Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-09-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. september 1980síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN telf. 14720. 1 1820 box 76, 3800 Torshavn Útgevari: p/f sosialurin Fyritaks- og blaðstjóri: Blaðmenn: Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Lýsingar: Uppseting: Prent: Lærlingavidurskifti EITT AV TEIMUM málum, sum tingið samtykti áðrenn tað fór heim í sein- astu viku var eitt uppskot viðvíkjandi lærlingaviðurskiftum. Samtykt varð, at tað almenna skuldi gjalda helming- in av løn lærlinga tá hesir eru í skúla. Harafturat varð samtykt, at skúlafyri- sitingin og landsstýrið skuldi fyri- reika framtíðarskipan viðvíkjandi lærlingaútbúgving, og koma við upp- skoti hesum viðv. í seinasta lagi um tvey ár. HETTA VAR ALT sum tingið kundi avrika á hesum gki á hesum sinni. Fyri at tingmenn skulu sleppa undan at vera órógvaðir av lærlingatrupul- eikum komandi tvey árini er so bert at vóna, at meistararnir aftur fara at taka fólk í læru, og somuleiðis at lærlingarnir sjålvir góðtaka hesa loysn. Hvat vit onnur siga, sum skulu gjalda, er ein onnur sega. LON LÆRLINGA hevur í mong harr- ans ár verið eitt stórt stríðsmál millum lærlingar og meistarar. Líka inntil í okt. -78 tå tingið ikki longur kundi lata sum einki, og hækkaði lærlingalgnina, sum frammanundan bert hevði verið at kalla symbolsk. Hetta líkaði ikki meistarum. Nú »loysti« tað seg ikki longur at taka inn lærlingar, og lótu teir tí vera. TAÐ SKAL TÍ vera okkara ráð til politikararnar. Sleppið meistarunum tí undan økonomiska ragnaroki sum teir koma i vid at taka lærlingar. Sleppid lærlingum ti undan at vera finnur i økonomisku telvingini hjå meistarunum. Sleppið tí øllum samfelagnum undan at framtíðar handverksútbúgvingin skal vera avgjørd av hvørjari figgjarligari støðu åvisir partar av privata vinnulivinum eru i. TAÐ ER Ti AV allra stórsta tydningi, at vit ganga frá núverandi meistaral- æru (sum meistararnir longu eru gingnir frá) og finna eina skipan, sum kemur fakinum og tí øllum samfel- agnum til góðar. Vit eiga ikki at kopi- era EFG-læruna sum aðrir, við meir ella minni hepni, nýta. Vit eiga at finna fram til eina loysn, lagað eftir hesum samfelagnum, sum vit liva í. Og eins tidningarmikið er tað, at hendan nýggja skipan okkara ikki verður bundin og treytað av skiftandi lúnum hjá ávísum vinnulivsmonnum. Tankar um spurningin bert at koma í gongd: SUM Jón Ásbergsson sigur í Sosialinum 3.—9 — 80, samstundis sum hann sigur: Í Føroyum til- virkar L/F Skinn nakað av skinnklædnaverum, men hesar eru eftir Jónsa met- ingum ikki fyrsta-flokks- vera. Niðast á somu síðu er eisini Vilhelm Nielsen, stjóri á Vilma, við nekrum hugleiðingum, og her „sigur hann frá, at skinn- virkið Vilma hevur garvað skinn, sum eru brúkt til at seyma plegg av, barna- koyriposar (barnakoyri- posar lærdi Eggert okkum at seyma) o.tl., men til hesi ting hevur Jón Asbergsson ongar viðmerkingar. Eg kann upplýsa, at tann fyrsti lærarin til skeiðið, sum Ídnaðarstov- an legði til rættis, fyri at tað igjøgnum slík skeið kundi koma ein heimaídn- aður í lag i Føroyum, var ein Íslendingur, Eggert Johansson, og Vilhem Nielsen, stjóri, var ein av teimum fyrstu ið teknaði seg til skeiðið. Øll skinn- ini, vit nýttu, vóru keypt frá Vilma, men ein kann