Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. august 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tíggju føroyskir gittarleikarar spæla á Listastevnu LISTASTEVNA Tíðindaskriv Í Føroyum eiga vit mangar ymiskar og frálíkar gittar- leikarar, og í røttum rokk- tónleiki er tað altíð gittarin, sum er miðdepulin. Kring gittaran savnast á Listastevnuni tíggju frágera føroyskir leikarar í Neysti- num í Runavík, í Høllini í Norðurlandahúsinum og í Atlantis í Klaksvík. Høvi verður eisini at síggja ein gittara, sum runavíkingur- in, Petur M. Bjarnastein, hevur bygt. Teir tíggju gittarleikarar- nir eru: Ólavur Øster, Hans Carl Hansen, Hildibjartur Hansen, Eyðun Hansen, Herluf Lützen, Petur Hans Niclasen, Sofus Poulsen, Búi Dam, Ólavur Jakobsen og Hjalti Joensen. Afturvið teimum tólv spæla Magnus Johannesen, keyboard, Kolbein Simon- sen, bass og Rógvi á Rógvu, trummur. Eisini fer Lena Andersen at syngja afturvið gittarspælinum hjá Hildibjarti Hansen. Millum seldu atgongu- merkini til gittarkonsertir- nar verður burturlutaður ein ektaður føroyskur h a n d b y g d u r Bjarnasteingittari, sum sýndur verður fram í Norð- urlandahúsinum. Gittarkonsertirnar verða Fríggjadagin 9. august í Neystinum í Runavík kl. 21, sunnudagin 11. august í Høllini í Norðurlanda- húsinum kl. 21 og leygar- dagin 17. august í Atlantis í Klaksvík kl. 21. Tað er Erik Biskupstøð, sum samskipar tiltakið fyri Listastevnu Føroya. Hans Carl Hansen og Búi Dam, eru millum gittarleikararnar sum fara á pallin, tá 10 føroyskir gittarleikarar vísa kynstur síni á listastevnuni Mynd: Jens Kr. Vang Nr. 149 - 8. august 2002 15 Umsóknir kunnu sendast inn alt árið, og verða upptøkuroyndir eftir tørvi. Fýra politistar skulu setast í 2003. Umsóknarfreistin til hesa upptøkuroyndina er 1/9-2002 Tlf. 35 14 48 Fax 35 14 49 15 14 Nr. 149 - 8. august 2002 Føroya Handarbeiðs- skúli hevur higartil hildið til í hølunum hjá Húsmøðrafel- agnum í Bøgøtu. Men nú skulu tey hølini nýtast til annað enda- mál, og tískil er Handarbeiðsskúlin í løtuni húsvillur. Bæði leiðari og lærarar harmast støðuna, tí undirtøkan fyri skeiðunum á skúlan- um er góð HØLISTRUPULLEIKAR Solby A. Eliasen Klaksvík: Eigil Hentze, sum tekur sær av tí umsitingarliga partin- um av skúlanum sigur, at hann veit onki um nøkur nýggj høli til skúlan, sum er. – Tað vísir seg at vera sera torført at finna høli til ymisk tiltøk í Klaksvík, og er tað onki undantak, tá tað kemur at finna høli til handarbeiðsskúlan, sigur Eigil. Hann heldur, at tað átti kortini ikka at verið ógjørligt at funnið høli til skúlan, tí tey krevja ikki so nógv. Skúlin er skipaður á tann hátt, at smá dagskeið verða koyrd. Summi nakrar dagar upp í slag, meðan onnur eru yvir nakrar spjaddar dagar. – Skúlin nýtir eitt nú hølini hjá Vevskúlanum úti í Grøv til vevingina. Og tað sum skúlin krevur av plássi svarar til eina skúlastovu, sigur Eigil Hentze, sum tí heldur, at tað átti at kunnað latið seg gjørt at funnið eini hóskandi høli. Hann sigur eisini, at um høli ikki verða funnin, so er spurningurin sjálvandi um skúlin kann halda fram. – Men tað er so ein politiskur spurningur, sigur Eigil. Tað er Klaksvíkar Kommuna, sum tekur sær av at finna eini høli til skúlan. Orsøkin til tað er, at skúlin hoyrir undir frítíðar- undirvísingina hjá komm- ununi. Hølini hjá Húsmøðrafel- agnum, sum higartil hava hýst Handarbeiðsskúlanum