Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. august 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 149 - 8. august 2002 Nr. 149 - 8. august 2002 13 – Næmingatalið er fallið tey seinastu árini, men í ár er tað vaksið við einum hálvum flokki, sigur Sámal í Skorini, rektari á Studenta- skúlanum á Kambs- dali. Grundina metir hann vera tær góður tíðirnar SKÚLI Ingrid Bjarnastein Um slakar tvær vikur verður aftur hol sett á eitt nýtt skúlaár. Tá lata dyrnar á teimum ymsu miðnáms- skúlunum hurðarnar upp fyri bæði spildurnýggjum og gomlum næmingum. Á Studentaskúlanum á Kambsdali hevur gingið aftur á bakka, hvat næm- ingatalið viðvíkur seinastu árini. Men í ár er hetta talið vaksið fyri fyrstu ferð. – Í ár byrja vit við einum fullum matematiskum flokki, einum fullum máls- ligum flokki og einum flokki, sum er hálvur máls- ligur og hálvur matematisk- ur, sigur Sámal í Skorini, rektari á Studentaskúlanum á Kambsdali. – Ein hálvur matemat- iskur og málsligur flokkur vil siga, at næmingarnir hava felagslærugreinarnar saman, meðan serlæru- greinarnar, sum matematik, fysik, kemi, biologi og ann- að, verður undirvíst í hvør sær. Hetta er fyrstu ferð roynt verður at hava ein hálvan flokk av matematikarum og málslingum á henda hátt, so í veruleikanum, so byrjar hálvur fjórði flokkurin á Kambsdali eftir summarfrí- tíðina. Góðar tíðir Rektarin á Kambsdali metir, at tær góðu tíðirnar hava við sær, at tey ungu ikki tíma í skúla. Eftir 10 ár í fólkaskúlanum velja tey heldur at fáa sær arbeiði, har tey kunnu forvinna pen- ing. – Ein ung genta kann fara við eitt nú Næraberg og for- vinna upp í 25-30.000 krónur, og tað kann vera meira dragandi enn aftur at seta seg á skúlabonk. Eisini vísir tað seg, at teir ungu dreingirnir fara í læru ístað- in fyri at koma í skúla, sigur Sámal í Skorini. Men hetta er eitt aftur- vendandi mynstur, heldur rektarin. Tá tíðirnar eru góðar, er tómligt í skúlan- um, og tá tíðirnar eru verri, er fult á skúlanum. Sámal í Skorini sigur, at talið á næmingum er ikki fallið orsakað av skúlanum í Hoydølum. Tað kundi annars verið, at valt varð heldur at fara í skúla í høvuðsstaðnum enn úti á bygd. – Reglurnar eru greiðar fyri hesum. Um tú býrt til dømis á Eiði, og søkir inn í Hoydølum, so sleppur tú rætt og slætt ikki inn, so hetta er ikki grundin til, at næmingatalið hevur verið fallandið. – Handilsskúlin gevur heilt vist eisini harða kapp- ing, og tú hevur kanska lagt til merkis, at vit leggja meira orku í at lýsa við skúlanum um várið áðrenn søkjast skal, greiðir Sámal í Skorini frá. Men hann vísir á, at høv- uðsstaðurin er ofta nógv meira dragandi enn eitt næstan at kalla oyðimarkar- øki sum Kambsdalur. – Tað vísir seg ofta, at har nógv fólk eru frammanund- an, har flyta meira fólk til. Fólk leita eftir fólki. Upp- gávan hjá okkum er so at royna at skapa nakað, sum er áhugavert. At skapa eitt skúlaumhvørvið, sum er áhugavert fyri næmingarn- ar, og tað kann vera eitt sindur trupult á einum so óbygdum øki sum Kambs- dalur. Tá tú gongur í skúla í Havn, so ert tú næstan mitt í býnum. Men sjálvur heldur Sámal, at tað hevði ikki hjálpt at flutt skúlan til eitt meira bygt økið. Hann vísir á, at tað hevði nyttað lítið, at