hósdagur 8. august 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 149 - 8. august 2002
Nr. 149 - 8. august 2002
9
Havnar Sjónleikara-
felag er nú farið undir
fyrstu fyrireiking-
arnar til ein nýggjan
sangleik. Talan er um
væl umtókta danska
leikin um Bølle Bob,
sum nú verður
føroyskaður. Leikarar
verða børn og ung, og
komandi sunnudag
skipar Sjónleikara-
felagið fyri sokall-
aðari casting, har øll
kunnu møta upp
SJÓNLEIKUR
Ragnhild Ellingsgaard
Havnar Sjónleikarafelag er
nú farið undir tær fyrstu
fyrireikingarnar
til
ein
nýggjan sangleik, sum skal
verða framførdur á føroysk-
um av føroyskum børnum
og ungum. Talan er um
danska leikin um kúllin
Bølle Bob, sum í løtuni
verður tulkaður til føroyskt
mál. Bølle Bob er ein ungur
kúllur, sum býr í eini lítlari
bygd. Leikurin sjálvur snýr
seg um hesa bygdina og
flokkin hjá Bølle Bob, og
evnini leypa yvir vinarlag,
smærri samanbrestingar og
hetta at finna sítt pláss í
samfelagnum. Hetta eru
evni, sum tey flest øll ung
kenna aftur, og leikurin
hevur eisini verið sera væl
umtóktur í Danmark.
Nú verður so møguleiki
hjá føroyskum ungdómi at
síggja og liva seg inn í
leikin, sum á føroyskum
ber heitið Kúlla Knút. Tað
er Elin á Rógvi, sum leik-
stjórnar leikinum, og fyrstu
fyrireikingarnar eru longu
farnar í gongd.
Casting í
Sjónleikarahúsinum
Umleið 20 leikarar skulu
verða við í leikinum, harav
tey flestu eru børn og ung.
Enn hevur Elin ikki funnið
fram til allar leikararnar, og
tí fer Havnar Sjónleikara-
felag at skipa fyri eini so-
kallaðari casting komandi
sunnudag.
Ein casting er at saman-
líkna við eina roynd, har øll
fáa møguleika fyri at royna
seg sum sjónleikara. Hugt
verður eftir tíni útstráling,
og sjálvandi eisini tínum
evnum til at leika fyri øðr-
um. Tá Kúlla Knút er ein
sangleikur, er eisini neyð-
ugt, at tú torir og dugir at
syngja eitt sindur.
– Í Føroyum hevur ikki
verið vanligt at nýta nakra
casting til leikir og annað,
sum verður framført. Í
veruleikanum skuldu vit
kanska nýtt hetta oftari, tí í
eini casting fáa øll høvi til
at royna seg, greiðir Elin á
Rógvi frá.
Elin sigur víðari, at tey
leita eftir ungum fólki mill-
um 13 og 20 ár. Hetta eru tó
bert miðal tøl, so um tú ert
eitt sindur yngri ella eitt
sindur eldri, so skulu tølini
ikki halda tær aftur til at
royna tína eydnu á casting-
ini.
Tá allir leikararnir eru
funnir, verður farið undir
venjingarnar.
– Um ætlanin heldur, so
verður fyrsta venjingin tann
18. august, og einaferð í
oktobur mánaða hava vit so
fyrstu framførsluna, sigur
Elin.
Castingin verður í Sjón-
leikarahúsinum sunnudagin
klokkan 14.00, og eru øll
vælkomin at støkka inn á
gólvið til eina roynd.
– Tað hevur einki at siga,
um tú ikki hevur roynt at
staðið á palli fyrr. Um tú
hevur hug, so ert tú væl-
komin, sigur Elin og leggur
afturat, at um onkur hevur
onkran spurning, so eru tey
vælkomin at ringja til
hennara á 22 09 96.
