mikudagur 17. september 1980síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
telf. 14720. 11820
box 76, 3800 Torshavn
Utgevari: p/f sosialurin
Fyritaks-
og blaðstjóri: Torfinn Smith (ábyrgd)
Blaðmenn: Høgni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Lysingar: Arne Thomsen
Uppseting: Sosialurin
Prent: Dimmalætting
Lat fólki tala
SAMARBEIÐIÐ millum teir tríggjar
landstýrisflokkarnar er aftur fari at
rilla av álvara. Tá tingið kemur saman
seinnapartin í dag verður væntandi
uppskot um nýval sett fram.
ORSØKIN TIL hesa ósemju er, at ein
av samgonguflokkunum, nevniliga
fólkaflokkurin, ikki vil standa við
tann partin av samarbeiðsavtaluni,
sum umfatar millumlandasigling. Og
hetta er so aðru ferð at fólkaflokkur-
in loypur frá avtalur í hesum máli.
TÁ SAMGONGAN varð skipað eftir
valið í 1978, varð sagt í samgongu-
skjalinum, at eitt stórri og meira
hóskandi skip skuldi fáast til vega til
siglingina hjá Smyrli. Men tá tað
nakrar mánaðar seinni stóð okkum í
boði at keypa Lassa ll fyri bert 36
mió. kr., leyp fólkaflokkurin frá.
SUM ØLL MINNAST varð ein nýggj
semja gjørd millum samgonguflokk-
arnar í august 1979. Í hesi semju verð-
ur sagt, at farast skal undir millum-
landasigling um veturin eisini, frá
heystinum 1980 at rokna. Út frá
hesum hava umboð tjóðveldis- og
javnadarfloksins i landsstýrinum
góðkent vetraferðaætlanina hjá
Smyrli.
OG HETTA ER so orsøkin til at lands-
styrissamarbeidid aftur er farid at
rilla. Skrivliga hevur fólkaflokkurin
boðað frå, at verður samgonguskjal-
ið hildið, so metir flokkurin at sam-
arbeiðsgrundarlagið er burtur. Hetta
ljóðar fantastiska legi. Men so fan-
tastiskur er fólkaflokkurin í veruleik-
anum.
FØROYINGAR, sum ferðast uttan-
landa um veturin, skulu ikki hava
møguleika at ferðast sjóvegis (Man
hetta vera tað sum fólkaflokkurin
kallar libiralisma?) OG fólkaflokkurin
ætlar at fáa løgtingid at gera eina
samtykt sum leggur Smyril (Og tað
man vera tað teir kalla intjativ).
JAVNAÐARFLOKKURIN vil halda
seg til samgonguskjalið og august-
semjuna. Vil fólkaflokkurin ikki tað
so má fólki heldur tala.
Nú sjónvarpið er komið at
virka í Føroyum, hevur Kris-
tiliga Lurtara— og Síggjara-
felag fingið fleiri fyrispurn-
ingar, um hverja stóðu fel-
agið hevur til sjónvarpið og
tær almennu áheitanir, sum
fram eru komnar í samb-
andi við sjónvarpsarbeiði.
Nevndin í felagnum hevur
tí vidtikid at senda út eitt
stutt seguligt yvirlit við
teimum neyðugu upplýsing-
unum um Kristiliga
Lurtara— og Síggjarafelag
og tess arbeiði. Tað verður
gjørt við hesi blaðgrein.
1. Samráðingarfundur
Undir Heimamissións árs-
fundinum í Havn 24. —27
okt. 1957 komu menn
saman til fund á Sjómans-
heiminum í Havn at sam-
ráðast um at stovna eitt
kristiliga lurtarafelag í Fer
oyum
Teir vóru 15 í tali og allir
stóðu teir í virksomum arb-
eiði innan Heimamissión-
ina.
Teir samdust um at skaffa
til vega lógir og vidtøkur frå
samsvarandi feløgum í
Danmark og Noreg.
2. samráðingarfundur
Longu 4.—5. jan. 1958 var
aftur fundur á Sjómans
heiminum í Havn fyri at
samráðast um at stovna eitt
kristiligt lurtarafelag.
