Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. august 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 149 - 8. august 2002 Nr. 149 - 8. august 2002 21 Europa er á dagsskránni í Klaksvík Hevði skotbráðið ver- ið longri, so høvdu klaksvíkingar hildið seg til at verið fyri- reikarar av Europa Cup kappingini fyri kvinnur EUROPA CUP Jóannes Hansen Klaksvíkingar eru í góðum fótbóltshýri í hesi vikuni. Eitt er, at tað sunnudagin eydnaðist at vinna og har- við at koma sær uppíaftur kappingina um heiðurs- merkini og harvið rættin til altjóða fótbólt. Og eitt ann- að er, at tað altíð smakkar serliga væl hjá teimum, tá teir vinna á HB. Klassisku uppgerðirnar hava altíð havt serligan dám, og tað er eingin loyna, at teir bæði í KÍ og í HB ganga sera høgt uppí, hvør hevur vunnið flest FM heiti. Klaksvík- ingar eru framvegis bestir í tí kappingini – teir hava verið meistarar seytjan ferðir – men HB er bara tvey meistaraheiti aftanfyri. Í KÍ leikskránni sunnu- dagin mintust teir aftur á minnisríka dystin í 1971, tá HB vann 2–1 í Klaksvík og vann FM, eftir at KÍ hevði verið meistari fimm ár á rað. Og 3. september í 1972 eigur at vera góður sum evni í onkrari framtíðar leikskrá. Tá var KÍ í Havn- ini, dysturin endaði 1–1, og klaksvíkingar vunnu FM. Nýggi KÍ formaðurin, Gestur Hovgaard, var ikki í Klaksvík sunnudagin. Hann er í arbeiðsørindum í Noregi: – Tað gekk akkurát at hoyra Útvarp Føroya. Eg fylgdi við, og tað var kanska eins spennandi, sum tað var hjá teimum kring vøllin. Eg havi skilt, at tað vóru umleið eitt túsund áskoðarar, sum rindaðu at- gongumerki, og tað er væl meiri, enn tað hava verið til hinar heimadystirnar í ár. Tá hevur talið fleiri ferðir verið umleið fimm hundrað og onkra ferðina kanska eitt sindur meiri enn tað. Eg havi lisið Sosialin á inter- netinum her yviri, og tað er rætt, sum tit staðfesta, at um okkara megna at ríða á aldukambinum, so er lagt upp til nakrar heimadystir, sum kunnu geva góðar inn- tøkur, sigur Gestur Hov- gaard og sipar harvið til, at KÍ eigur heimadystir eftir ímóti eysturoyar feløgun- um B68, GÍ og NSÍ, sum skal til Klaksvíkar í síðsta umfarinum. Altjóða virksemi Kvinnurnar fóru í viku- skiftinum undir endaspæl- ið. KÍ, sum so rudduliga vann grundspælið, legði bragdliga fyri. Tær sendu B36, sum hevur verið mett at vera argasti kappingar- neytin, aftur til Havnar við 4–1 tapi. KÍ kvinnurnar vóru meistarar í fjør, og tá Sosi- alurin fyri stuttum skrivaði um Europa Cup luttøkuna, varð sagt, at KÍ kvinnurnar skuldu spæla í Europa Cup kapping í Kekkia. Men nú hevur Sparta Prag boðað frá, at felagið ikki heldur seg til at skipa fyri kapp- ingini. Tí varð neyðugt at finna nýggjar vertir, og eft- ir samráðingar millum fel- øgini endaði tað við, at KÍ skal spæla í fýra liðs kapp- ing í Luleå. Svenski býurin er heilt norðarlaga í Botn- isku víkini, og kappingin verður í døgunum 25. til 29. september. Hevði tað ikki verið eitt gott hugskot hjá KÍ at stað- ið fyri einari sovornari kapping? – Avgjørt, og vit vendu eisini møguleikanum, tá tað var greitt, at kekkiska fel- agið ikki stóð við tað, sum tað frammanundan luta- kastinum hevði boðað frá, at tað skuldi gera. Men vit staðfestu skjótt, at skot- bráðið var ov stutt til tað arbeiðið, sum skal gerast, áðrenn tað yvirhøvur kann koma uppá tal hjá KÍ at vera vertur, sigur Gestur Hovgaard. Hvat hugsar tú um? – Fyrst og fremst vallar- umstøðurnar. Um KÍ skal vera vertur í