leygardagur 20. september 1980síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Fritt at
búgva og
fríar
løn
skogvar
men onga
Johannes Jacobsen í Fuglafirði hevur arb-
eitt einsamallur sum ortopædiskur skó-
makari í 25 ár, men hann heldur, at um alt
tað ortopædiska skóarbeiðið skuldi verið
gjørt í Føroyum, kundu teir verið 3—4
skómakarar um tað
Frítt logi og fríar skóg-
var. Men eingin len. Hetta
vóru lærutreytirnar, tá ein
ungur funningsdrongur,
Jóhannes Jacobsen, hin
22. juni 1925 fór í skómak-
aralæru hjá gamla Knút
skómakaranum í Havn.
Í morgin fyllir Johannes
Jacobsen 70 ár. Í hesum
sambandi hevur Sosialur-
in prátað við Johannes.
Hann hevur ikki bert
fingist við at umvæla
skógvar. Nei, hann kom í
læru í tí tíðini, tá skómak-
arnir seymaðu sjóstivlar,
tuflur og skógvar
Við tíðini broyttist arb-
eiðið til bert at fevna um
umvælingar. Men komin
til mans og reiðuliga tað,
fekk Johannes sær útbúg-
ving sum ortopædiskur
skósmiður. Og mangir eru
teir skógvarnir. sum Jo-
hannes hevur seyma til
fólk við brekaðum fótum
kring alt Feroya land
Tráðaði ikki
eftir eðrum
Tá vit spurdu Johannes,
hví hann bleiv skómakari,
sigur hann, at hugurin var
ikki til nakað annað.
— Eg tráðaði ikki eftir
nekrum eðrum. Hví veit
eg ikki. Og tá eg kundi fáa
lærupláss hjá mammu-
beiggja mínum, Knud
Petersen, skómakara í
Havn, tók eg av, og fór í
læru 22. juni 1925.
Á verkstaðnum vóru teir
tríggir — Gamli Knút,
Litli Knút, sum øll tilkom-
in í Havn minnast, og
Johannes. Gamli Knút,
sum hevði lært á Látrin-
um á Eiði, heyði eisini skó-
sølu
— Hvussu føldist tad at
koma av litlari bygd til
Havnar?
— Væl. Eg føldi meg
heilt væl. Sum eitt havn-
arbarn. Havnin var virkul-
Frá ti tidini ti Johannes arbeiddi hjá Gamla Knút
Pe:
Skómakarin, í miðjuni stendur Johannes, meðan gamli Knút stendur høgrumegin
iga »deilig« tå. Eg kann
ikki siga annað, enn at tað
var ein »deilig« tíð.
— Eg búði alla tíðini hjá
Knúti og luttók í øllum tí
húsliga eisini. Eg fekk ikki
len, men búði fyri einki og
fekk skógvar, eg brúkti.
Lærutíðin ljóðaði uppá
fýra ár, men tá eg hevði
verið í læru í trý ár, segði
Knút við meg: >Nú kann
eg ikki geva tær meira.
Frá nú av mást tú fáa
løn.« Og so var eg útlærd-
ur.
Gummifóttoy
ikki komið
Hverki gummiskógvar
ella gummistivlar vóru
komnir, tá Johannes fór í
læru, men gummistivlarn-
ir vóru júst tá við at koma
fram.
Fólk brúktu vanligar
skógvar og tuflur. Sjó-
menninir brúktu leður-
stívlar. Johannes greiðir
frå, at teir gjørdu trý sløg
av sjóstivlum. Langar,
sum komu upp á lær, hálv-
langar, sum hevdu eina
tungu upp um knæið og
stivlar, sum rukku upp til
hosubandið.
At seyma einar leður-
stivlar var ætlað til tvey
dagsarbeiðir. Tá hevdu
stivlarnir leðursolla, men
hevdu teir lidugtgjørdan
træbotn var tað eitt dags-
arbeiði.
— Men tá varð ikki arb-
eitt sum í dag. Arbeiðs-
dagurin var 10 tímar — frá
kl. átta á morgni til átta á
kveldið. Men viðhvert
plagdi Gamli Knút at
siga: >Nú Johannes, í mor-
gin fara vit til arbeiðis
klokkan fimm«. Og so var
ofta arbeitt langt ut å
næstu nátt, ti skipið skul-
di sigla og stivlarnir vóru
umbidnir.
Johannes heldur, at teir
langu stivlarnir kostaðu
um 40 kr., meðan teir
stytstu kostaðu um 15 kr.
Daglenin var tá seks
krónur — ella 60 oyru um
tíman.
