Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-09-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. september 1980síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN B36 — MB 2—0 (0—0) Burtur frå botn— og niðurflytingarplássinum Við uppibornum sigri á MB eydnaðist B36 at koma burtur frå botn— og niðurflytingarplássinum. FOT | =. Dysturin millum B36 og MB, mátti — hóast liðini bæði lógu, og liggja, aft- ast — roknast sum týdningarmiklasti dysturin í 1. deild sunnudagin. Og at dysturin varð hildin at hava tydning, sást skill- iga á stóru áskoðarafjeld- ini, ið hevði leita sær niðan í Gundadal henda góðveðursdagin. KONDI Føroysk ítróttarklæðir Pit SJÓKLÆDNAVIRKIÐ Telefon 550 40 : LY a Undan dystinum var greitt, at tapti B 36, vórðu teir nærum vissur í at flyta niður, tá teir tá vildu vera trý stig aftan fyri næstaftasta liðið, men vann B 36, vildi tað haraft- urímóti vera MB, ið kom at liggja å aftasta — å niðurflytingarplássinum. Og nógv vóru tey, ið roknaðu við, at B36 hevði styrkt munandi um megu- leikarnar at vinna, tá stór- stuðulin í MB-verjuni, landsliðsleikarin Mikkjal Danielsen, hevði fingið ein daga leikbann, orsakað av, at hann varð rikin av velli í heimadystinum móti GT. Men leikur var bert fimm min. gamal tá tað eydnaðist Árna Joensen at fáa bóltin i B36-málið, men dómarin hevði frammanundan bríksla fyri frísparki, so tað óiva er lætna fyri mangt B36- hjarta. Fyrru helvt af fyrra hálvleiki var tað B36, ið hevði sterra lut men ikki bar til at fáa bol. 'n í netið, og um miðjan hálvleik skifti leikurin úr einum enda av vellinum í annan og gjørdi hetta, at tað í løtum var rættuligt lív í áskoðara- fjeldini og dysturin bar als ikki dám av — hverki í 11 1elKl, spæligóðsku ella spenn- ingi — at tað var ein sonevndur botndystur. Seinastu min. av fyrra hálvleiki var tað MB, ið átti at kalla alt spælið, men hjá teimum. bilaði, eins og hjá B 36, tá bóltur- in skuldi avgerandi teinin um málstrikuna, so hálv- leikssteðan gjerdist 0—0 javnleikur.. B36 fekk bestu byrjan, ið hugsast kann í seinna hálvleiki. Bert tríggir min. vóru loknir, tá teir fingu fríspark úti í hegru síðu árakað brotsteigin. Kjartan Mohr skeyt hegt skot innfyri og kemur bólturin tætt við hegru stong. har Leo Poulsen, saman við Kára Karmal- son í MB-málinum, loypir upp og verður Leo tann hægri, og fær hann hevdað bóltin í netið til B 36-leiðslu. Fimm min. seinni fær B36 risameguleika fyri at økja um leiðsluna tå Tórur Jacobsen úr vinstru síðu trekkir fram við Kára, ið er á veg ut, men bólturin endar hjá Andreas Vat hamar, ið stendur púr fríur fyri opnum málið høgru sidu målteiginum, men ístaðin fyri at skjóta, rullar Andreas bóltin fram við málinum til annan B36- Síða 7 leikara, men tá fær Kári tveitt seg, millum við— og mótleikarar, oman á bóltin og bjarga. I 20. min. endar eitt av mongu B 36 álopunum við at MB-málverjin Kári Karmalson — ið hevði staðið sera góðan dyst — verður so illa skaddur í hegra bein, at hann í sjúkrabili verður fluttur á Landssjúkrahúsið. Ikki er eydnast okkum at fáa at vita hvussu álvarsligur skaðin var, men aftan á dystin var onkur, ið vildi vera við, at talan megu liga var um beinbrot Í málið kom nú Harald Poulsen og fekk hann úr at gera beinanvegin, tá B 36-álopini skolaðu fram móti málinum, men inn gekk ikki við at fáa bóltin sjálvt um tað mangan var líka við. Í 30. min. hevði B36 t.d. sera vandamikið ålop, ið lættliga kundi givið mál, men endaði tað við at Harald bjargaði við beinparadu, so at bólturin endaði á yvirliggjaranum og haðani stakk út til MB- leikara, ið fekk sparka burtur Ikki fyrrenn 40 min vóru farnir av seinna hálv leiki eydnaðist tað enn einaferð at fáa mál og var hetta uppá brotsspark, ið varð demt tá leikari varð feldur fyri opnum máli Kjartan Mohr settið, via høgru målstong, bóltin í netið til endaliga 2—0 sig- urin til B 36. Sjálvt um ein skuldi trúð at tílíkur dystur lætt kundi gerast ov harður varð hetta ikki so. Bert eitt gult kort varð givið fyri ov hart spæl og varð tað Albert Ellefsen hjá MB, ið fekk tað. Ikki so at skilja at einki kort afturat kundi verið givið, men tá hugsa verður um hvat stóð uppá spæl í dystin- um, var hesin av teimum frægu. Fótbólts- úrslit 13. september 2. deild. 779 HB — Fram 780 NSI — Royn 0—0 781 SI — B68 0—3 782 TB — EB 6—2 1—3 3. deild. 804 LÍF — Sumba 8—0 805 B 36 — B71 806 B 68 — SIF 807 KI — Skåla 0—0 0—4 4 deild. 1. finala Landskappingin 808 VB — HB 2—1 Unglingad Steypakapping 2. finala 788 HB — B68 Dreingjad 1. finala Landskappingin 812 VB — HB 1—3 Smádreingjad 1. finala Landskappingin 813NSI — KÍ )—0 Piltad 1. finala Landskappingin 814 GI — VB 2—0 - 14. september 1. deild. 794 VB — TB 1—7 795 GI — HB 1—1 796 KI — IF 797 B36 — MB 1—0 2—0 Málverjin hjá MB, Kári Karmalson, var fluttur á Landssjukrahusid vid skaddum beini