Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. august 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 149 - 8. august 2002 Nr. 149 - 8. august 2002 11 Ein meiriluti í Løgtinginum er fyri at einskilja Føroya Banka á ein heit serligan hátt. Tá Tingið um- røddi ólavsøkurøðu løgmans, bar Javnaðarflokkurin upp á mál at einskilja Føroya Banka soleiðis, at allir føroyigar fáa tillutað partabrøv í Føroya Banka í eitt fimm ára skeið. Líkamikið hvat fólk annars halda um uppkotið hjá Javnaðarflokkinum, er tað í øllum førum eitt gott íkast til orðaskiftið um at einskilja almennar fyritøk- ur og almenn virki, tí hetta orðaskiftið manglar av- gjørt hugskot at einskilja almennar ognir. Uppskotið hjá Javnaðarflokkinum hevur eina aðra dimensjón enn bara ætlanina at einskilja, tí tað er loysnin í sjálvum sær, og at vanliga eiga privat fólk ella fyritøkur bankar og virki. Tankarnir hjá Javnað- arflokkinum skulu eisini takast sum eitt endurgjald til alla tær føroysku familjurnar, sum kreppan rakti so meint. Vit skulu minnast til, at føroyskir lønarbeiðarar rindaðu tað, sum tað kostaði at bjarga Føroya Banka og Sjóvinnubankanum. Tilsamans 2,7 mia. kr. Seinri kom so eitt endurgjald frá donsku stjórnini. Óbein- leiðis var tað hesin kostnaðurin, sum skuldarsaner- aði og endurreisti føroyska vinnulívið, soleiðis at tað í dag er burðardygt. Hetta gjørdu føroyingar, við at landskassin tók upp lán. Fyri at spara og halda lív í landskassanum varð skattaprosentið hækkað so nógv, at føroyingar høvdu ikki nóg mikið til vanligt húsarhald. Sam- stundis lækkaðu lønir, fólk mistu arbeiði, mong noyddust at rýma frá húsi og heimi, og eini 5-6000 fóru í útlegd. Tí er tað ein góður tanki at geva van- liga føroyinginm eitt lítið endurgjald. Tað er næstan ein sjálvfylgja, at búskaparfrøðingar, og stjórin í Føroya Banka, seta spurnartekin við ætlanina. Tá allar vaksnir føroyingar fáa eitt pata- bræv, sum kann handlast, so økir hetta brúksmøgu- leikarnar. Spurningurin er, hvussu nógv tann før- oyski búskaparin tolir. Men hetta ivamálið kann eis- ini yvirmetast, tí neyvan fara øll at selja síni parta- brøv, og vit skulu minnast til, at eftir uppskotinum skulu partabrøvini latast yvir eitt langt áramál. At fólk heldur vilja eiga eitt partabræv enn selja, er umleggingin í Sparikassanum frá ábyrgdarfæi til partabrøv eitt gott dømi um. Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurintaka undir við uppskotinum. Tjoðveldisflokkurin meldar ikki greitt út. Hann ber kanska ótta fyri, at vinningsbýtið fer til vanliga føroyingin í staðin fyri í landskassan, har tað síðani kann brúkast sum partur í ætlanini at lækka blokkin úr Danmark. Men tað er eisini ein áhuga- verdur spurningur. DAGSINS MEINING Sosialurin Ein fólkabanki Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Anja Weihe anja@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliassen solby@sosialurin.fo Ragnhild Ellingsgaard ragnhild@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktíonin: tel. 220507 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. LISTASTEVNA Tíðindaskriv Útlendskir tónleikakennar- ar vilja vera við, at Egberto Gismonti er besti núlivandi tónleikarin úr Brasil. Gis- monti er vorðin eitt við sálina í tí stóra suður- amerikanska landinum. Ivaleyst tí, at hann í meiri enn 30 ár hevur staðið fyri nógvum og ymiskum verk- ætlanum og útgávum. Umdømið Gismontis innan tónleikaheimin tykist bert at vaksa. Gismonti ferðast eisini víða og reikar so fyri, at hann hittir tón- leikarar úr øðrum