altjóða kapp- ing, har fleiri feløg taka lut, so hevði tað ikki verið rímuligt, at dystirnir vórðu spældir aðra staðni enn í Klaksvík. Tí mugu vit kanna, um tað hevði borið til, at graslíkisvøllurin hjá okkum kann góðkennast til eina sovorna kapping. Um KÍ kvinnurnar aftur í ár fara at vinna sær rættin at taka lut í Europa Cup, og um tær verða sinnaðar at taka lut í kappingini, so fara vit at kanna tann spurningin. Og um vit fáa eitt positivt svar frá UEFA, so fara vit heilt víst at við- gera spurningin um at bjóða okkum fram sum vertir, sigur Gestur Hov- gaard. Ymiskar umstøður Umframt at KÍ kvinnurnar síðst í september skulu taka lut í bólkaumfari í Europa Cup, so skulu KÍ menninir eisini taka lut í Europa Cup. Teir fingu atgongu- merki ólavsøkudag í fjør, tá teir taptu steypafinaluna. B36 vann, men teir vunnu eisini FM, og harvið lá leiðin opin hjá klaksvíking- um út í Europa. Fyrri dysturin verður á heimavøllli hósdagin í komandi viku, og fjúrtan dagar seinni verður spælt í ungverksa høvuðsstaðnum, har KÍ í 1997 legði rygg til 6–0 tap ímóti Újpesti, sum teir aftur hesa ferð skulu spæla ímóti. Heimadysturin fer ikki at órógva lands- kappingina, tí tað verður ikki spælt í landskappingini annað vikuskifti. Sambært fótbóltsskipan- ini verður dysturin hjá KÍ í fjúrtanda leikumfarinum fluttur ein dag. Tað vil siga, at í staðin fyri at fara til Eiðis at spæla ímóti EB/- Streymi sunnudagin 1. sep- tember skulu klaksvíkingar til Eiðis mánakvøldið 2. september. Tað er munur á umstøð- unum, sum menninir hava at spæla í Europa Cup og so umstøðunum hjá kvinnunum. Javnrættindun- um er tað so sum so við í UEFA. Mannfólkaliðini fáa pengar fyri at taka lut í Eu- ropa Cup, meðan feløgini sjálvi skulu rinda allar út- reiðslurnar og einki endur- gjald fáa frá europeiska samtakinum, tá talan er um europeiskan kvinnufótbólt. –KÍ kvinnurnar syrgja við tiltøkum fyri fíggingini, og eg kann ikki siga annað, enn at tær hava verið og eru framúr ídnar at brúka tíð og orku uppá inntøku skap- andi tiltøk, samstundis sum tær hava yvirskot til tað fót- bóltsliga, sum bæði er at fyrireika seg til Europa Cup luttøkuna í Svøríki og til síðstu umførini í lands- kappingini, heldur Gestur Hovgaard. KÍ ari um ein háls KÍ formaðurin verður aftur í Føroyum í so mikið góðari tíð, at tað fer at bera honum til at vera á Sevmýri, tá fel- agið, sum hann nú er for- maður í, skal spæla ímóti liðnum, sum tað var nátúr- ligt hjá einum dreingi í Fámjin at halda við og spæla við, áðrenn hann fór burtur í lestrarørindum. – TB hevur altíð verið mítt lið, og bondini suður- eftir eru framvegis tøtt. Børnini eru har suðuri í summarfrí hjá ommuni. Vit fara øll á Sevmýri sunnu- dagin, og tá fer pápin sjálv- andi at halda við sama lið- num sum børnini. Alt ann- að enn at formaðurin í KÍ heldur við KÍ hevði verið burturvið, eru síðstu orðini úr Bergen. Ætla KÍ-kvinnurnar sær úti í Evropa komandi ár, so verður spurningurin vendur, um ikki kappingin skal haldast í Føroyum, sigur KÍ-formaðurin, Gestur Hovgaard - Javnrættindi eru ikki í UEFA, har mennirnir hava nógv betri sømdir enn kvinnurnar, greiðir KÍ-formaðurin frá, nú bæði mans- og kvinnuliðið hjá KÍ skulu út í Evropa at royna seg TB og KÍ møtast komandi vikuskiftið, og hóast bondini eru tøtt til Suðuroyar, so hevði tað verið burturvið at hildið við øðrum felagi, enn tí, sum ein var formaður hjá, sigur Gestur Hovgaard í samrøðu við Sosialin C M Y K 21 20