Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. august 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 149 - 8. august 2002 Nr. 149 - 8. august 2002 7 Í samstarvi við Robert Gordon University hevur olju- felagið Agip tikið stig til málskeið í Aber- deen fyri tólv hand- verkarum, maskin- meistarum og sølu- monnum frá trimum fyritøkum í Føroyum. Málskeiðið í enskum er ein fyrireiking til komandi oljuvinnuna og ein roynd at fáa føroyskar fyritøkur á útlendska marknaðin MÁLSKEIÐ Heini í Skorini Tilsamans eru tólv starvs- fólk frá trimum føroyskum fyritøkum í hesum døgum á málskeiði í enskum í skotska býnum Aberdeen, sum oljufelagið Agip skip- ar fyri. Fyritøkurnar, talan er um, eru KJ Hydraulik, El-Ser- vice og Normek, og hava fyritøkurnar sjálvar valt, hvørji arbeiðsfólk skulu sendast avstað. Málskeiðið varar í tríggjar vikur, og er hetta eitt samstarv millum Agip og Robert Gordon University. Tað er Agip, sum sponsorerar og hevur tikið stig til hetta málskeið. Veita betri tænastu Ólavur Gregersen, vinnu- ráðgevi hjá Agip, sigur, at endamálið er at hjálpa før- oyskum fyritøkum at koma á enska og eventuelt norska marknaðin, m.a. við at betra um førleikan í enska málinum. – Við slíkum málskeiði verða starvsfólkini betri før fyri at selja og finna kundar uttanfyri landoddarnar, og fyritøkurnar kunnu veita betri tænastu millum útlendskar fyritøkur eftir eitt slíkt málskeið, sigur Ólavur Gregersen. Teir tólv føroyingarnir í Aberdeen eru sum sagt frá fyritøkunum KJ Hydraulik, El-Service og Normek, og er talan um handverkarar, maskinmeistarar og sølu- menn. Agip sponsorerar málskeiðið og setir pening í føroyska førleikamenning, sum bæði Agip, men eisini onnur oljufeløg, væntandi koma at njóta gott av. Tað er nevniliga soleiðis, at loyvi til oljuboring í før- oyskum sjógvi ber í sær, at øll oljufeløgini skulu seta pening í føroyska førleika- menning og sostatt leggja pening eftir seg í føroyska samfelagnum. Fyrireiking til oljuvinnu Málskeiðið er eisini ein liður í fyrireikingunum til eina komandi oljuvinnu, har maskinmeistarar, hand- verkarar o.s.fr. fáa stóran týdning. Ein ógvuliga stór- ur og týdningarmikil partur í eini komandi oljuvinnu er tekniski parturin, t.d. um- borð á ymsu platformun- um, og tískil fáa oljufeløg- ini uttan iva brúk fyri teim- um arbeiðskreftum, sum í hesum døgum sita við sveittabroti á Robert Gor- don University í Aberdeen og læra seg enskt. Umframt, at fyritøkurnar við hesum málskeiði verða betri førar fyri at veita tænastur á enska marknað- inum, vísir Ólavur Greger- sen eisini á, at hesar fyri- tøkur fáa týdning í olju- vinnuni, og at enska málið er ein týðandi partur í hesi vinnu. – Óbeinleiðis njóta vit gott av hesum, men tað gera onnur oljufeløg eisini, sigur Ólavur Gregersen. Øll oljufeløgini fáa nevniliga brúk fyri væl útbúnum fólki í eini komandi oljuvinnu, har enska málið ikki minst er ein týðandi partur. Hava verið á platformi Málskeið er ikki einasta tiltak í føroyskari førleika- menning, sum Agip í hes- um føri fíggjar. Føroysk starvsfólk vóru nevniliga í mai í ár á einum oljuplat- formi, har tey vóru upplýst og víst kring platformin. Sostatt verða mong ymisk og fjølbroytt tiltøk fyriskip- að í royndunum og fyrireik- ingunum bæði at fáa før- oyskar fyritøkur á