londum og mentanum. Í sambandi við Lista- stevnu Føroya 2002 kemur Gismonti til Føroya at hava konsert. Umframt at spæla sjálvur, fer hann eisini at spæla saman við norður- lendskum tónleikarum. Ein teirra er føroyingur, tað er bassleikarin Edvard Ny- holm Debes. Hinir tónleik- ararnir, sum fara at spæla smaan við Gismonti eru: Flemming Agerskov, Anders Banke, Jacob Holm, Jonas Johansen og Marie Louise Schmidt. Konsertin við Egberto Gismonto og The Egberto Gismonti Project verður Leygarkvøldið 10. august í Høllin í Norðurlandahús- inum. LISTASTEVNA Tíðindaskriv Fleiri fremmand fólk hava vitja Listastevnu Føroya. Úr Skotlandi og Onglandi vóru fleiri viðhaldsfólk hjá Runrig um vikuskiftið og í løtuni er stjórin í skotsku Balettini, The Scottish Ballet, Norman Quirck á vitjan og kunnar seg um viðurskiftini fyri ballett- framførslu her í landinum. Úr Japan er Masahiro Yokoyama komin at vitja og vil hoyra Ennekk og uppliva føroyskan dans og Kingo-sang. Mashahiro hevur úr orðabókum og øðrum tilfari sjálvur lært seg føroyskt mál til lítar. Listafelag Føroya skipar fyri fram- sýning av linoprent- um eftir Elinborg Lützen í Snarskivuni hjá Tórshavnar býráð. Framsýningin letur upp hósdagin 8. august kl. 16 LISTASTEVNA Tíðindaskriv Elinborg Lützen er fødd í Klaksvík í 1919, hon andaðist í Havn í 1995. Við loyvi frá arvingunum eftir Elinborg Lützen læt Listasavn Føroya og Lista- felag Føroya gera 4 prent av øllum prentstokkum, ið lógu eftir Elinborg. 2 ein- tøk verða varðveitt sum savnsgripir í listasavnsins goymslu, 1 eintak varð nýtt til framsýning, ið hevur ferðast um Norðurlond. Til tess at fíggja prenting og framsýning verður 1 eintak av hvørjum prent- stokki sett til sølu. Ein partur av hesum upplagi verður á hesi søluframsýn- ing í Snarskivuni. Sostatt er hetta eitt serligt høvi til at ogna sær myndir eftir Elinborg Lützen. Høvi er at síggja fram- sýningina, tá ið opið er í Snarskivuni, mánadag - fríggjadag kl. 9 - 16, tó hósdag kl. 9 - 18. Egberti Gismonti – besti brasilski tónleikarin Fremmandar vitjanir Elinborg Lützen í Snarskivuni í Havn UTTAN ÚR HEIMI Annar tvíburðurin fekk heilabløðing Nakrar tímar eftir at teir báðir siamesisku tvíburðarnir vórðu skildir sundur, mátti annar teirra aftur á skurðstovuna. SIAMESISKIR TVÍBURÐAR Árni Joensen Tað tók læknunum á barna- sjúkrahúsinum á University of California 22 tímar at skilja tær báðar genturnar úr Guatemala sundur. Men fimm tímar aftan á skurðviðgerðina mátti onn- ur gentan, Maria Teresa, leggjast aftur á skurðborð- ið, tí hon hevði fingið eina blóðsavning uttan á heila- num. Læknarnir boðaðu stutt eftir frá, at trupulleikin var ikki so stórur, og at tað var væntandi, at trupulleik- ar av hesum slagnum kundu stinga seg upp aftan á ta sera stóru skurðvið- gerðina. Á barnasjúkrahúsinum í Los Angeles eru læknarnir á einum máli um, at tað fer at taka fleiri dagar, áðrenn teir við vissu kunnu siga, at genturnar fara at liva. Men teir flestu tykjast hava góð- ar vónir. Ein av læknunum segði í gjár, at hann væntar, at tær báðar genturnar fara at fáa eitt vanligt lív. Tær báðar genturnar eru føddar í Guatemala seinasta summar. Foreldrini høvdu ikki ráð at leggja tær undir skurð, men fólk í Guate- mala og aðrastaðni hava savnað pening, so foreldrini kundu fara til USA við gentunum fyri tveimum mánaðum síðani. Tær báðar genturnar ú Guatemala liggja fyri fyrstu ferð í hvør sínari song Vil hava innlit í norska fiskivinnuumsiting Heimsnáttúrugrunn- urin WWF vil hava betri innlit í og ávirk- an á fiskivinnuumsit- ingina