Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-09-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. september 1980síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN telf. 14720. 1 1820 box 76, 3800 Torshavn p/f sosialurin Utgevari: Fyritaks- og blaðstjóri: Tørfinn Smith (åbyrgd) Høgni Djurhuus Johann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Blaðmenn: Lýsingar: Uppseting: Prent: Sjálvrannsakan TINGIÐ ER upployst og landsstýrið hevur ásett valdagin til leygardagin 8. novembur. Tað var seinasta týsdag. at legtingið samtyk- ti uppskotið frå løgmanni, um at tingið skuldi upploysa seg sjálvt, soleiðis at nýval kundi verða útskrivað. Undir orðaskiftinum um hetta uppskot høvdu flestu tingmenn orðið og aktuella politiska staðan varð vidgjørd. SUM VERA MAN vóru viðmerkingarnar hjá teim ymisku løgtingsmonnunum ymiskar, men sigast má at serliga ein teirra skaraði heilt framum hinar. Tað var formaður Sam- bandsfioksins, Pauli Ellefsen, — ikki við polit- iskum skilatosi (tí so var hann nógv broyttur) men bert við sínum áhaldandi oratoriska vav- greyti, krúdraður av illgitnum og illsinnis- glefsum HANN HARMAÐIST um at heldur ikki hesa- ferð sydnaðist tað Sambandsflokkinum at fáa í lag samvinnu við aðrar flokkar á tingi. Ongin vildi hava nakað við Sambandsflokkin at gera. Og hví? Kann tað ikki hugsast at tað júst er harra Pauli Ellefsen sum sjálvur hevur ein part av skuldini fyri hesum? Hví kudni Sambandsflokkurin samarbeiða við flest allar hinar slokkarnar ÁÐRENN Pauli gjørdist formaður sambandsfloksins? Er tað nú knappliga vorið okkurt galið við øllum hinum? Men bert ikki Sambandsflokkinum ? Vit skilja væl at Pauli harmast tá hann veit at einasta politiska avreksverk hansara hevur verið at leggja tílíkan sjógv millum sín egna flokk og hinar alar, við tí úrsliti at hava megnað at hildið sín egna flokk uttan fyri alla politiska ávirkan í Føroyum. EITT MÁ sjálvt Pauli Ellefsen beinanvegin gera sær greitt. Fyri at kunna samarbeiði má vera okkurt at samarbeiða um, og tað er her í svíkur. Tað er ikki nóg mikið hjá Sambands- flokkinum at trútta niður í fólk at teir vilja reka sama politikk sum í 1974, og sum í 1978. Hver er hesin politikkur ? Sambands-veljarar- nir vita tað ikki. Métstødumenninir vita tað ikki og ivasamt er um Pauli Ellefsen veit tað sjálvur. Tað er okkurt teir kalla fyri sjálvrann- sakan... Um tú hevur sæð eina mynd í SOSIALINUM, sum tú kundi hugsa tær at átt, so skriva til okkara SOSIALURIN box 76 3800 Tórshavn Um ikki ber til at skriva, so ring. Telefonin er 11820 eila 14720. Mettustova Tað var við stórum spenn- ingi, vit leitaðu okkum oman í Mettustovu til hugnakveld í Kvinnufel- agnum í Havn, nú eftir at Mettustova hevur verið undir stórari umvæling. Her er ikki talan um minni enn eitt satt bragd. Vit vóru í stórum iva, hvussu broytingin kundi fremjast, so Mettustova kom at “varðveita mest megulig av tí gamla snið- inum og tó gerast brúklig og hugnalig. Tað gingu tó fleiri ár frá ætalan til gerð — tí satt at siga var Kvinnufelagið farið at hyggja sær eftir meiri tíðarhóskandi høl- um, tí at Mettustova var í eini slíkari vánaligari stødu, at har næstan ikki var verðandi, hóast nógv- ar fjálgar hendur høvdu roynt at vala um og gera húsini so hugnalig, sum tey nú einaferð fingust — gomul og nógv brúkt. Men her hava verið góðar kreftir uppi í. Tað er nevndini til stóran heiður, og eitt