Kúllurin Kúlla Knút
Leikurin snýr seg um
unglingan Kúlla Knút, sum
býr í eini lítlari bygd. Í
bygdini
eru,
umframt
flokkin hjá Kúlla Knúti, ein
handilsmaður, ein blað-
maður, ein lærarinna og til
seinast ein maður, sum býr
á einum tyrvingarplássi.
Kúlla Knút er eitt sindur
kúllasligur, sum navnið jú
eisini sigur, og hann stýrir
tí mesta í flokki hansara.
Umframt Kúlla Knút er
sjálvandi eisini ein vøkur
genta í flokkinum, eins væl
og vit koma at síggja okk-
urt til friðarligu gentuna og
tann
sonevnda
nørdin.
Onkur nýggur kemur eisini
í flokkin, men hvussu tað
spælir av, ja, tað koma vit at
síggja í leikinum.
Saman við flokkinum og
restini av bygdini kemur
Kúlla Knút út fyri nógvum
áhugaverdum, og evnini í
leikinum spenna seg eisini
víða.
– Sum heild kann ein
siga, at evnini eru tílík, sum
ung allastaðni kenna seg
aftur í. Millum annað hetta
at góðtaka seg sjálvan og
finna sítt pláss, sigur Elin á
Rógvi.
Men eisini evni sum sam-
anhald, vinarlag og smærri
samanbrestir verða umrødd
í leikinum um Kúlla Knút.
– Sum í flest øðrum
sangleikum, so stinga evn-
ini ikki so djúpt. Talan er
heldur um undirhald, sum
verður framført á ein øðr-
vísi hátt, heldur Elin.
Saman við leikarunum
verða eisini fleiri góðir tón-
leikarar á pallinum, og
saman skuldu tey givið ein
undirhaldandi
sjónleik,
sum er kryddaður við góð-
um sangi og tónleiki.
Fyrstu ferð leikstjóri
Hetta er fyrstu ferð, at Elin
á Rógvi skal leikstjórna
einum leiki einsamøll. Hon
hevur tó drúgvar royndir av
at standa á palli, bæði í
vanligum sjónleiki og eisini
sangeleiki. Til dagligt er
hon búsitandi í Odense, har
hon arbeiðir og eisini fæst
nógv við sjónleik.
Tó verður hon stødd í
Føroyum, til sangleikurin
um Kúlla Knút hevur verið
framførdur seinastu ferð.
Sjálv er hon sera spent til
at fara undir sín fyrsta
sangleik sum leikstjóri.
– Hetta verður uttan iva
spennandi, og eg gleði meg
til castingina, tá eg fái høvi
til at síggja øll hesi ungu,
sum hava hug til at verða
við í leikinum, greiðir hon
frá.
Upprunaliga er leikurin
um Bølle Bob skrivaður av
Gert Gertsen, sum bæði
hevur skrivað tekstin og
tónleikin.
Í Danmark hevur leikurin
verið sera væl móttikin, og
er hann bæði útgivin á
fløgu og hevur eisini verið
vístur sum sjónvarpssrøð.
Nú verður so høvi hjá øll
teimum ungu, sum ganga
við einum sjónleikara í
búkin, at royna seg til cast-
ing til Kúlla Knút. Og um
tú ikki hevur hug til at
standa á palli sjálvur, so
kanst tú jú altíð fara at
hyggja at, meðan onnur
fara at syngja og spæla í
leikinum um Kúlla Knút.
Bølle Bob í føroyskum sangleiki
Havnar Sjónleikarafelag fyrireikar í løtuni ein nýggjan
sangleik, sum serliga er ætlaður børnum og ungum. Talan er
um væl umtókta danska Bølle Bob, sum nú verður týddur til
føroyskt
Undir viðgerðini av
løgmansrøðuni skjeyt
Jóannes Eidesgaard,
formaður Javnaðar-
floksins upp, at allir
føroyingar fáa 1000
krónur í partapeningi
í Føroya Banka sum
gávu um árið í fimm
ár. – Hetta er eitt
rímuligt endurgjald
til føroyingar fyri
bankabjargingina,
heldur Jóannes
Eidesgaard
PRIVATISERING
Eirikur Lindenskov
Javnaðarflokkurin er van-
liga ikki serliga heitur fyri
privatiseringum. Men undir
viðgerðini av løgmansrøð-
uni skjeyt Jóannes Eides-
gaard upp, at allir føroying-
ar skulu fáa lut í partapen-
inginum í Føroya Banka,
nú alt bendir á, at hann
verður privatiseraður.
