hósdagur 8. august 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 149 - 8. august 2002
BILATORGIÐ
Føroyski brúktbilamarknaðurin - í Sosialinum hvønn hósdag
Fyrivarni verður tikið fyri villum
CITROEN SAXO 1.5D 3H
Árg Jan´00, Km 64.500 .
Kr. 99.000.
CITROEN XSARA 1.9HDI 5H
Árg Juni´99, Km 117.000 .
Kr. 137.000.
CITROEN XSARA 1.6I STC
Árg Apr´99, Km 36.000 .
Kr. 133.000.
CITROEN XANTIA 2.0HDI 5H
Árg Jun´99, Km 43.000 .
Kr. 160.000.
CITROEN XANTIA 1.9TD STC
Árg Mars´99, Km 45.000 .
Kr. 160.000.
MITSUBISHI GALANT 2.0
Árg Juni´92, Km 150.000 .
Kr. 37.000.
MITSUBISHI CARISMA 1.6I 5H
Árg Mars´97, Km 64.000 .
Kr. 105.000.
FORD MONDEO 1.8 4H
Árg Juni´01, Km 16.000 .
Kr. 210.000.
FORD ESCORT VAN75 1.8D
Árg Mei´95, Km 128.000 .
Kr. 55.000.
MAZDA DEMIO 1.3 5H
Árg Feb´99, Km 50.000 .
Kr. 87.000.
AUDI A4 1.6 4H
Árg sept´96, Km 77.500 .
Kr. 152.000.
PEUGEOT 306 1.9D 4H
Árg Apríl´95, Km 152.000 .
Kr. 80.000.
SEAT CORDOBA 1.9SDI STC
Árg Aug´99, Km 36.000 .
Kr. 115.000.
SUZUKI BALENO 1.6I 4H
Árg Apríl´00, Km 27.500 .
Kr. 105.000.
Tel 313666 • www.ivan.fo •e-mail: ivan@ivan.fo
LÝSIÐ
brúktum
bilum
við
Nr. 149 • hósdagur • 8. august 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
VÍF orkar ikki at kappast úti í Evropa
Bæði fíggjarligar- og
ítróttarligar umstøð-
ur hava við sær, at
mans- og kvinnuliðið
hjá VÍF ikki fara at
luttaka í Evropa Cup í
ár.
EVROPA CUP
HONDBÓLTUR
Páll Holm Johannesen
Fyrradagin varð drigið í
teimum fýra evropeisku
kappingunum í hondbólti,
og sambært yvirlitinum
verður onki føroyskt felag
við í ár.
Vestmenningar
vunnu
bæði mans- og kvinnu-
deildina í fjør, og harvið
hevði felagið rætt til at
boða frá luttøku í kapping-
unum fyri meistaralið hjá
kvinnum og monnum, men
fíggjarliga- og ítróttarliga
umstøðurnar hava við sær,
at felagið hevur avgjørt ikki
at luttaka í Evropa Cup í ár
Ov tungt
Leikandi
venjarin
hjá
mansliðnum hjá VÍF, Ingi
Olsen, er ikki í iva um or-
søkina til, at onki føroysk
felag verður við í Evropa
Cup í ár
- Tann fíggjarliga byrðan
er ov tung, og tað er avgjørt
størsta orsøkin til, at vit
ikki hava boðað frá luttøku
í ár, sigur Ingi Olsen
Ingi greiðir frá, at um ein
eitt nú samanber hondbólt-
in við fótbóltin, so fær FSF
luttøkugjald frá UEFA til
føroyska luttøku í Evropa
Cup, meðan í hondbólti-
num er tað feløgini sjálvi,
sum mugu gjalda luttøku-
gjaldið.
Umframt luttøkugjald, so
skulu ferðirnar uttanlands
eisini fíggjast. Fíggingin
krevur eisini nógv av ein-
støku spælararnum, tí meg-
inparturin av summarfrítíð-
ini verður nýttur ymisk til-
tøk, so peningur fast til til
vega.
- Vísir tað seg so, at man
er so heppin at vinna seg
víðari í kappingini, so
skulu pengar aftur fáast til
veða, og tað er nærmast
ómøgulig krøv at seta leik-
ararum, ið bert hava hond-
bóltin sum ítrív, sigur
greiðir Ingi Olsen frá
Vónirnar fyri at koma
víðari eru vanliga ikki ser-
liga góðar, og tí tykist ofta
skilaleyst at nýta so stóra
orku uppá evropeisku lut-
tøkuna, vísur Ingi eisini á.
Ávirkar heimliðu
kappingina
Umframt fíggjarligu viður-
skiftini, so hevur tað víst
seg seinnu árini, at evrope-
isk luttøka avgjørt ávirkar
heimligu kappingina.
- Vanliga mynstrið hevur
verið, at vit hava staðið
okkum rættiliga væl í byrj-
anini av landskappingini,
men tá komið er til jólar, so
versnar venjingarstøðan hjá
leikararnum, sigur venjarin
hjá VÍF
Skulu føroysku liðini
hava likínda venjingarstøðu
til evropeisku dystirnar, ið
vanliga liggja síðst í august
mánaði, so er neyðugt at
leggja til brots longu í juni
mánaði. Hetta er góðar
tveir mánaðir, áðrenn flestu
føroysku feløgini fara undir
venjingarnar, og tí hava
spælararnir, ið luttaka í Ev-
ropa Cup, vant tveir mán-
aðir longri enn hinir før-
oysku leikararnir.
