fríggjadagur 12. september 1980síða 5
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Vildu ikki
ognartaka
til barnagarð
— Spurningurin um byggi-
øki til vøggustovu og barna-
garð í Eysturbynum fram-
vegis Ogreiddur
Síðani 1973, tá Barnagarðurin við Velbastaðvegin varð
liðugur, hevur Tórshavnar kommuna hverki bygt
veggustovu ella barnagarð
Tað fer enn at ganga ein
tíð, áðrenn tað verður
greitt at fara undir bygg-
ing av vøggustovu og
barnagarði í Eysturbýn-
um í Havn.
Býráðið feldi hóskveldið
eina tilráðing frá formann-
inum í sosialu nevnd,
Leivuri Johannesen, um
at ognartaka lendi til hesa
bygging. Eitt broytingar-
uppskot frá býráðsfor-
manninum, Peturi Christ-
iansen, sum eisini kundi
fingið gongd á málið, kom
ikki til atkveðugreiðslu.
Tað kom ikki fram, fyrr-
enn aftaná atkveðu-
greiðsluna um uppskotið
hjá Leivuri. Leivur mót-
mælti og Petur tók
uppskot sítt aftur.
Sostatt endaði málið
aftur í figgjarnevndini,
soleiðis. sum ein meiriluti í
sosialu nevnd, Ronald
Poulsen, Niels Debes og
Ingi Mohr, mælti til.
Vil selja
Býráðið hevur í umbúnað
at byggja veggustovu og
barnagarð til 70 bern við
Dj. í Geilsgetu, men eigur
bert helvtina av ætlaða
byggilendinum. Hina
helvtina eigur Bjarni
Húsgarð. Hann hevur hug
at selja sín part og hevur
tikið av tilboði frá fíggjar-
nenvdini uppá 150 kr. fyri
m'. Hinvegin er fíggjar-
nevndin ikki sinnað at
gjalda tær 50—60.000 kr.,
tað kostar at flyta tann
partin av Stóragarði, sum
er á ognini, soleiðis sum
Bjarni Húsgarð hevur
skotið upp.
Fíggjarnevndin spurdi
tí sosialu nevnd, um hon
mælir til, at ekið verður
ognartikið.
Undir orðaskiftinum um
málið á almenna býráðs-
fundinum hóskveldið
hildu fleiri býráðslimir. at
tað er skeivt at ognartaka,
tá ein eigari er sinnaður at
selja.
Veggustovan á
Lútzenstreð
Fleiri býráðslimir
spurdu eisini, hví ekið
við Hoyvíksvegin, sum
er ætlað til veggustovur
og barnagarðar, fram-
vegis er óbygt.
Býráðið samtykti í
februar 1978 at lata
Veggustovuna í Lútz-
enstrød fáa hetta økid at
byggja á. Býráðsformað-
urin upplýsti, at fleiri
umsóknir um byggiloyvi
eru komnar, men einki
svar kom úr sosialu
nevnd. Til hetta segði
formaðurin í sosialu
nevnd, at Veggustovan
á Lútzenstreð ikki vil
ganga undir reglugerð-
ina fyri veggustovur og
barnagarðar í Havn.
Fleiri
mæltu til,
tekur ekið
Veggustovuni á
Lútzenstreð og sjálvt
byggir vøggustovu og
barnagarð á tí.
býráðslimir
at býráðið
aftur frá
Navnakall
Atkvøtt bleiv um upp-
skotið hjá Leivuri
Johannesen við navna-
kalli. Bert tríggir vóru
fyri at ognartaka, Petur
Christiansen og Jákup
S. Jacobsen umframt
Leivur. Hinir vóru ímóti,
uttan Dånjal Larsen,
sum ikki atkveddi, og
Finnur Johansen og
Petur Christiansen, sum
ikki vóru á fundi.
Uppskotið hjá Peturi
Christiansen var, at býr-
áðið rindar Bjarna
Húsgarð 150 kr. fyri m*
og 50—60.000 kr
grótgarðin.
fyr
Síða 5
Harðari revsing fyri spruttkoyring í Danmark:
Kemur neyvan
at hava ávirkan
í Føroyum
— Feroysku reglurnar eru strangari
enn tær donsku
Revsingin fyri at koyra
við kenning er harðari í
Feroyum enn í Danmark,
so hon verður neyvan
broytt nú.
Hetta upplýsti futin, tå
vit spurdu hann, um tað
eisini er ætlanin at gera
nakað við reglurnar
viðvíkjandi spirituskoyr-
ingini í Føroyum.
Tað eru nevniliga ætlan-
ir at gera reglurnar
strangari i Danmark.
Hetta upplýsti innanríkis-
málaráðharrin, Henning
Rasmussen, tá hann týs-
dagin setti 15. norðurlend-
sku ráðstevnuna um alko-
holismu. Hon er i Helsin-
ger
Steðugt vaksandi
Henning Rasmussen
segði, at talið av fólki,
sum koyrir við kenning,
veksur Og talið av
skaðum, sum hesi fólk eru
atvoldin til, veksur nógv í
mun til heildartalið av
[|
ferðsluskaðum.
Í Feroyum er gongdin
tann sama. Talið av fólki,
sum verður skuldsett fyri
at hava koyrt åvirkad, er
stødugt vaksandi. 1979
var metár, hvat hesum
viðvíkir. og líkt er til, at
1980 verður tað
upplýsir fútin
Hetta, hóast revsingin
er vorðin harðari. Verður
tú i Føroyum funnin sekur
í at hava koyrt við einari
promillu millum 0,8 og 1,2
missir tú treytaleyst koyr-
ikortið. I Danmark fært tu
ein betingaðan, treytaðan,
dóm. Somuleiðis er markið
millum bót og varðhalds-
revsing lægri í Feroyum
enn Danmark. Í
Feroyum er ein promilla
sama.
hægri enn 1,2 ein vís leið í
geglið. I Danmark er
markið 1,5
Í 1979 blivu 230 fólk
skuldsett fyri at hava
koyrt við kenning í Fer
oyum.
Fastar reglur um
endurgjald fyri garðar
Fuglafjarðar kommuna
hevur nú fingið eina
reglugerð um
endurgjald til teir borg-
arar, sum stoypa ella
laða garð framvið
kommunalum vegi
Reglugerðin kom í gildi
mikudagin
Hereftir letur
kommunan 450 kr. fyri
kubikkmeturin av bet
ongi ella gróti, sum fer
í garðar niðanfyri vegin
og 50 kr. fyri garðar
omanfyri vegin
Sigmundur Brestisson:
Fiskimannafelagið
krevur eina million
Aftur hesaferð bleiv tvingsilssølan av
nótaskipinum
Sigmundi
Brestissoni
avlýst. Tað var Eksportfinans í Noregi,
sum hevði
kravt tvingsilssøluna, men
kravið bleiv tikið aftur, beint áðrenn upp-
boðið skuldi byrja.
Men tað eru fleiri, sum hava krøv móti
reidariinum hjá Sigmundi Brestissoni, P/f
Vestmenningi. Fiskimannafelagið krevur
útvið eina millión í hyrum, fritidarlønum
og rentum. Tí er, eftir kravi frá Fiski-
mannafelagnum,
nýtt
tvingsilsuppboð
lýst at vera 30. oktober.
Sigmundur
Noregi í
Brestisson er
1975. Hann hevur nú
bygdur í
ligið í
Vestmanna í fleiri mánaðir.