Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-09-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. september 1980síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN — samstundis, sum tey rekja bein, so minnisvarð- in yvir teir gomlu ikki dettur niður. Nógvir meguleikar í haganum — Vit mugu fara niðan í hagan at veita úr nýggj- um, tí har eru nógvir meguleikar. Tað eru íalt 48 merkur á Eiði — harav eru tær flestu, 44 í tali ognarjerð. Í sjálvum Eiðishaganum eru umleið 900 ha av lendi, sum kunnu veltast úr nýggjum. Í dag eru bert umleið 6 ha veltir har. Jákup Eidesgaard er ógvuliga fegin um, at teir menn, sum eiga í hagan- um, hava dugað at sæð tað skeiva í, at so lítið er gjørt við at velta úr nýggjum. — Teir hava víst mær slíka vælvild við at leiga mær lendi til at velta — at teir eiga rós uppiborið fyri tað. »Luftkastellir« Onkur hevur tikið til, at tað er ikki annað enn »luft- kastellir« at velta úr n/ggjum so hegt uppi í fjøllunum. Vit spurdu Jåkup, um talan veruliga er um til- ikar »luftkastellir«? — Av ti at tað vísir seg, at fjallasíðurnar eru gren- ar, og gras vísir seg at vaksa væl so hegt uppi, so havi eg gjert hetta arbeiði við tí treysti, at tað skuldi bera til — og tað sær út til at bera til. — Tað sum kanska kann hindra einum nakað — er koyringin oman og niðan á stykkið. Men hevur ein amboðini, so gongur tað nokk. Eisini aðrastaðni í Føroyum — Eru annars stór eki í Føroyum, sum kunnu velt- ast á sama hátt sum hetta stykkið uppi undir Slættaratindi ? — Tað eru tað. Um vit hyggja okkum um her í Eidishaganum, so er rætti- Jákup vísir okkum, hvussu stórir møguleik ur hagi, sum kann veltast við maskinamboðum. Vit síggja Ovaru Lið, sum er serliga góður seyða— og neytahagi liga nógv lendi omanfyri 200 metrar. Tað man fara at vera tað mesta av 900 ha, ið er vallaður hagi, sum kann veltast við maskinamboðum. — Hyggja vit so yvir á Streymoynna, so síggja vit stór eki, sum liggja omanfyri hamrarnar — har tað er slætt, og har hall er. Av ti at tað regnar so illa i Føroyum, er lendið betri egnað til jarðarbrúk, tá eitt lítið hall er á stykk- inum. Har og aðrastaðni eru tí nógv eki, sum egna seg til nýdyrking. Gott gras — Kanst tú ráða ødrum bóndum til at fara so langt niðan í hagan at velta úr nýggjum eins og tú sjálvur hevur gjert tað? — Ja so avgjert. Nú havi eg bert sligið hetta ovara stykkið fýra ferðir, men tað hevur givið góð úrslit øll árini. Fýra ár innan jarðarbrúk er nakað stutt tíð til at siga nakað konkret. Men tað er lítið at ivast í, at her eru nógvir óroyndir meguleikar hjá bóndunum í Feroyum. Royndarsteðin virkar ikki — Er tílík nýdyrking sum tín ikki ein uppgáva hjá eini royndarsteð — heldur enn hjá einum bónda, sum er byrjaður heilt frá botni av. — Royndarstaðarekið hjá okkum feroyingum er so aftarliga, at vit, sum arbeiða við slíkum, bíða í stórum spenningi, til ein royndarsteð kemur og kann avloysa okkum við royndunum Eisini at henda steðin fer at royna ymiskt, fyri at vit kunnu fáa sterri úrteku og sterri framleiðslu. Framleiðslan má økjast nú nýtt mjólka- virki er komið — so fer- oyski brúkarin kann fáa ta mjólk hann ynskir endar Jákup Eidesgaard. (Seinni parturin av sam- reðuni í seinni blað.) Síða 9 Vit eru á nýdyrkaða stykkinum uppi undir Slættaratindi, umleið 350 metrar uppi. Preststeinur er undir liðini á Jákupi. Segnin sigur, at tað var ein prestur, sum var vilstur einaferð á veg millum Eiði og Funning. Hann helt til við henda steinin til fólk fór at leyta og funnu hann. Tí hevur steinurin fingið loyvi at standa ar eru at velta hagan. Alla staðni er vallað- Her eru stórir meguleikar at dyrka meira av lendi til be