-Á jólum orka spælararnir
ikki meira hondbólt, og hetta
hevur ofta havt við sær, at vit
hava tapt fleiri dystir um
jóltíðir, sigur Ingi Olsen
Slagelse royna seg fyri
fyrstu ferð
Liðið hjá Anju Andersen,
Slagelse, eru fyri fyrstu
ferð við í evropeiskari
kapping. Jacklyn Djurhuus
og Katrin á Neystabø vóru í
Slagelse fyri nøkrum árum
síðani, og sigast má, at fel-
agi er komi langt síðani.
Felagið var tá í næstbestu
deildini, og eftir uppflytin-
gina, endaði Slagelse á
fimta plássi í fjør, sum
gevur rættin evropeiska lut-
tøku.
Slagelse skal royna seg í
EHF-Cup
ímóti
einum
grikskum liðið, og í Slag-
else hava tey góðar vónir, tí
liðið er munandi styrkt í ár
við m.a. Fridriskas úr Ung-
arn, sum var toppskjútti í
HM endaspælinum í fjør.
Í kappingini sá ein
rættiliga, hvussu stór-
ur munur er á, yrkis-
og amatørsúkkling
SÚKKLING
Páll Holm Johannesen
Vágbingurin, Rógvi Johan-
sen, luttók í stórari súkklu-
kapping í seinastu viku.
Talan var um Grand Prix
CSC Scandihealt, ið er ein
av størru súkklukappingum
í Danmark. Flestu luttakar-
ar vóru yrkissúkklarar burt-
urav, so føroyingurin hevði
ikki so góðar vónir undan
kappingini.
Tyler Hamilton vann
Vinnarin av kappingini
gjørdist Tyler Hamilton, ið
súkklar fyri súkklufelagið
hjá Bjarne Riis, CSC Tis-
cali. Umframt CSC Tiscali,
so luttóku eisini Team
Fakta, Team Coast og US
Postal, sum øll eru von við
at standa seg væl í stórum
súkklukappingum
kring
Evropa.
Vinnarin av Grand Prix
CSC Scandihealt, Tyler
Hamilton, er ikki hvør sum
helst. Hann endaði á øðrum
plássi í Giro de Italia fyrr í
ár, og Tour de France stóð
Tyler Hamilton seg eisini
væl, so ongin varð ovfarin
av, at hann vann kappingina
Rógvi gjøgnum-
førdi ikki
Tá 50 km írestaðu av kapp-
ingini gavst Rógvi Johan-
sen, og sambært Rógvi , so
var hetta als ikki óvæntað.
– Í einari slíkari kapping,
har flestu luttakararnir eru
yrkissúkklarar, sær ein
hvussu stórur munur er á
yrkissúkkling og amatør-
súkkling, og tí hevði eg ikki
væntað frammanundan at
gjøgnumført kappingina,
segði Rógvi Johansen.
Rógvi vísti eisini á, at
bert tveir amatørar megn-
aðu at gjøgnumføra, og at
tað sigur nógv um hvussu
sterk kappingin var mann-
að.
Spurdur um gongdina í
súkklukoyringini, svaraði
Rógvi, at longu eftir hálvan
tíma, hevði hann mist teir
fremstu súkklararnar, og
mátti hann stóran part av
kappingini súkkla einsa-
mallur.
Rógvi Johansen var ikki
keddur eftir kappingina, -
Hetta er ótrúliga læruríkt
og spennandi, og tað er ikki
á hvørjum degi, ein sleppur
at royna seg ímóti so sterk-
um súkklarum sum Tyler
Hamilton, greiðir Rógvi
frá.
Kappast aftur
um vikuskiftið
Rógvi skal aftur í kapping
um vikuskiftið, har hann
ikki skal luttaka í minni enn
tveimum súkklukapping-
um. Í morgin er talan um
eina gøtukoyring í Odder,
og sunnudagin skal Rógvi
royna seg í Fyn Rundt.
Rógvi Johansen gjøgnumførdi ikki
FLOGBÓLTUR
Tíðindaskriv
Føroyska kvinnuunglinga-
landsliðið í flogbólti fer
hósdagin 8. august til Nor-
egs at leika við í kappingini
um Norðurlendska meist-
araheitið.
Sum tað framgongur, so
er Vágoyggin best umboða
á liðnum við heili 7 leikar-
um, meðan hini koma úr
Kollafirði, Sundalagnum
og Havn.
Luttakandi liðini í kapp-
ingini vera Noreg, Svøríki,
Finnland, Danmark og Før-
oyar.
Liðið hevur vant nógv
saman, men um hetta verð-
ur nokk til at vinna á hinum
Norðurlendsku liðunum, er
ivasamt, tí tað verða sterk
lið, sum Føroyar skulu
leika ímóti, og um mett
verður í mun til úrslitini
seinastu árini, so hava Før-
oya altíð endað aftast í hesi
kapping.
Kappingin byrjar kom-
andi fríggjadag og endar
sunnudagin og allir dystir-
nir vera leiktir í Tønsbjerg.
Føroysak liðið verður aft-
ur í Føroyum mánadagin
12. august og høvuðsstuðul
hjá liðnum er Føroya Spari-
kassi.
Kvinnuunglingalandsliðið til NM
Venjararnir hjá kvinnuunglingunum
Elisabeth S. Rasmussen og Rosa Jacob-
sen hava úttikið hesar leikarar til
kappingina:
Kristina Jørgensen
170
Fleyr
Martha Johannesen
168
Nøvan
Elin Doris Dam
158
Dráttur
Anly Joensen
159
Dráttur
Angelie Johannesen
167
KÍF
Biritha Joensen
176
KÍF
Karin Mikkelsen
166
SÍ
Vivian Mikkelsen
174
SÍ
Annika Niclasen
172
SÍ
Marit Jacobsen
174
SÍ
Torfríð Davidsen
165
SÍ
C
M
Y
K
19
18