út- lendska marknaðin, men eisini at fyrireika føroyska arbeiðsmegi til eina møgu- liga komandi føroyska olju- vinnu. Í apríl mánaði tók oljufelagið Agip stig til at gera eitt teldu- spæl um oljuleiting. Nú verður síðsta hond løgd á verkið, og ætlanin er, at spælið verður tikið í nýtslu í november mánaði TELDUSPÆL Heini í Skorini Sum liður í førleikamenn- ing til føroyska oljuvinnu, hevur oljufelagið Agip eis- ini gjørt eitt telduspæl, ætl- að til næmingar á mið- námsskúlum. Spælið, sum ber heitið Xplore, er tengt at alnótini, og gongur tað út uppá at leita eftir og finna olju. Spælið er gjørt á slíkan hátt, at tað avspeglar veruleikan so nógv sum gjørligt, og har manna- gongdin í oljuboring, sátt- málum, seismiskum kann- ingum o.s.fr. líkist sera nógv veruleikanum Ólavur Gregersen, vinnu- ráðgevi hjá Agip, sigur, at endamálið er at geva mið- námsnæmingum innlit í føroyska oljuvinnu, og hann sigur, at spælið gevur eina góða mynd av, hvussu oljuleiting og oljuvinna í veruleikanum fer fram. Spælið roynt Í juni mánaði varð Xplore telduspælið roynt fyri fyrstu ferð av miðnámslær- arum og fólki frá oljumála- stýrinum, og sambært Ólavi Gregersen royndist spælið væl, hóast tað ikki er til reiðar at taka í nýtslu enn. – Vit fara at royna spælið aftur í september, og nakrar rættingar skulu gerast aftur- at, áðrenn spælið verður liðugt, sigur Ólavur. Spælið hjá Agip er gjørt í sam- starvi við føroysku fyritøk- urnar Sansir og Tøkni. Ólavur Ellefsen, sum starv- ast á Tøkni, hevur programmerað telduspælið, og um kostnaðin av spælinum sigur vinnuráð- gevin í Agip, at tað táttar upp ímóti einari millión. Kapping millum miðnámsskúlar Tá spælið er liðugt, skipar Agip fyri eini kapping millum miðnámsskúlar, og skal henda kapping vara umleið 2-3 vikur. Um tíðarætlanin heldur, verður fyrsta telduspælið um føroyska oljuvinnu til reiðar at spæla í november mánaði, og verður hetta vónandi við til at upplýsa føroyskan ungdóm um, hvat veruliga gongur fyri seg á skrivstovum hjá olju- feløgum og úti á víðum havi, tá borað verður eftir svarta gullinum í undir- grundini. Agip tikið stig til málskeið Tólv starvsfólk hjá fyritøkunum KJ Hydraulik, El-service og Normek eru í hesum døgum á málskeiði í enskum í Aberdeen. Oljufelagið Agip hevur tikið stig til málskeiði Telduspælið hjá Agip roynt Ólavur Ellefsen, vinstrumegin, hevur programmerað nýggja oljuspælið Xplore, sum Ólavur Gregersen, høgrumegin, og oljufelagið Agip hava givið út – Eg veit, at fólk hava lagt trýst á Anfinn Kallsberg, løgmann, og hótt hann við at »siga hitt« fyri at fáa síni mál ígjøgnum, sigur Sjúrður Skaale, sum til fyri hálvum øðrum ári síðani var kunningarráðgevi á Løgmansskrivstovuni FORTÍÐIN HJÁ LØGMANNI Eirikur Lindenskov – Eg veit ikki, hvussu ofta vápnið hevur verið brúkt, men eg veit, at tað er brúkt! Hetta sigur Sjúrður Skaale, fyrrverandi kunningarráð- gevi á Løgmansskrivstov- uni. Í einum lesarabrævi í Dimmalætting beint fyri ólavsøku sigur hann, at nógv hava vitað um óreglu- semið hjá løgmanni, tá hann hevur flutt pengar óregluliga millum partafel- øg – málið, sum Tórbjørn Jacobsen, fólkatingsmaður, rættuliga blásti lív íaftur fyrr í summar. Sjúður Skaale sigur, at hetta hevur verið ein plága fyri løgmann, tí hetta hevur givið fólki eitt skitið vápn at