Vit kundu
bara ikki nokta at koma til
hjálpar. Tað er okkara
altjóða skylda at stuðla
framburðshugaðum rørs-
lum. Og hver kann siga, at
hesir relitiøsu fanatikar-
arnir og »bandittarnir« i
Afghanistan eru meira
framburðshugaðir enn
kollveltingarstjórnin?
Ikki við sjálvur
— men hevði ábyrgdina
Fyrrverandi sovjetiski
fiskivinnumálaráðharrin
Ishkov var ikki sjálvur
við í »kaviargøluni«
Men hann hevði ábyrgd-
ina av teimum embætis-
monnunum, sum blivu
avdúkaðir i sambandi
við geluna.
— Ishkov hevur havt
ov stórt álit i tí fólki,
hann arbeiddi saman við
og hevur tí ikki ansað
eftir, hvat tey tókust
við. Sjálvur hevði hann
onki við geluna at gera,
segði
Poljukhov.
Aleksander
Ongin meining í at senda
russisk krigsskip
eftir foroyingum !
Vit greiddu Aleksander
frá, at feroyingar
undrast á, hví sovjetisk
herskip so ofta eru at
síggja við oyggjarnar
Aleksander Poljukhov :
— Sovjetsamveldið er
eitt stórt herflotaveldi.
Hesi seinastu árini er
sovjeitski flotin av
ymiskum orsekum farin
út á heimshøvini.
Taka vit Norður-Atl-
antshavið, so vita vit, at
Nato hevur nógv krígs-
skip her. Og fyri stutt-
um varð seinasta av-
markingin fyri vekstri-
num av Vesturtýska
flotanum tikin av. Hetta
meta vit, er eitt brot á
viðtskunum hjá Anti-
Hitler samgonguni. Sov-
jetsamveldið má so taka
hetta til eftirtektar og
gera verndartiltek í
Norður-Atlantshavi
Hyggja vit at korti-
num, so liggja Feroyar
nærri Sovjetsamveldin-
um enn USA. Men her
sigla jú amerikonsk skip
og tað undrast ongin á
Hví so undrast á, at sov-
jetisk skip eisini eru her
viðhvert?
Aleksander vísir aftur
á heimskortið og sigur
at leiðirnar millum
Grenland og Skotland
eru einastu leiðir út
Atlantshavið, sum eru
opnar fyri sovjetisk
skip. Leiðin úr Eystur-
sjónum hoyrir ti
Danmark og leiðin
Svartahavinum i
Turkaland. Og millum
Sovjetsamveldið og
Kyrrahavið er ein garður
av japonskum oyggjum.
— Harafturat er
Sovjetsamveldið kring-
sett av amerikonskum
herstødum
fæ
|
be Í
e
Ti må sigast, at skip
okkara hava allan rætt
til at sigla i
Noråur— Atlantshavi.
Eisini sæd frå einum
verndarsjónarmiði.
— Herfyri lá eitt sov-
jetiskt herskip í vikur
stutt norðanfyri Føroy-
ar. Hvat gjerdi tað her ?
— Kanska hevur tað
ligið har í sambandi við
eina umvæling. Kanska
hevur tað havt eina
sambindingaruppgávu,
røkt okkurt samband við
sputnikkar. Vit
stæðir i
hava
eðrum
ongar
londum og noyðast tí at
brúka skipini til eitt nú
at rekja sambandið við
sputnikkar
— Skipið fyrireikaði
ikki hertøku av
Føroyum?
— Eg haldi ikki, tad er
nøkur meining i at senda
sovjetisk krigsskip eftir
feroyingum. Vit eru ikki
hóttir av Feroyum
Annars hava
borgaralig bleð vestan-
fyri nú í minst 40 ár hild-
ið fram, at Sovjetsam-
veldið ætlar at taka vest-
urheimin. Tey hava sagt,
at nú koma russarnir í
morgir ella í ovurmorg-
in! Men russarnir eru
ikki komnir enn.
Og Aleksander
Poljukhov heldur fram:
— Russar vilja onki
heldur enn frið. Í eðrum
heimsbardaga mistu vit
20 mill. fólk. Vit vilja
ikki missa fleiri.
Vit vilja frið, so vit
kunna loysa okkara inn-
lendis trupulleikar. Vit
hava ivaleyst at takast
við í okkara egna landið
Tí halda vit ikki, tað er
rætt at ræða fólk og billa
teimum inn, at Sovjet-
samveldið
á
ætlar at leypa
— Eg havi ongantíð hoyrt, at tað hava staðist trupulleikar av sovjetiskum
herskipum við Feroyar, sigur Aleksander Poljukhov, tíðindamaður hjá APN