skulu nú nýtast til Frítíðar- skúlan hjá Klaksvíkar Kommunu. Frítíðarskúlin hevur annars hildið til í høl- um hjá KÍ, men av tí at talið á børnum nú verður upp- normerað, so er tørvur fyri einum hølum, sum eru størri. Dagskúli Føroya Handarbeiðsskúli er ein dagskúli, sum byrjaði sítt virksemi miðskeiðis í níti-árunum. Tá varð ein avtala gjørd millum komm- ununa og táverandi Lands- skúlafyrisitingina um at koyra skúlan sum eitt royndarprojekt og so ar- beiða fram í móti at menna skúlan til at blíva til ein skúla, sum skuldi líkjast Føroya Húsarhaldsskúla, sum er ein skúli, har næm- ingarnir búgva á skúlanum, meðan skeiðið er. Men tað skeiðið varar í átta mánaðir, meðan Handarbeiðsskúlin bert hevur smá skeiðir. Men tað er so ongantíð komið so langt, tí skúlin koyrir framvegis sum ein skúli við smáum dagskeið- um. Paulina Eliasen av Syðra- dali er ein av trimum lærar- um, sum dagliga hava til- knýti til skeiðini á skúlan- um. Hon sigur, at tær onkuntíð eisini fáa onkran annan handarbeiðslærara inn til eitt hvørt, men tað er í høvuðsheitum hon og tvær aðrar, sum undirvísa á skúlanum. Tær undirvísa sum sagt í handarbeiði, har denturin verður lagdur á tað før- oyska handarbeiði, so sum veving, tøving, garva skinn og roð, binding, føroysk bond og broderí til føroyska kvinnu- og mansbúnan. Umframt hesi skeiðini hava tey eisini onnur skeið á skúlanum, sum verða, tá undirtøkan er nóg stór. Paulina sigur, at áhugin fyri skeiðunum hevur verið vaksandi seinastu árini, og tí heldur hon, tað verða ómetaliga synd, um ongi høli verða funnin til skúlan. Tí so verða so at siga ongin skeið komandi ár. Hon greiðir frá, at næm- ingarnir til skúlan koma allastaðni frá í landinum. Serliga eru nógvir eystur- oyingar. – Men tað koma sanni- liga eisini fólk aðrastaðni frá. Tað er bara tað, at um fólk mugu gista her, so noyðast tey at finna eina loysn sjálvi, tí skúlin er bert ein dagskúli – enn, sigur Paulina. Her sipar hon til avtaluna millum Klaksvíkar Komm- unu og Landsskúlafyrisit- ingina, sum tað æt tá, um at skúlin við tíðini skuldi fara at líkjast meiri og meiri Húsarhaldsskúlanum. Paulina sigur, at í byrjan- ini tá høvdu tey eitt skeið, sum vardi fimm mánaðar, men tað vísti seg ikki, at vera nóg góð undirtøka fyri tí. Tí byrjaðu tey upp á at hava smá skeið, har fólk so kundu tekna seg til. Og tað gjørdi mun. – Undirtøkan er sera góð í dag. Tað var strævið at byrja, men eg haldi, at tað altíð er strævið at byrja við onkrum og byggja tað upp. Men tað gongur so mikið nógv betri í dag, at tað er synd, um skúlin skal forfar- ast, tí ongi høli eru til taks, heldur Paulina Eliasen. Finna skjóta loysn Jórun Høgnesen, formaður í mentunarnevnd Klaksvík- ar Býráðs, sigur, at hon hevur verið so nógv burtur- stødd orsakað av sjúku í familjuni, at hon enn ikki hevur megnað at sett seg nóg væl inn í málið til at kunna úttala seg nágreini- liga um støðuna, sum hon er í dag. – Men tað er givið, at eftir summarfrítíðina, so mugu vit, sum vara av hes- um máli, sessast og finna eina skjóta loysn upp á henda hølistrupulleika, sig- ur Jórun Høgnesen í við- merking til málið. Føroya Handarbeiðskúli húsvillur Hølini hjá Húsmøðrafelagnum skulu framyvir hýsa Frítíðarskúlanum í Klaksvíkar Kommunu Í samband við stevnuna, sum verður í Suðuroy um vikuskiftið er eitt ferðalag av hetlendingum í Føroyum. Tey hava kappróðrarbátar við sær og