hósdagur 8. august 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 149 - 8. august 2002
Nr. 149 - 8. august 2002
5
Kunnu brúka meira fólk
Á Tavuni í Leirvík er
ríkiligt av arbeiði,
men ov lítið av fólki.
Hóast søkt hevur ver-
ið eftir arbeiðsfólki
gjøgnum arbeiðsávís-
ingina, hevur tað ikki
givið úrslit, sigur
virkisleiðarin
FÓLKATROT
Edvard Joensen
Leirvík:Á fiskavirkinum
Tavuni í Leirvík er meira
arbeiði, enn fólk er til. Tað
merkir nógva yvirtíð til
teirra, sum vilja tað. Men
hóast søkt hevur verið eftir
arbeiðsfólki, hevur tað ikki
givið úrslit. Sama støðan er
á øðrum arbeiðsplássum í
bygdini.
Ingvard Joensen, virkis-
leiðari á Tavuni, sigur, at
tey hava brúk fyri umleið
60 fólkum til arbeiðis á
virkinum, um full manning
skal vera. Tá verður roknað
við tveimum vaktum.
Men tað standa ikki vegir
til at fáa so nógv fólk her á
landi, og tí hava tey leitað
uttanlands eftir arbeiðs-
kraft. Tað arbeiða fimm
polakkar á Tavuni í løtuni,
sigur Ingvard Joensen. Og
hann letur væl at. Tað er
dugnaligt fólk, sigur hann.
Hóast søkt hevur verið
eftir arbeiðsfólki gjøgnum
arbeiðsávísingina,
hevur
tað ikki nyttað nakað. Tað
fæst ikki fólk, greiðir Ing-
vard Joensen frá. Og hann
veit at siga frá øðrum virki
í Leirvík, sum hevur sama
trupulleikan.
–Støðan líkist henni í
áttatiárunum, tá ivaleyst var
av arbeiði aðrastaðni enn í
fiskivinnuni, butursæð frá
tí, at tá var eitt virki í bygd-
ini, meðan tey í dag eru trý.
Men fólkatalið er tað sama,
sigur virkisleiðarin á Tav-
uni.
At tað kortini ber til,
kemst fyri ein stóran part
av, at fólk arbeiða nógv yv-
ir. Summi arbeiða upp móti
tveimum fullum vaktum,
sigur hann og undrast á,
hvussu tey orka tað. Í stór-
an mun eru tað kvinnur,
sum umframt arbeiðið á
Tavuni eisini hava hús og
heim at passa.
Síðan eina viku undan
ólavsøku hava tey meira og
minni arbeitt hvørja nátt á
Tavuni, letur virkisleiðarin
at.
Í løtuni arbeiða tey gull-
laks á Tavuni, og hann
krevur ikki fult so nógv
fólk, sum tey skulu hava, tá
tey eitt nøu arbeiða upsa
um veturin, So tá er trupul-
leikin enn størri, vísir Ing-
vard Joensen á.
Fýra trolarar fiska gull-
laks undir Føroyum. Polar-
hav og Stjørnan avreiða
regluliga til Tavuna, eins og
Eysturbúgvin plagar at
gera, meðan Vesturbúgvin
fyri tað mesta leggur upp í
Miðvági, har eisini ein
gulllaksalinja
er,
sigur
hann.
Vesturbúgvin hevur tó
landað onkuntíð í Leirvík,
tá virkið í Miðvági er
stongt um summarið, sigur
Ingvard Joensen.
Á Tavuni plaga tey ikki at
steingja vegna summarfrí,
men halda afturfyri eina
rímiliga langa jólaferiu,
sigur hann.
Trolararnir landaðu gull-
laks fyrstu ferð í ár um
miðan apríl, og fara helst at
halda á til einaferð út í sep-
tember ella oktober. Í fjør
var komið nakað út í oktob-
er, áðrenn teir góvust við
gulllaksafiskiskapinum,
sigur
Ingvard
Joensen,
virkisleiðari á Tavuni í
Leirvík.
Á Tavuni í Leirvík er meira arbeiði, enn fólk er til. Neyðugt hevur verið at fáa útlendska arbeiðskraft
Mynd: Edvard Joensen
Friðaligt á Fiskamarknaðinum
Á Fiskamarknaði Før-
oya á Toftum er friða-
ligt í løtuni. Nakað av
útróðrarfiski, og fisk-
ur frá trolbátunum á
Landleiðini er tað,
sum selt verður
FISKAMARKNAÐUR
Edvard Joensen
Á Toftum: Tað er friðaligt
á Fiskamarknaði Føroya í
løtuni. Samstundis sum
fleiri virki eru í summarfrí,
liggja eisini fleiri av skip-
unum, og arbeiðsfólkini á
Fiskamarknaðinum er eis-
ini fleiri farin í summarfrí.