flutt skúlan til Leirvíkar ella Syðrugøtu. Tað hevði skulað verið eitt av størru plássunum, sum eitt nú Runavík. Fast samband skapar møguleikar Sámal í Skorini metir, at fasta sambandi um Leir- víksfjørð er sera spennandi, hvat skúlanum viðvíkur. – Tann dagin vit fáa fast samband við Klaksvíkina er spennandi at síggja, hvat so hendir. Hetta kann hava við sær, at næmingatalið veksur, men tað kann eisini vera, at næmingatalið minkar, tí í Klaksvík er jú tekniskur skúli og HF. Henda spurningin ber ikki so væl til at svara uppá enn, men tað kemur tíðin at vísa, hvat hetta fer at hava við sær á skúlaøkinum. – Eg giti eisini, at eysturoyingar fara ikki at vera so skjótir at fara á Landssjúkrahúsið, men minst líka nógvir fara at leita sær til Klaksvíkar, sig- ur hann í stuttari síðuvið- merking. Men fasta sambandið fer heilt vist at hava fyrimunir fyri klaksvíkingar, ið leita sær á Studentaskúla á Kambsdali. Seinastu árini hevur ferðasambandið ver- ið keðiligt, og ofta hava næmingar verið noyddir at bíða í meira enn ein tíma á skúlanum áðrenn teir sleppa við bussi til Leirvík- ar og síðani yvirum til Klaksvíkar. Lærarar velja Havnina Tað vísir seg, at stórur áhugi er fyri studentalær- arastørvum í Havnini. Eini 70 umsóknir vóru til trý lærarastørv. Men á Kambs- dali er áhugin verri enn so eins stórur. – Vit hava nøkunlunda sama tal á størvum her á Kambsdali sum í Havn, og tá tey í Havn hava 70 umsøkjarar, hava vit bara 15, sigur Sámal í Skorini, og vísir aftur á tað, at Havnin er meira dragandi enn eitt útjaðaraøkið. Harafturat lýsti Studenta- skúlin á Kambsdali fýra størv leys, meðan tann í Hoydølum bert hevði trý. Men framvegis vóru nógv færri umsóknir til størvini á Kambsdali. Men hóast lærarar ikki tíma so væl til Kambsdal, so verður farið undir nýggja skúlaárið við góð- um treystið, og ikki nóg mikið við tí: Í heyst fyllir Studentaskúlin og HF- skeiðið í Eysturoynni 20 ár. Enn veit rektarin ikki, hvat ella um nakað verður gjørt burturúr, men tað kemur tíðin at vísa. Úrslit av góðum tíðum: Tey ungu tíma ikki á studentaskúla Góðu tíðirnar hava við sær, at tey ungu heldur velja at arbeiða enn at fara á eitt nú studentaskúla. Men talið á næmingum á studentaskúlanum á Kambsdali er í ár vaksið fyri fyrstu ferð í fleiri ár Savnsmynd Fyri triðju ferð verður skipað fyri dansinátt í Gistingar- húsinum við Á í Øravík og ætlandi er hetta tiltak komið fyri at verða. Tað eru dansifeløg og gisting- arhúsið, ið skipað fyri DANSUR Dagfinn Olsen Fyri triðju ferð verður skipað fyri dansinátt í Øravík. Dansináttin verður tann 17/8 og tað eru dansi- feløgini í Suðuroynni, ið skipa fyri, saman við Gist- ingarhúsinum við Á. Dansináttin hesaferð er partur av Listastevnuni. Til- takið hevur verið fyrr og er ætlað sum árligt og aftur- vendandi tiltak. Tiltakið hevur ligið fast annað viku- skifti í august, men orsakað av bátastevnuni á Tvøroyri, er tiltakið í ár flutt til tann 17. august. Tiltakið í ár er skipað á sama hátt, sum undanfarin ár. Byrjað verður klokkan 20 við borðhaldi við heitum rættum og felagssangi. Tá dansifólk koma saman er altíð onkur, ið fegin sigur frá onkrari dansiferð og vanliga er eisini onkur skemtisøga at hoyra. Umleið klokkan 