mikudagur 10. september 1980síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Elias Mikkelsen. liðskipari hjá HB, við súluni, ið HB
tryggjaði sær til ognar
Ísafjarðarsúlufinalan HB 1. deild—NSÍ 2. deild 2—0 (1—0):
Royndu at gera finaluna meira
åhugaverda fyri áskoðararnar
FSF roynir, eins og í útlondunum, at gera finaluna meira íhugaverda fyri áskoðar-
arnar, við at fáa hornorkestur at leika undan dystinum og navnkenna leikararnar
»Folkeligt, festligt og
fornøjeligt«. Nakad sol-
eidis tok kendi danski
útvarpsmaðurin, Gunn-
ar »Nu« Hansen, mang-
an til i samband vid
donsku finaluna í
steypakappingini í
Idrætsparken í
København.
Og eisini her i Føroyum
verður nú roynt at fáa
finaluna i Føroysku
Steypakappingini, kapp-
ingini um Ísafjarparsúl-
una, at vera skemtiliga og
åhugaverda fyri åskodar-
arnar.
Hornorkestur
luttøka
Undan dystinum sunnu-
dagin millum HB 1. deild
og NSÍ 2. deild leikti
Havnar Hornorkestur og
tá liðini bæði, við dómara-
trioini á odda komu gang-
andi inn á vøllin stillaðu
tey upp á miðjum velli,
har Jens Erik Magnussen,
kappingarstjóri FSF's,
navnkendi leikararnar og
dómaratrioina.
Væl av áskoðarum
Hóast veðrið fyrrapartin
sunnudagin ikki hevði
verið av tí besta, regn og
vindur, hevdu nógvir
áskoðarir leita sær niåan í
Gundadal til fyrstu final-
una har lið úr 2. deild og i.
deild mettust, og tá dyst-
urin byrjaði, hoyrdist at
stórur partur av áskoðara
fjøldini mátti roknast sum
viðhaldsfólk hjá NSÍ.
Men longu tíðliga í
dystinum sást, at munur-
in er stórur millum 1. og 2.
deild.
Opið mál
Hóast liðini bæði byrjaðu
javnt, vann HB sær, sum
dysturin leið, yvirvág á
miðvellinum og málmegu-
leikarnir vóru fleiri, men
ikki fyrrenn í 17. min. eyd-
naðist tað Kára Nielsen at
rulla bóltin í málið, tá
hann, fyri opnum málið,
fekk góða avlevering frá
Helga Olsen, ið varð trekt-
ur út í hegra málteigar-
horn við bóltinum, og
hevði fingið allar
NSÍ—verjuleikararnar og
málmannin at gloyma
Kára, ið kom at standa
púra einsamallur fyri opna
málinum og tí lætt kundi
seta stuttu avleveringina
frá Helga í netið til 1—0
leiðslu, ið eisini gjerdist
hålvleiksstødan
Fyra ella fimm
skotroyndir
Sjålvt um HB åtti størra
lutin í leikinum á miðveili-
inum, hevði NSÍ tó einst-
ek góð áloð, ið, um eydnan
hevði verið við teimum
kundi givið mál.
Men ikki bar til.
Sjálvt um NSI—leikar-
arnir einaferð stóðu fimm í
tali inni í HB—málteigin-
um og royndu at skjóta
bóltin í netið, var altíð
okkurt HB-—bein ella
—høvd fyri, og hóast skot-
royndirnar vóru fýra ella
fimm, eydnaðist í síðstu
atløgu Mikkjal Mikkelsen
at fåa hendur å béltinum.
Um NSÍ hevði fingið
hetta mál, ið ein nærum
freistast at siga at teir
áttu, hevði gongdin í dyst-
inum meguliga verið ein
onnur, tí hetta legna álop
var stutt aftaná fyrra
HB— málið.
Eitt langt HB—álop
Bert seks min. inni í
seinna hálvleiki eydnaðist
Suna Jacobsen, tá hann
einsamallur trekti
gjøgnum NSÍ—verjuna,
at seta bóltin í netið til
endaliga úrslitið: 2—0
sigur til HB.
At kalla alian seinna
hålvleik lá bólturin á
NSÍ—hálvuni og hevði
HB fleiri stórar málmegu-
leikar, men ikki eydnaðist
at fáa bóltin í netið, hóast
leikararnir fleiri ferðir
stóðu, at kalla, fyri opnum
málið.
Uppiborin 2—0 sigur til
HB móti einum væl stríð-
andi NSÍ—liðið, við fyrr-
verandi HB—leikaranum -
Sverra Jacobsen, ið
framvegis telist millum
bestu fótbóltsleikarar í
Føroyum á odda, men
munurin millum 1. og 2.
deild er enn alt ov stórur
til at NSÍ veruliga kann
vinna á HB.