Tað er fyri tað mesta trol-
fiskur av landleiðini, sum
landaður verður til og seld-
ur á uppboðssøluni hjá
fiskamarknaði Føroya á
Toftum, verður sagt av
Fiskamarknaðinum.
Hetta er tíðin, tá smærru
trolbátarnir trola innan fyri
tólv fjórðingar, og tað eru í
høvuðsheitinum teir, sum
lata nakað av týdningi til
Fiskamarknaðin í løtuni,
verður sagt. Tó kemur nak-
að av útróðrarfiski upp á
land og verður hann so eis-
ini seldur á uppboði hjá
Fiskamarknaðinum.
Trolbátarnir fáa mest
flatfisk, verður látið at á
Toftum. Reyðsprøku og
kanska mest tungu, siga tey.
Útróðri er nakað av, hóast
fleiri virki ligja still, og týs-
dagin komu umleið 60 tons
av útróðrarfiski til Fiska-
marknaðin, verður sagt á
Toftum.
Línuskipini hava hinveg-
in ikki landað í longri tíð.
Men tað er einki óvanligt í
tí. Fiskiárið er liðugt, tá au-
gust mánaði er farin, og
fleiri teirra hava ikki meira
at fara eftir. Eisini nýta
menn høvi til at pussa upp,
meðan virkini liggja still,
so alt kann passast hvørt
eftir øðrum.
Heldur ikki trolararnir
hava verið serliga dúgligir á
marknaðinum í seinastuni,
siga tey á Toftum. Har
verður hildið, at teir kanska
selja nakað væl beinleiðis
til virkini.
Men aftur her kemur, at
fleiri virki hava ligið still
vegna summarfrí, so trol-
aranir hava kanska í ávísan
mun eisini ligið, verður
mett.
Á
Fiskamarknaðinum
verður sagt, at hendan tíðin
um ólavsøkuleitið er tann
slakasta soleiðis á hvørjum
ári. Og tað hava tey so eis-
ini tikið við læru av á
Fiskamarkanðinum og lagt
sínar egnu summerferiur
eftir tí.
Men tá nú fer at líða út í
august mánaða, fer fiski-
vinnan aftur at vakna, og so
verður vónandi aftur farið í
gongd við fullari ferð,
verður sagt.
Tað er linligt á Fiskamarknaðinum á Toftum um dagarnar. Stórur partur av flotanum liggur, men trolbátarnir á landleiðini og
útróðrarbátarnir eru kortini í drift, verður sagt av Fiskamarknaði Føroya á Toftum
Mynd: Edvard Joensen
Landsstýrismaðurin
við fíggjarmálum
hevur biðið um eina
eykajáttan á 300.000,
ið skal nýtast til at
innrætta ein bygning
í Klaksvík, sum m.a.
skal hýsa oljuskatta-
deildini
EYKAJÁTTAN
Stefan í Skorini
Tey trý starvsfólkini á olju-
skattadeildini undir fíggjar-
málastýrinum fara í næst-
um at flyta inn í nýkeypta
bygningin í Klaksvík.
Landsstýrismaðurin við
fíggjarmálum hevur biðið
løgtingið um eina eykajátt-
an á 300.000 krónur. Hesin
peningur skal nýtast til
projektering av innrætting-
ini av bygninginum, sum
liggur niðanfyri sjúkra-
húsið á Klaksvíksvegi, har
málingahandilin helt til
fyrr.
Tað er ikki bara olju-
skattadeildin, sum skal
halda til í bygninginum,
men eisini Almannastovan
og Toll- og skattstovan fara
at hava sítt virksemi í bygn-
inginum.
Innrættast
Bygningurin skal tó inn-
rættast, áðrenn allir hesir
stovnarnir kunnu flyta inn.
Almannastovan er longu
farin at virka í bygningin-
um, meðan oljuskattadeild-
in fer at flyta inn í næstum.
Skrivstovurnar eru tó inn-
rættaðar.
Toll og skattstovan er enn
í bygninginum á Stongun-
um, men flytingin verður
framd einaferð seinni í
heyst.
Karsten Hansen heldur,
at tað er umráðandi hjá ein-
um býi sum Klaksvík at
hava annað enn fiskiídnað-
in at halla seg til, og hann
vónar, at tey eisini fáa eitt
akademiskt umhvørvi á
staðnum. Endamálið upp-
runaliga var at flyta ein part
av almennu umsitingini úr
miðstaðarøkinum.