23 verður farið upp á gólv. Fyrireikararnir vóna, at løtan verður eins hugnalig, sum í fjør, tá eini 150 fólk luttóku. Nærri verður lýst um dansináttina í bløðun- um, siga fyrireikararnir. Dansifeløgini, ið skipa fyri, eru Suðuroyar Norðara Dansifelag, Tvøroyrar Dansifelag, Jómsvíkingar og Sumbiar Dansifelag. Upp á gólv í Øravík Fleiri forvitnislig tónleikatiltøk eru á Listastevnuni, tað ið eftir er av vikuni LISTASTEVNAN Dagfinn Olsen Listastevnan hevur mong tónleikatiltøk av alskins slag at bjóða. Tað, ið eftir er av vikuni, eru fleiri áhuga- verd tiltøk. Í kvøld hevur Jóannes Andreasen konsert í Fugla- firði. Fríggjadagin er guit- arkonsert við føroyskum guitarleikarum í Runavík. Egmonti Egberto Gismonti er stórt navn. Hann fer á pall í Norðurlandahúsinum leyg- arkvøldið. Manningin er komin til Føroya í dag og longu í kvøld byrja teir at venja. Edvard Nyholm Debess er partur av mann- ingini, sum fer á pall saman við úrmælinginum úr Bra- silia. Sunnudagin er kingo- sangur á skránni. Petra Iversen og Eivør Pálsdóttir framføra í Kaldbk. Og mánadagin fara Enekk á pallin í Norðurlandahúsin- um. Nógv hevur ikki verið at hoyrt til manningina í Enekk í longri tíð, so gleði- ligt er, at Enekk aftur er saman sum bólkur og fram- førur sín sermerkta, og før- oyskt grundfesta tónleik á palli Komandi vika hevur eisini fleiri áhugaverd tón- leikatiltøk at bjóða, og nevnast kann heimskendi bólkurin The Real Group. Forvitnislig tónleikatiltøk hesa vikuna Farið verður upp á gólv í Øravík. Dansifeløg í Suðuroynni og Gistingarhúsið við Á í Øravík skipa fyri dansinátt tann 17. august. Tiltakið hesaferð er partur av Listastevnuni The Real Group Føroyski barna- filmurin, sum klaksvíkingar arbeiða við, saman við stórum donskum films- framleiðarum, tykist veruliga hava fingið vind í seglini ta fyrstu truplu leiðina. Fyribils- sáttmáli er á veg við postinum FILMUR Dagfinn Olsen Eitt ævintýr segði eina ferð, at »det er ganske vist...«, men tá var tó einki endaliga avgjørt. Eitt føroyskt films- ævintýr er tó um síggja dagsins ljós, um enn allar súðir ikki eru syftar enn. Í blaðnum í gjár nevndu vit føroyska barnafilmsætlan, sum tveir kendir danskir filmsframleiðarar hava verið í Føroyum og kannað, fyri at vita, um teir hava áhuga í ætlan- ini. Áhugan hava teir. Og nú hava føroysku fyri- reikararnir fingið váttan fyri, at ein fyribilssátt- máli er á veg við postin- um, so teir fáa arbeiðs- frið at arbeiða víðari. Frá fyrireikarunum frætta vit, at nú eru nøkur ávís stig at taka í arbeiðsgongdini. Tað er at fáa arbeiðið góðtikið hjá donsku filmsfram- leiðarunum. At fáa skriva endaliga handritið og at fáa avgreitt sam- bondini við stovnar og aðarar fíggjarveitarar. Og tá tungu dreing- irnir innan danskan film siga seg stuðla, so eru nógvar hurðar opnar. Filmurin snýr seg um drong, ið hevur samband við tað yvirnáttúrliga, við álvaheim. Og nógv- ur føroyskur uppruna- tónleikur verður ætlandi partur av ætlanini. Hvørt komið verður á mál í arbeiðsgongdini, er enn ikki víst, men víst er tó, at fyrstu truplu fetini eru tikin og eru væleydnað. Fólkini aftanfyri Trølla Pætur arbeiða við spennandi filmsætlanum Føroyski Barnafilmurin Tað er nokkso víst C M Y K 13 12