Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-09-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. september 1980síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tá fíggjarnevndin hjá danska fólkatinginum kemur saman aftur einaferð í oktober mánaða verður væntandi málið um skipan við heimasjúkra—, heilsu— og skúlaheilsu- systrum í Feroyum á skránni. Hetta upplýsir fulltrúin hjá Ríkisumboðnum, Bent Rasmussen. Hann sigur, at tað nú er nakað síðani, at málið varð sent til myndugleikarnar i Danmark at taka upp til viðgerðar. Men av ti at figgjarnevndin hevði so nógv mál at taka steðu til, árenn tingið fór heim sein- ast, so hevur hetta málið bíðað nakað — Vit hava tó lagt dent á, at júst hetta málið hevur stóran skund at fáa igjøgnum og rokni eg við, at tað tí verður viðgjert á einum av fyrstkomandi fundum hjá figgjarnevnd- ini, sigur Bent Rasmussen. Fyrst í 1981 Játtar figgjarnevndin at luttaka i útreiðslunum av eini tílíkari skipan í Før- oyum, so kann roknast við, at skipanin fer at virka fyrst í komandi ári Sjálvur heldur Bent Ras- mussen at lítið er at ivast i, at skipanin við heilsu— og heimasjúkrasystrum verður samtykt. Danski staturin skal rinda helvt- ina av útreiðslunum, meðan landið og kommun- urnar rinda hver sín fjórð- ing. Tað eru skjótt 10 ár síð- ani, at ein nevnd varð sett at koma við einum áliti viðvíkjandi eini skipan við heimasjúkrasystrum, heil- susystrum og skúlaheilsu- systrum. Álitið varð latið lands- stýrinum í 1973. Legting- ið viðgjerdi málið í 1976 og samtykti í princippin- um eina skipan. Í 1979 varð sjálv lógin fyri skip- anina samtykt í løgtingin- um. 26,5 Sambært lógini skulu set- Skjótt fellur avgerðin: nr ast 11,5 heimasjúkra- systrar, 3 skúlaheilsu- systrar, 4 smábarnaheilsu- systrar, 8 sjúkra/heilsu- systrar í kombineraðum størvum og ein leiðandi heilsusjúkrasystur. Í dag arbeiða bæði heimasjúkrasystrar, heil- susystrar og skúlaheilsu- systrar í teimum ymsu kommununum — men tað er ymiskt, hvussu nógv skipanin er útbygd. Taka vit t.d. smábarnaheilsu- systrar, so eru bert tvær tílíkar settar í Feroyum, og tað er í Suðurstreymi. Bent Rasmussen sigur annars, at tað helst verður lýst eftir einum leiðara til nýggju skipanina beinan- SOSIALURIN vegin teir frætta frå figgjarnevndini. Hesin leidarin skal hava útbúgv- ing sum heilsusystir. Umsitin av Ríkisumboðnum Tað verður Ríkisumboðið, sum kemur at umsita nýggju skipanina. Ætlanin er at bjóða teim- um fólkum, sum í dag arb- eiða undir kommununum, arbeiði sambært nýggju lógini. Uppá fyrispurning hvat teir ætla at gera nú tað eru so fáar heilsusystr- ar, sigur Bent Rasmussen, at teir hava fingið loyvi frá »Sundhedsstyrelsen« at geva dispensatión, har tað er ógjerligt at fáa fólk Heimasjúkrasystrar og heilsusystrar í donsku figgjarnevndini i oktober Skipanin kemur helst at virka til vårs vid útbúgving sum heilsusystrar. Hetta verður gjert fyri at fáa skipanina at virka so skjótt sum til ber. Vit spurdu Bent Rasmussen, hvussu stóran týdning hann legg- ur í hesa skipan. »Katastrofalt« Bent Rasmussen: — Hetta er eitt av teimum málum, sum eg havi arb- eitt nógv við. Eg haldi tað er »katastrofalt«, at tað dag ongar heilsusystrar eru á bygd. Hetta er jú fyribyrgjandi arbeiði, sum sparir samfelagnum nógv uppá longri sikt. Rætting: Í Sosialinum mikudagin var í greinini um polit- isku støduna komin ein villa. Har stóð, at tað skuldu ganga triggjar vikur frá tí, at val var út skrivað, til tað kundi haldast. Har skuldi stað- ið seks vikur Rætting Eitt lesarabræv — Bert útlendsk lúsin er — hevði í mikudags-sosial- inum onga undirskrift, og kundi tað tí síggja út sum um talan var um sina redaktionelia grein. So var ikki. Brævið var dulnevnt, men undirskr- iftin var horvin í umbrót ingini Ikki eygnalækn Av missgávum hava vit í blaðnum herfyri gjørt Petur Ellefsen, håls—, NØS— og oyrnalækna til eygna lækna eisini. Petur Ellefsen er háls —. nes og oyrnalækni. Fyri gevið okkum Blaðm. Seks ítróttarfelgg í Havn: Órímiligt, at vit skulu gjalda A býráðsfundi í annad- kveld kemur m.a. fyri eitt mál um leigan av fimleik- arhallum Kommunuskul- ans. Málið snýr seg um, at sekt itrottarfeløg i Havn, Kyndis, Neistin, Fram, Fleyr, Ljósið og Havnar Judo Felag, skulu gjalda leigu fyri at kunna venja i hallunum eftir skúlatíð, tå fyrst fram í november seinasta ár, tá felegini fingu at vita, at Menta- målanevndin hjá Tórs- havnar Býráð hevði hildið fund og samtykt, at felog- ini skuldu gjalda leigu. Feløgini ikki vid Hetta kom sum ein dygg- ur smeitur fyri feløgini, ti tey standa seg ikki alt ov væl figgjarliga. Tey vóru ikki boðin við á fingu eimki at Mentamálanevndina, har tey vístu á eina reglu, sum sigur, at feløgini skulu fáa somikið av studningi frá Býráðnum, at tað sam- svarar gjaldið av leiguni — við eðrum orðum, at felogini skulu kunna nýta hallirnar ókeypis. Mentamålanevndin svar- adi, at feløgini kundu søkja studning, men at leigan skuldi gjaldast Onga adrastadni 1 >» seks < ítróttarfelogunum sigur, at onga aðrastaðni í land- inum gjalda ítróttarfeleg leigu fyri at venja í skúla- fimleikarhallum. Einki av hesum seks feløgunum hava nú venjingar í Kommunuskúlanum, tí peningur til leigu ikki er tekur Einki goldið enn Feløgini hava einki goldið eigu tyri seinasta vetur Fingið bílegg- ingar Strandferðslan hevur fingið nógvar bílegging- ar um bæði farma— og ferðafólkaflutning, síð- an landsstýrið avgjørdi, at Smyril skuldi sigla í uttanlandssigling f vetur. Upp á fyrispurning upplýsir Tummas Arabo, stjóri, at rutan hevur fingið fleiri fastar bíleggingar millum Bergen og Hanstholm. Hendan bíleggingin snýr seg um fiskaflutn- ing við 3—4 trailara-vog- num hverja viku. Harafturat hevur eisini verið rættuliga stórur áhugi fyri ferðafólka- flutningi millum Noreg og Danmark. Eisini eru nógvir fyri- spurningar komnir um ferðafólkaflurning mill- um Aberdeen og Sta vanger — millum olju- idnadar-økini Skotlandi og Noregi