Jóannes
Eidesgaard
skjeyt upp, at allir føroy-
ingar fáa tillutaðar 1000
krónur í partapeningi í
Føroya Banka.
– Hetta svarar til á leið 50
mió. kr. Allir føroyingar
merkir allir føroyingar utt-
an mun til aldur, men teir
skulu hava fastan bústað
her. Annað árið verða so
næstu 1000 kr.til hvønn
føroying tillutaðar. Hetta
verður gjørt í fimm ár,
soleiðis at hvør føroyingar
tá eigur partabrøv áljóðandi
5.000 kr., og samlað svarar
tað til 250 mió. kr. av
partapeninginum í Føroya
Banka ella á leið 25%.
Um tvey ár verður farið
undir at selja 45% av parta-
peninginum
í
Føroya
Banka í fríari sølu, og her
er so virðisbrævamarknað-
urin eitt upplagt høvi at
brúka, heldur formaður
Javnaðarfloksins.
– Seld verða bert 5% pr.
ár í 9 fylgjandi ár. Her eigur
so ein avmarking at verða
løgd, soleiðis at eingin ein-
stakur íleggjari fær ávirkan
fyri meira enn 5%, heldur
hann.
Seinastu 30% av parta-
peninginum verða fram-
haldandi ogn landsins.
– Hetta ger so, at um øll
tann fría sølan skuldi farið
á útlendskar hendur, so
verða 55% føroyskar.
Jóannes
Eidesgaard
heldur, at tað at geva øllum
føroyingum henda møgu-
leika vil verða eitt rímiligt
endurgjald
fyri
sjálva
bankabjargingina,
har
vanligi skattgjaldarin sat
eftir við rokningini. Hetta
hevði somuleiðis verið ein
lætti til nógvar familjur,
sum mistu undir kreppuni
ella sótu trongt í tí. Hann
hevur eisini eitt hugsað
dømi:
– Ein familja við trimum
børnum
hevði
fingið
tillutað 5 x 5.000 kr. ella
25.000 kr. Eftir eina tíð
hevði so sama familja
kunna selt hesi partabrøvini
við vónandi stórum viningi
ella móttikið vinningsbýti
hvørt ár. Hetta hevði so eis-
ini givið bankanum møgu-
leika til eina veruliga fólks-
liga forankring. Men fyrst
og fremst ein viðurkenning
av teimum tøkum, føroy-
ingar tóku undir kreppuni.
Javnaðarflokkurin
metir
uppskotið rímiligt og eitt
veruligt
sosialpolitiskt
frambrot."
Undir viðgerðini á tingi
kom fram, at bæði Sam-
bandsflokkurin og Fólka-
flokkurin kunnu taka undir
við uppskotinum.
Býtið partabrøv í Føroya Banka
út til allar føroyingar
At geva hvørjum
føroyingi 5000
krónur í parta-
peningi í Føroya
Banka heldur
Jóannes Eides-
gaard verða eitt
rímuligt endur-
gjald fyri banka-
bjargingina
24.361 mannfólk og 22.635 konufólk
Við árslok búðu
46.996 fólk í Føroy-
um. Harav eru 24.361
mannfólk og 22.635
konufólk. Vøksturin í
mun til 2000 er 1,7%
HAGTØL
Heri á Rógvi
Nýggjasta bókin í røðini
við heitinum árbók fyri
Føroyar er komin út á gøt-
una.
Tað er Føroya Skúla-
bókagrunnur, sum gevur út
í samstarvi við Hagstovuni.
