Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. august 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 149 - 8. august 2002 17 Nr. 149 • hósdagur • 8. august 2002 • 76. árg. BMW - ansa eftir at bilførarin ikki sovnar BMW royndarkoyra í løtuni eina skipan, har eitt myndatól av- dúkar, um bilførarin er ov troyttur og er við at sovna. Um vandi er á ferð, verður bilaførarin vaktur av eini ávaringarskipan FERÐSLUTRYGD Magnus Gunnarsson Týsk tryggingarfeløg hava kannað 200 ferðsluvan- lukkur. Í einum fjórðingi av hesum vanlukkum var or- søkin, at bilførarin var sovnaður. BMW royndar- koyra í løtuni eina ávaring- arskipan, har eitt myndatól fokuserar uppá eyguni á bilføraranum og fylgir við kropsrørslunum hansara. Ein telda roknar síðan út, um tekin eru um, at bilfør- arin er ov troyttur. Um vandi er á ferð, verður bil- førarin ávaraður av ljóssig- nalum. Kanningar skulu vísa hvussu sterk hesi ávar- ingarsignal skulu verða og hvussu nógv skal til fyri at ávara bilføraran. Kelda: FDM / Motor Ávaringarskipanin á BMW-testbilinum skrásetur hvussu eyguni á meira ella minni troyttum bilførarum reagera. BMW royndarkoyra í løtuni eina skipan sum skrásetur um bilførarin er við at sovna Goodyear Classic 2002 er avlýst Føroysk ellisakfør vóru boðin at luttaka í donsku koyringini, Goodyear Classic 2002, fyri klassiskar bilar, ið skuldi verða leygardagin 24. aug- ust. Í gjár komu boð um at tiltakið verður avlýst ELLISAKFØR Magnus Gunnarsson Í morgin, fríggjadagin 9. august, skuldi eftir røttum verið seinasta freist at tekna seg til Goodyear Classic 2002 koyringingina fyri ellisakfør í Keypmanna- havn umráðnum. Stórur áhugi var í at fáa føroysk ellisakfør við til hesa koyr- ing. Goodyear skuldu eftir ætlan eisini gjalda fyri uppihaldi og kostnaðin av at vera við til kappingina. Talan var um eina væl skip- aða koyring eftir ávísum reglum fyri danskan motor- sport. Í gjár fekk Fríðrikur Bláhamar á Super Dekk, ið umboðaði kappingina í Føroyum, at vita frá Good- year sølustjóranum, Kenn- eth Saust, at teir vóru sera harmir um, at tiltakið mátti avlýsast, av tí at eitt annað stórt tiltak innan danskan motorsport skuldi vera í sama vikuskiftinum sum Goodyear Classic. Teir høvdu annars sæð fram til hesa kapping, ið fyrstu ferð varð hildin fyri tíggju árum síðan. Teir vóna tó, at tiltak- ið verður tikið uppaftur næsta ár. Goodyear sølustjórin, Kenneth Saust, greiðir her, á fundi hjá Føroya Ellisakførum, limunum frá um Goodyear Classic koyringina. Tíverri bleiv tiltakið avlýst Toyota framgongd Eins og aðrastaðni í Evropa høvdu Toyota stóra framgongd í Danmark fyrra hálvár í ár, har teir við 8.640 seldum bilum hava ein marknaðarpart uppá 11,3 prosent. Hetta er ein vøkstur uppá 30 prosent í mun til í fjør Kelda: bilpriser.dk Peugeot størstir Peugeot er mest selda bilmerki í Danmark. Teir hava nú ein marknaðarpart uppá 14,3 prosent Kelda: bilpriser.dk PSA og BMW BMW samtakið og PSA (Peugeot / Citro- ën) samstarva nú um ein nýggjan bensin- motor. BMW koma at standa fyri designinum og PSA fyri menning- ini og framleiðsluni av motorunum, ið verða gjørdir í München Kelda: bilpriser.dk Luksus »off-roadari« frá Audi Audi hava nógv ymisk projekt í gongd í løt- uni, m.a. hendan All- radler, ið er ein luksus »off roadari«, ið verð- ur gjørdur við BMW X5 sum fyrimynd. Her verður serliga hugsað um ameri- kanska marknaðin BILAR Magnus Gunnarsson Audi hava í mong ár gingið á odda við bilum sum trekkja á øllum 4 hjólunum. Her verður hugsað um Quattro modellini, ið hava sera góða deiling av drív- megini. Bilurin á myndini verður væntandi avloysarin hjá Audi Allroad Quattro, ið er bygdur yvir Audi A6 Avant. Motorurin verður ein V8, tann sami sum á nýggja Audi A8, ið kemur á marknaðin í heyst. Kelda: FDM / Motor Luksus »off-roadarin«, Audi Allradler, fær sama V8 motor, sum nýggi Audi A8, ið kemur á marknaðin í heyst Toyota Eco Spirit Cubic koyrir 37 km/l Toyota hava ætlanir um at koma við ein- um 3 litur bili, eins og VW Lupo 3L. Eco Spirit Cubic, ið enn er ein konseptbilur, koyrir 37 km fyri hvønn litur av diesel BILAR Magnus Gunnarsson Bilurin hevur ein 1.4 litur dieselmotor við common- rail innspræning, turboløð- ara og einum nýggjum sót- filtri. Eins og aðrir um- hvørvisvinarligir bilar hev- ur Eco Spirit Cubic »stop- and-go« skipan, ið ger at motorurin sløknar, tá bilur- in stendur stillur og bíðar í ferðsluni. Bilurin, ið deilvís er gjørdur úr aluminium, vigar einans 700 kg. Fólk frá FDM hava royndarkoyrt konseptbilin í Fraklandi. Teir siga, at bilurin er góður at koyra og larmar lítið, hóast teir koyrdu við 150 km/t, ið er toppferðin á bilinum. Enn er tó einki sagt um nær bilurin kemur á marknaðin Kelda: FDM / Motor Toyota Eco Spirit Cubic 1.4 (Konseptbilur) Motorurin 1.4 litur V4 diesel hk (ikki upplýst) 0-100 km/t 10,0 sek Toppferð 150 km/t Dekkstødd 145/70-15 lágfriktiónsdekk Stødd og vekt: Longd 352,0 cm Breidd 163,0 cm Hædd 146,0 cm Eginvekt 700 kg Eco Spirit er ein 4 persónabilur við sermerktum og annarleiðis designi Toyota Eco Spirit Cubic er enn á royndarstøði. Bilurin verður sera orkusparandi og umhvørvisvinarligur C M Y K 17 16