Bygningurin varð upp-
runaliga keyptur fyri 5,7
milliónir krónur, og hann
fer at standa í 10-11 milli-
ónum krónum, tá hann er
innrættaður.
Tólv ungdómar eru
júst afturkomnir av
ferð í Svøríki, har tey
hava luttikið á eini
sjónleikarstevnu. Tey
hava verið á fleiri
skeiðum um ymisk
evni innan sjónleikin,
umframt at tey
framførdu ein leik á
stevnuni
SJÓNLEIKUR
Stefan í Skorini
Ungdómsleikbólkurin frá
Dramaverkstaðnum
hjá
Hjørdis Johansen í Havn
hevur júst verið á sjónleik-
araferð í Svøríki.
Leikbólkurin var við á
eini sjónleikarastevnu í
Västerås í Svøríki, har
sjónleikarbólkar úr øllum
norðurlondum og teimum
baltisku londunum luttóku.
Henda stevnan var fyri
bæði vaksin og ung.
Føroyski
leikbólkurin,
sum taldi tólv ung fólk,
framførdi leikin »Speedy
Gonzales setur ferð á«.
Hesin leikurin hevur verið
sýndur á gamla Meiarínum
fleiri ferðir í fjørsummar.
Á skeið um sjónleik
Leikararnir og leikstjórin
Hjørdis Johansen eru sera
væl nøgd við ferðina hjá
teimum í Svøríki.
– Vit hava fingið nógv
burturúr hesi ferðini. Vit
hava verið á fleiri skeiðum
og sæð nógvar sjónleikir,
sum hava givið okkum
nógv, sigur Hjørdis Johan-
sen.
Stevnan varð skipað so-
leiðis, at fyrireikararnir
høvdu skipað fyri fleiri
skeiðum á stevnuni. Leikar-
arnir kundu so fara á skeið-
ini og fáa lærdóm um sjón-
leik. Á skeiðunum vóru
lærarar, sum hava profess-
ionellar royndir, tí var tað
sera áhugavert hjá leikarun-
um at vera við á hesum
skeiðum.
Skeiðini snúðu seg um
ymisk evni so sum at nýta
røddina á palli, at dansa og
at nýta kropsmál í leikum.
Ein stórur partur av
stevnuni snúði seg eisini
um at hyggja eftir leikum
og at kjakast um teir. Á
henda hátt komu leikararnir
nógv runt í sjónleikara-
umhvørvinum.
Hóast bara tveir ung-
dómsleikbólkar vóru við á
stevnuni, so høvdu fleiri av
hinum bólkunum ungar
limir, sum eisini spældu
sjónleik saman við teimum
vaksnu.
Framførdu einaferð
Leikurin var bara framførd-
ur eina ferð, og tað var
mánadagin 5. august, hóast
sjónleikararnir
vóru
í
Svøríki í sjey dagar. Orsøk-
in til tað var, at nógv annað
var á skránni enn at spæla
sjónleik.
Hesin leikurin er leysliga
umsettur av Hjørdis Johan-
sen, og tey ungu hava síð-
ani skapt eftir egnum ynski
saman við leikstjóranum.
Leikurin snýr seg um
misnýtslu av narkotika og
hvussu hesi ungu fólkini
sjálvi royna at sleppa úr
haftinum.
Ung á sjónleikarstevnu:
Fingu nógv burturúr
SPRINGARAR
Stefan í Skorini
Mikudagin stutt fyri
middag hildu fólk seg
síggja grind í Nólsoyar-
firði. Talan var tó bert
um springarar. Hetta var
ein lítil flokkur av
springarum, sum menn
hildu vera grind at byrja
við. Sýslumaðurin gav
tó boð um at lata spring-
ararnar sleppa.
Fleiri bátar hildu leið-
ina úr Havn og út ímóti
flokkinum,
sum
var
staddur uppi við Hoy-
víkshólm. Men tá tað
gjørdist teimum greitt,
at talan bara var um ein
lítlan flokk av springar-
um, vendu flestu teirra
við aftur.
Springarar
í Nólsoyarfirði
Hesin leikbólkurin frá Dramaverkstaðnum hjá Hjørdis Johansen í Havn hevur júst verið í Svøríki á sjónleikarstevnu, og tey hava
fingið nógv burturúr
Eykajáttan til oljuskattadeildina
Karsten Hansen hevur biðið
um eina eykajáttan á
300.000 krónur at innrætta
ein bygning, ið skal hýsa
oljuskattadeildini
C
M
Y
K
5
4