minni hava tær reist sær við at fara undir hesa spennandi uppgávu. Ikki er tað letuverk at umvæla eini so gomul hús. Nevndin hevði samráðingar til ymsar síður Ein stórur spurningur var, hver handverkari timdi at fara undir hetta arbeiði — og hver hevði erfaringar við slíkum ? Her hava tit verið sera hepnar. Tit hava funnið júst tann rætta, sum bæði hevur áhuga fyri at varð- veita eitt seguligt minni í tí gamla býlinginum, og sum hevur eitt sera gott hegni og handalag. Mað- urin, sum staðið hevur fyri umvælingini av húsunum er Snorri Dam Jacobsen, byggimeistari. Eg ynski bæði tær og Kvinnufel- agnum tillukku vid ti sera góða úrslitinum. Mettustova er eitt prýði og veri tað tykkum til stóran heiður Vit, sum leitaðu okkum oman í Mettustovu hetta fyrsta kveldið, vóru allar samdar um, at nú heyði felagið, t.v.s. vit limir í Kvinnufelagnum, fingið eitt sera hugnaligt hús aftur og tað í nógv betri líki, enn vit høvdu droymt um. Vit vóru fleiri, sum saknaðu tær elstu í felagn- um, og sum fyrr høvdu lagt. eitt stórt arbeiði í at hugna og halda við líka. Vónandi verða tit at síggj- ast, um vit hava lív og heilsuna í vetur. Eg vil á henda hátt frambera mína sterstu tøkk til tykkara í nevnd- ini, sum tóku hetta takið — einki minni enn eitt bragd — og ynskja felagn- um hjartaliga tillukku, og ikki bert felagnum, men eisini býi okkara, tí hetta er eitt prýði, sum er fyri býin, fyri felagið, fyri handverkarastættina 0. 0. vid. Tær, id stadid hava fyri eru: Inger Christiansen, form. Elinborg Trónd Jo- hansen, næstform. Lina Arge, ksm. Oktavía Holm, Turið Justinussen, Hanna Joensen og Begga Jacob- sen. Handverkararnir hava verið: Snorri Dam Jacob- sen, byggimeistari. Pauli Mouritsen, rørleggjari. Einar Mikkelsen, el- innleggjari. Leiv Mortensen, målarameist- ari. Góða eydnu framyvir, og ynski mítt er, at nógv onnur eisini kunnu fáa gleði av húsinum. Tórshavn 22/9-80 Hanna Lisberg Hverjum tænir Javnaðarflokkur- in í landsstýrinum helst! Hin 2. oktobur seinasta ár sendi Feroya Fiskimanna- felag saman við Feroya Arbeiðarafelag skriv til landsstýrið, har felegini mettu at skeivleiki mátti vera í dagpeninginum frá nýggju dagpeningaskip- anini. Skeivleikin var, at ikki var roknað við frítíð- arlen, og tá dagpeningurin bert varð roknaður av grundlenini uttan frítíðar- løn kom verunliga endur- gjaldið við óarbeiðsferi ikki at vera 80%, men 80% av timaløn + frítíð- arløn ella av 109,5 %, t.v.s. verunliga endurgjaldið bert gjørdist 73%. Ella við eðrum orðum: Tann sum gjørdist sjúkur misti rættin til frítíð árið eftir, og biðið varð um, at hesin skeivleiki varð rættaður. Nakað samstundis, ella kanska enntá aftaná hetta, sektu feroysku bryggjaríini um at sleppa at bryggja sterkt øl. Bryggjaríini hava longu í fleiri mánaðir bryggjað sterkt. Um bert helvtin av somu orku varð nýtt til at loysa pmannevnda spurn- ing, sum varð nýtt til at loysa ølmålid, vildi tað bert tikið hægst tvær vikur. Hósdagin í komandi viku er eitt heilt ár síðan omannevnda skriv varð sent. Í meðan hava menn verið við sviðið sod frítíð- arpening viðvíkjandi, men enn hava felegini sum reistu málið ikki frætt eitt orð sum svar uppá hendan spurning. Um javnaðar- flokkurin í landsstýrinum vil geva annað svar uppá spurningin í yvirskriftini, enn tað ein sjálvur freist- ast at geva, hevur tað skund. Óli Jacobsen Gloymdu tygum haldaragjaldið ? tygum hava enn ein meguleika !