Á hesum fundi vóru fleiri
av teimum, sum hevdu
verið á fundinum um heyst
ið, men fleiri onnur vóru nú
eisini við.
Lagdar vóru fram lågir og
vidtøkur frá »Kristelig Lytt
erforening« í Danmark og
frá „Norges Kristelige Lytt
erforening« í Noreg.
Sett var ein arbeiðsneynd
at gera uppskot til:
1. lógir fyri eitt føroyskt
kristiligt lurtarafelag,
2. at finna fram til fólk í
hverji bygd, sum skuldi
royna at tekna limir,
3. at skriva eina grein í blød-
ini um hetta tiltakið,
4. og at lýsa til stovnandi
aðalfund, tá ið limalistarnir
vóru komnir inn frá bygdun-
um.
Í tíðini frá jan. í 1958 til
apríl 1959 hevði henda arb-
eidsnevndin fleiri fundir og
førdi samráðingar við út-
varpsstjóran (Axel
Tórgarð).
Stovnandi aðalfundur
6. apríl 1959 var stovnandi
aðalfundur á Sjómansheim-
inum í Havn.
Nú fekk felagið navn
Kristiligt Lurtarafelag, og
lóg fyri felagið varð viðtik
in
Felagið skiftir navn
og verður registrerað
Tað er sum heild sama
lógin, sum enn er fyri felag-
ið.
Onkrar smávegis
broytingar vóru gjerdar
16.06.1974 í samband við, at
felagið skuldi registrerast
og skifta navn til Kristiligt
Lurtara— og Síggjarafelag.
Hetta var gjørt 17. mars
1975 og lyst var í blødunum
av Feroya landfúta, sum
boðaði frå, at hetta felag
var skrásett í Felags-regist
arið við hesum endamáli
1. At virka fyri kristiligum
sendingum í Utvarpinum
2. At stuðla Utvarpið í
góðum og sømiligum send
ingum
Í tí almennu fráboðanini
verður annars m.a. sagt
„Felagið skal virka fyri út
varping av til dømis guds-
tænastum, kristiligum fund
um, andaktum, kristiligum
sangi og tónleiki, tíðindum
frå kristiligum arbeiði o.t.,
og samstundis mótarbeiða,
at Útvarpið verður nýtt til
ósemiligar sendingar og
annað, sum ikki er kristnum
siði og kristnari trúgv verd-
ugt.
Limur kann ein og hver
vaksin lurtari gerast, ið við
styðja endamál felagsins
eftir grein 2 í viðtskunum,
sum er tilskilað omanfyri.
Felagið verður stýrt av
eini 9-mannanevnd. Form-
aðurin og í minsta lagi 5
nevndarlimir skulu vera
innan fyri fólkakirkjuna.
Nevndin skipar seg sjálv
við formanni,
næstformanni, kassameist-
ara og skrivaraa.
Felagið fær umboðs-
mann í útvarpsneynd-
ina
24. juli 1961 sendir felagið
bræv til Føroya Løgting um
at fåa eitt umbod fyri felag-
ið i utvarpsnevndina.
SOSIALURIN
Lurtara— og
Siggjarafelag
Hetta eydnadist i okt
1963
Sidan ti hevur Føroya
Landsstyri eftir innstilling
frå nevndini í felagnum vatt
ein nevndarlim í útvarps-
nevndina at umboða Kristil-
iga Lurtara— og Síggjarafel-
ag har
Arbeiðið hjá felagnum
Felagið hevur frá fyrstan tíð
samarbeitt við leiðsluna í
Útvarp Føroya og við út-
varpsnevndina við enda-
málsgreinini sum
stavnhald.
Nekur av teimum hjarta-
málum, felagið hevur havt,
og sum tað hevur samarb-
eitt við útvarpið, um eru
t.d
1 morgunlestrarnir = og
seinni endursendingarnar
av teimum,
2. upplýsandi, uppbyggj-
andi og kristiligar fyrilestr-
ar
3. sendingar við sálmum og
andaligum sangum,
4. gudstænastu allar heili-
dagar.
