hósdagur 8. august 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 149 - 8. august 2002
Nr. 149 - 8. august 2002
3
Vilhelm Johannesen seksti
Sjálvur dagurin var 4. au-
gust, og føddur var hann í
1942. Var tað við gildis-
borðið, hevði onkur havt á
munni, at Vilhelm er fødd-
ur í harðastu krígsorrustu,
ei undur í, at hann er so
snarur.
Men nú er hann sekstug-
ur, klaksvíkingurin og løg-
tingsmaðurin, Vilhelm hjá
Betuel, sonur Estrid og
Betuel.
Nú síggja vit hann ofta
tita í Havnargøtum, sum
hevði hann »stundir trong-
ar«.
Alt síðan dreingjaárini
hevur hann brúkt evni sum
stundir til at tæna í so
mongum
og
ymiskum.
Lívsyrki hansara at vera
postboð er kanska ímyndin
av honum, men eisini kent
víða. Megnarverk hevur
hann skrivað um postverk-
ið, og tí ynskja vit honum
somuleiðis tillukku við.
Vilhelm var nógv uppi í
skótarørsluni, hjá honum
var KFUM støðufesti øll
ungdómsárini, og sohvørt
hann mentist, varð hann
brúktur í so mongum viður-
skiftum.
Í samstarvinum millum
hann og Villa Sørensen,
sála, var Vilhelm hjólið, ið
ikki kundi koblast burturúr
í gerandispolitiska arbeiði-
num, skjótt varð hann uppi
í tí mesta.
Hollur stuðul hjá Sosiali-
num og fyribilsblaðstjóri er
hann longu í 1968, tá Villi
Sørensen
varð
valdur
landsstýrismaður. Síðstu
ferð stendur hann sum
ábyrgdarblaðstjóri í kolo-
fonini á Sosialinum 17.
november 1979, tá varð
Vilhelm Johannesen nakrar
dagar seinni valdur land-
stýrismaður.
Snarur er hann í talu sum
skrift, ljósa lyndi hansara er
so lívsjáttandi, hesar dýru
íbornu gávurnar. Vilhelm
dugir at føra pennin, at
valla er vika, at onkur spyr,
hví vit ikki oftari síggja
politisku
viðmerkingar
hansara!
Vilhelm
hevur
verið
landsstýrismaður í tveim-
um umførum, 1979-81 og
1985-89 og tingmaður hev-
ur hann verið fyri Norður-
oyggjar síðani 1980 – vald-
ur fyri Javnaðarflokkin.
Nú eru tvær bøkur kom-
nar um løgtingið, har fært
tú eisini tað mesta at vita
um løgtingslimir, og vilt tú
vita okkurt atfrat um Vil-
helm, ber til at lesa sær til,
hóast heldur ikki tað sigur
alt.
Tillukku, Vilhelm og
hjartaligar heilsanir, eisini
til Johild og børnini.
j.l.
Norrøna fingið brúgv
Tíðliga mánamorgunin á
Flenderwerft skipasmiðj-
uni í Lübeck í Týsklandi
var brúgvin sett á nýggju
Norrönu.
Tann 24. august skal
skipið sjósetast, og sigur
Kári Durhuus, talsmaður
fyri Smyril Line, at alt
gongur eftir ætlan, og
Norröna verður klár at sjó-
seta til tíðina.
Tá skipið er sjósett skal
alt innan gerast, og síðani
verður hon klár at senda til
Føroya. Hetta verður eftir
ætlan í mars mánaða næsta
ár.
ib
Nýggja Norröna, sum verður bygd á Flenderwerft í Lübeck, hevur nú fingið brúgv
Føroya Tele í hernað ímóti teldufarsótt
Telduvirus hava leingi
gjørt lívið súrt hjá
mongum meinigum
telduánara, og
seinasta árið er hend-
an telduborna far-
sóttin stórliga versn-
að. Nú tekur Føroya
Tele stig til at kanna
allan elektroniskan
post, ið fer um
post.olivant.fo post-
skipanina fyri virus.
Málið er at gera skip-
anina fullkomuliga
virusfría innan hend-
an vikan er lokin.