Kundu gjert
tuflurnar sjálvir
— Harafturat gjørdu vit
nógvar tuflur. Tað er
skammiligt, at allar tuf-
lurnar verða tveittar inn á
okkum í dag. Tær kundu
vit saktans gjert, sigur
Johannes.
Botnarnir til tuflurnar
blivu keyptir úr Danmark,
so talan var um standard
steddir. Tá leðrið var
skorið til, tók tað ikki
meira enn ein góðan hálv-
an tíma at gera tuflurnar.
Fyrst bleiv leðrið bloytt,
síðan skorið til, spent um
leistan, sum var settur á
botnin, og síðan bleiv
leðrið sligið uppá.
Johannes minnist ikki
rættuliga, hvussu nógv
eina tuflur kostaðu, men
hann heldur tær lógu um
fýra kr. Tað hevur verið
tveir triðingar av daglen-
ini tá.
Forsollingar kóstaðu
eisini lutfalsliga nógv. At
forsolla einar mannfólka-
skógvar kostaðu tvær kr.
fyri hælin og fimm fyri
forsollan. At forsolla einar
konufólkaskógvar kostaði
fimm kr. — 1,25 fyri hælin
og 3,75 kr. fyri forsollan.
Johannes sigur, at hetta
var dýrt, og tað vóru ikki
oll, sum høvdu ráð at fáa
umvælt skógvar.
Hann minnist, at ein
genta, sum tænti í einum
væla húsi, ein dagin, hon
var við at kynda, breyt
hælin tvørturum. Hon
fekk sum vituligt er
nærum onga løn, so tå var
ikki tikið nógv fyri arbeið-
ið.
Hesir prísirnir stóðu við
í mong ár — heilt fram til
1940.
Kendu ikki lím
Fyrst í lærutíðini hjá
Johannesi komu gummi-
stivlarnir fram av álvara,
men teir vistu einki um,
hvussu teir skuldu bera
seg at við at umvæla hol á
gummistivlum.
Tí lappaðu teir gummi-
stivlarnir við at seyma ein
skinnlappa yvir holið!
Men so høvdu sjómenninir
sæð, hvussu hetta bleiv
gjørt í Íslandi, so teir
løgdu lag á.
Um hetta mundið fingu
teir eisini lím og rágummi
kom fram og bleiv tann
heilt stóri mótin.
Johannes greiðir frá, at
tað var Lítli Knúr, sum
kom við hesum, tá hann
hevði verið í handilserind-
um í Danmark.
— Tá bleiv alt so lætt og
vit seymaðu nógvar
skógvar við rágummi-
botni eftir máli, tí hesir
skógvarnir vóru so behag-
iligir
Kostnaðurin at gera
einar slíkar skógvar lá um
25—30 kr.
Tað tók 18 tímar at gera
einar slíkar skógvar, tå
leisturin var gjørdur og
leðrið var skorið til. Alt
Petersen, skómakara, í Havn. Við maskinuna situr Lítli Knút, Knút
arbeiðið tók einar 30—40
tímar.
Tá vit spurdu Johannes,
hvat tað hevði kostað at
fingið einar leðurskógvar
handseymaðar i dag,
smírdist hann, og segði, at
teir fóru at liggja millum
tvey og trý túsund kr.
I fimm ár
Johannes arbeiddi á verk-
staðnum hjá Knúti í
Bringsnagetu í fimm og
eitt hálvt ár.
Tá Johannes fór í læru,
var verkstaðið í Smiðju-
stovu, sum stóð langt út í
Bringsnagetu yvir í móti
garðinum hjá Kjelnæs.
Tá Smiðjustova varð
tikin niður í 1926, fluttu
teir í verkstað niðri í
kjallaranum í Arnes
minde. Tað eru tey gomlu
býráðshúsini. Í ovara
enda á húsinum hildu poli-
tistarnir til.
— So vit vóru væl vard-
ir, flennir Johannes.
Goymslu til leður o.a.
høvdu teir niðri í Gongini
— Niðri í Oyspustovu,
sum var eitt av teimum
húsunum, sum blivu tikin
niður, tá Sjóvinnubankin
bleiv bygdur.
Eingin skómakari
í Fuglafirði
Í december mánað í 1930
fór Johannes úr Havn til
Funnings í feriu. Hann
hevði avgjert at seta seg
niður sum skómakari í
Fuglafirði.
— Hetta komst av teirri
grund, at ein dagin komu
fiskimenn úr Fuglafirði
inn og tosaðu við Gamla
Knút. Honum segdu teir,
manglaðu
at teimum