ikki siga, at tey vóru fyrsta-flokksvera. Tá L/F Skinn hevði sítt næsta skeið, sum Lands- stýrið gav studning til, var Vilhelm Nielsen eisini fúsur at vera við og meld- aði seg inn í felagið L/F Skinn, sum tá var stovn- að. Tey skinnini, vit tá nýttu, vóru skinn, vit høvdu keypt ymsa staðni frå i Føroyum og sent til Svøriki at garva og nógv vóru »mocka«-vidgjørd — sera, sera vøkur. Hetta garvaríið er eitt tað besta garvaríið í Sveríki, og til skeiðið hjá okkum hevði ein av fremstu skinn- monnunum í Sveríki bjóða sær saman við konuni, sum er útlærd í Paris sum buntmakari, at standa fyri. Hesi vóru Tord og Doris Stille. Her var Vilhelm Nielsen eisini við, men so skjótt, sum til bar hjá honum, meldaði hann seg úr felagnum aftur. Hver orsekin var til tað, veit eg ikki. Tord Stille ferðast nógv í Íslandi og keypur seyðaskinn, og má hann hava gott orð á sær, tá Íslendingar gera hann til Riddara av tí Íslendska Falkinum. Hetta merkið hevur hann persónliga víst mær. Nú er at spyrja, hver hevur víst Jón Ásbergsson, hvussu L/F Skinn arbeiðir. Nevndin í felagnum visti onki um hetta, fyrr enn tann unga gentan, ið er í handlinum, segði frá hesum, at tríggir menn vóru komnir inn í handilin hjá L/F Skinn, og kannaði tað, sum inni var, og sjálvandi var Vilhelm Nielsen ein teirra. Tað hevði semt seg betur, at hesir menn fyrst hevdu tosa við formannin fyri felagið og frá formannin- um fingið upplýsing um L/F Skinn Hesin Jón Asbergsson hevur ongan rætt sum ferðamaður at undirmeta tað arbeiðið, sum L/F Skinn ger, ger hann tað, so undirmetir hann lands- mann sín, sum lærdi okkum. Men hví sigur Jón onki um tað, sum Vilma ger, man hann halda, at veran hjá Vilma er fyrsta-- flokksvera? Vit vita við vissu, at svenskarar standa hegt í metan, hvat garving av skinnum við- vikjur, og tað røkkur seg longur aftur enn 10 ár, sum hjá Íslendingum. Svenskarir hava minst 4 ættarlið, um ikki meira, á baki við teirra vitan um garving. L/F Skinn hevur bert eitt ár á baki. Tað mátti verið stór skomm at farið so við L/F Skinn, tá hetta felag arbeiðir fyri at fáa ein heimaídnað fyri Feroyar í lag — og eir sterri skomm fyri hann, sum leggur Jón Asbergsson slík orð í munnin. Olivia Arge Gregoriussen fyrrv. formaður fyri L/F Skinn Viðmerking frá blaðmanninum Fyri ikki at nekur missjilj- ing skal koma í, og fyri at Jón Ásbergsson ikki skal vera lagdur undir nakað, sum hann kanska beinl- eiðis ikki hevur meint, loyvi eg mær at koma við eini lítlari viðmerking. Tá eg hevði eina sam- reðu við Jón Ásbergsson undirmetti hann á ongan hátt arbeiðið hjá L/F Skinn. Tað framgongur eisini óbeinleiðis, tá hann sigur, at vit feroyingar ikki hava nakra traditión fyri garving eins og t.d. týskarar og sviar hava. Í samband við umreð- una av »mocka- garvadum« skinnverum, sum eftir hvat eg havi skilt, krevja nógvar og langar royndir, spurdi eg hann, um tað, sum L/F Skinn gjerdi, var millum tað fremsta — ella fyrsta- floksvera. Til hetta svar- aði hann, at tað var ikki fyrsta-floksvera. Og tað sum hann sjálvandi hevur meint, er, at veran var ikki millum tað fremsta, sum er á marknaðinum, og »topp-prisur« fæst fyri. Olivia A. Gregoriussen spyr, hví Jón Ásbergsson einki sigur um veruna hjá Vilma. Her liggur mistak- ið sjálvandi hjá mær, tí eg spurdi hann ikki. At enda: Ætlanin við greinini var hverki at