VIRUSSTRÍÐ
Rúnar Reistrup
Á IP-net deildini hjá Før-
oya Tele, sum húsast á
Hálsi í Havn, sita nakrir
telduserfrøðingar,
sum
burturav arbeiða við at hava
eftirlit við netinum hjá Før-
oya Tele. Teirra fremsta
uppgáva er at forða fyri
virusskaða og álopum frá
hackarum, sum støðugt
royna at finna trygdarhol í
telduskipanum hjá fyritøk-
um og privatum, ið eru
íbundin internetið ígjøgn-
um Føroya Tele.
Og teir hava ivaleyst at
taka sær til.
- Virustrupulleikin er
vaksin alsamt hetta seinasta
árið. Eitt dømi um hetta er,
at ein vanligan dag fáa eg
millum 20 og 25 emailar
sendar á mína adressu her á
Føroya Tele. Hetta eru
emailar frá fyritøkum og
privatfólki, sum í flestu før-
um als ikki vita um, at tey
hava virus, og eiheldur eru
varug við, at hesi virus
sjálv hava syrgt fyri at
senda mailar út til tey, sum
standa á adressulistanum í
emailforriti teirra, greiðir
Páll Wiberg Joensen, leið-
ari á IP-net deildini á Før-
oya Tele frá.
- Eg vildi mett at eini 90
prosent av teimum, sum
hava virus á telduni, vita
ikki av tí, og har liggur tann
størsti trupulleikin, tí virus-
ini sleppa at liggja í frið og
breiða seg støðugt til onnur.
Fólk hava einaferð install-
erað ein virusskannara, og
so gloyma tey alt um hann,
og halda væl standa til.
Men nýggj virus verða
síggja dagsins ljós at kalla
hvønn dag, og tí er ein
virusskannari einki verdur,
um ikki hann verður dag-
førur javnan. Av tí sama
vita fólk ikki av, at telda
teirra hevur virus, hóast tey
flestu munnu hava okkurt
slag av virusskannara, sigur
Páll Wiberg Joensen.
Kanna alt
Nú virustrupulleikin tykist
at vaksa støðugt, hóast
nógv verður upplýst um
virusverju, hevur Føroya
Tele tikið eitt umfatandi
stig fyri at basa trupulleika-
num. Allur postur, sum
verður sendur til ella frá
einari adressu av slagnum
navn@post.olivant.fo, sum
allir internethaldarar hjá
Føroya Tele hava, fara
ígjøgnum postservaran hjá
Føroya Tele. Harumframt
hava nógvar fyritøkur sínar
postskipanir liggjandi á
servaranum.
Runt
roknað
verða
56.000 emailar um dagin
sendir ígjøgnum postskip-
anina hjá Føroya Tele, fleiri
hundrað teirra eru virus-
mailar, metir Páll Wiberg
Joensen.
Meginparturin av email-
unum, sum sendir verða í
Føroyum, fara soleiðis um
hendan eina postservara, og
ætlaða loysnin á virus-
trupulleikanum er at kanna
hvønn einasta email, sum
kemur um hendan post-
servararan. Tey vanligastu
telduvirusini breiða seg
nevniliga ígjøgnum email.
- Vit hava síðan einaferð í
februar mánað arbeitt við at
fáa eina virusskanningar-
skipan at virka, sum skal
tryggja, at allir emailar, ið
innihalda virusfilar, ongan-
tíð verða sendir út til mót-
takaran. Soleiðis ætla vit at
forða fyri at virus kann
breiða seg ígjøgnum okkara
postskipan, og tað átti at
hjálpt rættiliga væl um
virustrupulleikan,
sigur
leiðarin á IP-net deildini
hjá Føroya Tele. Skipanin
er komin í rættlag, og áðr-
enn hendan vikan er liðin,
verður hon sett til, og tá
minkar virustrupulleikin
væntandi stórliga.
Í karantenu
Í juli mánað hava teir
royndarkoyrt
skipanina,
sum helst verður tikin í
nýtslu í hesum mánaðinum.
