Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-09-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. september 1980síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 HB — B68, unglingar 3—2(1—2) HB vann steypakappingina Unglingarnir hjá HB vunnu leygardagin steypakappingina við at vinna á B68 2. finalan í steypakapping- ini hjá unglingunum varð leikt í Gundadali leygar- dagin millum HB og B68. 1. finaludysturin endaði við javnleiki, so her ráddi um at vinna. Liðini bæði leiktu heldur varliga í fyrstani. Tá einir 15. min. vóru leiktir av fyrra hálvleiki, fekk B68 mál, sum Petur Hans Hansen gjerdi. 5. min. seinni fekk HB mál, sum Jóannes Ejdesgaard gjørdi eftir hornaspark. B68 fekk enn eitt mål i hesum hålvleikinum. Hetta målid gjørdi Andre- as Andreassen Fyrri hálvleikur var sum heild góður, og bæði liðini høvdu fleiri góðar málmeguleikar. Í ødrum hálvleiki hevði HB so at siga alt spælið, men mál kom einki fyrr- enn í seinasta minutti, tá dómarin, Hákun Egholm demdi brotsspark til HB. Tummas Óli Mortensen varð settur til at skjóta, og setti hann bóltin trygt í netið til javnleik 2—2. Hetta gjerdist eisini enda- liga úrslitið av sjálvum dystinum. Men av tí at fyrri dysturin sum nevnt eisini endaði við javnleiki — so nú stóð javnt 4—4 — mátti umdystur til. Leikt varð 2 x 10 min. Mál kom einki fyrrenn einir tríggir minuttir vóru eftir av umdystinum. HB fekk hornaspark, sum Tummas Óli skjeyt bein- leiðis í málið til endaligu steðuna — ein 3—2 ella til- samans ein 5—4 — sigur til HB. Tað var eitt reytt kort havt á loftið í dystinum. Tað var útskiftingarleiðar- in hjá B68, sum fekk tað fyri at hava brúkt munn móti dómaranum. SOSIALURIN ynskir unglingunum hjá HB till- ukku við hesum sigrinum L.K. SOSIALURIN 9 røtt var tað nærmasta i tippingini hesaferð. Tað vóru seks seðlar við 9 rettum, meðan heilt nógvir høvdu 8 rett. Men eingin hevði meira enn 9. Tískil verður vinningurin upp á 250,- kr. standandi til næstu ferð, so tá verða tað 500,- kr. at vinna, um nakar hevur 12 rett Næsti tippingarseðilin verður tann seinasti í ár, so vit gera soleiðis, at um eingin hevur 12, 11 ella 10 rett tá, so verður lutakast millum tey, sum hava flest rett. Vinnarin fær tá 500,- kr. Hesin tippingarseðilin, sum verður nr. 12, kemur í leyg- ardagsblaðið. Góða eydnu. SÍ-B68 2. deild TB-EB 2 deild LiF—Sumba 3. deild B36—B71 ITROTTARHANDILIN Hoydalsvegur 2 - tlf. 12753