–Árbókin, sum er al-
menna hagtalsverkið fyri
Føroyar, er ein sera hent
handbók hjá politikarum,
fyrisiting,
fakfelagsfólki
v.m., stendur at lesa í tíð-
indaskrivi frá Skúlabóka-
grunninum.
Til skúlabrúks gevur Før-
oya Skúlabókagrunnur út
frálærutilfar til árbókina.
Talan er um 13 smærri
hefti.
Burturúr árbókini kunnu
vit m.a. lesa, at tað eru 40,5
tannlæknar í Føroyum.
Eisini kunnu vit lesa, at
síðsta skúlaár gingu 7.598
børn í fólkaskúla í Føroy-
um.
Ingi Joensen hevur gjørt
permuna, og Hestprent hev-
ur umbrotið og prentað.
Bókin er 410 blaðsíður og
kostar 150 krónur.
Maður og kona
Við árslok búðu í Føroyum
46.996 fólk í Føroyum,
stendur at lesa í árbókini
fyri Føroyar 2002. Harav
eru 24.361 mannfólk og
22.635 konufólk. Kreppu-
árini fyrst í hálvfemsunum
merktu nógv fólkatalið,
men tað er av álvara vent í
holuni.
Síðani 1999 er fólkatali
voksið við 1.497 fólkum.
Bara frá árslok 2000 til árs-
lok 2001 vaks fólkatalið
við 800 fólkum ella 1,7%.
Við árslok vóru tað 4.059
fólk ella 8,6 prosent av
fólkatalinum í aldrinum frá
10 til 14 ár. Hinvegin vóru
»bert« 218 fólk ella 0,5
prosent av samalaða fólka-
talinum eldri enn hálvfems
ár. Talið av teimum eldri
enn seksti eru síðani 1999
voksið við 295. Tosað hev-
ur verið um, at talið av pen-
sjónistum fer at veksa mun-
andi næstu árini, og hetta
vil merkja eitt økt útreiðsla
til pensjónir. Vøksturin síð-
ani 1999 svara til 3,7%.
Vøksturin í fólkatali er
komin øllum økjum í landi-
num til góðar. Tó ikki
Klaksvíkarøkið,
sum
merkti ein lítlan negativan
vøkstur.
Vágoyggin átti í prosent-
um størsta vøksturin ál-
jóðandi 3,3%. Tórshavnar-
økið hevði í tali ein vøkstur
í fólkatali áljóðandi 323
fólk í 2001.
Stuttligt er at leggja til
merkist, at í Føroyum eru
9.149 giftir menn, men bert
9.099 giftar kvinnur. 52,7
prosent av Føroya fólki
livdu við árslok í tí frælsi at
vera ógift ella single, sum
tað eisini kann eita. Afturat
hesum eru 8.5%, sum skild
ella einkjufólk.
853 fólk, ið við árslok
2001 vóru búsitandi í Før-
oyum, høvdu aðra ríkis-
borgarastøðu enn danska.
178 íslendingar, 95 úr Nor-
eg, 74 pólendingar, 73 bret-
ar og 37 teilendingar teljast
millum teir mongu útlend-
ingarnar, sum búleikaðust í
Føroyum 31. desember
2001. Eisini vóru 31 serbar,
27 amerikanarar og 8 úr
Avstralia vóru íbúgvarnar í
Føroyum seinasta árið.
Fleiri børn
Í 2001 vórðu 631 børn fødd
á lívi í Føroyum. Hetta eru
67 færri enn árið fyri.
Somuleiðis er burðaravlop-
ið, t.e. talið av føddum min-
us deyð, eisini minkað - frá
347 í 2000 til 270 í 2001.
Tað vísir seg at vera í
Tórshavn og Eysturoynni,
at tey serliga eiga nógv
børn.