Hendan tænastan verður
ókeypis, og brúkararnir
fara sambært leiðaranum á
IP-net deildini ikki at
merkja nakran mun - so
leingi eingin sendir teimum
ein virusmail.
- Verður ein mailur, sum
breiðir virus, sendur til tína
adressu, verður hann í
framtíðini settur í karan-
tenu. Tú fært síðan um
postskipanina upplýst, at tú
hevur fingið ein mail frá
hesum ella hasum móttak-
aranum, sum inniheldur
virus. Vísir hetta seg at vera
ein sera umráðandi mailur,
ber altíð til at fáa hann
sendan kortini umvegis
okkum. Mailarnir verða
ikki slettaðir í fyrstu atløgu,
sigur Páll Wiberg Joensen.
At Føroya Tele nú fer at
kanna allar mailar fyri vir-
us merkir tó ikki, at teldu-
brúkararnir eiga at gloyma
at dagføra virusskannaran á
teirra egnu teldu.
- Virus kann breiða seg á
aðrar mátar, til dømis við at
nýta diskettur, sum áður
hava verið í virusraktum
teldum, so tað verður enn
orsøk til at verja seg við
egnum virusskannara. Men
við hesi skipanini fáa vit
tað vanligastu viruskelduna
burtur, sigur leiðarin á IP-
net deildini, Páll Wiberg
Joensen.
INNBROT
Rúnar Reistrup
Umframt vaksandi virus-
trupulleikan taka teldu-
serfrøðingarnir á IP-net
deildini sær eisini av at
finna slóðir eftir so-
nevndum hackarum, sum
royna at sleppa sær
ígjøgnum trygdarhol í
telduskipanum hjá fyri-
tøkum og privatpersón-
um.
Støðuga leitanin eftir
hackarum er partur av
einum altjóða samstarvi
millum internetveitarar,
sum Føroya Tele er ein
partur av. Soleiðis fær IP-
net deildin boð frá onkr-
um útlendskum internet-
veitara um at ein hackari
hevur framt eitt álop frá
einari føroyskari teldu.
Onkuntíð er talan um at
føroyskar hackarar hava
verið upp á spæl, og tá er
tað uppgávan hjá Føroya
Tele at finna fram til,
hvørjir hesir eru, men í
flestu førum verða álop-
ini framd av útlendskum
hackarum, sum framman-
undan hava brotið inn í
eina føroyska telduskip-
an, sum so aftur verður
brúkt sum útgangsstøð
fyri álopinum á onkra
telduskipan uttanlands.
Hetta er ein nógv brúktur
háttur hjá telduhackarum
at fjala seg, soleiðis at
slóðin
frá
hackaraálopinum
ikki
kann
avdúka
teir
beinleiðis.
- Ì slíkum førum kanna
vit slóðina hjá hackara-
num, so vit síggja hvar
hann er komin frá, og so
verða teir upplýsningar-
nir sendir víðari til tann
internetveitaran,
sum
slóðin leiðir til, greiðir
Páll Wiberg Joensen frá.
Tá tey á IP-net deildini
gerast varug við, at ein
føroysk telduskipan er
vorðin álopin ella nýtt
sum millumstøð hjá ein-
um hackara, fær tann, ið
varir av telduskipanini, at
vita um álopið, soleiðis at
viðkomandi kann tryggja
skipanina betur.
Føroya Tele fer ikki til
løgregluna við slíkum
málum. Tað er tann, ið
varir av einari álopnari
telduskipan, ið tekur av-
gerð um álopið skal
meldast til løgregluna. Í
hesum førum veitir Før-
oya Tele skjalaprógv fyri
virkseminum hjá hack-
aranum.
Hackarajagstran
Fólk hava einaferð installerað ein virusskannara, og so gloyma tey alt um hann, og halda væl
standa til. Men ein virusskannari einki verdur, um ikki hann verður dagførur javnan, sigur Páll
Wiberg Joensen, leiDari a IP net deildini hja Føroya Tele.
Runt roknað verða 56.000
emailar um dagin sendir
ígjøgnum postskipanina hjá
Føroya Tele, fleiri hundrað
teirra eru virusmailar
C
M
Y
K
3
2