Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-09-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. september 1980síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

x SOSIALURIN skómakara. Knút kom so til min og segði: „Johannes, nú hevur tí ein tjans at seta fetur undir egið borð. Men mammubeiggi vil helst, at tú ikki fert«, legði hann afturat. Tjúgu ára gamal — á vári 1931 — settist Johannes niður sum skó- makari í Fuglafirði og har hevur hann arbeitt síðani. — Og eg ætlaði mær at arbeiða so leingi, sum eg orki, men nú er »maskinar- íið< fari at bila og eg fái ikki strekt annan armin rættiliga, sigur Johannes, tá vit spurdu hann, hvussu leingi hann ætlaði at halda fram. Trong tíð Tað var ein trong tíð, tá Johannes fór at arbeiða í Fuglafirði og ikki var altíð líka nógv at gera. Hann sigur, at tað var stríggið, tí hann skuldi eisini leiga tvey hús. Eitt at arbeiða í og eitt at búgva í. So hann kundi ikki tilláta sær nógv. Men bert trý ár seinri hevði hann bygt sær hús Johannes Jacobsen seymar skógvar í nossliga verkstaðnum í Fuglafirði — Eg eri bangin fyri, at skómakarahand- verkið fer at hvørva, sigur Johannes Ja- cobsen, sum er tann einast ortopædiski skómakarin í Føroyum. Hann heldur, at 3—4 ortopædiskir skómakarar høvdu havt nóg mikið at gjørt, sum alt slíkt arbeiðið skuldi verið gjørt i Føroyum við verkstaði kjallaranum. Og her arb- eiðir hann framvegis Maskinurnar eru fleiri. Bæði nýggjar sum eldri. Tann elsta er frá tí, hann byrjaði í Fuglafirði. Hon kostaði yvir 400 kr. tá, men er so góð sum nýggj og er brúkt hvenn dag. Fór niður at læra Fram til 1953 arbeiddi Jo- hannes sum vanligur skó- makari, men eftir áheitan fór hann tá niður á orto- pædiska sjúkrahúsið í Keypmannahavn at læra til ortpædiskan skósmið. Í Keypmannahavn var hann í fimm mánaðir og lærdi øll stig innan orto- pædiskt skósmíð — taka mál, passa leistar til, skera leðrið til, eins og hann lærdi at stoypa gips- formar. — Hetta er tann besta tíðin eg havi havt sum skómakari. Øll fólkini, eg arbeiddi saman við, vóru so einastandandi fitt og hjålpsom og. eg havi samband við fleiri av teim- um enn, sigur Johannes. Altið ov nógv Síðan Johannes kom heimaftur í 1954 hevur hann seyma skógvar og stivlar til fólk við brekað- um fótum. — Men sigur Johannes, havi eg altíð havt ov nógv at gera, so eg eri ongantíð komin heilt uppundan. Hann heldur, at skuldi alt tað ortopediska skó- arbeiðið verið gjert í Fer- oyum, hevði tað verið hóskandi við trimum fýra monnum. Í fleiri ár var hann ein dag um mánaðin á Lands- sjúkrahúsinum í Havn, har sjúklingar kundu koma, so hann hevur havt við fólk úr øllum Feroyum tiverri, at gera. Og sum vituligt er, hevur hann bæði havt góðar og keðiligar letur Men eisini hugtakandi letur Fekk hjálp Johannes minnist eina hending, tá maður kom við dóttur síni, sum hevði ein brekaðan fót. Maðurin hevði sjálvur sama brek, men hevði ongantíð fingið gjert nakað við tað, so hann hevði stóra umsorgan fyri dóttrini. — Við meg kanst tú einki gera, tí eg havi gingið soleiðis øll árini, segði hann. Sjálvur brúkti hann einar militerstivlar, sum hann stappaði út við ull, tá hann hevði sett fótin í. — Nú skal eg royna, um eg ikki kann hjálpa, sigi eg, og stoypti ein gipsform — Tað var hugtakandi at síggja, tá hann fór stivlarnar og segði, at nú kundi hann fyri fyrstu ferð hvíla á fótinum. Eitt yrki sum hvørvur Johannes hevur ikki arbeitt einsamallur geil árini. Viðhvert hava teir verið tríggir. Hann hevur lært tveir skómakarar út, men hesir hava ikki havt hug at hildið fram. Johannes heldur, at tað er trupult at klára seg sum vanligur skómakari Verkstaðstímin i dag er hegur og umvælingarnar vera tí dýrar í mun til kostnaðin av nýggjum skóm. — Men skómakarahand:- verkið stendur ikki aftan fyri annað handverk, og ein skómakari skal hava tað sama í løn sum aðrir handverkarar sigur Johannes og vísir eisini á tað, sum ein ortopædiskur skómakari einaferð segði á eini stevnu: >Vit kunnu ikki konkurrera við tidina« Fer skómakarayrkið at hvørva? — Eg eri bangin fyr tí, tí nogv er broytt frá leðurstivlatíðini til dagin í dag. Tað síðsta vit hevdu eftir av tí gamla hand- verkinum vóru spenniskógvarnir, men nú eru teir eisini farnir Og saman við skómak- arunum er ein táttur bygdar- og býarlívinum horvin — tað at støkka inn til skómakararnar at fáa eitt prát. Skómakaraverksteðini hava oftast verið stað, har fólk hevur savnast. Verk- staðið hjá Knút var einki undantak. Og Johannes minnist manga stuttliga løtu, tå eidri menn »tta gamlir sjómenn — komu inn um kveldarnar og for taldu um hendingar, teimum hevdu verið fyri — Men í dag hevur eing in tíð at steðga á og pråta, sigur Johannes Í dag eru tvey skómak araverkstød Havn. Tå Johannes var i Havn fyri hálvthundrað árum síðani vóru skómakararnir nógv- ir — Knút, Jóan Jakku Joensen, Sofus Dal Christ- iansen, Napoleon Joensen Pole), Demmus Joensen, Ísak Joensen, Edvard Bærentsen og Rasmus á Kák