133 børn vórðu fødd í
Eysturoynni, og burðarav-
lopið var 61. 272 børn
vórðu fødd í Tórshavnar-
økinum. Minus tey deyðu
kemur hetta eitt burðarav-
lop áljóðandi 159.
Tað er vorðið liviligari í
Føroyum seinastu árini, og
hetta sæst eisini aftur í
fólkatalinum. Fólkatalið
veksur støðugt, men fólk eru
ikki eins røsk at fáa børn
sum áður.
Rebekka og Jákup vanligast
Møguleikin fyri at
renna teg í Rebekku
ella Jákup Jacobsen á
føðideildini seinasta
ár var ógvuliga stórur
HAGTØL
Heri á Rógvi
Tað vórðu 631 børn fødd í
Føroyum í 2001. Hesi góðu
børn skulu eisini kallast
fyri okkurt, og foreldrini
hava funnið fram til nøkur
spennandi nøvn.
Hægsti mótið í 2001 var
at kalla dóttrina Rebekku
og sonin Jákup. Tá mest
nýtti eftirnavnið í fjør var
Jacobsen, so kundi tú eisini
rokna við at hitta lítlu Re-
bekku Jacobsen ella lítla
Jákup Jacobsen á føðideild-
ini, hóast hann ella hon
kanska ikki hevði fingið
navn enn.
Tað vóru átta nýggjar Re-
bekkur í Føroyum í 2001.
Beint í hølunum á teimum
koma sjey við navninum
Helena og somuleiðis sjey
við navninum Vár. Eisini
kann tað nevnast, at eitt so
norrønt navn sum Ronja
aftur er komið til heiðurs
og æru við seks nýggjum av
slagnum í 2001.
Ert tú ein drongur føddur
í 2001 og saknar tínar líkar,
so er størsti kjansurin, um
ert ein av teimum tíggju,
sum eita Jákup. Tað er eis-
ini toluligt lætt, um navnið
er Hans ella Kristian, tí har
eru nevniliga sjey av hvøj-
um slag. Eisini eitt navn
sum Benjamin er væl um-
tókt.
Seks
Benjaminar
komu í verðina síðsta ár.
Mest vanligu eftirnøvn-
ini, ið nýføðingar í 2001
hava fingið, eru tey so
kendu Jacobsen, Olsen og
Hansen.
Í 1992 fingu vit eina
nýggja navnalóggávu, har
øll
nýggj
navnagevan
skuldi fylgja einum navna-
lista. Hesin listin tykjast
eisini fleiri at kaða niður í,
tí at kalla øll nøvnini eru
»góðkend« føroysk nøvn.
Onkur vil so vera við, at
nøvnini áður hava verið
óvanlig og nú forboðið.
Annars eru Anna og
Hans framvegis tey mest
nýttu fornøvnini í Føroy-
um. 857 eita Anna, og 838
eita Hans. Hetta skyldast
eisini, at hesi bæði nøvnini
oftani verða nýtt í saman-
settum nøvnum.
Hyggja vit eftir bert tí
eina einsamalla fornavni-
num, so er Katrin mest
nýtti fornavni við 258 um-
boðum. Teir 334, ið kallast
fyri John, mynda størsta
partin av føroysku mann-
fólkunum við tí eina einsa-
malla fornavninum.
Trivnaðar- og heilsu-
málastýrið fer í næstum
at søkja eftir einum aðal-
stjóra. Orsøkin er tann, at
fyrrverandi Almanna- og
heilsumálastýið er býtt
sundur í tvey ráð - trivn-
aðarmálaráðið og heilsu-
málaráðið. Higartil hevur
bert verið tann eini aðal-
stjórin til bæði ráðini,
men nú skal so ein finn-
ast afturat.
Tað eru vanliga fólk
við hægri útbúgving, ið
gerast aðalstjórar. Lønin
liggur um 43.000 krónur
um mánaðin.
-hr
Nýggjur aðalstjóri
Hvussu skal barnið eita?
Í 2001 var tað helst Rebekka
og Jákup
C
M
Y
K
9
8