Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-09-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. september 1980síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

UT Síða 8 SOSIALURIN - Feroyskt jarðarbrúk — hver er leiðin!!! Eru vit við at menna før- oyskt jarðarbrúk ! ella stendur foroyska jarðar- brúkið í stað! ella gongur tað niður á bakka við jarðarbrúkinum ! og tí spyrja vit: Hvussu verður við jarð- arbrúkinum í Foroyum í 80-árunum ??? Hetta eru spurningar, sum Sosi- alurin fer at taka upp til viðgerðar. Ikki tí — vit hava hesi bæði seinastu árini av og á nomið við hesar somu spurningar í samreðum við jarðar- brúkarar, fólk í feløgum, á stovnum og á virkjum, sum hava eitthvert tilknýti til jarðarbrúk, og við politikarar. Eitt mál sum t.d. royndarsteð— og skúli hevur verið nógv frammi sein- asta árið. Tað hava vit roynt at við- gjert frá fleiri síðum. Tað eru so | ymiskar meiningar um hetta mál, at í vit meta tað ikki »utdebaterad«. Hesin spurningurin fer tí eisini at verða tikin upp í blaðnum. Vit bjóða lesarum og áhugaðum fyri føroyskum jardarbruki vælkomnum at luttaka i einum breiðum almennum kjaki um »Føroyskt jarðarbrúk<. Vit taka ímóti ellum innsendum tilfari, sum kann metast at hava almennan áhuga. Í blaðnum í dag leggja vit fyri við 1. parti av samreðu við bóndan á Eiði, Jákup Eidesgaard. Vit hava vitjað í fjósinum á Búmúla norðan fyri Eiðis bygd, og vit hava verið uppi í haganum og hugt eftir nýdyrk- aðu lendunum har. Í seinna partinum av samreðuni, sum kemur í blaðið seinni, sigur Jákup sína áskoðan um livilíkindini |* føroyskum jarðarbrúki í dag og hvønn veg tað ber. Bóndi á Eiði brýtur upp úr nýggjum: Veltir uppi undir Slættaratindi — helst eindømi í føroyskari jardarsøgu Komin framvið kirkjuni snarar tú til hegru og koyrir teir umleið hundrað metrarnar út til fjósið, ið liggur á Búmúla — norðan fyri Eiðis bygd, hagani útsýnið er út yvir melina og fótbóltsvellin. Tað er mikumorgun í september. Klokkan er farin av sjey. Í fjósinum er Jákup Eidesgaard, bóndi í ferð við at gera klárt til dagsins arbeiði. Fjósið er bæði reint og nossligt. Fyrst verður reinsað rundan um neytini, og tey fáa kraftfóður. Júgurini verða vaskað og pattisett- ini sett upp undir. Mjólkin fer gjøgnum nýggja mjólkianleggið og í keli- tangan. Ein tíma seinni er bilurin hjá Strandferðsl- uni eftir mjólkini. Hon er nú klár at senda til nýggja mjólkavirkið í Havn, har hon verður vidgjørd og pakkað. Soleiðis byrjar hver morgun hjá Jákupi — eis- ini hesin morgunin, tá Sosialurin vitjaði. Jákup heldur fyri, at arbeiðsdag- urin oftani gerst langur — kortini dámar honum hetta arbeiði og iðrar seg ikki um, at hann nústaðni fór í gongd við jarðarbrúk . Uppvaksin við kriatårum — Eg eri uppvaksin saman við kríatúrum, sigur Jákup, og havi tí altíð havt áhuga fyri hesi vinnu. Vit hevdu kúgv í húsinum, og tá pápi fór til skips vóru tað vit bernini og mamma, sum máttu skipa fyri summararbeið- inum. Jákup Eidesgaard hevur annars arbeitt sum fiskimaður stóran part av lívinum, men var í nekur ár á Loransteðini. Tá nógv mekanisering fór fram har á steðini og Jákup varð uppsagdur gjørdi hann álvara av ætlanini at ger- ast bóndi. Leigusåttmåls Hetta var i april 1977. Jåkup fekk ein leigusått- måla frå einum hagaparti at velta uppi undir Slætt aråtindi í umleið 350 metra hædd — OO ————————X————IEBI<AW————— Tað man vera eindømi í føroyskari jarðarbrúks- segu, at nakar hevur velt úr nýggjum so hegt uppi í haganum. Onkur mundi helst halda, at Jákup var ikki rættsiktaður at velta be uppi undir fjallatindun- um. Jákup sigur soleiðis um hetta: — Eygleiðir tú seyðin, sum um summarið liggur so tættur uppi í fjallasíð- unum, skilur tú at har má vera góður grasvøkstur. Eg fekk lendi til leigu uppá 35.000 kvm og dyrk- aði tað til be fyrsta árið. Fyrstu árini sáddi eg gras. Tað vísti seg, at grasið vaks skjótt har uppi — helst skjótari enn longri niðri í haganum. Hetta kemst av, at grasið liggur meira í dvala um veturin enn longri niðri. Vánaligt ár í fjør Jákup sigur víðari, at árið í fjør var eitt ringt ár til veður. Meginparturin av útlendsku grasrótini doyði við undantaki av tí, har jákupskel varð breitt yvir og saksað í moldina. — Jerðroyndirnar vístu seg at verða heilt fyriuttan kálk og salt, tá eg byrjaði at velta, leggur Jákup aftrat. Annars vísti tað seg, at tann føroyska grasrótin kom væl fram. Jákup hevur síðani fingið ein leigusáttmála aftrat frá einum hagaparti longri niðri. Hetta stykkið er 80.000 kvm stórt og eru einir 25.000 kvm dyrkaðir higartil Samanumtikið hevur royndin at velta so hegt uppi í haganum eydnast væl. Í letuni ber ovara stykkið 5 kúfóður. Tað niðara stykkið ber 3 kú- fóður. Men enn eru so um- leið 55.000 kvm eftir at dyrka har. Utbyggja fjósið Fjósið á Búmúla varð bygt í 1977 og varð ætlað til 15 neyt. Jákup sigur, at nann vildi ikki byggja fjósið ov stórt beinanvegin, men heldur byggja tað í stigum. Nú so stór lendi eru velt og meira aftrat verður velt Jákup Eidesgaard, bóndi lýtur út yvir uppdyrkaða stykkið uppi undir Slættaratindi í ár er grundarlag fyri at víðka fjósið. Jákup ætlar við hesi útbyggingini at hava i alt 20 mjólkineyt. Gamli beurin — ein minnisvarði Hverjir eru so meguleik- arnir fyri jarðarbrú!' á Eiði? Til hetta sigur Jákup Eidesgaard, at lendið norðuri á Eiði er soleiðis háttað, at tað í dag eingin meguleiki er at reka jarðarbrúk á tí gamla bønum. — Tann gamli bøurin er ein minnisvarði yvir teir gomlu, sum undan eru farnir — fyri teirra knoss og stríð — og hesin minn- isvarði eigur ikki at verða oyðilagdur. Jákup sigur víðari, at her á gamla bønum skulu fólk kunna hava meguleik- an at hava seyð og kunna velta epli sum frítíðarítriv