brúka móti honum. Vit hava biðið Sjúrð Skaale útgreinað hetta eitt sindur meira, men hann sigur við Sosialin, at hann í løtuni ikki fær sagt meira enn tað, sum stendur í lesarabrævinum, og tað endurtekur hann fyri okkum. Sjúrður Skaale hevur ar- beitt undir løgmanni, men í dag arbeiðir hann fyri Tór- bjørn Jacobsen, fólkatings- mann. Hann varð settur í starv á Løgmansskrivstov- uni í apríl í 1999, og fór hann úr starvinum í januar 2001, tá hann fór í starv sum blaðmaður á Fregnum, sum í stóran mun hevur hýst sjónarmiðum hjá Tjóð- veldisflokkinum og Tór- bjørn Jacobsen. Men upp- gáva hansara á Løgmans- skrivstovuni var arbeiði í sambandi við Hvítubók, og hevði starvið heitið »kunn- ingarráðgevi«. Sjúrður Skaale leggur dent á, at vitan hansara um pressiónina móti løgmanni ikki stavar frá tíð hansara á Løgmansskrivstovuni. Hetta er nakað, hann hevur fingið at vita seinni. Hann vil ikki siga, í júst hvørjum máli, henda pressión hevur verið brúkt, men at tað hev- ur verið í einari politiskari orrustu, sum hevur verið eftir januar 2001. Sjúrður Skaale sigur, at hetta hevur skert møguleik- arnar hjá Anfinn Kallsberg at leiða smgonguna, og at tað helst eisini man hava verið orsøkin til tað óskilj- andi vinglaríið hjá løg- manni, sum vit mangan hava upplivað. Sjúrður Skaale, fyrrverandi kunningarráðgevi á Løgmansskrivstovuni: Fortíðin nýtt at hótta løgmann við Sjúrður Skaale, fyrrverandi kunningarráðgevi á løgmansskrivstovuni og núverandi skrivari hjá Tórbjørn Jaocbsen, fólkatingsmanni, sigur, at fólk hava lagt trýst á løgmann fyri at fáa ávís mál ígjøgnum við at hótta við at »siga hitt« um fortíðina hjá løgmanni Á Handilsskúlanum á Kambsdali hava tey hvørki merkt vøkstur ella minking seinastu árini. Talið á næm- ingum hevur verið rættiliga støðugt, og áhugin fyri at sleppa á Handilsskúla er stórur SKÚLI Ingrid Bjarnastein Undir liðini á Studenta- skúlanum á Kambsdali liggur Handilsskúlin. Og eisini har verða dyrnar latnar upp um slakar tvær vikur. Elsa Maria H. Olsen, deildarstjóri, sigur, at áhugin fyri at sleppa á Handilsskúla er stórur. – Vit hava ikki merkt nakað serligt til vøkstur ella minking tey seinastu árini. Um tað er nakað, so er tað vøkstur, tí áhugin fyri at sleppa á handilsskúla vísir seg at vera ógvuliga stórur, sigur Elsa Maria Olsen. – Vit noyðast at vera selektiv tá tað kemur til næmingar, og velja tey bestu burturúr, og í ár haldi eg, at vit hava eitt miðaltal, sum liggur á umleið 9 fyri teir næmingarnar vit taka inn. Elsa Maria Olsen vísir á, at fortreytirnar fyri at sleppa inn á Handilsskúla eru tær somu sum á Stu- dentaskúlanum, og ein eig- ur ikki at taka tað fyri givið at sleppa inn á ein mið- námsskúla. Vantandi lestrarvegleiðing Elsa Maria Olsen heldur ikki, at tær góðu tíðirnar hava ávirkað Handilsskúlan tað stóra, hvat næmingatal- ið viðvíkur. – Vit vóru bangin fyri, at talið fór at falla, men tað hava vit ikki merkt nógv til, tí umsóknartalið er sera gott í ár. Men tað vísir seg, at fiskivinnan tekur nógv fólk, tí eftir 10 ár í skúla vilja tey ungu heldur for- vinna pening. Men hetta er ofta ikki longur enn í eitt ár ella tvey, so venda tey aftur, sigur Elsa Maria Olsen. – Men ein merkir væl, at fólk heldur vilja út at arbeiða enn í skúla. Á Handilsskúlanum á Kambsdali verða tann 