í Noregi. Fiski- málaráðharrin er til reiðar at umrøða spurningin. UMHVØRVI Árni Joensen -Fleiri áttu at sloppið at sit- ið við borðið undir fiski- rættindasamráðingum. Í dag eru tað bara feløgini innan sjálva fiskivinnuna, sum sita við borðið, og tað eru eisini tey, sum avgera fyritreytirnar í sjálvum samráðingunum, sigur aðalskrivarin í heimsnátt- úrugrunninum WWF, Ras- mus Hanson. Grunnurin hevur júst al- mannakunngjørt eina al- tjóða frágreiðing, har roynt verður at vísa á, hvussu fiskivinnuumsitingin kring heimin eigur at verða broytt til tað betra. Høvuðsboð- skapurin í frágreiðingini er, at mannagongdin og við- gerðin eigur at vera meiri almenn, enn hon er í dag. -Fiskikvoturnar verða ásettar í samráðingum mill- um myndugleikarnar og vinnuna, men almenningur- in verður ikki kunnaður, og tað ger, at fólk missa álitið á umsitingini, sigur WWF. Grunnurin heldur, at tað er neyðugt at taka fleiri náttúrufyrilit innan fiski- vinnuumsitingina, men at hetta letur seg ikki gera, so leingi vinnan hevur so stóra ávirkan á tað, sum fer fram. Norski fiskimálaráðharr- in, Svein Ludvigsen, er ikki samdur við WWF í, at norska fiskivinnan er so afturlatin, men hann er sinnaður at umrøða spurn- ingin um at lata fleiri um- boð sleppa til borðið undir fiskivinusamráðingum. Svein Ludvigsen sigur, at hann fer at taka málið upp, tá tær ymsu nevndirnar innan fiskivinnuumsiting- ina skulu veljast av nýggj- um. 600 mia. krónur undir madrassuni Russar hava lagt mill- um 550 og 600 milli- ardir krónur til viks ella undir madrass- una, men nú koma pengarnir undanaftur RUSSLAND Árni Joensen 80 milliardir dollarar. Tað er tað, sum russar hava liggjandi undir madrassuni, og tað eru fleiri dollarar enn tað, sum er í umfari í USA. Men nú eru russar farnir at leita sær undir madrass- una eftir pengunum, tí alt fleiri og fleiri fáa álit á landsins partabrævamarkn- aði, samstundis sum tær stóru vinnufyritøkurnar standa seg væl. -Okkara seinasta meting er, at fólk hava millum 550 og 600 milliónir krónur liggjandi millum skinns og hold, men hetta seinasta ár- ið hava vit sæð, at fólk hava sett ein part av pengunum í virðisbrøv.Stutt sagt eru fleiri og fleiri russar farnir at gera íløgur, sigur Igor Kostikov, sum er leiðari á stovninum, sum heldur eygað við russiska virðis- brævamarknaðinum. Av ringum royndum hava nógvir russar upp ígjøgnum árini vekslað sínar pengar til dollarar og síðani goymt teir heima við hús. At seta rublar í bankan var alt ov vandamikið, tí annaðhvørt kundu teir vænta, at rubilin varð niðurskrivaður, ella at bankin fór á húsagang. Men nú Russland nógva- staðni verður kallað tann nýggi marknaðurin, og russiskar fyritøkur eru far- nar at vísa sera góð úrslit, eru russar farnir at taka sín- ar goymdu pengar framaft- ur. Serliga tey stóru olju- og gassfeløgini hava staðið seg væl, og sjálvt um oljuprís- urin er fallin nakað, hevur partabrævavirðið á børsi- num í Moskva staðið seg væl. Eitt annað, sum eisini hevur havt góða ávirkan, er, at russar aftur hava fingið álit á sínum gjaldoyra. Ein kanning í síðstu viku vísti, at 35 prosent av teimum spurdu halda tað framvegis vera best at goyma sínar pengar í amerikanskum dollarum, men 37 prosent svaraðu, at tey heldur velja at spara upp í rublum. Tí verður hildið, at fleiri fara í bankarnar at veksla sínar dollarar til rublar. Norski fiskimálaráðharrin, Svein Ludvigsen, er til reiðar at umrøða spurningin at lata onnur enn fiskivinnuna sleppa í nevndirnar, sum viðgera kvotur og aðrar ásetingar C M Y K 11 10