5. serligar adventssending-
ar
6. serligar leygarkvelds-
sendingar (Hetta heilaga
evangeliið skrivar),
7. peikað útvarpinum á
ymisk kristilig og mentun-
arlig tiltøk, sum felagið
metir hava almennan
týdning fyri okkara fólk,
8. roynt at funnist at orða-
lagi og innihaldi í summum
sendingum o.s.fr
Síðan tað privata sjón-
varpið kom, hevur felagið
havt samband við nevndina
har og hevur verið við at
byrja andaktir í sjónvarpin-
um sunnukveld.
Tað er heilt nátúrligt og
ein sjålfylgja, at Kristiliga
Lurtara— og Síggjarafelag
vid samarbeidi framvegis
eisini studlar nevndina og
leiðsluna fyri sjónvarpinum
sambært felagsins
endamál :
at virka fyri kristiligum sen-
dingum,
at styðja arbeiði fyri góðum
og semiligum sendingum,
at mótarbeiða ósemiligum
sendingum, sum ikki eru
kristnum siði, og kristnari
trúgv verdugar.
Hesa tíðina, vit hava havt
útvarp í Føroyum, hava vit
sæð, hvønn stóran tydning
tað hevur havt fyri okkara
fólk í nangan ymiskan hátt,
og at tað ræður um at
standa saman um tað við
øllum góðum kreftum, tí so
leingi er tað fólkinum til
gagns — eisini sum kristn-
ari tjóð
Viðvíkjandi sjónvarpinum
verður hetta ikki minni
galdandi, og tí vónar Kristi-
liga Lurtara— og Síggjara-
felag. at góða samarbéiði
við útvarpið eisini skal
rakka til sjónvarpið, sum
felagið fyri árum síðan er
skrásett at samarbeiða við
— annaðhvert tað hevur
privata ella almenna leiðslu.
Limaqjaldið
Seinast í sept. verður inn-
kravt limagjald fyri hetta
árið við 10 kr. * porto. Fel-
agið hevur uml. 1750 limir
Vit biðja limirnar gjalda
stundisliga — tað sparir
kassameistaranum nógv
eykaarbeiði
Annars skal verða
upplýst til teirra, sum vilja
gerast limir og stuðla alt
gott og kristiligt arbeiði í út-
varpi og sjónvarpi, at felag-
ið er ópolitiskt og sjålvt um
tað upprunaliga var stovn-
að av vinum innan Kirkjul-
iga Heimamissiónina, so er
ein og hver, sum vil stuðla
endamál felagsins.
vælkomin at gerast limur
Tað gerst bert við at senda
kassameistaranum Oddmar
á Steig, Heinagøta 11, 3800
Térshavn, 10 kr. vid postin-
um.
Heilsan
Við hesum upplýsingum
sendir Kristiligt Lurtara—
og Síggjarafelag sínar
bestu heilsanir í hvert hús í
Føroyum við ynski um, at
vit mega øll standa saman
og skapa okkum best
meguligar sendingar fyri
oyri og eygu, so at heimlív-
ið og gudslívið eisini kann
verða stimbrað á tann hátt
bæði hjá bernum og
ungum, hjá teimum eldru
og teimum gomlu.
Bert lúsin útlendsk er...
Ídnaðarfelagið r
Týsdagin lýsti ídnaðarfel-
agið í útvarpinum fund á
fróðskaparsetrinum um
aling av smolti. Maður av
húsi at lurta eftir hesum
ennir erindi fyri norskar agentar
áhugaverda fyrilestri.
Men tá samanum kom
vóru tað bert tríggir norð-
menn sum vóru komnir til
Feroya at selja
føroyingum flétihyljar til
sila— og laksaaling.
Men hevði tað ikki verið
betur at bíða eftir úrslit-
um frá teimum flótihylj-
um, sum longu eru keyptir
úr Noregi?
Hvat siga okkara laksa-
menn, sum t.d. Andreas
Reinert og Edmund Joen-
sen, um slíkt tvætl?