19. august tríggir FHS flokkar og tveir HH flokkar – ein til hvørt árið. Stórur áhugi vísir seg eisini at vera fyri at taka HH yvir eitt ár. Men hetta letur seg ikki so væl gera, tí hetta er ikki nakað Menta- málstýrið og tann politiski myndugleikin ynskir at seta pengar í, heldur Elsa Maria Olsen. – Tað eru nógv, sum ynskja at sleppa inn á HH, yvir eitt ár. Vit kundu væl tikið ein flokk inn í ár, og okkurt árið kundu tað væl verið tveir flokkar. Vit hava roynt at integrera nakrar av teimum inn í teir flokkarn- ar, sum hava verið – í minsta lagi har pláss er fyri teimum. Elsa Maria Olsen heldur, at grundirnar eru nógvar fyri, at so nógv ynskja at sleppa inn á HH yvir eitt ár. Ein av teimum er vantandi lestrarvegleiðing. – Ov lítið verður gjørt við at kunna næmingarnar um, hvat tað inniber at fara á Handilsskúla og Studentaskúla, og tí velja tey ofta at fara á student. Men tá tað so kemur til stykkið, uppdaga tey, at áhugin er fyri at lesa nakað heilt annað, og tí vilja tey sleppa á Handilsskúla. – Sjálv haldi eg, at hetta er ein góð kombinatión. Tey, sum taka HH yvir eitt ár, eru eldri og meira búgv- in. Tey eru ógvuliga mál- bevíst, og ein merkir á teimum, at hetta eru nøkur, sum veruliga tíma í skúla, greiðir Elsa Maria Olsen frá. Men hon vísir á, at um næmingarnir vistu, hvat teir valdu áðrenn teir fóru á skúla, hevði tað sjálvandi verið betri. – Men vit hava eitt spennandi skúlaár fyri framman, tað er so heilt vist, sigur Elsa Maria Olsen at enda. Fult á Handilsskúlanum Næmingatalið á Handilsskúlanum hevur seinastu árini verið ógvuliga støðugt, sigur Elsa Maria Olsen, deildarstjóri á Handilsskúlanum á Kambsdali Savnsmynd Anfinn Kallsberg, løgmaður: Hatta er nýtt fyri mær Anfinn Kallsberg kennir einki til, at nakar skal hava lagt trýst á hann við at hótta við fortíðini. Høgni Hoydal heldur, at partarnir eiga at greiða málið alment FORTÍÐIN HJÁ LØGMANNI Eirikur Lindenskov – Hasum trupulleik- anum havi eg ongantíð møtt fyrr – hatta kenni eg als einki til! Tað er greiða niður- støðan hjá løgmanni, tá vit spyrja hann, um tað passar, at fólk ella bólk- ar hava lagt trýst á hann um at taka ávísar av- gerðir við at hótta hann við fortíðini, so sum fyrrverandi kunningar- ráðgevin hjá løgmanni, Sjúrður Skaale, førir fram. – Eg kenni ikki eitt einasta dømi, sigur Anfinn Kallsberg, sum undrast á, at Sjúrður Skaale skal halda kenna meira til slík viðurskifti, enn hann sjálvur. Høgni Hoydal, vara- løgmaður og formaður Tjóðveldisfloksins, kennir heldur eingi slík dømi. – Eg kann bara endur- taka tað, sum eg havi sagt fyrr, at slík mál eiga at verða greidd millum teir persónar, sum eru partar í málinum. Men tá slík mál eru komin fram í fjølmiðlunum, so er best, at menn taka tey upp alment og greiða tey alment. Høgni Hoydal heldur, at tað má standa fyri egnu rokning hjá Sjúrða Skaale, at hann kemur fram við slíkum. Tað kann ikki teingjast sam- an við luti hansara sum skrivari hjá Tjóðveldis- flokkinum. – Tað lættasta er at spyrja persónarnar sjálv- ar, um fortíðin kanska er brúkt at leggja trýst á teir aftan fyri gardinurn- ar, sigur formaður Tjóð- veldisfloksins. Hvørki Annfinn Kallsberg ella Høgni Hoydal kenna nakað til, sum Sjúrður Skaale, fyrrverandi kunningar- ráðgevi á Løgmansskrivstovuni førir fram C M Y K 7 6