ein av bátunum er gamal kenningur á vánni í Klaksvík KAPPRÓÐUR Solby A. Eliasen Klaksvík: Hetlendingarnir koma til Klaksvíkar mikukvøldið um sjey tíðina, har tey skula verða inntil viku- skiftið. Ætlanin hjá hetlending- unum er, at fáa eitt sam- band í lag við Klaksvíkar Róðrarfelag, soleiðis at tað kanska fer at verða møgu- ligt hjá feløgunum báðum at vitja hvørt annað av og á. Hetlendingarnir fara fyrst út at eta og hava boðið um- boðum fyri Klaksvíkar Róðrarfelag við. Orsøkin til, at hetlendingarnir fyrst koma til Klaksvíkar er, at tíggjumannafarið, sum tey hava við sær, er tann gamli Klaksvíkingur, sum tey keyptu frá Klaksvíkar Róðrarfelag, tá tann nýggi Klaksvíkingurin varð bí- lagdur. Sosialurin frættir, at ætl- anin er, at hetlendingarnir og limir úr Klaksvíkar Róðrarfelag fara at rógva kapp til stuttleika á vánni í Klaksvík hósdagin. Tá fáa fólk í Klaksvík so høvi til at síggja gamla Klaksvíking rógva í móti nýggja Klaks- víkingi. Kvinnur fara eisini at rógva kapp hendan dag- in, og verður tað væntandi við seksmannaførum. Petra J. Joensen sigur, at tað skal nógv til, áðrenn ein persónur, sum ynskir at verða heima hjá sjúkum barni ella hjúnar- felaga kann koma undir dagpeninga- lógina ALMANNAHJÁLP Solby A. Eliasen – Fyrst skal tað stað- festast, at talan er um álvarsliga sjúku. Og dagpeningalógin tulkar álvarsliga sjúku, at tað so stendst heilsu- ella lívsvandi av sjúkuni. Og haraftur at skal tað so ein læknaváttan til har tað stendur, at tað er al- neyðugt at sjúklingurin fær hjálp, greiðir Petra J. Joensen frá og hon legg- ur aftur at, at ein so kann siga, at handan paragraf- in, sum sigur hatta, er sera smøl. Og tí skal tað so nógv til, áðrenn fólk kunnu metast at koma inn undir hana. – Og vit kunnu ikki veita almannahjálp, tá ein persónur ikki lýkur krøvini, tí vit ikki hava heimild til tess, sigur Petra. Hon sigur eisini, at tað eru mong, sum hava tørv fyri at verða heima hjá teirra sjúka barni, men um ikki talan er um tey viðurskiftini, sum verða nevnd í § 3, so koma hesi fólk stutt sagt ikki undir dagpeningalógina, og verða tá víst til for- sorgarhjálp. Og forsorg verður veitt eftir tørvi. Tað vil siga, at hvørt einstakt mál verður tikið upp og so verður tað mett um, hvør tørvurin er fyri forsorgarhjálp. Í greinini í blaðnum í gjár, vístu hjúnini Klein á, at tey hildu tað verða ov nógv at bjóða einum vini ella limi í familjuni at verað noydd/ur at vera hjá Eriki hvønn dag í tveir mánaðar. Spurd um ikki, tað so átti at verið ein uppgáva hjá Almannastovuni at veitt foreldrum, sum koma í somu støðu, sum hjúnini Klein av Kambs- dali, ein stuðul til tílíkt ella fyri tað minsta pen- ingin til at rinda fyri ein stuðul, sigur Petra, at tað kann hon ikki úttala seg um á standandi fót, tí hon ikki hevur nóg gott innlit í tað málið. – Okkara arbeiði er at umsita lógina og avgera um ein umsøkjari kemur inn undir dagpeninga- lógina ella ikki. Tá av- gerð er tikin um, at ein persónur ikki kemur undir dagpeningalógina, so royna við altíð at boða frá hesum á ein góðan hátt, sigur Petra J. Joensen, stjóri á Almannastovuni og leggur at enda enn eina- ferð dent á, at hóast tað generelt er best, at onkur er heima hjá einum sjúk- um barni, so umfatast tey ikki av dagpeninga- lógini. Petra J. Joensen, stjóri á Almannastovuni: - Hava ikki heimild at hjálpa Hetlendingar til Føroya at rógva C M Y K 14