seta nakað niður á LF Skinn ella Vilma, men tvertur- ímóti at skriva eitt sindur um meguleikarnar við skinnidnadinum i Føroyum. ; Blaðm. Ongantid í heimssøguni hava so nógvar kúlur sitið samlaðar um eitt borð Síðani 1972 hava hesar kúlur sitið og kjakast um at byggja ein ella tveir metrar oman á telefonhús- ið (telefonsteðina), og ikki fyrr enn nú Landsstýrið tók sær av málinum, funnu teir útav at loysa henda annars so lítið fløkta spurning. Men skaðin er stórur. Skalt tú t.d. ringja, so er tað í flestu forum nærum skjót- ari at renna til viðkom- andi, tú skalt tosað við. Eg má siga tað, at eg mangan havi ringt frá mynttelefonini á Telefon- steðini, har eg havi mist krónu eftir krónu til somu samtalu. Sannleikin er tann, at eg mangan havi umhugsa at rivið hornið leyst ella tikið telefonina við; eg eigi hana eftirhond- ini. Eg havi goldið hana 100 ferðir sum enaferð, við ellum teimum krónum eg havi mist niður í hetta ófera apparatið, ið eisini verður kallað »telefon«, men einsvæl kundi verði kallað veinarmaðir tjovar«. Tá ið telefonmálið stóð upp í tað harðasta, læs eg í blødunum, at Meinigheits- húsið hevði fingið byggi- loyvi á økinum, har húsini hjá Sloan og Heinesen standa. Eg vildi meint, at tað var sjálvsagt, at tele- fonverkið átti fyrsta rætt til hetta ekið, av tí at káp- larnir (kaðalar) máttu jú dragast við til nýggja húsið, talan varð um at byggja. Og sjálvandi er tað bæði bíligari og lættari at fara yvir um vegin við káplunum, enn t.d. heilt út í Havnardal. Men nei, hasar kúlurnar dugdu ikki at síggja logikkin í tí held- ur, ella kanska teir ikki vildu síggja hann; tí hverjaferð Telefonverkið skuldi byggja har, so skuldi ekið friðast. Men Meinigheitshúsið, tað oyðilegði onki umhvervið, tað var sjálvandi einans Telefonverkið ið gjerdi tað. Eg helt hetta sjálv- andi vera merkiligan fram- ferðarhátt, men seinni las eg, at formaðurin fyri Meinigheitshúsið eisini sat í býráðnum, nevniliga Sofus Sivertsen. Næsta idiotiska stigið hjá hesum monnum, er at samtykkja 40 mió. krónur til byggjan av nýggjari svimjihell. Kennir ein til hundalív, veit ein at »fer ein hundur at pissa, skulu allir pissa«. Í býráðnum siga teir, »fer ein býráðs- limur at svimja, skulu øll svimja<. Hví brúka hesir menn ikki knokkin, tá ið Guð allíkavæl hevur givið teimum ein? Hví íkki byggja eina sjimjihell fyri t.d. 20 mió. krónur og tær restandi 20 mió. til at gera nakað fyri til teir ungu skattagjaldararnar hjá tykkum, tá ið hesar 40 mió. krónurnar skulu nýt- ast allíkavæl. Tit senda nakrar pensionistar niður til Danmarkar, at vita hvussu ungdómurin hevur tað har. Hver skal siga: >Ungdómurin í Føroyum er skitbyttur«. Men lat meg siga tykkum, tað er hann als ikki. Í meðal er hann nógv klókari enn nakar av tykkum, ið sita har niðri í býráðnum. Sum eina hóskandi tíð- armynd, kann eg nevna at eg seinasta fríggjakveld var ein túr í býnum. Satt at siga, so heyði eg saman við nekrum vinum mínum sitið og »hugga mær«, sum tað nú einaferð eitir. Eg fór so ein túr í byin, i Diskotek sum vit kallað tað á føroyskum, men allir ungdómar vita fullvæl, at hatta kann ikki sammet- ast við eitt tarvafjós, enn minni við eitt diskotek. Nakað heilt annað er so tað, at td. diskotekið Queen lá nógv ov tætt við vegin, har fleskur liggja og rulla aftur og fram, so ikki er gangandi ella koyr-